Í 5. Mós. 16:22 fær Guds jørðiska fólk hesi beinleiðis boð, og frá permu til permu talar Orð Guds greitt ímóti sjálvdýrkan, sum enntá var upprunin til syndafallið. Nei, “Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.” (Matt. 4:10)
Vit liva í dag í einari tíð, sum er merkt og eyðkend av sjálvdýrkan, eginvilja og individualismu. Hetta váttar 2. Tim. 3:1-2, “at á síðstu døgum skulu … menniskjuni vera góð við seg sjálv …”
Men hugmóðin er tíverri ikki nakað nýtt, tí vit lesa, at longu í fyrndini var júst hugmóðin orsøkin til, at hin lýsandi morgunstjørnan (Satan) fall í synd. Gud HARRIN segði við hann: “Hjarta títt hugmóðaði sær av vakurleika tínum” (Ez. 28:17). “Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: “Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt … eg skal gera meg hinum Hægsta líkan!” (Es. 14:13-14)
Orð Guds sigur okkum somuleiðis, at hugmóð menniskjans er ikki nakað nýtt. Eitt nú lesa vit um Absalom, son Dávid kong, í 2. Sám. 15:6, at “Absalom stjól hjørtu Ísraelsmanna”. Víðari lesa vit, at “Absalom hevði, meðan hann livdi, latið reisa sær merkisstein…” (2. Sám. 18,18).
Øll minnismerki til HARRANS æru
Henda hugmóð er beinleiðis í stríð við Orð Guds, har vit eitt nú lesa í 5. Mós. 5:22, at “… ikki mást tú reisa tær nakran minnisstein; tí slíkt hatar HARRIN Gud tín”, og sama grundregla gongur eisini sum ein reyður tráður ígjøgnum alla Bíbliuna.
Longu í 1. Mós. 28:18-22 lesa vit, at Jákup (Ísrael) reisti HARRANUM minnisstein, og kallaði staðið Betel, sum merkir “hús Guds”.
Í 2. Mós. 24:1-7 lesa vit, at Móses eftir boðum HARRANS reisir Honum altar og samstundis 12 minnissteinar fyri tær 12 ættir Ísraels sum eina tilbiðjan og lyfti til HARRAN, har fólkið segði: “Vit skulu gera alt tað, ið HARRIN hevur sagt, og akta Hann!”
Í Josva, kapittul 4, lesa vit, um teir 12 áminningarsteinarnar, sum HARRIN gav Ísrael boð um at reisa, 12 í ánni Jordan og aðrar 12 uppi á áarbakkanum, og har Josva “segði við Ísraelsmenn: “Táið børn tykkara í komandi tíð spyrja fedrar sínar: “Hvat hava hesir steinar at týða?” skulu tit siga børnum tykkara frá tí: “Ísrael gekk á turrum um Jordan her; tí HARRIN Gud tykkara læt vatnið í Jordan torna upp fyri tykkum, inntil tit vóru yvirum komin, eins og HARRIN Gud tykkara gjørdi við Reyðahav, sum Hann læt torna upp fyri okkum, inntil vit vóru yvirum komin – fyri at øll fólk á jørðini skulu sanna, at hond HARRANS er sterk, og fyri at tit allar dagar skulu óttast HARRAN Gud tykkara.”” (Josva 4:20-24)
Sama mannagongd verður eisini endurtikin av profetinum Esaias í 19:19, har tað stendur, at “Tann dag skal altar vera reist HARRANUM mitt í Egyptalandi, og merkissteinur skal vera reistur HARRANUM við landamarkið.”
Onnur dømi um um minnismerki til HARRANS æru eru tabernaklið, templið, altarini og koparormurin, sum øll staðfesta meginregluna í Orði Guds um, at øll minnismerki skulu vera til HARRANS æru, tí “frá Honum [Gudi], við Honum og til Hansara er jú alt. Honum veri dýrd í allar ævir! Amen”. (Hebr. 1:3)
Eisini kongur skuldi eyðmýkja seg
Tað var ikki vilji HARRANS, at Ísrael skuldi hava nakran kong, og tá ið Ísrael í ólýdni kravdi kong, segði HARRIN við Sámuel profet í 1. Sám. 8:7: “tað er Meg, ið teir vraka og ikki vilja hava til kong longur”.
Men HARRIN hevði forútsæð hetta, tí í 5. Mós. 17:16-20 ásetti Hann hesar reglur fyri kongin:
- ikki at fáa sær nógvar hestar (eginstyrki)
- ikki at hava nógvar konur, tí so verður hjarta hansara leitt til fráfall (sjálvsnjótan)
- ikki at savna sær nógv silvur og gull (materialisma)
- men dagliga at lesa í lóg Guds – “fyri at hjarta hansara skal ikki hugmóða sær”
Sostatt skuldi eisini kongur Ísraels eyðmýkja seg undir veldigu hond Guds og geva HARRANUM alla æru.
Ikki gera tykkum skurðmyndir ella minnissteinar
Hóast øll hesi greiðu boð Skaparans, so sigur Orð Guds frá ólýdni og treiskni í Guds jørðiska fólki, og hvørja ferð Ísrael gjørdi sær ein skurðgud, fekk tað avleiðingar.
Í 1. Mós. 32 lesa vit um gullkálv, sum ísraelsfólk lótu gera at tilbiðja ístaðin fyri Gud, og avleiðingin av hesum var, at vreiði Guds tendraðist ímóti fólkinum, og Hann lovaði at “heimsøkja tey fyri synd teirra”. (2. Mós. 32:34)
Boð HARRANS til fólk Sítt eru tó framvegis tey somu og greiðu: “Tit mugu ikki gera tykkum avgudar, skurðmyndir ella minnissteinar mugu tit ikki reisa tykkum og ikki seta steinar við myndum í landi tykkara fyri at tilbiðja hjá teimum; Eg eri HARRIN Gud tykkara!” (3. Mós. 26:1)
Menniskjan er skapt at æra Skaparan
Orð Guds ger eisini greitt, at Guds stóra skapanarverk hevur eittans endamál: “himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. Ein dagurin talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað” (Sálm. 19:2-3).
Menniskjan varð sett at ráða yvir allari jørðini, og tí er eingin ivi um, at HARRIN Gud hevði sama endamál við henni, sum verður so vakurt lýst í Sálmi 103:1: “Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!”
Somuleiðis í Nýggja Testamenti í Matt. 4:10 ger Harrin Jesus greitt, tá ið Hann varð freistaður, at “Harran Gud tín skalt tú tilbiðja, og Honum eina skalt tú tæna.”
Og í 1. Kor. 1:27-31 verður endurtikið, at øll æra, allur heiður og alt rós hoyrir HARRANUM til: “Nei, tað, sum var heiminum dárskapur, útvaldi Gud Sær fyri at gera hinar vísu til skammar; tað, sum var heiminum veikt, útvaldi Gud Sær fyri at gera hitt sterka til skammar; tað, sum heiminum hevði lítið at týða, hitt vanvirda, tað, sum einki var, útvaldi Gud Sær fyri at gera til einkis tað, sum var nakað, so einki hold skal rósa sær fyri Gudi. Men av Honum eru tit, í Kristi Jesusi – sum er vorðin okkum vísdómur frá Gudi, rættvísi, heilaggering og endurloysing, fyri at – sum skrivað er -: “Tann, ið rósar sær, rósi sær í Harranum!””
Hvørki tann, ið plantar ella vatnar er tí nakað
Í samkomuskipanini verður sama meginregla staðfest, eitt nú í 2. Kor. 4:5: “Ikki okkum sjálvar prædika vit, men Kristus Jesus sum Harra, okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesusar skuld”, og út frá sama grundstøði skrivar Paulus eisini í 1. Kor. 2:2: “Tí eg setti mær fyri, einki at vita millum tykkara uttan Jesus Kristus, og Hann krossfestan.
Í Luk. 22:24-27 lesa vit, at lærisveinar Jesusar trætast um, hvør teirra, ið skuldi verða roknaður størstur, men HARRIN Jesus svara teimum ógvuliga greitt: “… nei, hin størsti av tykkum – hann veri sum hin yngsti, og hin hægsti sum tann, ið tænir! Tí hvør er størri, tann, ið situr til borðs, ella tann, ið tænir! Er tað ikki tann, ið situr til borðs! Men Eg eri millum tykkara sum tann, ið tænir.”
Og í samkomuskipanini verður sama skipan endurtikin, tá ið tað kemur til tænarar HARRANS, tá ið Guds børn byrja at dýrka hesar: “Hvat er tá Apollos? Og hvat er Paulus? Tænarar, sum tit komu til trúgv við – og tað, eftir sum Harrin gav einum og hvørjum. Eg plantaði, Apollos vatnaði, men Gud gav vøkst. Hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst.” (1. Kor. 3:5-7)
Og Hann, sum er høvd samkomunnar, “Hann var eins og Gud”, men Hann roknaði “tað ikki fyri rán at vera javnlíki Guds; nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur. Og táið Hann var stigin fram sum menniskja, setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan, ja, krossdeyðan.” (Fil. 2:6-8)
Tí kann Hann av sonnum siga “við lærisveinar Sínar: “Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan og taka upp kross sín og fylgja Mær.”” (Matt. 16,24)
HARRIN Jesus sigur í Matt. 6:19-20: “Savnið tykkum ikki skattir á jørðini, har mølur og rustur eta, og tjóvar bróta inn og stjala! Nei; savnið tykkum skattir í Himli, har hvørki mølur ella rustur etur, og tjóvar ikki bróta inn og stjala!”
Latið okkum tí ikki – sum børn og samkoma Guds – reisa okkum minnismerki hesumegin, men heldur savna okkum skattir í Himmalska heimlandi okkara.
John Færø