Pætur ápostul og skriftir hansara (11/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Skulu vit biðja: “ Harri, takk fyri at tú ynskir at vakja øll menniskju úr deyðans blundi, so tey koma at kenna teg og náði tína í Jesusi Kristi. Harri, hjálp okkum at vera árvakin og edrú til bønir, so vit kunnu verða ljós og leiða dýrabarar sálir av undirgangsveg inn á himmalvegin. Vit biðja teg um at signa løtuna í navni Harrans Jesusar – Amen!

Hetta eru seinastu orð Pæturs, áðrenn hann líðir blóðvitnisdeyðan. Og hann leggur okkum eina við ikki at gloyma áminningar hansara, sum eru ætlaðar okkum til vegleiðing og hjálp á royndarløtum. Tað er so umráðandi fyri Pætur, at leiða Guds børn inn í eitt inniligt samfelag við Harran Jesus, so vit kunnu vera virðilig sendiboð Hansara í hesum andaliga náttarmyrkri, sum hylur henda heim. Men morgunstjørnan – Kristus kemur skjótt á himmalin, og tá fer at lýsa av ævigum degi.

Vit lesa úr seinna brævi Pæturs og tey fyrsstu níggju versini í øðrum kapitli: “Eisini lygiprofetar stigu frma millum fólkið, og soleiðis skulu eisini millum tykkara verða lygilærarar, sum skulu koma sníkjandi inn við oyðandi villulærum, so teir enntá avnokta Harran, ið keypti teir – og leiða bráðan undirgang á seg sjálvar. Mong skulu fylgja teimum eftir í skammloysi teirra, og vegur sannleikans skal verða spottaður fyri teirra skuld. Í havusjúku skulu teir – við orðum, sum teir einki meina við – nýta tykkum til at fáa sæt vinning. Men dómurin yvir teir stendur frá gamlari ríð ikki stillur, og undirgangur teirra svevur ikki. Gud spardi jú ikki einglar, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm. Ei heldur spardi Hann hin forna heim, men bjargaði Nóa, prædikara  rættvísinnar, sjálvum áttanda, táið Hann læt flóðina koma yvir heim hinna gudleysu. Býirnar Sodoma og Gomorra legði Hann í øsku og dømdi teir til undirgang; Hann setti teir soleiðis teimum til fyridømi, sum á komandi tíðum vildu liva í gudloysi. Men Hann bjargaði hinum rættvísa Lot, sum píndist av skammleysa atburði hinna gudleysu. Hesin rættvísi, sum millum teirra búði, píndist jú dag eftir dag í rættvísi sál síni av hinum lógleysu verkum, hann sá og hoyrdi. Soleiðis veit Harrin at ríva hini gudræddu úr freisting, men halda hinum órættvísu føstum til straff dómadag.”

Lygilærarar komu við oyðandi villulærum!

Hesi profetaorð ápostulsins gjørdist skjótt ein veruleiki, tí Satan hevur altíð ligið eftir at skaða tað fólk, sum Gud hevur tikið sær út úr hesum heimi. Kirkju – og samkomu- søgan sigur frá monnum, sum komu inn í frumsamkomuna við villulærum beint eftir ápostlanna dagar. Teir komu sníkjandi inn, eins og Satan á sinni sníktu seg inn í urtagarð Edens og dáraði fyrstu foreldur okkara við hálvum sannleikum, sum settu spurnartekin til kærleika og sannleika Skaparans. Hann rangsnúgvaði orð Guds og stjól hjørtu teirra við ivaspurningum.

Hesin boðskapur Pæturs líkist nógv seinastu orðum Paulusat til teir elstu í Efesus: “Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki spara fylgið. Ja, millum tykkum sjálvar skulu menn stíga upp, sum skulu tala tað, ið rangvørt er, fyri at draga lærisveinarnar eftir sær. Vakið tí, og minnist til, at í trý ár havi eg ikki givið uppat, nátt og dag at áminna ein og hvønn við tárum! Og nú gevi eg tykkum upp til Gud og náðiorð Hansara.”

Hesir vranglærarar hava mangan verið sum úlvar í seyðaskinni!

Teir gjørdu so ómetaligan skaða, tí seyðurin helt teir vera góðar slógbrótarar og eltu teir, til alt fylgi gekk seg í óføri.

Hyggjuráðini eru tí at vakja og lurta væl eftir og halda fast við náðiorð Guds, har alt frelsuráð Guds er opinberað. Gud hevur ikki givið nøkrum myndugleika at taka nakað frá ella leggja nakað aftrat orði Guds, sum bæði hevur endurføðandi og varðveitandi kraft.

Fíggindin er snildur og sigur sjáldan bart út ætlan sína. Nei, hann roynir at blanda lygnir  sínar saman við sannleikum Guds og harvið taka kraftina úr evangelium náðinnar. Tað hevur tíverri eydnast alt ov væl upp gjøgnum øldirnar til okkara dagar. Nú hugsi eg ikki um trúarrørslur, sum einki hava við kristindóm at gera. Men um kirkjur og samkomur, sum siga seg kunngera ta kristnu trúnna.

Menn skammast ikki við at bera hesi villleiðandi boð frá prædikastólum og gjøgnum fjølmiðlar, at Gud dømur og straffar ikki synd, tí Hann er náðigur og miskunnsamur. Av somu grund skræða menn partar úr Bíbliuni, sum tala týðiliga um synd og dóm. Tí  Gud er vorðin meira humanur í dag. enn Hann var í gomlum døgurm. Og vanligi hugsunarhátturin er, at Gud og orð Hansara má laga seg eftir,hvat vit halda vera rættvíst og skilagott í okkara uuplýsti tíð.

Men vit gloyma, at hvørki Gud ella eginleikar Hansara broytast. – Hann er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir, og Hann fer ongantíð at spyrja okkum eftir, hvat vit halda um avgerðir Hansara.

Nei, Gud kann ikki spara syndina, tí hon má dømast í rættvísi!

Pætur lýsir henda veruleika við mongum dømum úr Gamla Testamenti . Hann nevnir fyrst einglar, sum eru mangan størri í tign enn vit smáu menniskju. Men ein herskari av hesum høgu einglaverum syndaðu við Satan á odda – nær og hvussu verður ikki sagt okkum, tó tað eru skriftstøð, sum benda á, at hesar høgu tignir høvdu ætlanir um at taka valdið frá Gudi og Soni Hansara. Men eftir øllum at døma gjørdi Gud stutt av og spardi ikki hesar høgu tignir, men setti tær fastar í hellum myrkursins til dóm.

Hin forni heimurin á Nóa døgum varð heldur ikki eirdur

Tí fólkið var farið so langt út í synd og gudloysi, at hann var vorðin spiltur og rotin í eygum Harrans. Bert Nóa við húsi sínum fann náði fyri eygum Harrans, og tey vóru bjargað í frelsuørkini undan vatnflóðini. Hetta sigur okkum, at bert í Kristusi kann syndarin, ið vendur við, finna bjarging undan tí komandi dómi.

Gud legði eisini Sodoma og Gomorra í øsku og dømdi fólkið til undigang vegna synd og gudloysi teirra. Hin rættvísi Ábraham bað Harran um at spara Sodoma undan eldinum, um tíggju rættvís búðu har, og Harrin svaraði, eru tíggju, so skal eg ikki oyða hann. Men bert hin rættvísi Lot varð bjargaður við tveimum døtrum. Tí hann óttaðist Gud og píndist í síni rættvísi sál yvir alt tað ónda, sum valdaði hesum menniskjum.

Ápostulin sigur, at hesar hendingar eru settar komandi ættum til fyridømi.Tað er eisini skrivað okkum til ávarðing, at rættvísu meginreglur Guds broytast ikki. Menniskju royna at broyta ella skapa ein nýggjan Gud, sum hóskar betur til tað skitna og siðleysa umhvørvið, ið eyðkennir samfelag okkara í dag. Men tað fer sjálvandi bara at henda í spilta hugaheimi menniskjans. Tí Skaparin fer ongantíð at laga seg eftir skilaleysu krøvum skapningsins, ið bara høvdu økt um neyðuna, sum fór at enda í einum óloysiligum ruðuleika.

Nei, heldur enn at royna at broyta Gud, skulu vit lurta eftir Skapara okkara og akta boð Hansara við Profetinum: “Hin gudleysi sleppi leið síni, og hin órættvísi hugsanum sínum, og vendi við til Harran, so skal Hann miskunna honum – til Gud okkara, tí Hann skal ríkliga fyrigeva! Tí hugsanir Mínar eru ikki hugsanir tykkara, og leiðir tykkara eru ikki leiðir Mínar- sigur Harrin. Nei, sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara!”

Tey gudleysu spotta – men Gud fer at døma í rættvísi!

Hann kundi eftir eini løtu gjørt enda á øllum mótstøðumonnum sínum. Men Hann bíðar í tolni, tí Hann vil ikki at nakar skal fortapast, men at øll skulu venda við og liva.

Falski profeturin Biliam er eitt álvarsligt dømi. Hesin profetur royndi at banna fólki Guds, tí honum stóð í boði bæði gull og fæ. Táið vit hugsa um onnur bølmenni sum Hitler, Mao ella Saddan Hussain, so undrast vit kanska yvir, at Gud ikki ger enda á slíkum óndum monnum beinan vegin, men gevur teimum loyvi at halda á í óndu verkum sínum. Men Gud svevur ikki, og á tíð síni fer Hann at døma í rættvísi. Skriftirnar siga greitt, at Biliam fekk ikki loyvi til at banna fólki Guds, og hann fekk heldur ikki loyvi til at njóta lønina, sum honum varð lovað fyri illgerðina. Nei, hann doyði sum ein brotsmaður, hóast hann fegin vildi doyggja deyða hins rættvísa. Tí ikki ber til at ganga á tveimum vegum samstundis ella tæna Gudi samstundis sum tú tænir syndini.

Hóast Bileam hevði stóran kunnleika um Gud, gekk hann á undirgangsleið, og hann avdúkaði sína sonnu náttúrðu, eins og hundurin, ið etur sína egnu spýggju, ella súgvin, sum vaskað er,veltir sær í skarninum, beinan vegin høvi býðst.

Vit kunnu brúka hesa somu mynd um Ísrael ella okkurt veikt Guds barn, sum mangan snáva og falla á vegnum og dálka seg illa. Men tey eru eins og kettan, ið flýggjar úr runudýkinum, tí har trívast tey als ikki.

Eitt er at hava kunnleika um Gud og rættvísu vegir Hansara, men nakað heilt annað er at kenna og elska Gud og ganga á vegum Hansara, sum leiða heim í dýrd.

Vit lesa úr seinna brævi Pæturs og tey fyrstu níggju versuni í triðja kapitli:

“Hetta er longu, tit elskaðu, annað brævið, eg skrivi tykkum; og í báðum havi eg við áminning vakt reina hug tykkara til at minnast orðini, ið framman undan eru talað av hinum heiløgu profetum, og boð Harrans og Frelsarans, sum ápostlar tykkara hava kunngjørt. Fyrst og fremst skulu tit vita hetta, at á síðstu døgum skulu koma spottarar, sum spotta og ganga eftir sínum egnu lystum og siga: “Hvat verður av lyftinum um komu Hansara! Frá tí fedrarnir sovnaðu, er jú alt vorðið verandi, sum tað hevur verið,

líka frá byrjan skapningsins!” – Við vilja eru teir blindir fyri hesum, at frá fyrndartíð vóru himlar til, og jørð, sum var vorðin til av vatni og við vatni – við orði Guds; og við tí gekk heimurin, ið tá var, undir í vatnflóðini.

Men himlarnir, ið nú eru, og jørðin, verða við sama orði goymd – eldinum! Tey verða hildin uppi- til tann dag hini gudleysu menniskju skulu verða dømd og ganga til grundar. Men hesum eisna mugu tit ikki vera blind fyri, tit elskaðu, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur. Harrin er ikki seinførur við lyftinum – tóat summi halda tað vera seinføri – nei, Hann er langmóðigur fyri tykkara skuld; tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.”

Pætur purrar út við sterkum áminningum, tí ikki eru stundir at sova!

Harrin Jesus hevði sjálvur sett hann til hesa týðandi tænastu í samkomu Guds, tí fíggindin voldir mangan óbótaligan skaða, meðan fólkið svevur. Tað er sjálvandi neyðugt, at likam okkara fær hóskandi hvíld og svøvn. Men sova vit andaliga, er stórur vandi á ferð.

Allir profetarnir í Gamla Testamenti vóru vaktarar, sum ávaraðu Guds fólk móti synd og gudloysi, sum mangan tók tey av fótum, so tey mistu frælsið og gjørdust trælir í fremmandum landi. Harrin Jesus og ápostlar Hansara kunngjørdu sama boðskap, tí teir sóu vandan. Men tíverri eru vit mangan sum ólýðin smábørn, ið spæla við bindi fyri eygunum, meðan fíggindin liggur á lúri fyri at oyða og drepa.  Men hóast vit ikki missa tað æviga lívið, tí vit eru trygg í hondum Hirðans, so sleppa vit ikki undan fylgjunum, sum líkasæla og ólýdni kann leiða okkum í. Tí tað eydnast altíð  fíggindanum at skaða andaliga lív okkara og gera okkum óvirkin í tænastu Harrans. Tíbetur verður mangur grøddur, tí hann vendi við av heilum hjarta. Men hugsa um ta burspiltu tíð, sum er farin og ikki fæst aftur – og um arrini, sum mangan koma at misprýða okkum restina av foldarlívinum.  

Jú, vandarnir eru mangir á leiðini; men øll føll og avvik byrja ivaleyst, táið vit fara at lurta eftir og góðtaka falskar lærir frá monnum, ið hava sníkt seg inn í samkomu Guds.

Menn, ið siga seg vera kristnar, skulu spotta og nokta komu Kristusar!

Hetta var kanska óhugsandi á døgum Pæturs. Men hann sá henda vandan liggja framman, sum er so opin og sjónskur á okkara døgum.  Menn skammast ikki við at kunngera tað alment, samstundis sum teir rósa sær av at vera kristnar hirðar. Hesir følsku hirðar, sum eitast at røkta fylgið, koma ein dag at standa Yvirhirðanum til svars, tí teir leiddu alt fylgið í óføri við at seta spurnartekin við trúføstu lyfti Guds.

Tað var júst tað, sum Satan gjørdi á sinni í urtagarði Edens, táið hann spurdi Evu: “Hevur nú Gud sagt: “Tit mugi ongum træi í urtagarðinum eta av?” Men bæði Satan og Eva vistu, at tað var bara tað eina træið, sum tey ikki skuldu eta av. Og Eva og Ádam fingu  eisini greitt at vita, at tey skuldu vissuliga doyggja, um tey brutu hetta boðið.          Men tað eydnaðist Satan fyrst at fáa Evu at ivast um kærleika og trúfesti Guds, og síðani at missa álitið á orðum Harrans  og heldur trúgva lygnum Satans.um eitt óavmarkað frælsi uttan samfelag við Gud. Men júst tað mótsatta hendi. Menniskjan misti alt frælsi og gjørdist trælir satans og syndanna. 

Hesir ørindasveinar Satans hava sama atburð, og tíverri eydnast teimum sera væl at rangsnúgva orði Guds og villleiða seyð Harrans, sum er so góðtrúgvin.     

Spottarnir  spyrja: Hvat verður av lyftinum um komu Hansara?

Hesir apottarar eru meinlíkur teimum á Nóa døgum, sum hildu Nóa fyri spott, tí hann kunngjørdi, at Gud fór at døma allan heimin við eini vatnflóð. Tað var ikki lætt fyri Nóa at kunngera hesum gudleysa fólki dóm Guds, samstundis sum hann bygdi sær og húsi sínum eina frelsuørk eftir boðum Harrans. Tað tók mong ár at byggja hetta risastóra skipi. Men hann trúði orði og lyftum Guds, hóast øll samtíð hansara spottaði, tí ógvisligt regn og  stórar vatnflóðir var heilt ókent tá á døgum – Og byggja eitt risaskip uppi á turrum, hildu skilamenn tá á døgum vera eitt dáraverk

Jú, hesi gudleysu fólk fingu høvi til at spotta prædikara rættvísinnar í mong ár. Men dagurin kom, táið Gud segði við Nóa: “Kom inn í ørkina, tú og alt hús títt” Og Harrin læt aftur eftir honum.  Táið Gud opnaði keldurnar í tí stóra djúpinum og læt upp vatnportini á himli og regnið streymaði niður, tá trúðu ivaleyst allir spottarar á samtíð Nóa orði Guds.

Men tey gingu kortini undir í vatnflóðini, tí tey vendu ikki við frá syndum sínum, hóast Gud gav teimum stundir og bíðaði í langmóð síni, meðan ørkin varð smiðað..

Pætur leggur dent á, at hin forni heimurin gekk undir í vatnflóðini við orði Guds – Hetta sama Orðið, sum í upphavi skapti himmal og jørð – Og eingin, sum hevur trúð orðum og lyftum Harrans , fer nakrantíð at verða til skammar.

Men himlarnir og jørðin verða við sama orði goymd eldinum!

Hesi orð Pæturs samsvara við Sálm 102: “Tú grundfesti jørðina í forðum, og himlarnir eru handaverk Títt; teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum plagg; sum klæði skiftir Tú teir, og teir hvørva.”  Og Harrin Jesus segði jú sjálvur: “Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga.”

Men var tað ómøguligt fyri teir Vísu á Nóa døgum at góðtaka orð Guds um eina vatnflóð, sum kom at oyða alt livandi á jørð og undir himli, so er tað ikki minni torført fyri teir Vísu í dag at góðtaka, at alt skaparverkið  – himlar og jørð – fer at verða brent upp í eldi.

Hann, sum skapti alt úr ongum, ber alt við orði máttar síns!

Tað sama guddómsorðið, sum talaði í forðum, so tað varð – sum beyð  og har stóð tað!

Tað er henda sama megin, sum heldur øllum skaparverkinum uppi, ella heldur tí saman við ávísum skaptum lógum. Við sterkasta stjørnukikara, sært tú bara útjaðaran av óendaliga stjørnuhópinum, sum ferðast eftur ávísum rásum á himmalhválvinum. Hesar rásir broytast ikki, og broytast tær, er tað aftur eftir miðvísum lógum. Vit kunnu bert hugsa um okkara egnu sólskipan. Broyttist fjarstøðan millum sólina og jørðina bert eitt lítið vet, so hevði ikki verið livandi á hesi gongustjørnu. Tí alt lív hevði beinan vegin doyð í kulda ella hita.

Fiskimaðurin Pætur skrivar um kjarnorkuspreinging, sum var teimum vísu eitt loyndarmál fyri minni enn øld síðan!

Hann sigur: “Men dagur Harrans skal koma ssum tjóvur. Tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundir í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brennast upp. – Táið nú alt hetta loysist sundur – hvussu eiga tit ikki at stevna eftir heilagari atferð og gudsótta, meðan vit vænta og skunda undir komu Guds dags, sum skal gera, at himlarnir loysast sundir í eldi, og frumevnini bráðna av brennandi hita!”

Var tað ikki júst hetta, sum henda, táið fyrsta atombomban varð kastað niður yvir Hiroshima í endanum á seinna veraldarkríggi? Valla hevðí nakar vísindamaður fyri minni enn hundrað árum síðani væntað, at tað fór at bera til. Tí mettu klókir menn seinna bræv Pæturs at vera bert gykl og heilaspuni, inntil teir sjálvir komu at prógva sannleikan í orði Guds!   Men hvør annar enn Skaparin hevur sagt Pæturi, at tað ber til at loysa frumevnini ella atomini sundur við slíkari oyðandi ávirkan? Og hvør annar enn Gud hevur sagt hesum ólærda ápostli frá, at alt skaparverkið er bygt upp av slíkum smáum kjarnum, sum fara at spreingjast tann dag, ið Skaparin býður tað við veldisorði Sínum!      

Tí eru hyggjuráðini at stevna eftir heilagari atferð og gudsótta, meðan vit vænta og skunda undir komu Guds dags, sum fer at avloysa henda náðidag, sum nú hevur vart í skjótt tvey túsund ár.

Pætur leggur dent á, at ein dagur er Harranum sum túsund ár, og túsund ár sum ein dagur!

Menn gloyma at Gud er ævigur, meðan vit eru at rokna sum døgnflugur. Hjá Gudi er hvørki tátíð ella framtíð, men ein ævig nútíð. Hann ger heldur einki í bráskundi, tí einki kemur óvart á Hann og allar ætlanir Hansara vóru longu lagdar, áðrenn nakað varð skapt.                                 

Menn eru ójavnir á máli um, hvussu gomul henda jørð og himlarnir rundanum okkum eru. Men mannaættin, sum er ætt Ádams, er í hvussu er umleið 6000 ár. Hetta er eitt langt tíðarskeið eftir okkara metan, men fyri Gudi er tað bert sum nakrir fáir dagar  ella eitt stutt bil í ævinleikans tíðarhavi.

Harrin er ikki seinførur við lyftinum – nei, Hann er langmóðigur!

Tí, hvat merkir koma Harrans? Harrin segði sjálvur við lærisveinar sínar beint áðrenn krossin: “Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar. Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu verða har sum Eg eri!”  Kanna vit Nýggja Testamentið, síggja vit greitt, at koma Harrans er í tveimum stigum. Paulus sigur í fyrra Tessalonikubrævinum kapittul fýra:

“Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi skulu fyrst rísa upp; síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð verða saman við Honum.” Hetta er koma Kristusar eftir samkomu síni, sum eisini verður kallað hin sæla vónin. Nú er náðidagurin komin at enda, og ein stutt tíð við ræðuligum líðingum byrjar her á fold. Hetta verður sagt nágreiniliga bæði í Paulusar brøvum og í Opinberingsbókini.

Hin lagaliga tíðin er farin – í  hvussu er fyri øll tey, ið hoyrt hava evangeliið í náðitíðini. Og valla sleppur nakar við lívinum, sum verður frelstur í hesi stóru trongd, sum hetta tíðarskeið verður kallað.  Í endanum á hesi stóru trongd, sum fevnir alt jarðarríki – tó serliga Ísrael – kemur Harrin Jesus sum dýrdar – og friðarkongur niður á jørðina sambært lyfti síni til Ísrael  Ein leivd av Ísrael verður bjargað undan oyðing og eitt túsund ára ríki byrjar  her á jørð, og Ísrael  verður aðaltjóðin í hesum friðarríki. Ongantíð hevur mannaættin upplivað slíka signaða tíð, síðan hon var rikin út úr Edens urtagarði á sinni. Orsøkin til hesa sælu tíð er, at Djevulin verður sambært Opinberingsbókina  bundin hesi túsund ár. Men ónda náttúra menniskjan er kortini ikki broytt. Tí tað verður sagt, at taíð Djevulin verður sleptur leysur aftur, fær hann tey flestu menniskju aftur í sítt vald – Øll, uttan tey sum eru vorðin frelst við trúnni á Harran Jesus.

Men nú ger Harrin skjótt av, tí langmóð Hansara við mannaættini er komið at enda, sum aftur einaferð valdi Satan heldur enn Kristus. Opinberingin sigur nú endaliga dómin, at eldur skal falla niður av himli og oyða øll tey, sum valdu at fylgja tí Ónda.

Nú koma vit aftur til Pætur, sum sigur tað sama við hesum orðum:” Tá skulu himlarnir forganga í hørðum duni, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp. Men so leggur hann aftrat: “Vit vænta eftir lyfti Hansara, nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr!”

Hesin dagur við dómi og oyðing kemur heilt óvæntað – sum tjóvur á nátt yvir alla mannaættina, sum tá livir á jørðini. Tað verður sum í líknilsinum um tær tíggju moyggjarnar – bert tær fimm klóku, sum eru til reiðar at taka ímóti brúðgóminum, sleppa undan dóminum, meðan hinar fimm, sum vóru dárar, koma at bøta.

Gud skapar aftur – úr ongum – nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr!

Gud má byrja aftur av nýggjum, tí øll hin gamla skapanin, ið varð dálkað av synd og óreinsku, er horvin við alla. Men ístaðin hevur Hann gjørt nýggjar bústaðir, sum tey frelstu koma at búgva í  – í allar ævir.

Hesi, sum einaferð vóru tikin upp úr dýkinum, synddálkað. Men nú eru tey heiløg og lýtaleys – uttan plett, rukku ella nakað slíkt – ein nýggjur skapningur í Kristusi, sum hóskar til umhvørvið í teim ævigu, heiløgu bústaðum. Har verða tey frelstu sum gimsteinar í krúnu Kristusar – ella brúðurin, sum Kristus elskaði og gav seg sjálvan fyri.

Henda dýra vón eggjar og gevur styrki á vegnum heim í dýrd!

Pætur kendi tað eisini sum størstu uppgávu sína at styrkja og vegleiða náðisystkini, sum fóru ígjøgnum trongdir og líðingar, og hann gloymdi ikki at minna tey á, at halda seg nær til náðikelduna, sum er Kristus. Tí henda sama náði, sum frelsti meg úr valdi myrkursins, gevur mær eisini kraft at liva eitt heilagt og rættvíst lív á ferð míni heim í dýrdarstaðin.

Seinastu orð Pæturs er ein sterk áheitan til okkum øll:

Vaksið í náði og kunnskapi Harra og Frelsara okkara Jesu Krists!

Tað verður eingin andaligur vøkstur og menning uttan náði Harrans Jesusar, sum er okkara manna á oyðimarkarferðini. Vit kunnu ímynda okkum ein Ísraelsmann, sum gloymdi ella forsømdi  at savna manna, sum lá fyri durum hansara – ja, so kom hann at kenna tað beinan vegin á likami sínum. Í fluttum týdningi kann tað sama  sigast  um teg ella meg.  Eg komi at vikna andaliga, um eg ikki njóti náði Guds – hetta himmalska manna, sum Harrin borðreiður fyri mær hvønn dag.

Tað er gott at kenna orð Guds, men tað verður mær til lítið gagn, um eg ikki kenni orðsins Gud og havi dagligt samfelag við Hann. Tí bert á tann hátt komi eg at mennast í náðini og kunnskapinum um Harrans Jesusar.

Vinur mín, sum lurtar: Kennur tú Jesus Kristus og umbroytandi náði Hansara, sum gevur tær kraft til at liva eitt sigrandi lív!  Eg fari so inniliga at heita á teg, at koma til Frelsaran, júst í hesi løtu – og taka við fyrigevandi náði Hansara- Amen!