Boð Guds til samkomu Sína

HARRIN segði: “Farið út í heimin við evangeliinum” – ikki morali og etikki

Tað einasta, ið kann bjarga falnu mannaættini undan fortaping, er at samkoman aktar boð HARRANS og fer út at boða evangeliið um hin krossfesta og upprisna KRISTUS JESUS. Hinvegin er tað ímóti Guds boðum og ein álvarsom glíðing, tá ið samkoman niðurraðfestir evangeliið og ístaðin fer út og prædikar etikk og moral uttan endurføðing, tí tað bjargar ongum. Tað er sum at geva einum sjúklingi pínutablettir ístaðin fyri at viðgera sjálva sjúkuna.

Í 2. Tim. 3,1-8 lesa vit, at “á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv … slík, sum elska lystir sínar meir, enn tey elska Gud … knógva undir syndum og leiðast av alskyns girndum … spilt í sinninum …”.

Ivaleyst eru fleiri av okkum, sum halda, at vit í dag – eisini her heima – uppliva slíkar tíðir, har “loynimál lógloysisins virkar longu” (2. Tess. 2,7). Undir hesum umstøðum er óivað freistandi hjá samkomu Guds at leggja seg út í kjak við heimin um moralsk, etisk og politisk viðurskifti. Men ein slík leið er ikki í tráð við Orð Guds, tá ið vit – samkoma Guds á fold – í boðan okkara venda okkum burtur frá tí einasta persóninum, sum “hevur sigrað á tí ónda, vunnið yvir deyðans makt – jørð og himmal, alt er Honum undirlagt. Hann er dýrdarinnar Harri, men ofraði tó alt, tá ið teg og meg tað galt”.

Nei, “frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við” uttan “navni Jesu Krists, Nazarearans, sum tit krossfestu, men sum Gud vakti upp frá hinum deyðu” (Áp. 4,12 og 4,10).

Óivað fegnast hin óndi, tá ið hann sær, at samkoman niðurraðfestir at kunngera evangelliið um HARRAN JESUS KRISTUS, og ístaðin brúkar orku uppá at fara út við morali og etikki, sum onga frelsandi kraft hevur í sær. Samtundis er tað harvið eydnast sálarfíggindanum at flyta okkara fokus sum samkoma frá einastu bjarging mannaættarinnar.

Men boð HARRANS til fólk Sítt eru ikki broytt: Tænasta og boðskapur samkomunnar úteftir yvir fyri heiminum er fyrst og fremst  at gera lærisveinar, og tað gerst eina og aleina við at kunngera “evangeliið fyri øllum skapninginum”.

Loysnin er ikki at tosa um myrkur syndarinnar! Nei, loysnin er at tendra “ljósið frá evangeliinum” í hesum syndamyrka heimi. Har er ein øðiligur munur: Tað fyrra er partur av lygn sálarfíggindans, meðan tað seinna er Vegurin, Sannleikin og Lívið, sum er HARRIN JESUS KRISTUS sjálvur.

Á Jesu døgum var ringur moralur

Sambært søgukeldum var moralska og etiska støðan í samfelagnum á foldardøgum HARRANS JESUSAR neyvan frægari enn í dag. Sagt verður frá stórum tali av trælum, sum vórðu viðfarnir við óndskapi og ómorali, tey ríku livdu í stórum oyðsli, reinleiki og hjúnalagið millum mann og kvinnu var ikki høgt í metum o.s.fr.

Hesar vóru treytirnar, tá ið HARRIN JESUS kom, “Hann, sum givin varð fyri misbrot okkara og reistur upp, okkum til rættvísgering”. (Róm. 4,25)

Hóast allan henda ómoral í samfelagnum tá, gav HARRIN lærisveinunum eingi boð um at fara út at prædika moral og etikk! Nei, boðini vóru: “Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!”

“Songbók Guds fólks”

Eg minnist, at eg sum yngri undraðist á, at sangbókin, sum vit brúka í samkomuni, hevði heitið: “Songbók Guds Fólks”. Men eg fann útav, at tað liggur ein grundleggjandi sannleiki í hesum heiti, tí í Orði Guds finst bara ein samkoma, nevniliga samkoma Guds, sum ein dag verður brúður Kristusar.

HARRIN er víntræið, og vit eru greinarnar. Hann, sum segði: “Skildir frá Mær kunnu tit einki gera”. Guds samkoma, sum Hann keypti og vann Sær til æviga ogn:

Í Áp. 20,28 tosar Paulus við umsjónarmenninar um at “røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!”

Í Op. 5,8-9 syngja hinir 24 elstu um lambið [Kristus]: “… Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum  ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum”.

1. Pæt. 2,11 sigur, at vit eru “gestir og útlendingar” her á jørð.

Í Esters bók 3,8 lesa vit um ísraelsfólk, (ein mynd av heilaggering samkomunnar): “… Her er eitt fólk, ið býr spjatt og fyri seg sjálvt millum hini fólkini í  øllum landspørtum ríkis tíns; lógir teirra líkjast ikki lógunum hjá nøkrum øðrum  fólki, og tey gera ikki eftir lógum kongsins …”.

Sostatt er tað fult í tráð við Orð Guds, at okkara fedrar í samkomuni valdu at geva sangbókini heitið “Songbók Guds fólks”.

Samkoma fólksins finst ikki í Orði Guds

Samkoman hoyrir sostatt ikki nøkrum menniskja til, men eina og aleina HARRANUM, sum hevur leyskeypt hana við Sínum egna dýrabara blóði.

Ein samkoma fólksins, sum bæði fevnir um endurfødd og vantrúgvandi menniskju finst ikki Orði Guds.

Tvørturímóti gevur HARRIN boð um ein greiðan skilnað millum Sína samkomu og vantrúgvandi. Hetta lesa vit m.a. um í 2. Kor. 6,14-17: “Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi! Hvønn felagsskap hevur rættvísi við lógloysi, og hvat samfelag hevur ljós við myrkur! Hvat samljóð er millum Kristus og Belial, og hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvandi! Hvussu kann tempul Guds sameinast við avgudar! – Vit eru jú tempul hins livandi Guds – sum Gud hevur sagt: “Eg skal búgva hjá teimum og ganga millum teirra; Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.” “Farið tí út frá teimum og skiljið tykkum frá teimum – sigur Harrin – og nemið einki óreint! Tá skal Eg taka ímóti tykkum”;”

Moralur kann leiða í fortaping

Tað er púra greitt, út frá Orði Guds, at roynir ein persónur at “fáa í lag sína egnu rættvísi” við at byggja á og bøta um sín egna moral og etikk, so fer hann fortaptur, tí “øll hava syndað” og “eingin rættvísur er til, ikki somikið sum ein”.

HARRIN JESUS greiðir sjálvur frá hesum sama í Lukas 18,10-14:

“Tveir menn fóru niðan í templið at biðja; annar var Fariseari, og annar tollari. Farisearin stóð fyri seg sjálvan og bað so: “Gud! Eg takki Tær, at eg eri ikki sum onnur menniskju – ránsmenn, órættvís, horkallar – ella tá sum hasin tollari. Eg fasti tvær ferðir um vikuna, eg lati tíggjund av allari inntøku míni.” Tollarin stóð langt burtur og vildi ikki so mikið sum lyfta upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bróstið og segði: “Gud! Ver mær syndara náðigur!” Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur aftur til hús, og hin ikki;”

Hesin farisearin setti sítt álit á sín egna, høga moral og etikk ístaðin fyri – sum tollarin – at seta sítt álit á Guds náði, og tað gjørdi, at hesin framúr góði samfelagsborgarin var ein fortaptur maður.

Tað er, sum vit syngja í sanginum um “dómadagsmorgun”, har tað eina ørindið sigur soleiðis: “Hin góði varð førdur til dómin, men sjálvgóðska hansara fall ..”!!

Tí er tað fyri tað fyrsta í stríð við missiónsboð HARRANS JESUSAR               , um  samkoman prædikar nakað annað enn evangeliið fyri tí fortapta heiminum. Fyri tað annað er tað ein villleiðing, tí tað kann føra til, at menniskju seta sítt álit á egna rættvísi og harvið fara fortapt. Sálir, sum kundu verðið frelstar, um samkoman ístaðin varð lýðin og kunngjørdi “evangeliið fyri øllum skapninginum”.

“Eg skal geva tykkum kjøthjarta”

Bara í KRISTUSI JESUSI kann ein verða “føddur av nýggjum” (Jóh. 3,3). “Rættvísgjørd av trúgv” (Róm. 5,1) fáa vit tá eina nýggja náttúru, sum  bara Gud kann skapa. Vit verða “fødd …av Gudi” (Jóh. 1,13).

Ezekiel profetur umtalar hesa neyðugu umbroyting í Ez. 22,26-27: “Eg skal geva tykkum nýtt hjarta, og nýggjan Anda skal Eg geva tykkum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami tykkara og geva tykkum kjøthjarta. Anda Mín skal Eg geva tykkum í bróstið, og Eg skal gera, at tit ganga eftir boðum Mínum og halda lógir Mínar og gera eftir teimum”.

Andi Guds tekur tá bústað í okkum og byrjar at gera Sín ávøkst, og nú kemur “moralurin” innanífrá, úr hjartanum, ávøkstur Andans, sum er betri enn nakar menniskjaskaptur moralur, tí hann kemur frá Gudi sjálvum.

Rættvísgerðingin kann ikki leypast um, tí bara við henni verða vit “leyskeypt frá dáraatburði okkara, sum arvaður var frá fedrunum” (1. Pæt. 1,18). Tá verða vit “smíð Hansara, skapt í KRISTI JESUSI til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt tilreiðar” (Ef. 2,10).

Hatta er úrslitið av, at samkoma Guds úteftir boðar evangeliið um umbroytandi uppreisnarkraft HARRANS JESUSAR.

Læra og áminning – inni í  samkomuni

Í Kol. 3,16 fáa vit hinvegin eini onnur boð um, hvat boðast skal inni í samkomu Guds: “Latið orð Kristusar búgva ríkliga millum tykkara, so tit í øllum vísdómi læra og áminna hvørt annað …”.

Og Tit. 3,1-6 leggur somu linju: “Minn tey [samkomuna] á at vera yvirvøldini og teimum, ið valdið hava, undirgivin, at vera lýðin og til reiðar til alt gott verk, ongan at spotta, ikki at hava hug til stríð, men vera mild og vísa øllum menniskjum alt spakføri! … … so tey, sum eru komin til trúgv á Gud, kunnu leggja seg eftir at gera góð verk. Hetta er menniskjum gott og gagnligt.”

Í 2. Kor. 13,11 lesa vit aftur um tað sama prinsippið: “Og síðani, brøður – gleðist, verðið fullkomnir [búgvin], latið tykkum áminna, semjist, haldið frið – og so skal Gud kærleikans og friðarins vera við tykkum!”

Somu raðfylgju síggja vit m.a. eisini í Tit. 2,11-12: “Tí náði Guds er opinberað, øllum menniskjum til frelsu, og hon venur okkum upp at avnokta gudloysi og hinar veraldligu girndir og liva sámiliga, rættvíst og gudiliga í heiminum, sum nú er”.

Sostatt tykist HARRIN í Orði Sínum at leggja upp til, at lærandi, áminnandi og uppbyggjandi tænasturnar eru ætlaðar inneftir í samkomuni, “fyri at hini heiløgu skuldu verða gjørd fullkomin til tænastuverk, likami Kristusar til uppbygging… So skulu vit tá ikki longur vera børn og lata okkum kasta og reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi, tøld av snildum menniskjum við svikabrøgdum villunnar” (Ef. 4,12-14).

“So heimurin kann síggja góðu verk tykkara”

Tað er á henda hátt, at HARRIN í Orði Sínum leggur upp til, at samkoman er “salt jarðarinnar”, sum fyribyrgir roti, og “ljós heimsins”, sum lýsir upp í heimsins syndamyrkri, og so kunnu vit fáa ta ávirkan á heimin, sum Jósef hevði á sín vantrúgvandi arbeiðsgevara, Potifar, í 1. Mós. 39,2-5, og sum vit lesa um í hesum báðum skriftstøðunum:

Matt. 5,16: “Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!”

1. Pæt. 2,12: “Og havið góðan atburð millum heidningarnar, so tey, um tey nú baktala tykkum sum illgerðarmenn, kunnu síggja góðu verk tykkara og fyri teirra skuld prísa Gudi vitjunardagin!”

Einans Andi Guds sannførir heimin

Orð Guds dylur ikki fyri, at tað er nyttuleyst hjá okkum menniskjum at royna at sannføra heimin um tað andaliga og við egnari megi og at bjarga heiminum undan fortaping.

Sálmur 49,8-9 sigur: “Maður kann ikki keypa bróður sín leysan, hann kann ikki geva Gudi loysigjald fyri hann – nei, gjaldið fyri sál hansara er ov høgt, tað má hann til ævigar tíðir lata vera”.

Og í sama tráð sigur 1. Kor. 1,18: “Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds”. Og víðari í 1. Kor. 2,14: “Men hitt náttúrliga menniskjað tekur ikki við tí, sum Anda Guds hoyrir til; tað er honum dárskapur, og hann kann ikki kenna tað, tí tað verður dømt andaliga”.

Her er øllum greitt, at nakað meir skal til fyri at sannføra heimin um fortaptu støðu hansara. Hesum greiðir HARRIN JESUS sjálvur frá í Jóh. 16,8: “Táið Hann [Talsmaðurin/Andi sannleikans] kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm”.

Aftur her síggja vit, at boðskapurin til heimin má byrja við evangeliinum um HARRAN JESUS KRISTUS, “ikki við yvirtalandi vísdómsorðum, men prógvað av Anda og kraft” (1. Kor. 2,4).

Táið tú biður – far inn í kamar títt

Í Jóh. 4,21 stendur, at “Jesus segði við hana: “Trúgv Mær, kvinna, tann tíð kemur, táið tað hvørki skal vera á hesum fjalli ella í Jerúsalem, tit tilbiðja Faðirin … tann tíð kemur – og er nú – táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika; tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava”.

Út frá hesum og øðrum skriftstøðum er greitt, at HARRIN hoyrir bønir allastaðni, sama hvar og hvussu ein er staddur.

Tað eru dømi í Orði Guds um persónar, sum bóðu alment, meðan nógv fólk sóu og hoyrdu. Eitt nú í 2. Kong. 18, tá ið Elias var á Karmelsfjalli saman við ísraelsfólki, og í Áp. 2, tá ið Heilagi Andin varð útheltur yvir lærisveinarnar.

Kortini tykist Orð Guds – við fleiri dømum – at lýsa bønarlív Guds barna sum nakað, ið fer fram inni í samkomuni ella í tí stilla, í einsæri.

Í Luk. 9,18 lesa vit um HARRAN JESUS, at “…Hann bað, og eingin var hjá Honum uttan lærisveinarnir …”

Í 2. Kong. 4,33 lesa vit um Elisa profet, at “… Hann fór tá inn, læsti dyrnar og bað til HARRAN. …”

Í Áp. 12,5 er Pætur settur fastur, “… men av samkomuni varð støðugt hildin bøn til Gud fyri honum”.

Her er HARRIN JESUS greiður í Matt. 6,5-6: “Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína. Men tú, táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær”.

Sostatt er eingin avmarking, tá ið tað kemur til bøn – Gud hoyrir bønir allastaðni – men bøn er tó ikki nakað, sum samkoman hevur fingið beinleiðis boð um at fara út við.

Farið út við evangeliinum

Og nú eru vit aftur har, vit byrjaðu: Tað er nevniliga bara eitt, sum samkoma Guds hevur fingið beinleiðis boð um at fara út við, og tað er við evangeliinum.

Matt. 28,18-20: “Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: “Mær er givið alt vald í Himli og á jørð. Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans,  og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar”.”

Markus 16,15-16: “Og Hann segði við teir: “Farið út í allan heimin og  prædikið  evangeliið fyri øllum skapninginum! Tann, ið trýr og verður doyptur, skal erða frelstur; men tann, ið ikki trýr skal verða fordømdur”.”

Niðurstøðan út frá Orði Guds er sostatt, at tað einasta, ið kann bjarga falnu mannaættini undan fortaping, er at samkoman aktar boð HARRANS og fer út at boða evangeliið um hin krossfesta KRISTUS JESUS. Hinvegin er tað ímóti Guds boðum og ein álvarsom glíðing, tá ið samkoman niðurraðfestir evangeliið og ístaðin fer út og prædikar etikk og moral uttan endurføðing, sum ongum bjargar. Tað er sum at geva einum sjúklingi pínutablettir ístaðin fyri at viðgera sjálva sjúkuna.

John Færø