Kristus í Hebrearabrævinum (5/8) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í átta pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Kristus í Hebrearabrævinum. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.
Fimti partur er um kapittul 5 og 6 í brævinum.

Avskrift

Hebrearabrævið lýsir Kristi dýrd og tignarliga tænastu á mangan hátt við myndum úr Gamla Testamenti. Fólkið, sum brævið er skrivað til, kendu so væl hesar myndir. Mong teirra livdu framvegis undir tí gamla sáttmálanum, tí tey vitstu ikki, at Gud hevði byrjað nakað nýtt, sum var mangan betur enn gamla gudsdýrkan teirra. Høvundurin roynir at sannføra lesarar sínar um, at Kristus er nú bæði kongur og høvuðsprestur. Tí hevur Hann avloyst Áron og allar hinar, sum umboðaðu hesar tænastur undir tí gamla sáttmálanum.
Vit skulu lesa Hebrearabrævi kap. 5 og tey fyrstu tíggju versini:

“Ein og hvør høvuðsprestur verður jú tikin millum menniskju og innsettur fyri menniskju til tænastu fyri Gudi, til at bera fram bæði gávur og sláturoffur fyri syndir – sum ein, ið kann vera mildur við óvitandi og villfarandi, við tað at veikleiki hongur við hann sjálvan eisini, og hann av teirri grund má bera fram syndoffur fyri seg sjálvan líka væl sum fyri fólkið. Eingin tekur sær sjálvum henda heiður, nei, hann verður kallaður av Gudi, eins og Aron. Soleiðis hevur Kristus heldur ikki sjálvur tikið sær tann heiður at verða høvuðsprestur; nei, hann varð Honum givin av Honum, sum segði við Hann: “Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag.” – Sum Hann jú eisini sigur á øðrum stað: “Tú ert prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks.” Hann hevur jú á døgum holds síns við hørðum rópi og tárum borið fram neyðarróp til Hansara, sum var mentur at frelsa Hann frá deyðanum; og Hann varð bønhoyrdur út úr angist síni. Soleiðis lærdi Hann, tóat Hann var Sonur, lýdni av tí, sum Hann leið. Og táið Hann var vorðin fullkomin, varð Hann øllum teimum upphav til æviga frelsu, sum lýða Hann, og varð av Gudi kallaður høvuðsprestur á hátti Melkizedeks.”

Hebrearabrævið 5, 1-10

Høvundurin leggur stóran dent á, at Kristus er høvuðsprestur – ikki á hátti Arons; men á hátti Melkizedeks. Tí er neyðugt at kanna, hvør hesin Melkizedek var. Bíblian sigur ikki nógv um henda loyndarfulla mann. Hann er nevndur bert í tveimum stuttum brotum í Gamla Testamenti. Fyrsta Mósebók kap.14 sigur frá, hvussu ættarfaðirin Ábraham bjargaði Lot og øllum hansara, ið høvdu tilhald í Sodoma, úr hondum fíggindans, og so lesa vit hetta stutta brotið: “Táið Ábraham nú kom aftur eftir at hava vunnið sigur á Kedorlaomer og kongunum, ið stóðu saman við honum, tá fór kongurin í Sodoma út ímóti honum til Sjavedal, tað er kongadal. Og Melkizedek, kongurin í Salem, prestur hjá Gudi hinum Hægsta, kom við breyði og víni og signaði hann við hesum orðum: “Signaður veri Ábram av Gudi hinum Hægsta, sum eigur Himmal og jørð! Lovaður veri Gud hin Hægsti, sum gav tær fíggindar tínar í hendur!”  – Og Ábram læt hann fáa tíggjund av øllum!

Umleið 1000 ár seinni skrivar Dávid kongur Sálm 110, og sum er nevndur fleiri ferð í hesum brævi. Og hann sigur í fjórða versi: “Harrin hevur svorið – og Hann skal ikki angra tað – “Tú ert prestur á allar ævir á sama hátt sum Melkizedek.”  Tað er eingin ivi um, at hetta er framhald av fyrsta versi, táið Faðirin sigur við Sonin: “Set Teg við høgru hond Mína!”

Umleið 1000 ár seinni talar sami Heilagi Andi við høvunda Hebrearabrævsins, og vísir á veruliga týdningin av hesum loyndarfullu skriftbrotum, sum teir skriftlærdu í Ísrael høvdu grundað yvir gjøgnum øldir uttan at finna nakra loysn. Kanna við kapittul 7 í brævinum, verða Melkizedek og Kristus samanbornir á ymsan hátt, og høvundurin kemur til ta niðurstøðu, at prestadømi Kristusar líkist Melkizedeks heldur enn Arons. Tí Melkizedek var bæði kongur og prestur, men tað var Aron ikki. Hann var rættvísikongur, sum navn hansara merkir , og síðan var hann friðarkongur, tí hann var kongur í Salem – Jerusalem, sum merkir shalom ella friður. Og síðan var hann prestur hjá Gudi hinum Hægsta. Hesin ókendi persónur steig knappliga fram á leikvøllin og hvarv líka so knappliga.

Skaparin hevur altíð havt tilbiðjarar her á fold. Hann hevur altíð tryggjað ser eina leivd, sum umboðaði Hann í teim myrkastu tíðum. Vit minnast, at Elias profetur helt seg vera einsamallan í Ísrael, sum tilbað Gud hin hægsta, men tá sigur Harrin honum, at Hann átti 7000, sum ikki hvødu boygt knø fyri Baal. Var søgan um gudsmannin Job, sum kanska livdi á Ábrahams døgum, og hetta stutta søgubrotið um Melkizedek ikki  skrivað, so høvdu vit ivaleyst hildið, at Ábraham og familja hansara vóru tey einastu, sum dyrkaðu Gud Himmalsins á teimum døgum – tí stutt framman undan hevði Ábraham verið avgudadyrkari í Ur í Kalidea. Men Ábraham kom til trúgv á Gud, og tað varð roknað honum til rættvísi, og hann fær hetta tignarliga heiti: Faðir allra teirra, sum trúgva. Kortini stóð prestakongurin Mekizedek nógv hægri í tign og mæti, tí Ábraham gav honum tíggjund av býtinum, og síðan varð hann signaður av Melkizedek. Høvundurin leggur dent á, at tann, sum minni hevur at týða gevur tíggjund og tekur ímóti signing frá honum, sum hevur meiri at týða. Og so sigur Heilagi Andin: “Hyggið hvussu stórur hann er!” Men tað er ikki fyrimyndina, hann vil hava okkum at hyggja at – tí hon hvarv so skjótt. Men Heilaga Andans uppgáva er at lyfta Kristus høgt upp og gera Hann stóran fyri hjørtum okkara. Hann sigur greitt, at Kristus er bæði kongur og prestur í allar ævir á hátti Melkizedeks – Og tað er hesin prestakongur, sum situr í hásætinum í dag.

Høvundurin spyr nú: Hví skuldi prestadømi broytast? Tí Dávid sigur jú í  Andanum um Kristus: “Tú ert prestur í allar ævir!” Aron og Kristus kundu ikki vera høvuðsprestar samstundis. Hetta sigur okkum, at hitt levitiska prestadømi var endað, tí nakað nógv betur var komið ístaðin. Aron og synir hansara vóru bert skuggamyndir, ið vóru avloystar alla tíðina. Tað vóru hesir ófullkomnu menn, ið vóru grundin undir lógini. Lógin hevði tí einki virði, táið grundarlagið var tikið undan henni. Ein nýggjur bygningur verður bygdur við einum nýggjum haldgóðum grundarlag – og grundarlagið er eingin annar enn kletturin, Kristus, sum stendur tryggur í allar ævir. Lógarsáttmálin, ið var grundaður á Arons prestadømi var bert ein fyribils loysn, og var ongantíð ætlað til nakað annað. Gud vildi bara vísa mannaættini hennara hjálparloysi, og at henni tørvaði ein Frelsara, sum var førur fyri at bjarga úr syndaneyð.

Prestarnir vóru av Levi ætt, og eingin annar hevði loyvi til at tæna í tí jørðiska halgidóminum. Tað hevði Harrin Jesus heldur ikki, tí Hann var av Juda ætt. Aron og synir hansara gjørdist prestar her á jørð uttan eið – tí teir vóru føddir til tað. Høvundurin heldur fram við próvførslu sína og sigur: Harrin Jesus er borgsmaður fyri einum betri sáttmála, tí Hann varð vígdur høvuðsprestur við bæði lyfti og eiði hins alvalda. Hetta siga skriftirnar og tær vikast ikki. Heilagi Andin sigur jú við Dávidi: “Harrin svór, og Hann skal ikki angra tað: “Tú ert prestur í allar ævir!””

Á, hvør ein munur á høvuðsprestum! Aron og synir hansara máttu áhaldandi bera fram offur fyri  sínar egnu syndir og síðani fyri fólksins. Og øll hesi offur kundu alíkavæl ikki taka syndina burtur. Men so kom okkara fullkomni og stróri høvuðsprestur, og Hann tók syndina burtur við einum ofri – eina ferð fyri allar – táið Hann ofraði seg sjálvan. Tað var ein slíkan høvuðsprest, vit máttu hava  – Hvussu kundi prestadømi Arons bjarga søkkandi syndarum?  Teir vóru jú í somu neyðarstøðu sum vit og róku á einum søkkandi vraki! Men so reisti Kristus seg úr dýrdarhásætinum og kom niður at bjarga tí fortapta og gjørdist høvuðsprestur okkara eftir hátti Melkizedeks. So er spurningurin: Var ikki tænasta Kristusar liðug, táið Hann rópti sigurrópið á krossinum: “Tað er fullgjørt!” Gud havi lov! Tað er satt at frelsuverkið var liðugt og eingin skal vága sær at leggja nakað aftrat tí. Men tænasta Kristusar var ikki liðug, táið Hann setti seg við høgru hond hátignarinnar á hæddini, eftir at hava gjørt reinsan fyri synd.

Tað er sum vit syngja: Tað er lív í at síggja hin krossfesta mann, nú í stundini lív fyri teg! Har byrjaði andaliga lív hins frelsta – Latið okkum altíð hava tað í huga og aldri gloyma tað. Kristi deyði er frelsugrundarlagið – og sælur er hann, ið byggir á tað og einki annað – Tí vit taka undir við Paulusi av heilum huga: Boðskapur okkara er Kristus og Hann krossfestur – og vilja einki annað vita til sælu og frelsu. Men hvussu hevði verið vorið við frelsu okkara – um Frelsarin ikki sat við høgru lið Faðirsins? Men har situr Hann í dag – heilagur, sakleysur, reinur, skildur frá syndarum – og settur høgt – upp um Himlarnar. Á, hvør tryggjandi er tað ikki, at vit eiga ein slíkan umborðsmann í dýrdini! Og tað sigur mær, at eg ein dag skal sita av náði Guds við høgru lið Hansara – ikki bert eg, men ein herskari av frelstum syndarum.

Guds børn hava nógvar fíggindar í hesum heimi, og sleppa valla undan ótta og stúran – og spyrja tí mangan: Komi eg vegin fram til Himmals – Fer tað at eydnast mær? Lat meg siga beinan vegin, at høvdu vit ikki ein slíkan umboðsmann í dýrdarhásætinum, so kom eingin av okkum vegin fram. Vit minnast myndina við hirðanum, sum fann seyðin beinbrotnan og hjálparleysan. Men hirðin bjargaði honum úr øllum vanda, og síðan legði hann seyðin á sterku herðar sínar og bar hann allan vegin heim. Tað er júst tað sum hendur, táið ein syndari verður frelstur – Hin góði Hirðin frelsur úr allari neyð, og síðan varveitir Hann barn sítt á allari ferðini og leiðir tað trygt heim í faðirhúsið. Fíggindin kann ræða okkum á ferðini, men als ikki skaða okkum – Tí vit eru í sterku hondum hins Alvalda.

Jú, vit hava ein livandi høvuðsprest, sum hevur alt vald í Himli og á jørð. Allir hinir høvuðsprestarnir doyðu sum vanlig menniskju, men okkara høvuðsprestur vann á deyðanum og livir í aldur og allar ævir. “Tí kann Hann eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum, tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum.”  Í hesum liggur øll  trygd Guds barna. Lyftið er jú, at Hann sum byrjaði gott verk í okkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists. Nei, Hann fer ikki at sakna nakran av sínum, táið Hann kemur at taka síni endurloystu heim.

Vit hava lyndi til at loypa torfør brot í skriftini um, men vit eiga heldur at samanbera hesi brot við tey mongu týðiligu og greiðu, sum altíð geva okkum rætta svarið, tí tað er eingin mótsøgn í teim heilaløgu skriftum. Eitt av hesum torføru skriftbrotum er kapittul seks í Hebrearabrævinum, og eg kenni fleiri útleggingar av hesum broti, sum ikki eru sambærligar við skriftina sum heild. Men eg skal royna at bera nakrar hugsanir fram, sum eg vóni skal geva svar uppá fleiri ivaspurningar. Kapitulin byrjar við hesum orðum:

“Latið okkum tí leypa um hinar fyrstu grundir í læruni um Kristus og ganga fram til hitt fullkomna” – og síðan kemur ávaringin: “Tí tey, sum einaferð eru vorðin upplýst, hava smakkað hina himmalsku gávu, hava fingið lut í Heilaga Andanum, hava smakkað góða orð Guds og kreftir hins komandi heim – og sum eru fallin frá – tey er tað ómøguligt at endurnýggja til umvending aftur, við tað at tey av nýggjum krossfesta sær Son Guds og gera Hann til spott. Tí jørðin, sum drekkur í seg regnið, ið so mangan fellur á hana – ber hon grøði, sum er teimum til gagn, ið hon verður dýrkað fyri, so fær hon signing frá Gudi. Men ber hon tornir og tistlar, er hon ónýt og banni nær; endi hennara er, at hon verður brend. Men um tykkum, tit elskaðu, eru vit vísir í tí, sum betri er, og sum hoyrir frelsu til – tóat vit tala so. Gud er ikki órættvísur, so Hann skuldi gloymt verk tykkara og kærleikan, ið tit hava víst navni Hansara, við tað at tit hava tænt og tæna hinum heiløgu.”

Hebrearabrævið 6, 1-10

Beint frammanundan fáa lesararnir at vita, at tey eru sum óbúgvin børn, hóast tey eftir aldrinum áttu at verið lærarar í orðinum. Teimum dáma best at fáa mjólk, men tey mugu venja seg til fasta føði, so tey kunnu búnast og vaksa.  Tey kenna A.B.C í evangeliinum og skuggamyndirnar í Gamla Testamentið, sum peikaði á Kristus. Men nú tey eru komin til livandi trúgv á Frelsaran, eru allar skuggamyndirnar aftan bak og leiðin gongur frameftir – og tey stevna móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi – Summi eru komin longur og onnur styttri, men tað er neyðugt, at eggja hvør annan á ferðini, og at  stavnhaldið er hitt sama hjá øllum. Men tað vóru tó nøkur millum teirra, sum enn ikki høvdu slept skuggamyndunum, hóast tey komu saman við teim kristnu.

Tey vóru vorðin hugtikin av Kristusi, táið tey hoyrdu evangeliið, men tey tóku ongantíð nakra avgjørda støðu. Men tað ber ikki til at byggja hús sítt á tveimum grundvøllum – Harrin sigur tað so greitt í fjallaprædikuni: Hin vísi maðurin bygdi hús sítt á klettin, sum er Kristus, meðan dárin bygdi hús sítt á sand, sum er mannalæra. Og royndirnar komu at vísa, at bert húsið á klettinum varð standandi. Tað verður lagdur dentur á, at valið stendur millum Móses og Kristus ella lóg og náði  Ikki ber til at blanda hesar meginreglur saman, tí tær samtykkja ikki, heldur enn olja og vatn. Tað ber heldur ikki til at bøta um trygga grundvøll náðinnar við lógarverkum, tí tað er tað sama sum at góðtaka tað, sum Gud hevur sett úr gildi – ella at venda sær frá náðinnar fulla ljósi til lógarinnar myrku skuggar. Men eingin, ið hevur fingið lut í andaligum lívi, hugsar um at venda Kristusi, lívsins harra bakið. Hann kemur heldur ongantíð at njóta vatnið úr heimsins brunnum eftir at hava drukkið av náðinnar keldum. Tað var júst hetta Harrin Jesus segði við kvinnuna við Sikars brunn: “Hvør tann, ið drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur. Men tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir.”

Tað ber ivaleyst til at liva eitt dupult lív fyri eygum manna, men einki kann fjalast fyri rannsakandi eygum Guds – ein dag verður alt hykl avdúkað. Høvundur Hebrearabrævsins sigur í veruleikanum tað sama, sum Elias profetur segði á sinni við Ísarel á Karmel fjalli: “Hvussu leingi ætla tit at halta til báðar síðir – veljið í dag antin Baal ella Gud Harran!” Nú bar heldur ikki til at drála longur, tí bæði Jødar og heidningar søktu at teim kristnu sum ongantíð áður – og mong máttu gjalda við lívinum.  Tey, sum stóðu á markinum, hugdu inn í land lyftisins, eins og Ísrael á sinni, men tey hildu prísin verða alt ov høgan, og vendu tí tey aftur inn í oyðimørkina – inn í ta tómu gudsdýrkan, sum tey høvdu verið trælir av. Her verður ikki sipað til ávísar grovar syndir, sum ein trúgvandi kann snáva ella falla í. Nei, tað er henda eina álvarsama syndin, sum eitur fráfall – ella vraka við alla Harran Jesus og endurloysingarverk Hansara. Tað fanst eingin umvending fyri hesi menniskju, tí tey vóru sek í synd við vilja – Vit lesa hesi sera álvarsomu orð: “Tey høvdu av nýggjum krossfest sær Son Guds, og gjørt Hann til spott.” Hóast tey høvdu fingið lut í hesum mongu framíhjárættindum, sum nevnd eru í brotinum, vit júst hava lisið.

Men so spyrja vit: Ber tað veruliga til at fara fortapt eftir at hava verið signaður við slíkum framíhjárættum? Jú, tað ber tíverri til at standa við hitt tronga portrið – uttan at stíga inn á hin smala vegin –at vaksa upp við dyr Himmalsins og so kortini venda øllum bakið. Eingin er næstan frelstur – tað er tað sama sum at vera heilt fortaptur.

Latið okkum hugsa eina løtu um hesar fimm framíhjárættir:

Tú kanst vera upplýstur um frelsuvegin og kortini ganga í svartasta andaliga myrkri. Harrin Jesus segði sjálvur: “Eg eri ljós heimsins, tann ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós heimsins.” Hava vit ikki samfelag við ljóskelduna, so ganga vit í myrkri, hóast vit vita alt um ljósið.

Tað ber eisini til at hava smakkað hina himmalsku gávu, sum er Kristus, uttan at hava tikið ímóti gávuni í trúgv. Hvussu mong hava ikki smakkað kærleika Guds, og kortini vrakað kærleiksgávu Hansara, sum er Kristus? Hvat merkir tað so, at hava fingið lut í Heilaga Andanum? Tað kann merkja at hava verið undir Heilga Andans ávirkan, uttan at Heilagi Andin hevur fingið loyvi at taka búgv. Tú kanst í ein ávísan mun njóta tær signingar, Hann gevur og kortini ikki vera føddur av Andanum og harvið fingið Andan sum innsigli og pant. Tað ber til at síggja og kenna hvussu veldiga kraft Hansara virkar og verða ávirkaður av Hansara sannførandi megi gjøgnum evangeliið og kortini venda sær frá sannleikanum við alla. Tað at hava smakkað góða orð Guds er ikki tað sama sum at hava móttikið orðið í trúnni og liva hareftir. Jesus segði ikki: “Tann, ið smakkar Meg skal liva!” Men Hann segði: “Tann, ið etur hold Mítt og drekkur blóð, hevur ævigt lív.” At smakka kreftir hins komandi heims – sipar til túsund ára ríkið, táið undur og kraftargerðir verða vanlig –sambært profetiska orðið bæði í Gamla og Nýggja Testamenti. Men tey høvdu longu smakkað og sæð hesar kreftir virka í tænastu Harrans  Jesusar og ápostlanna. Kortini vrakaðu tey  – bæði sum tjóð og einstaklingar  – Kristus og evangelium Hansara. Hesi menniskju vóru komin í hesa álvarsomu støðu – Tí tey høvdu missbrúkt og vrakað signingar og framíhjárættindi, sum kundu leitt tey til frelsu. Tey vóru vorðin herd, eins og stálið ið gløtt verður í eldinum. Tey høvdu vrakað Heilaga Andans vitnisburð um Kristus, og vóru tí sek í syndini við vilja, sum einki offur var fyri og krossfestu sær Son Guds av nýggjum. Hetta fráfall, sum eingin bjarging var fyri, var í veruleikanum ein almenn kunngering, at Harrin Jesus hevði uppiborið deyðan og spottið á krossinum, og tí hevði Hann als onga frelsu at bjóða syndarum.

Síðani samanber høvundurin lesarnar við tvey akurlendi – Bæði akurlendini fingu somu signingar av himli – tí Gud letur regna og sólina skína yvir óndum og góðum. Tann góða jørðin er myndin av tí hjarta, ið ber búnan ávøkst til frelsu. Og ávøksturin verður tí “Góða sáðmanninum” til gleði – tí Kristus fær løn fyri møði sína. Hin ringa jørðin er myndin av hjarta hins vantrúgvandi. Tí hóast hann hevur fingið somu signingar, vrakar og avnoktar hann Signaran – Hin einasta, ið kann bjarga frá ævigum banni – Ein álvarsom avgerð, sum ikki kann bøtast.

Nú kemur ein innilig troyst og eggjan til náðisystkini, sum hann nevnir: Tit elskaðu! Ávaringin var til teirra, sum ferðaðust í  onga manna landi. Men tað er eingin ivi í hjarta hansara um tey allar flestu – at tey eru Guds børn og tí eiga vón um tað sum betri er. Kærleiksverk teirra eru fullgóð prógv, og tað fer Harrin ikki at gloyma. Hin rættvísi Dómarin skal duga at løna einum og hvørjum eftir verkum sínum. Tó frelsan er ikki av verkum, men eina av náði við trúgv. Men trúarverk eru prógv fyri sannari umvending og frelsu. – ein ávøkstur, sum øll eiga at síggja. Men vit hava lyndi til at dovna og síðani sovna í vitnisburði og tænastu. Tí er neyðugt at eggja hvønn annan, so vit ikki gerast flógv og slaka í andaligum íðinskapi. Hin sæla vónin eigur altíð at vera ein bjartur kyndil, meðan vit stevna móti málinum – sum er Kristus.

Skriftirnar geva okkum so nógvar góðar fyrimyndir, sum við trúgv og toli arvaðu lyftini. Høvundurin minnir okkum á Ábraham sum eitt hóskandi dømi til troyst og eggjan – Hann setti jú alt álit sítt til orð og lyfti Guds – ikki tað sjónliga, men ósjónliga – Har eingin vón var, trúði hann við vón, hóast hann mátti bíða tolin í langa tíð. Men orðið stendur fast: Eingin, ið trýr á Hann verður til skammar. Trúgvin stóð sína roynd, táið hann fekk boð um at ofra son lyftisins – og í trúarlýdni framdi Ábraham hesi tungu boð í hjartanum. Og sum løn fyri trúarlýdni, fekk hann hesi orð frá Harranum: “Sanniliga, Eg skal ríkliga signa teg og stórliga lata teg nørast.” Gud staðfesti lyftið til Ábraham við einum eiði. Tað skuldi verið óneyðugt, tí Gud himmalsins heldur altíð lyfti síni og hjá Honum er eitt ja ella nei nóg mikið. Men í stóri náði síni, vildi Hann geva arvingum lyftisins hesa sterku troyst, tí Hann kennir veikleikar okkara. Ábraham varð ikki til skammar, og tað verða heldur ikki vit, sum eru arvingar lyftisins.

Høvundurin brúkar alla tíðina myndir fyri at lýsa dýrar sannleikar. Var tað trygt fyri ein Ísraelsmann, ið var manndrápari av óvart, at leita sær bjarging í einum griðstaði – so er tað mangan tryggari í dag at leita sær bjarging í griðstaðnum, Kristusi. Eingin blóðhevnari sleppur inn um portur hansara, so leingi sum høvuðspresturin er á lívi – og okkara høvuðsprestur Kristus er trygga vón okkara, tí Hann livir á allar ævir. Og vónin so trygg, tí hon er knýtt at einum lyfti, sum aftur er bundið at einum eiði, frá Honum, sum ikki kann lúgva.

Nú lýsir høvundurin tryggu og sælu vón hins frelsta við eini mynd frá sjólívinum. Hin frelsti syndarin er sum eitt skip, ið siglur inn í eina trygga havn – knýttur við bandi at einum akkeri, sum longu liggur á tryggum hellubotni inni í sjálvari havnini. Kristus, høvuðsprestur og fyrirennari  okkara fór fyri skjótt 2000 árum síðan inn um tað himmalska forhangið, og har er Hann framvegis okkara fyribiðjari og talsmaður – Men skjótt ein dag flytir Hann hin frelsta syndaran inn í ta tryggu havn. Kristus – høvur samkomunar situr í hásætinum í Himli, meðan likam Kristusar- samkoman er á jørðini. Men ein sælan dag verða høvur og likam sameind í dýrdini – likamið verður fullkomið, tí eingin limur í likami Kristusar misferst á vegnum, tí Hann skal sjálvur leiða brúður sína fram fyri seg í dýrd – uttan plett, rukku ella nakað slíkt. Vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann sum Hann er. Liva tú og eg dagliga í hesi vón, so fer hon at reinsa og halga lív okkara.