Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur – hvussu stórt verður tá ikki myrkrið!

Orð Guds lærir, at “loynimál lógloysisins virkar longu”1, men at tað er ein, sum heldur tí ónda aftur at taka heilt yvir her á jørðini. Hesin er Heilagi Andin, sum býr í sendiboðum Kristusar2 á jørð, sum eru send út at verða salt og ljós, sum fyribyrgja roti og myrkri syndarinnar!

Seinastu árini hava vit havt eitt humanistiskt rák í okkara samkomum,  har kunngerðingin av Orði Guds í stóran mun hevur verið merkt av, at vit ikki skulu áminna og ávara ímóti syndini og teimum avleiðingum hon hevur við sær, hóast Skriftirnar eru fullar av hesum somu ávaringum.

Tey, sum  grundgeva fyri hesum prædikuhátti, siga eitt nú, at tað er tað sama sum at prædika lóg, ið talar til holdið, og at tað tí er skeivt og nyttuleyst at áminna um synd og ávara ímóti syndafullum lívi og avleiðingunum av tí.

Hetta rák er beint tvørtur ímóti tí uppaling, eg sjálvur fekk sum smádrongur, har “tykt og áminning  Harrans”3 var ein týðandi og myndandi partur av uppalingini.

Øll børn Guds standa í einum heilagum og álvarsomum bardaga – ein bardagi um tínar og mínar tankar, orð og gerðir.

Tala tykkara veri altíð dámlig – kryddað við  salti

Ein partur av hesum heilaga bardaga snýr seg um okkara orðaval og málburð.

Her er Orð Guds ógvuliga greitt: “Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti”4. Tvs. vit, sum hava givið okkum til HARRAN, skulu altíð hava ein hóskandi málburð, sama hvar vit eru.

Og tá ið tað kemur til skemt, eru Skriftirnar eisini greiðar: “skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt” “má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, soleiðis sum heiløgum sømir”5.

HARRIN JESUS ávarar sjálvur staðiliga børn Síni um avleiðingarnar, um vit lata syndamyrkrið taka yvir í okkara lívi: “Er nú ljósið, sum í tær er, myrkur – hvussu stórt verður tá ikki myrkrið!”6

“Men Eg sigi tykkum, at tit skulu als ikki svørja … Nei, tala tykkara skal vera: “Ja, ja, nei, nei,” og tað, sum meir er enn hetta, er av hinum illa”7.

“Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli!”8

John Færø


1 2. Tessalonikabræv 2:7

2 2. Korintbræv 5:20

3 Efesusbrævið 6:4

4 Kolossebrævið 4:6

5 Efesusbrævið 5:3-4

6 Matteus 6,23b

7 Matteus 5:34-37

8 Matteus 5:16