Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.
Avskrift
Seinast fóru vit ígjøgnum kapittul trý í fyrra brævi Pæturs. Og leggur Ápostulin stóran dent á, at sinnalag Kristusar eigur at eyðkenna tey frelstu bæði heima við hús og uttanfyri heimið, har vit møta órættvísi atsókn teirra vanntrúgvandi. Vit verða mint á, at Frelsarin, sum leið so nógv fyri okkum, sigraði á øllum fíggindum okkara, og livir nú fyri ásjón Guds at biðja fyri okkum. Vit eru trygg í sterku náðihondum Hansara.
Latið okkum biðja: Harri, vit koma til Tín í navni Jesusar, sum hevur alt vald í Himli og á jørð. Harri, vit biðja fyri náðisystkin okkara, sum fara ígjøgnum stórar trongdir og atsóknir í dag – eins og á døgum Pæturs. Harri, gev tíni líðandi samkomu náði og styrki at halda á at kunngera krossins evangelium fyri einum doyggjandi heimi – Amen!
Vit skulu lesa eitt brot úr fyrra brævi Pæturs – kapittul 4, frá vers 7 til vers 14:
Men endi als er nær; verið tí árvakin og edru til bønir! Og havið fram um alt brennandi kærleika hvørt til annað, tí kærleikin fjalir fjøld synda! Verið gestablíð hvør við annað uttan at meinskast! Eftir sum ein og hvør hevur fingið náðigávu, tænið soleiðis hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir margfaldu náði Guds! Talar onkur, so tali hann sum orð Guds! Hevur onkur tænastu, so tæni hann, eftir sum Gud gevur honum kraft til tað, so Gud kann verða ærdur í øllum við Jesusi Kristi, sum eigur dýrd og mátt í aldur og allar ævir! Amen. Tit elskaðu! Undrist ikki á eldin, ið er komin yvir tykkum til at royna tykkum – sum tað var nakað undarligt, ið hendi tykkum! Nei, tess meiri lut tit hava í líðingum Kristusar, tess meiri skulu tit gleða tykkum – so tit eisni kunnu gleðast og fegnast í opinbering dýrdar Hansara. Verða tit háðað fyri navn Kristusar, eru tit sæl; Andi dýrdarinnar og Guds hvílir yvir tykkum.”
Ein innilig áheitan um ikki at missa málið úr eygsjón!
Kapittulin byrjar við eini sterkari áminng til tey trúgvandi, at tey eru í einum andaligum bardaga, tí tey eru komin í tænastu hjá einum nýggjum harra. Hin gamli valdsharrin, syndin, við øllum lystum sínum, roynir av øllum alvi at skaða hin frelsta. Hann leggur fellir og snerrir fyri føtur Guds barna og lokkar við tí, sum holdið tráar eftir. Og lastirnar vóru mangar, sum bant okkum niðir, táið vit vóru trælir syndarinnar.
Men so hendi tað, sum skaldið sigur: “Á, ein undurfull umskifting var tað hjá mær, tá Jesus í hjarta mítt kom! Tað varð ljós í tí sál, har sum myrkt áður var, tá Jesus í hjarta mítt kom.”
Ápostulin sigur, at heidningarnit undrast á hesa kollvelting, sum hendi so knappliga, og teir spotta, táið vit ikki renna við út í sama skammloysisdíki. Men hesi neyðars menniskju gloyma, at tey ein dag koma at gera Honum roknskap, sum hevur vald til at døma livandi og deyð. Tey koma ein dag at standa hinum rættvísa dómara til svars fyri blóð teirra rættvísu, sum hevur flotið á hesi fold líka síðan dagar Káins, sum myrdi bróðu sín.
Men hin frelsti eigur ikki at missa mótið, tí vit koma skjótt á mál – og tá liggja allar royndir og líðingar aftan bak; men framman liggur dýrdin, sum vit koma at njóta saman við Harra dýrdarinnar.
Pætur eggjar og setur mót í tey trúgvandi!
Í veruleikanum er tað ein heilsan frá Harranum Jesusi til kæru, líðandi samkomu Hansara: “Endi als er nær!” ella “Eg komi skjótt at taka tykkum heim í dýrdarstaðin, sum Eg havi gjørt tykkum til reiðar!”
Nú eru skjótt tvey túsund ár síðan lyftið varð givið!
Eitt sera langt tíðarskeið eftir okkara máti, men fyri Gudi eru 1000 ár sum ein dagur. Vit møðast og gerast skjótt ótolin í vanliga góðum umstøðum, sum flest okkara kunnu njóta í vesturheiminum, vard av rættvísum lógum. Men hvussu við teimum mongu náðisytkin okkara, sum liva í londum, har atsókn móti teimum kristnu er dagligur kostur og lógir teirra heimila tað? Er tað at undrast yvir, at mong teirra fella í fátt og rópa í vónloysi: “Harri! Kom skjótt og bjarga okkum úr hesi neyð og píni, sum fíggindar Tínir plága okkum við!”
Men Harrin drálar og gevur børnum sínum – meðan tey bíða, henda heilivág ístaðin:
Verið árvakin og edrú til bønir!
Hetta vóru áminningar, sum Pætur mangan hevði hoyrt av Jesusar munni. Hann mintist ivaleyst líknilsi um tær tíggju moyggjarnar- fimm dárar og fimm klókar, sum bíðaðu eftir brúðgóminum. Men tær sovnaðu allar, tí vit lesa: “Við tað at brúðgómurin drálaði, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu.” Einki løgið, at tær fimm dárarnir svóvu sín deyðasvøvn. Men tað var ein sera vánaligur vitnisburður, at tær fimm vísu, sum høvdu olju á lampuni og vóru til reiðar at taka ímóti brúðgóminum, sovnaðu eisini og sviku ábyrgd sína so dyggiliga.
Harrin hevur jú sett samkomu sína at vera vaktarar í einum heimi, har niða og nátt valdar. Vit eiga at hava ljósini brennandi í hesum náttarmyrkri, meðan vit blása í ávaringar-lúðrar, so fólkið ikki verður tikið á bóli, tá ið fíggindin herjar á.
Men skulu vit vera árvakin gjøgnum eina langa og tunga nátt, mega vit hava eina átroðkandi uppgávu at fremja – Og aðal-uppgáva hins frelsta er at vera áhaldandi í bønini, meðan hann kunnger evangeliið. Men ikki ber til at biðja samstundis sum tú svevur. Tí kom Harrin Jesus við hesi ávaring: “Vakið tí! Tit vita jú ikki, hvønn dag Harri tykkara kemur.”
Pætur kendi ivaleyst eisini orð Harrans við Esiasi profeti: “Á múrar tínar Jerúsalem, seti Eg vaktarar; aldri skulu teir tiga, ikki allan dagin og ikki alla náttina – tit, sum áminna Harran, unnið tykkum ongan frið!! Og gevið ikki Honum frið, fyrrenn Hann byggir Jerúsalem upp aftur, fyrrenn Hann ger tað til lovsong á jørðini!”
Jú, koma Harrans Jesusar er nærri nú enn nakrantíð áður. Tí er so umráðandi at virka, meðan dagur er og áðrenn hin æviga náttin hálvur seg yvir tey mongu, sum framvegis liva uttan Gud og uttan vón í hesum heimi.
Havið brennandi kærleika hvørt til annað!
Menniskju síggja ikki okkara trúgv, men tey síggja ávøkstin, sum er kærleiki. Men tíverri er tað mangan so, at tey vilja ikki lurta eftir orðum okkara, tí tað, vit siga er, er í andsøgn við tað, ið vit gera.
Kærleikin opinberar tað, sum býr í hjørtum okkara, men samstundis fjalir hann brek og syndir, sum framvegis tyngja og hanga so fast upp í náðisystkin okkara. Tó eiga eg ongantíð at gera neyðsemju við syndir, hvørki hjá mær sjálvum ella øðrum og ikki gloyma at døma meg sjálvan . Ein góð bíbilsk meginregla er. at døma syndina, men fyrigeva syndaranum. Tí kærleikin er langmóðigur, mildur, ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg og tilroknar ikki hitt ill. Hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt og tolir alt. Hetta var tað, sum eyðkendi Kristus, sum er keldan til allan kærleika.
Skriftirnar siga jú, at av hesum skulu vit vita, at vit eru farin yvirum frá deyða til lív, tí vit elska brøðurnar. Tað var hetta, sum heidningarnir við undran søgdu um tey kristnu: “Hygg, hvussu tey elska hvønn annan!” Gævi heimurin hevði kunnað givið okkum tann sama vitnisburð í dag!
Tað var ivaleyst meiri neyðugt við gestablídni tá á døgum, tí tey flestu kristnu vóru sera fátæk og almannhjálp var at kalla eingin. Gistingarhúsini vóru fá og smá og bert til tey ríku, og vallaraheimini vóru bæði vánalig og vandamikil at búgva í. Tí kemur áheitanin: Verið gestablíð hvørt við annað uttan at meinskast!
Her á landi hevur gestablídni verið mett sera høgt, tí landið er lítið og vit kenna hvønn annan. Men sama kann als ikki sigast um stóra heimin uttan um okkum, har øll hava nóg mikið við seg sjálvan, og gestablídni bæði var og er eitt óvanligt fyribrigdi.
Men hesar góðu tímiligu tíðir eiga ikki at troðka gestablídni burtur, tí so verður eisini samfelag teirra heilagu skert munandi. Hetta at kunna gleðast saman í felags andaligum áhugamálum. Tí vit eru jú knýtt at hvørjum øðrum sum ein familja – brøður og systrar, ið hava umsorgan fyri hvøjum øðrum.
Pætur leggur dent á, at Gud gevur samkomuni náðigávur.
Hesar náðigávur eru menn og kvinnur, sum tæna í húsi Guds, sum er samkoma teirra heiløgu – og øll hava fingið onkra tænastu. Tí tænasturnar eru ymiskar, men Harrin, sum gevur tær, er hin sami. Vit mugu ikki gloyma, at Harri okkara hevur eitt stórt húsarhald – eisini her á jørð – Og tað er ein ómetaliga stór æra at fáa loyvi til tæna Harra dýrdarinnar í stóru frelsuætlan Hansara. Vit eru húshaldarar yvir margfaldu náði Guds, sum er óransakiligi ríkdómur Kristusar. Ein ófatulig náði, sum einglar tráa eftir at skoða inn í. Hesar høgu Verur, sum tilbiðja Gud uttan íhald, undrast yvir hetta náði-húsarhaldið, sum Gud hevur givið okkum at umsita. Og skilja ikki, at Skapari himmals og jarðar hevur givið smáum mannabørnum slíka dýrmetta tænastu.
Men so er spurningurin: Duga vit at virðismeta tær náðigávur, sum Harrin hevur givið hvørjum einstakum at tæna Honum við! Kenna vit tað sum eina tunga ábyrgd ella tæna vit Honum við gleði. Kunnu vit av heilum huga siga við Paulusi ápostli: “Kristi kærleiki tvingar meg!”
Líka mikið hvørju evni, eg havi og hvørjar uppgávur, Harrin hevur givið mær at fremja í orði ella verki, so eigur tað at verða gjørt í navni Harrans Jesusar, takkandi Gudi Faðir við Honum. Hetta leggur Paulus dent á í Kolossebrævinum og leggur aftrat: “Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju! Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna.”
Skriftirnar minna okkum á: Ikki at vera flógv men brennandi í andanum! Og vit skulu leggja okkum eftir at fáa hvønn annan at brenna í kærleika og góðum verkum.
Tað erGud, sum gevur kraftina til alla tænastu, og Hann fær eisini alla æruna við Jesusi Kristi.
Trúgv okkara verður roynd, sum gullið í eldinum:
Ápostulin troystar tey við hesum orðum: “Tit elskaðu! Undrist ikki á eldin, ið komin er yvir tykkum til at royna tykkum!” Hetta verður skrivað um ta tíðina, táið rómverski myndugleikarnir við Nero keisara á odda byrjaðu eina ræðuliga atsókn móti tí kristnu samkomuni. Hesar atsóknir hildu á eini 2 – 300 ár og helmaðu ikki í fyrrenn Konstantin hin stóri gav teim kristnu trúarfrælsi. Men tað royndist tíverri bara sum ein bjarnatænasta, tí nú varð tað ein tímiligur fyrimunur at verða roknaður sum kristin. Siðalív og mentan úr tí heidna samfelagnum kom nú at troðka seg inn í samkomu Kristusar og avleiðingarnar vóru ómetaliga skaðiligar. Atsóknir uttan ífrá stimbrar altíð samkomu vitnisburðin. Men táið fíggindin sleppur inn um múrarnar og fær loyvi at virka, er altíð vandi á ferð.
Pætur harmast ikki líðingar teirra kristnu – Og tað kann tykjast løgið!
Heldur enn at harmast, eggjar hann teimum at gleðast – og rokna líðingarnar sum ein fyrimun og ikki sum eina vanlagnu. Tí líðir ein her á jørðini fyri Kristi navn skuld, verður tað honum góðskrivað í Himli. Tað er skilagott at rokna sum Paulus, táið hann sigur í Rómbrævinum kapittul 8: “Tí eg rokni líðingarnar í tíðini, sum nú er, einki at hava at týða móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.”
Tað er eingin ivi um, at Himmalin verður eitt signað stað fyri øll tey frelstu. Har verður eingin angur, men heldur ein undran yvir, at eg skuldi fáa lut í hesi ósigiligi náði – Hetta sum einki eyga hevur sæð og einki oyra hoyrt, og sum ikki er komið upp í hjarta nakars menniskja. Men eg haldi tó, at Bíblian sigur okkum greitt, at tey, sum vildu líða fyri Kristi navn her á fold, koma at njóta sæluna í Himli so mikið meira.
Bíblian lærir sera greitt, at Harrin fer at geva børnum sínum løn fyri trúgva tænastu, sum altíð bar gjøgnum líðingar – likamligar, sálaligar ella andaligar.
Øll mannasøgan er ein long líðingarsøga!
Tí syndin er upphavið til allar líðingar. Men so kemur spurningurin: Hví skulu ósek børn og hampafólk líða so nógv, meðan ónd og gudleys menniskju fáa loyvi at njóta gleðir heimsins. Eingin dugur til fulnar at svara hesum spurningi, sum menn hava granskað gjøgnum allar øldir. Gudsmaður Asaf tókst eisini við henda spurning, og tað var honum nærum til fall, tí hann øvandaði hesi gudleysu, sum tað gekst so væl hjá. Men so vísti Gud honum inn um forhangið, og tá vendist myndin fullkomiliga. Hann slapp inn í halgidómin og sá enda teirra gudleysu . Táið eitt lív í synd var komið at enda, lá ævigur dómur og myrkur framman. Meðan hin gudsóttandi og óseka barnið kunnu siga í trúaráliti: “Eg veri altíð hjá Tær, Tú hevur tikið í høgru hond mína. Tú leiðir meg eftir ráði Tínum, og síðani tekur Tú meg upp í dýrd. Hvønn havi eg í Himli! Og táið Tú ert mín, trái eg ongum eftir á jørðini.”
Vit kunnu siga í stuttum – við Bíbliuni sum grundarlag, at líðingar teirra kristnu eru mangar og av ymsum slag.
Vit líða við Kristusi sambært Róm. 8,17: Hetta sigur okkum, hvussu nær vit eru knýtt at Frelsara okkara. Hann er jú komin at búgva í barni sínum við Anda sínum, og tí líða vit, tá ið dýra navn Hansara verður spottað og allar heiløgu lógir Hansara verða traðkaðar undir fótum av gudleysum monnum. Táið limir í likami Kristusar fara gjøgnum ymsar líðingar, so líða allir limir likamsins. Hava vit tannapínu, so líðir alt likamið. Á sama hátt er við tí andaliga likaminum. Vit gleðast við teim glaðu og gráta við teim grátandi. Hevur ein bróður ella systur tað ringt, so nívir tað øll hini í samkomu Kristusar. Er tað ikki so, er likamið álvarsamt sjúkt.
Vit líða fyri Kristi sakir, minnir ápostulin okkum á við hesum orðum:
“Skuldu tit ní liðið fyri rættvísi skuld, eru tit sæl – Tí betri er at líða fyri góðan atburð – um so er vilji Guds- enn fyri ringan – Verða tit háðað fyri navn Kristusar eru tit sæl. Andi dýrdarinnar og Guds hvílir yvir tykkum!”
Tað verður sagt um Ápostlarnar, sum vóru undir sera hørðum atsóknum beint eftir Hvítusunnu, at teir fóru burtur frá tí jødiska ráðnum, glaðir um, at teir vóru hildnir verdir at verða vanærdir fyri navnsins skuld.
Heimurin, sum krossfesti Kristus, hatar Hann framvegis og liggur eftir likami Hansara, sum fremur verk Guds á jørð í dag. Aftanfyri heimsins atsóknum standa tær ósjónligu óndu maktirnar við Satani á odda. Tað sá út í mannaeygum, at Satan hevði vunnið ein endaligan sigur, táið Kristus rópti í myrkrinum negldur til einn kross: “Gud Mín! Gud Mín! Hví ert Tú farin frá Mær!” Men rópið beint aftaná: “Tað er fullgjørt!” Avdúkar hvør sigurharrin var.
Tey gudleysu og religiøsu torga ikki lív og atferð teirra kristnu, sum dømir teirra gudleysa atburð. Tað sær eisini út í mannaeygum, at tað fer at eydnast. at oyða hesa leivd, sum tykist vera ein plága fyri alt heims-samfelagið. Men Harri okkara segði jú: “Portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni, tí hon stendur trygg á aldarklettinum Kristusi.” Hann fer ikki at loyva fíggindanum at gera av við hana, tí Hann kemur at taka brúður sína heim í dýrdarstaðin, áðrenn rættvísu vreiðidómar Guds koma at skola yvir henda ónda heim.
Faðirin tyktar børn síni við líðingum! Tí skriftin sigur:
“Sonur Mín! Vanvirð ikki tykt Harrans, verð heldur ikki mótleysur, táið tú verður revsaður av Honum! Tí tann, ið Harrin elskar, tyktar Hann, og Hann slær harðliga hvønn tann son, ið Hann tekur sær av – Tað er til uppfostran tykkara, tit tola líðingar. Gud ger við tykkum sum við synir – hvør er sonurin, ið faðirin tyktar ikki!”
Faðirin heldur skil í sínum egna húsi, og mangan má Hann taka harðliga í barn sítt, tí tað aktar ikki boð og vegleiðingar Hansara. Vit gloyma so ofta, hvørju vit eru – himmalborgarar og tí útlendingar í heimsins londum – men vit eru send í heimin at umboða Kristus og ríki Hansara. Vit kunnu spyrja: Hvussu megna vit tað?
Og flest okkara mega við sorg ásanna, at vit svíkja ofta, og gera stóra navni Hansara fyri skommum
Tíverri kann tað sama sigast um okkum, sum um Jødarnar: ”Fyri tykkara skuld verður navn Guds spottað millum heidningarnar.” Tí kemur Pætur við hesi sterku áheitan: “ Táið tit ákalla Hann sum Faðir, ið dømir uttan at gera mannamun, eftir verki hvørs eins, so livi í ótta útlegdartíð tykkara!”
Tað er ein stórur heiður at bera navnið kristin og líða fyri tað”
Hóast heimsins menniskju meta tað sum stóra skomm at bera hetta dýra navn.
Men tað er eingin loyna, at Guds børn hava lyndi til at skammast við navn Harrans Jesusar, hóast vit elska Hann.
Sjálvt táið Guds børn koma saman at hugna sær, er lættari at samtala um øll heimsins viðurkifti enn Frelsaran og dagliga samfelagið við Hann.
Og vit kunnu spyrja: Hví er tað so tungt at tosa um besta vin mín og siga teim neyðstøddu frá kærleika og frelsandi náði Hansara? Er tað tí, at samskiftið millum meg og Harran Jesus er so vánaligt? Er tað ikki so, at eg gloymi mangan at tosa við Hann, og eg gevi mær heldur ikki stundir til at lurta eftir Honum! Tá er ikki at undrast yvir, at eg skammist, hóast eg vildi so fegin róst mær av Frelsara mínum.
Jú, eg havi ofta grund til at skammast við meg sjálvan, tí eg havi svikið so dyggiliga. Men eg havi als onga grund til at skammast við Kristus og dýra navn Hansara. Táið eg snávaði og fall lyfti sterka hond Hansara meg aftur á føtur, tí Hann skammast ikki við veika barn sítt, sum Hann elskar.
Nei, heldur enn at skammast við Harran Jesus og navn Hansara, sum ber av øllum, eigi eg at kunna taka unduír við skaldinum av heilum huga: “Navnið Jesus má eg elska, sál mín brennur fyri tí. Ongum øðrum navni finnist henda dýra frelsa í.”
Dómurin byrjar við húsi Guds!
Hvussu skulu vit skilja hesi orð Pæturs? Harrin Jesus sigur jú sjálvur í Jóhannes evangelium 5,24: Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: “Tann, sum hoyrir orð Mítt og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív.”
Eru orð Pæturs í andsøgn við lyfti Harrans Jesusar?
Nei, als ikki! Tí tað eru tveir ymiskir dómar, sum verða umrøddir her. Lesa vit skriftirnar, varnast vit beinan vegin, at Gud dømir alla órættvísi bæði hjá gudleysum og børnum sínum.
Tíverri eru hesir dómar ein fløkja í hugaheiminum hjá mongum, hóast skriftirnar eru sera greiðar.
Kjarnin í boðskapi evangeliums er, at Kristus sónaði dómin fyri allar syndir heimsins á Golgata krossi – Blóð Hansara er bót fyri synd heimsins. Men bert tann, sum trýr á Harran Jesus sleppur undan tí dómi, sum er fortapilsi ella ævigur skilnaður frá Gudi.
Gud fer nú ikki at døma syndaran, sum er vorðin barn Hansara. Tí Kristus tók allan dómin, og øll synd mín varð skuldskrivað Honum, meðan øll rættvísi Hansara varð góðskrivað mær. Hetta hendi meg ein sælan dag fyri meir enn seksti árum síðan.
Nú byrjar tað nýggja lívið í húsi Guds, sum er samkoma Kristusar. Sjálvur dómarin hevur ættleitt meg sum sín egna son, og Hann venur meg upp í heimi sínum her á jørð. Sum ein Faðir, ið elskar barn sítt, venur Hann meg til at liva sámiliga, rættvíst og gudiliga undir uppalandi náði síni. Hóast eg gráti mangna undir tyktandi hond Hansara, so gleðist eg í signaða samfelagnum við Hann, sum leiðisr meg heim í dýrd.
Tað er hetta, sum Pætur vísir á, táið hann sigur:
Dómurin byrjar við húsi Guds! Og hann er longu byrjaður. Tí sum longu nevnt, er hesin dómur ein partur av teim líðingum, Guds børn fara ígjøgnum í hesum heimi.
Harrin Jesus hevur gjørt fólki sínum ein stað til reiðar. Men meðan vit bíða eftir komu Hansara, venur Hann okkum upp, so vit verða hóskandi til umhvørvið í dýrdini.
Paulus sigur tað við hesum orðum: “Kristus elskaði samkomuna, og gav seg sjálvan fyri hana, fyri at Hann kundi halga og reinsa hana við vatnbaðnum í orðinum, so Hann sjálvur kundi leiða samkomuna fram fyri seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt, nei, at hon kundi vara heiløg og lýtaleys.”
Dómurin yvir syndina og syndaran liggur aftan, og hesum dómi eru øll trúgvandi bjargað frá. Tí dómarin tók sjálvur dómin fyri tey dømdu.
Dómurin yvir húsi Guds, sum er tykt Faðirsins, fer fram á jørð í dag og er ætlaður at reinsa og halga lív Guds barna, so tað kann dýrmeta Faðirin í einum synd dálkaðum umhvørvi.
Hin triði dómurin er við løningarstól Kristusar í Himli.
Øll Guds børn er tænarar hins hægsta, og tað má sigast at vera ein heiður, sum ber av øllum. Vit hava fingið ymisk húsarhald at umsita við teim evnum og gávum, sum Harri okkara hevur givið okkum. Og skriftirnar siga greitt, at øll tey frelstu skulu opinberast fyri dómstóli Kristusar, eftir at Hann sjálvur hevur tikið okkum heim í dýrd.
Tá verða trúar – og kærleiksverk okkara vigað og mett av einum náðiðum og rættvísum dómara og lønir verða býttar út fyri trúgva og góða tænastu.
Pætur spyr: Er Faðirin so strangur við børn síni, sum Hann elskar, hvussu skal tað tá fara at gangast hinum gudleysa og syndaranum, sum eru evangelii Guds ólýðin?
Nei, hin gudleysi er í eini vónmleysari støðu og hevur alla grund til at ræðast morgindagin og komandi vreiði Guds yvir synd og órættvísi.
Tí Gud hevur ásett dag, táið Hann skal døma jarðarríki við rættvísi – við Manni, sum Hann hevur sett til tað; og hetta hevur Hann prógvað øllum við at reisa Hann upp frá hinum deyðu. Hetta vóru orð Paulusar til teir vísu í Aten á sinni. Men tíverri vóru tey bert nøkur fá, sum tóku við ávaringini.
Jóhannes sigur okkum í Opinberingsbókini frá hesum dómi, sum fer fram við hitt stóra hvíta hásæti.
Hann sigur: “Eg sá hini deyðu, stór og smá, standa fyri hásætinum. Bøkur vórðu latnar upp, og onnur bók varð latin upp, tað var bók lívsins. Hini deyðu vórðu dømd eftir tí, sum skrivað var í bókunum, eftir verkum sínum. Havið gav aftur hini dyeðu, sum í tí vóru; og deyðin og deyðaríkið gav aftur hini deyðu, sum í teimum vóru. Tey vórðu dømd, hvørt eftir verkum sínum. Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.”
Tað verður mangan spurt, hví loyvir ein rættvísur Gud óndskapi menniskjans og hví steðgar Hann ikki neyðini og líðingunum, sum volda so mongum ósekum menniskjum óbótaligan skaða!
Men latið okkum heldur spyrja: Hvat hendi á Golgata fyri skjótt 2000 árum síðan?
Táið elskaði Sonur Guds mátti rópa í myrkrinum “Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær!”
Tá tók hin einasti rættvísi allan dómin, fyri at hin seki syndarin skuldi sleppa undan.
Men skulu tú og eg sleppa undan rættvísa dómi Guds, mugu vit góðtaka sáttargerðina sum Gerðadómari okkara framdi á krossinum. Vit mugu fagna Honum, sum er mentur at bjarga okkum undan domi og valdi syndarinnar. Tí skriftirnar spyrja: “Hvussu skulu vit sleppa undan, um vit ikki skoyta um eina so stóra frelsu?”
Vinur mín, sum lurtar: Vrakar tú Kristus, sum tók dómin fyri teg á Golgata, so kemur tú sjálvur at bøta, tí tú verður dømdur eftir verkum tínum. Men henda óbøtiliga ólukka má ikki henda – Tí geva vit tær hesa inniligu áheitan við skaldinum: “Víst er synd tín sum sandur, víst er reyð hon sum blóð. Men hitt frelsandi blóðið hana útstrikar tó. Um tú tekur mót honum, sum eitt sinn hana bar, verður stað títt í Himli, og títt navn skrivað har. Er títt navn skrivað har, har hvørs Guds barns navn var- Har í lívsins bók, vinur, er títt navn skrivað har!” Amen!