Um Orðið.fo

Orðið bómerkiOrðið.fo hevur sum endamál at veita kristiligt lærutilfar til føroyingar. Heimasíðan verður fyri tað mesta dagført við bíbliutímum tiknir á video, men heimasíðan verður eisini dagførd við greinum, sum er ætlaðar til uppmuntran og andaliga uppbygging.
Bíbliuundirvísingin, sum verður løgd út á Orðið.fo, kann brúkast á ymsan hátt. Hon er væl egnað at brúka hjá bíbliu- og húsbólkum, eins og undirvísingin eisini kann brúkast sum eitt amboð hjá undirvísarum í kristnum samkomum. Ætlanin við bíbliutímunum er eisini, at tann einstaki fær møguleikan at kenna Orð Guds betur.

Í løtuni eru bíbliutímarnir bólkaðir í fýra høvuðsevnir, sum eru “Tíðarskeið í Bíbliuni,” “Ymisk evnir”, “Bøkur í Bíbliuni” og “um Bíbliuna”. Í fyrstnevnda evninum verða ymisk tíðarskeið í Bíbliuni viðgjørd. Hesi tíðarskeið fevna millum annað um skapanina, dómararnar og tíðina hjá fyrstu samkomuni. “Ymisk evnir” eru bíbliutímar, sum viðgera ymisku evnini í Bíbliuni, so sum rættvísgering, synd, nøvn Guds o.s.v. “Bøkur í Bíbliuni” er bíbliutímar um bøkurnar í Bíbliuni. Hesir bíbliutímar eru ætlaðir, at geva eitt yvirlit yvir nevndu bókina og eitt innlit í bókina. “Um Bíbliuna” er ein røð av Bíbliutímum, ið onkusvegna snúgva seg um sjálva Bíbliuna, t.d. Bíblian innblást av Gudi, myndygleiki Bíbliunnar o.s.v.

Allir bíbliutímarnir eru ætlaðir til íblástur og at stuðla persónliga bíbliulesnaðinum.

Í Ápostlasøguni 2,42 lesa vit, at tann fyrsta samkoman – saman við bønini, andaliga samfelagnum og breyðbrótingini – helt fast við læru ápostlanna. Vón og bøn okkara er, at Orðið.fo er við til at varðveita hesa læru.

Um tú hevur spurningar, viðmerkingar ella uppskot, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við at skriva til okkum á ordidfo@gmail.com