15 bíbliuvers til uggan og troyst

Vit hava øll tørv á uggan og troyst til tíðir. Hetta veit Harrin, so Hann tók sjálvandi eisini hædd fyri hesum, tá ið Hann lat Bíbliuna skriva. Bíblian hevur tí nógv lyftir og troystarorð til teirra, ið seta álit sítt á Gud og á Orð Hansara. Onkur hevur talt heili 3573 lyftir í Bíbliuni. Um tað eru neyvt 3573, ella um tað eru færri ella fleiri, er ilt at siga. Men í øllum førum má sigast, at Bíblian av sonnum er ein troystarrík og uggandi bók, sum vit kunnu leita til, táið á stendur.

Orðið.fo hevur savnað 15 av hesum versunum, sum eru ætlaði til uggan og troyst:

1.   Hetta er lyftið, Hann lovaði okkum: Hitt æviga lív. 1. Jóh. 2:25

Gud lovar okkum ævigt lív í syni Hansara! Við at seta álit okkara á Harran Jesus, hava vit ævigt lív! Hann tók syndir okkara á seg á Golgata, har hann tók dómin á Seg. Hetta er av sonnum eitt gleðiligt lyfti, ið vit hava – ævigt lív!

2.   Gud vónarinnar fylli tykkum við allari gleði og øllum friði í trúnni, so tit kunnu vera rík í vónini við kraft Heilaga Andans! Róm. 15:13

Gud er av sonnum vónarinnar Gud. Hann ynskir at fylla børn síni við vón, friði og gleði, sum vit halda á leiðina í trúnni. Afturat tí, hevur hann sent Heilaga Andan til okkara at styrkja okkum í vónini. Tað stendur í Róm. 8:26: So kemur eisini Andin veikleika okkara til hjálpar; tí vit vita ikki, hvat vit skulu biðja um, sum biðið eigur at verða; nei, Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast. Heilagi Andin hjálpir okkum enntá at seta orð á okkara hjartasuff, soleiðis at Harrin kann koma okkum til hjálpar!

3.   Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. Fil. 4:6-7

Er tað møguligt ongum at stúra fyri? Hetta versið sigur, at einasti háttur vit kunnu koma hartil, er við at søkja Gud, og leggja alt fram fyri Hann. Tá meinast við ALT, tí einki er ov lítið – ella ov stórt – hjá Honum at leggja oyru til. Lyftið í hesum sambandi er friður Guds, sum hvørki kann skiljast ella greiðast frá – men hann stígur upp um alt vit. Hesin friður skal varðveita hjørtu og hugsanir okkara – í Kristi Jesusi.

Mong eru, ið óttast um ymiskt. Tað eru 140 vers í Bíbliuni, ið greiða okkum trúgvandi, at okkum tørvar ikki at óttast.  Her eru trý teirra:

4.   Eg søkti HARRAN, og Hann svaraði mær og fríaði meg frá øllum, ið eg ræddist. Sálm. 34:5

Tað er ofta ikki fyrr enn aftaná, tá vit lýta afturá, at vit varnast, at Harrin var har, hóast vit ikki varnaðust tað í løtuni. Vit kunnu søkja Harran, og Hann tekur sær av ótta okkara. Vit óttast fyri nógvum: fyri framtíðini, fyri tí ókenda, fyri deyðanum – men tey, ið hava sett álit sítt á Harran Jesus, fáa boðini “syndir tínar eru fyrigivnar, trúgv tín hevur frelst teg; far í friði”

5.   – Óttast ikki! Eg eri við tær! Ver ikki mótfallin! Eg eri Gud tín! Eg styrki teg og hjálpi tær og haldi tær uppi við høgru hond rættvísi Mínar! Es. 41,11

Tá ið vit tosa um ótta, so sigur Harrin eisini, at ein onnur orsøk til ikki at óttast er, tí Hann er Gud okkara. Hann veitir okkum styrki og hjálpir okkum og heldur okkum uppi. Hvat kann verða meiri uggandi enn tað.

6.   HARRIN er ljós mítt og frelsa mín – hvønn skal eg óttast! HARRIN er tann, ið verjir lív mítt – hvønn skal eg ræðast! Sálm. 27:1

Tann ið er frelstur er barn Guds. Harri hansara er Harrin sjálvur, skapari heimsins – Hann sum skapti sól, mána og stjørnurnar. Hvønn skal ein tá óttast? Heb. 13:6 sigur tað soleiðis: “Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!” Hann er mentur at loysa teg úr óttanum!

7.   Sæl eru tey, sum syrgja; tí tey skulu verða troystað. Matt. 5:4

Tey, sum kenna Jesus Kristus, syrgja bara í hesum lívi, tí “Hann skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur – tí hitt fyrra er farið.” Op. 21:4. Bíblian lovar troyst til teirra, ið syrgja í hesum lívinum.

8.   Ikki skal Hann lata fót tín aka; ikki skal Hann blunda, sum varðar teg! Sálmur 121:3

Gud svevur ikki og Hann hvílur ikki. Hetta er okkum ein stór troyst. Gud hin alvaldi heldur eyga við okkum dag og nátt – og varðar yvir okkum. Hann skal ikki lata fót tín aka. Við øðrum orðum: Hann skal tryggja grundarlagið – fundamentið – sum tú stendur á. Vit lesa í 1. Kor. 3:11 at “Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus.” Hann hevur lagt grundarlagið, Hann er grundarlagið, og Hann fer ikki at svíkja og ongantíð ikki at verða førur fyri at verja og hjálpa sínum!

9.   HARRIN er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta, Hann frelsir tey, sum hava sundursoraðan anda. Sálm. 34:19

Harrin stendur tí stolta ímóti, men Hann er teimum nær, sum hava sundurbrotið hjarta. Tá ið vit fara til Hansara, kunnu vit verða púra ærlig og koma í tí standi og støðu vit eru í. Tað er ein sannroynd, at vit søkja ofta ikki Gud tá ið væl stendur til, men tá ið lívið svíkir og vit liggja lágt. Bíblian sigur eisini: “Og kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa Mær!” Sálmur 50:15

10. Til HARRAN rópti eg í neyðini, og Hann svaraði mær. Sálmur 120:1

Bíblian gevur okkum lyfti um, at øll tey, ið eru í neyð fáa svar. Tað er gott at vita, at Gud er ikki bara mentur at hjálpa og bjarga okkum, men Hann ynskir eisini at hjálpa og bjarga okkum. Ein sannroynd er tó, at tá ið Gud hjálpir er tað oftani ikki soleiðis, sum vit hugsa ella vilja, men sum Hann veit er best. Tá kemur spurningurin – líta vit á Gud?  

11. Tey líta á Teg, tey, sum kenna navn Títt; tí Tú hevur ikki svikið tey, ið søkja Teg, HARRI! Sálm. 9:11

Aldrin nakrantíð hevur nakað menniskjað upplivað at verðið svikið av Harranum Jesusi. Hetta er gott og toystaríkt at vita. Harrin Jesus svíkir aldrin! Hann svíkir ikki í tí lítla og dagliga, og heldur ikki í teimum stóru lívskreppunum, tá ið vit onki annað hava, enn lyftir Hansara at krøkja okkum í! Róm. 8:38 sigur soleiðis: “Tí eg eri vísur í, at hvørki deyði ella lív, hvørki einglar ella harradømi, hvørki tað, sum nú er, ella tað, sum koma skal, ella maktir, hvørki hitt høga, hitt djúpa ella nakað annað, ið skapt er, skal fáa skilt okkum frá kærleika Guds í Kristi Jesusi, Harra okkara.”

12. Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið! Jóh. 14:27

Eitt sum eitthvørt gudsbarn, til eina og hvørja tíð kann siga er, at Jesus gevur okkum frið – sannan frið. Fyrst og fremst frið við Gud! Síðani frið, ið ikki er tengdur at, hvussu vit hava tað, ella hvussu umstøðurnar eru. Hann er ikki bara ein og hvør, men Hann er skapari heimsins – Hann skal varðveita okkum og taka sær av okkum!

13. Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. 1. Pæt. 5:7

Pætur ápostul biður okkum um at kasta allar sorgirnar á Jesus. Hann hevur umsorgan fyri okkum. Í Heb. 4: 15 stendur tað soleiðis um samkenslu og umsorgan Hansara: “Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd.”

14. Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu! Matt. 11:28

Jesus gevur okkum persónliga hetta lyfti. Tað er gott at minnast til, at móttakarin av okkara trúgv, er ikki ein samkoma, kirkja, ella ein religión, filosofi ella trúarjáttan, men menniskjað og Gud, Jesus Kristus. Og tá ið vit koma til Hansara, mugu vit viðganga, at vit eru tyngd av synd. Hann lovar at geva okkum hvílu – hetta er ein ókeypis gáva frá Honum: at hvíla í tí frelsu, sum Hann hevur vunnið okkum.

15. Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg. Sálm. 23:4

Sjálvt viðvíkjandi deyðanum – ella í skugganum av deyðanum – kunnu tey, ið hava sett álit sítt á Jesus Kristus, verða óttaleys. Tí Hirðin sjálvur er við teimum. Jesus gjørdi til einkis brodd deyðans á Krossinum, har Hann vann sigur yvir deyðanum. Lat tí stav Hirðans verða vegleiðing og styrki í lívi tínum! Hann sum leiðir sjálvt tvørtur um deyðskuggans dal!

Gud lovar í Orði sínum, at Hann skal ikki bróta sáttmála sín. Og Hann lýgur ikki – so vit kunnu hava fult álit á, at Hann heldur sítt orð. Vit kunnu tí trygt stuðla okkum at hesum versum, og nógv, nógv onnur í Orði Hansara.

Eg bróti ikki sáttmála Mín og broyti ikki tað, ið varrar Mínar hava talað. Sálmur 89:35

Og Josva vitnar tað sama:

…ikki so mikið sum eitt orð hevur svitast av øllum hinum góðu orðum, ið HARRIN Gud tykkara hevur lovað… Josva 23:14