Harrin Gud Jehova hevur á Sín undurfulla og fullkomna hátt latið hvørt einasta hjúnaband á jørð millum ein mann og eina kvinnu avmynda og umboða tríggjar av teimum mest týðandi og sentralu fyriskipanunum, sum Hann í Sínum alvísa ráði hevur lagt til rættis fyri mannaættina, samkomu og brúður Sína.
Tað er ikki altíð so í Orði Guds, at Harrin í einum ávísum ørindi sigur okkum, hvussu Hann hugsar um eitt ávíst evni.
Hinvegin vita vit, at “alt orð Títt [Harrans] samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst” (Sálm. 119:160), og tí er tað viðhvørt soleiðis, at vit skulu hyggja at tí samlaða Orðinum fyri at finna, hvussu Harrin Gud Jehova hugsar um nøkur ávís viðurskifti.
Somuleiðis er tað gott, tá ið ein ivast um eitthvørt, at taka “alt ráð Guds” (Áp. 20:27) við í myndina, tí tað er jú so, at “øll skriftin er innblást av Gudi” (2. Tim. 3:16), og tí hongur hon saman, øll sum hon er.
Vit kunnu á hesum grundarlag biðja “Gud opinbera tað við Anda Sínum” (1. Kor. 2:10) fyri okkum, sum vit ivast í.
Hevur nú Gud sagt?
Sjálvt syndafallið byrjaði við, at Satan yvir fyri Evu sáddi iva um boð Guds við at spyrja: “Hevur nú Gud sagt”? (1. Mós. 3:1)
Sálarfíggindin fór sostatt ikki í frontalt álop ímóti boðum Guds, sum hevði verið meira avdúkandi, men ístaðin lætst hann sum um, at hann legði seg tætt upp at teimum við at snara og rangsnúgva boðum Guds.
Á henda snildisliga hátt fær hann lygnina at líkjast sannleikanum, men í veruleikanum liggja hesi langt frá hvør øðrum – hetta er sera álvarsamt.
Líknandi snildir koma til sjóndar í líknilsinum um illgrasið, sum fíggindin sáaði millum hveitina (Matt. 13:24-30). Sáð fíggindans stóð so tætt upp at hveitini, at tað var sera torført at lúka burtur frá henni uttan at skaða hveitina.
Hóast hesa tøttu samanblanding millum Guds fólk og heimin, so staðfestir Orð Guds, at tað er ein alstórur munur, ið skilur okkum frá heiminum: “Her er eitt fólk, ið býr spjatt og fyri seg sjálvt millum hini fólkini í øllum landspørtum ríkis tíns; lógir teirra líkjast ikki lógunum hjá nøkrum øðrum fólki, og tey gera ikki eftir lógum kongsins” (Ester 3:8).
So hóast Satan á ymsan hátt roynir at lumpa menniskju við at lata lygnina líkjast boðum Guds mest møguliga, so er og verður altíð ein øgiligur munur “á hinum rættvísa og hinum gudleysa, á tí, sum tænir Gudi, og tí, sum ikki tænir Honum” (Mal. 3:18).
Hjúnabandið fyri hørðum álopum
Eitt av økjunum, sum hin óndi leggur stóra orku í at snara og rangsnúgva burtur frá tí, sum Harrin Gud hevur sagt og fyriskipað, er hjúnabandið millum ein mann og eina kvinnu.
Orsøkin til, at hann loypur á júst á hesum øki, er helst, at her kann hann gera mest møguligan skaða á so grundleggjandi øki sum faðirmynd og –verju, móðurkærleika og –umsorgan og uppaling, sum jú øll eru myndir av og umboða kærleika Guds á jørð.
Harafturat munnu hesi álop Satans vera motiverað av, at hjúnabandið er sera høgt í metum hjá Harranum Gudi – sum vit skulu síggja.
Hjúnabandið – partur av Guds fyriskipanum
Harrin Gud hevur ikki einans stovnsett hjúnabandið, men letur tað eisini ganga aftur í fleiri av Sínum grundleggjandi fyriskipanum. Hetta vísir eisini, hvussu væl Orð Guds samanlagt hongur saman.
Tað er nevniliga so, at Harrin Gud á ymsan hátt hevur gjørt hjúnabandið til ein part av ella mynd av: *skapanarverki, *samkomuskipan og *frelsuætlan Síni.
Vit hava sostatt eitt sera umfatandi grundarlag fyri at síggja, hvussu Harrin Hugsar um hjúnabandið, sama hvat einstøk vers siga ella ikki siga um spurningin.
Sá ein dagin, at Luther varð siteraður fyri at hava sagt, at einki vers í Bíbliuni noktar fyri, at maður hevur fleiri konur (flerkoneri).
Ein slík útsøgn er, eftir mínum tykki, eitt gott dømi um, at ein “ikki sær skógin fyri trøum”, tí sum vit skulu síggja, so vísa Skriftirnar samanlagt rættiliga greitt, hvussu Gud Harrin hugsar um hjúnabandið.
Hjúnabandið í skapanarverkinum
Í 1. Mós. 2:22 lesa vit um okkara fyrstu foreldur, Evu og Ádam, at Gud Harrin “leiddi hana til Ádam”.
Her stendur eingin “ikki”-setningur, men tað er púra greitt, at Gud Harrin her, heilt frá byrjan, umtalar og skapar hjúnabandið sum nakað, ið er fyri eina kvinnu og ein mann.
Og hetta verður endurtikið í 24. ørindi sum ein generelt galdandi skipan, at “tí fer maðurin (eintal) frá faðir og móður og heldur seg til konu (eintal) sína, og tey bæði (eingin annar) verða eitt hold”.
Orð Guds dylur tó ikki fyri, at menn í Gamla Testamenti fingu sær fleiri kvinnur. Eitt nú lesa vit í 1. Mós. 16:2, at “Sára bað Ábram taka Hagar sum konu”. Her er tó ógvuliga umráðandi at leggja sær í geyma, at hetta sostatt ikki varð gjørt eftir Guds fyriskipan ella boðum. Nei, hetta var menniskjans egna hugskot og ætlan, altso ein avleiðing av menniskjans egna vilja og synd.
Tvørturímóti gevur Harrin Gud í 5. Mós. 17:17 hesi boð viðvíkjandi kongi Ísraels, sum jú er ein fyrimynd fyri alt fólkið: “Ei heldur má hann hava nógvar konur, tí so verður hjarta hansara leitt til fráfall”.
Her førdi ólýdni menniskjans til fráfall, tí eitt nú Sálomo kongur tók sær nógvar konur, og vit lesa í 1. Kong. 11:3-4, at “konur hansara drógu hjarta hansara burtur frá Harranum”.
Eisini Harrin Jesus umrøddi hjúnabandið sum verandi millum ein mann og eina kvinnu (Matt. 19:8-9).
Hjúnabandið í samkomuskipanini
Eisini í Nýggj Testamenti leggur Harrin Gud somu linju og sama týdning í hjúnabandið, tá ið hann fyriskipar hin nýggja sáttmálan við soni Sínum, Harranum Jesusi Kristusi.
Við fyrstu komu Hansara kom náðitíðin, og Harrin Gud setti á stovn samkomu Sína.
Aftur her síggja vit, at hjúnabandið hevur sítt týðandi pláss, bæði í viðurskiftunum millum Kristus sum brúðgóm og høvd samkomunnar og samkomuna sum brúður Hansara, og hjúnabandið millum ein mann og eina kvinnu verður eisini tikið fram sum partur av sjálvari samkomuskipanini.
Tríggjar ferðir sigur Harrin Gud viðvíkjandi samkomuskipanini, at “tí skal umsjónarmaður vera ólastandi, maður einar kvinnu” (1. Tim. 3,2), at “samkomutænari skal vera maður einar kvinnu“ (1. Tim. 3,12), og í Titus 1,6 stendur, at ein elsti skal vera “ólastandi, maður einar kvinnu”.
Hjúnabandið í frelsuætlanini
Eins og Orð Guds byrjar við hjúnabandinum millum ein mann og eina kvinnu sum partur av skapanarverki Guds, soleiðis enda Skriftirnar eisini við, at hjúnabandið er partur av fyriskipan Guds fyri hin komandi ævinleikan.
Her lesa vit í Op. 21:2-3, at Jóhannes apostul “sá hin heilaga stað, hitt nýggja Jerúsalem, koma niður av Himli, frá Gudi, tilgjørdan sum brúður, ið er prýdd fyri brúðgómi sínum. Og eg hoyrdi rødd frá hásætinum; hon segði: “Hygg, bústaður Guds er hjá menniskjunum! Hann skal búgva hjá teimum; tey skulu vera fólk Hansara, og Gud sjálvur skal vera hjá teimum og vera Gud teirra”.
Her verður hjúnabandið flutt inn í ævigu frelsuætlan Guds fyri samkomu Sína, og eisini her verða bæði brúður og brúðgómur umrødd í eintali. Eins og brúðgómurin er hin einasti eini Harrin Jesus Kristus, soleiðis verður brúðurin somuleiðis umrødd í eintali: “Andin og brúðurin siga: “Kom!” Tann, ið hoyrir, sigi: “Kom!” Tann, ið tystir, komi! Og tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!” (Op. 22:17)
Øll hjúnabond á jørð minna á Harran Gud
Soleiðis hevur Harrin Gud Jehova á Sín undurfulla og fullkomna hátt latið hvørt einasta hjúnaband á jørð millum ein mann og eina kvinnu avmynda og umboða tríggjar av teimum mest týðandi og sentralu fyriskipanunum, sum Hann í Sínum alvísa ráði hevur lagt til rættis fyri mannaættina, samkomu og brúður Sína.
Vit skulu tó ikki rokna við, at heimurin fer at taka undir við hesum, fyri okkum, sum frelst eru, dýrabaru sannleikum úr Orði Guds, tí vit tala “vísdóm, ið ikki er av hesum heimi, ei heldur av harrunum í hesum heimi, teimum, ið verða til einkis” (1. Kor. 2:6).
“- Har sum gudurin hjá hesum heimi hevur blindað hugsanir hinna vantrúgvandi, fyri at ljósið frá evangeliinum um dýrd Kristusar, Hansara, sum er mynd Guds, skal ikki skína fyri teimum” (2. Kor. 4:4).
“Men okkum hevur Gud opinberað tað við Anda Sínum. Andin rannsakar jú alt, eisini dýpdir Guds” (1. Kor. 2:10).
“Honum, sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan” (1. Tim 2:4).
John Færø