Hjartaliga vælkomin til Orðið.fo

Vit vilja ynskja tær at vera hjartaliga vælkomnan á Orðið.fo. Vit eru sera glað fyri endiliga at almannakunngera hesa heimasíðu, sum vit hava arbeitt við í eina tíð. Tað eru tvey ella trý ár síðani (aug. 2016), at vit tosaðu um at gera eina heimasíðu við samanhangandi bíbliuundirvísing, og nú er hon endiliga veruleiki. Vit vóna á henda hátt at kunna stuðla øllum teimum, ið hava eitt ynski um at granska Orð Guds, og teimum, sum vilja vita meira um bókina, ið Gud lat skriva til okkara. Við hesi heimasíðu er møguligt hjá tær at seta teg niður og lurta eftir bíbliutímum og fyrilestrum um ymiskt, sum hevur við ráð Guds at gera.
Ein orsøk til, at vit tóku stig til Orðið.fo er, at vit trúgva, at fleiri føroyingar ikki hava eins góða atgongd til miðvísa, samanhangandi bíbliuundirvísing. Vit vóna, at henda heimasíðan kann verða teimum ein serlig signing. Við hesum er møguligt hjá einum sjálvum at ráða yvir, hvørjum ein lurtar eftir og nær.
Higartil eru trý evnir á heimasíðuni, sum eru “Tíðarskeið í Bíbliuni” “Ymisk evnir í Bíbliuni” og “Røðir”.
Fyrst nevnda evnið eru bíbliutímar, sum gjøgnumganga ymisk tíðarskeið í Bíbliuni. Her verður byrjað við skapanini og farið ígjøgnum Gamla Testamentið, tíðina ímillum testamentini og so ígjøgnum Nýggja Testamentið.
“Ymisk evnir í Bíbliuni” eru einstakir bíbliutímar, sum viðgera ymisk evnir í Bíbliuni, sum til dømis rættvísgering, heilaggering og dýrdargering, samkoman, synd.
“Røðir” eru samanhangandi bíbliutímar, sum ikki passa undir aðrar yvirskriftir.
Vit leggja út við hesum yvirskriftum, og ætlanin er at koma við fleiri yvirskriftum sum tíðin líður. Sum nú er, hava vit ætlan um yvirskriftirnar “Bøkur í Bíbliuni,” “Persónar í Bíbliuni” og “Um Bíbliuna” – hetta koma vit til seinni.
Ætlanin er, um Gud vil, framhaldandi at framleiða bíbliutímar og bíbliulærutilfar, sum verður lagt út ókeypis á Orðið.fo. Vit royna at hava so høga góðsku á bíbliutímunum sum gjørligt, tá ið tað kemur til sjónvarpsframleiðslu. Teir flestu bíbliutímarnir eru upptiknir, meðan fólk hava verið til bíbliutíman, og tað merkist sjálvandi á upptøkunum, men vit halda, at hetta er ein fyrimunur.
Vit ynskja at takka Evangelisku Røddini (EVR), sum hevur lænt okkum útgerð, og sum eisini hevur tikið undir við heimasíðuni, sum á henda hátt víðkar um tænastuna, ið EVR veitir trúgvandi og øllum Føroya fólki. Eisini vilja vit takka øllum teimum, ið hava havt bíbliutímar.
Vit vóna, at tú tekur væl undir við heimasíðuni, og at Gud skal signa teg og tína ferð inn í Bíbliuna. Vit vilja leggja dent á, at bíbliulesnaður er alneyðugur fyri hin trúgvandi, og henda heimasíðan skal ikki avloysa persónligan bíbliulesnað, men skal síggjast sum ein stuðul í tíni bíbliugranskan.
Vit biðja eftir, at heimasíðan skal vera til signing og uppbygging fyri øll trúgvandi.

Vinarliga toymið handan heimasíðuna