Kristus í Hebrearabrævinum (1/8) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í átta pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Kristus í Hebrearabrævinum. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.
Fyrsti partur er út frá trimum teimum fyrstu versunum í brævinum.

Avskrift

Kristus í Hebrearabrævinum er evnið, sum eg skal royna at bera fram nakrar ferðir, um Harrin loyvir tað. Tí er neyðugt at kanna hetta bræv eitt sindur. Men latið okkum fyrst lesa tey fyrstu trý versini í Hebrearabrævinum:

“Eftir at Gud forðum mangan og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar við profetinum, hevur Hann við endan á hesum døgum talað til okkara við Syninum, sum Hann hevur sett til arvinga alra luta, og sum Hann eisini hevur skapt heimin við. Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini.”

Hebrearabrævið 1, 1-3

Vit spyrja, hvør hevur skrivað Hebrearabrævið, men fáa einki svar, tí hann ið skrivað hevur sigur ikki, hvør hann er. Onkur hevur av somu grund kallað tað “hitt faðirleysa brævið”. Men Gud, sum hevur gleði sína í at vera faðir teirra faðirleysu, hevur av sonnum ættleitt  hetta bræv. Heldur enn at byrja við Paulusi, Pæturi ella onkrum øðrum Harrans tænara, so byrjar tað á upprunamálinum við “Gud!” Tá er ikki løgið, at menniskjað, sum festi orðini á blað, verður gloymt og goymt í skugganum.

Næsti spurningur verður: Nær er brævið skrivað og til hvønn? Hóast templið í Jerúsalem ikki er nevnt í brævinum, so er prestatænastan og ofringarnar nógv umtalað, og Jerúsalem er miðdepilin í allari gudstænastu jødanna. Vit vita, at templið og býurin varð lagdur í oyði ár 70 av rómverska herhøvdinganum Titusi. Tí er brævið skrivað áðrenn 70 og helst eftir ár 60. Flestir meta um ár 65.

Brævið er skrivað til Hebrearar ella Jødar í útlegd. Og tá, sum nú, búðu flestu Jødar uttanfyri Ísrael – spjaddir um alt Rómverjaríkið. Vit lesa ferð eftir ferð í Ápostlasøguni, at táið Paulus og samverkamenn hansara komu til onkran bý at kunngera evangeliið, vitjaðu teir fyrst sýnagogu jødanna. Teir brúktu jú somu Bíbliu – Gamla Testamenti – og teir ortodoksu jødarnir kendu skriftirnar, og høvdu virðing fyri teimum, hóast flestu teirra vóru andaliga blindir. Men vit síggja, at Gud virkaði við Anda og orði sínum, so at nøkur komu til trúgv á Kristus. Men nú byrjaði stríðið, og tey kristnu vóru rikin úr sýnagoguni. So løgið tað ljóðar, var hetta í flestu førum evangeliinum til frama, tí nú fingu heidningarnir høvi at hoyra evangeliið, og mangir teirra komu til trúgv og vóru frelstir. Tey flestu, sum brævið var skrivað til, høvdu ivaleyst tikið við tí kristnu trúnni, tí tey prógvaðu tað í lív og atferð. Hóast øðiligar atsóknir og trongdir, hava tey ikki vent Kristusi bakið. Men onkur hevur gjørt tað, onnur standa á markinum og tey flestu eru vorðin trek og íðinskapurin, sum eyðkendi tey áður, er dovnaður. Tí er so neyðugt at eggja hesi heilagu, so tey koma aftur at brenna í kærleika og góðum verkum.

Møguliga kunnu tey, sum móttaka brævið, býtast upp í tríggjar bólkar: Tey flestu vóru uttan iva í hesum bólkinum, sum nevnd verða í 3. kapitli: “Heiløgu brøður, tit sum hava fingið lut í himmalskum kalli, hugsið tí um ápostulin og høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus!” (Hebr. 3,1) Hesi høvdu við kærleikstænastu síni, hóast nógvar trongdir og líðingar, prógvað at tey vóru sonn Guds børn.
So var tað tey, ið høvdu hoyrt evangeliið um Harran Jesus, og vóru sannførd við skilinum, hóast ikki í hjartanum. Tey vitstu, hvat ið rætt var, høvdu ávísan áhuga fyri kristindóminum, gingu á møti, men høvdu ikki í hjartanum vent sær burtur frá jødadóminum, sum tey vóru uppvaksin í. Tey stóðu í somu støðu, sum Pilatus á sinni, táið hann spurdi: ”Hvat skal eg gera við Jesus?” Vit spyrja, hava vit ikki henda bólkin framvegis í samkomum okkara og í øðrum kristnum samkomum kring landið? Eg vil fegin leggja dent á, at eingin verður frelstur bara tí, at hann gongur á møti, og er teimum vælviljaður, sum ganga har. Nei, tað er neyðugt at taka eina persónliga støðu, tí tað ber ikki til at vera uttanveltaður.

Hin seinasti bólkurin var hvørki sannførdur við skilinum ella í hjartanum. Tey høvdu bæði sæð og hoyrt kraftina í evangeliinum og tí kristna lívinum. Men teimum gekst sum Pætur sipar til í brævi sínum: “Hundurin vendir sær aftur til sína egnu spýggju, og súgvin ið vaskað er, veltir sær í skarninum.” (2. Pæt. 2, 22). Tey elskaðu syndina framvegis, tí Kristus var ikki komin í hjartað. Tey fóru aftur inn í sýnagoguna og undir trældóm lógarinnar. Áhersla verður løgd á gjøgnum alt brævið, at Jesus Kristus ber av øllum. Hann er størri enn allir aðrir, sum verið hava og sum fara at koma. Og tað, ið Hann fremur, er mangan betri  enn alt annað.

Hvør annar enn Gud kann siga so nógv við so fáum orðum í tí stutta brotinum, sum vit longu hava lisið? Men táið Gud talar er umráðandi at lurta, so vit kunnu hoyra og akta boð og vegleiðingar Hansara.Tíverri eru mong andaliga deyv í áravís og lurta ikki eftir, táið Harrin talar. Kendi høvundurin Warran Wiersbe lýsir hetta við eini skemtisøgu: “Maður fór til oyrnalæknan at kanna hoyrnina, sum hevði verið sera vánalig í mong ár. Hann hevði haft hoyritól í tí eina oyranum, og táið læknin tók tað úr, hoyrdi hann beinan vegin væl betur. Maðurin hevði í 20 ár gingið við einum hoyritóli í tí skeiva oyranum.” Líkist hetta ikki mangan okkum!
Ávaringin kemur tí í kap. 3,7: “Sum Heilagi Andin tí sigur: “Í dag – um tit hoyra rødd Hansara – herðið ikki hjørtu tykkara…”
Øll Gamla Testamenti er orð Guds – drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagu menn Guds, lesa vit í øðrum Pæturs brævi. Eisini teir mongu profetar, sum ikki skrivaðu bøkur vóru talurør Guds. Gamla Testamentið er ein framhaldandi opinbering av Gudi, sum alla tíðina sigur, at nakað betur fer at koma í fylling tíðanna – ein størri og fullkomin opinbering. Skuggarnir fara at hvørva, táið sólin er komin upp á himmalin, og sólin reis úr kavi við Harranum Jesusi Kristi.

Jú, Gud hevur talað. Hyggja vit rundan um okkum, so talar skaparverkið sína týðiligu talu, og tann, sum ikki ásannar tað, er ein dári, sum bæði sálmur 14 og 53 sláa fast: “Dárin sigur í hjartanum: “Eingin Gud er!”” Jú, Gud hevur av sonnum talað við sínum skapanarorði, táið Hann skapti alt úr ongum – Hann talaði, og har stóð tað! Sálmaskaldið Dávid sigur í Sálmi 19: “Himlarnir kunngera dýrd Guds, hvølvið ber boð um handaverk Hansara. Ein dagur talar við annan um tað, ein náttin kunnger aðrari tað; uttan orð og uttan talu, uttan at ljóðið hoyrist” (Sálmur 19, 2-4). Hann er av sonnum deyvur, sum ikki hevur hoyrt hesa ljóðleysu talu ein vakran summardag ella eitt stilt, stjørnuklárt heystarkvøld. Harrin talar ikki bara í stormi, jarðskjálvta ella í eldi, sum Elias profetur kanska helt, táið hann flýggjaði undan Jesebel eftir royndir sínar á Karmel, táið Harrin hevði talað so týðiliga við veldisrødd síni. Tað líkaði Harranum tá, tí tað skuldi ikki minni til fyri at fáa Ísrael at venda við. Men eftir at náttúrukreftirnar høvdu víst sína megi, hoyrdi profeturin eitt milt suð, og tá talaði Harrin. Hví hoyrir fólkið ikki rødd Harrans í dag? Er tað tí at vit loyva larmi og buldri at køva mildu rødd Hansara og geva okkum ikki stundir at bíða, til Hann talar til okkara í kvirruni?

Hví hoyrir fólkið ikki rødd Harrans í dag? Er tað tí at vit loyva larmi og buldri at køva mildu rødd Hansara og geva okkum ikki stundir at bíða, til Hann talar til okkara í kvirruni?
Gud samtalaði við Adam og Evu í urtagarðinum, tí kærleikin kann ikki liva einsamallur – hann má hava samfelag! Táið syndafallið breyt samfelagið, byrjaði Gud at opinbera frelsuráð sítt. Tað kom ikki óvart á Gud, tí lambið var longu útvalt áðrenn heimurin var grundaður, sigur Pætur í brævi sínum. Vit hava eina framhaldandi opinbering av frelsuráði Guds gjøgnum alt Gamla Testamenti. Eitt undurfult samljóð eyðkennir bókina, sum er samansett av 39 bókum, skrivað av fleiri enn 30 persónum gjøgnum meira enn 1000 ár. Hevur tú lisið bókina fleiri ferðir, so verður tú hugtikin av Honum, sum talar – tað grettir ikki! Tí orð Guds er matur og drekka fyri sál hins frelsta – tað vegleiðir og er ein lykt fyri fótum okkara og ljós á leiðini. Job sigur, at bæði á ein og annan hátt talar Harrin, men ikki verður givið tí gætur! Satan er ein meistari at rangsnúgva orð Guds, og hann setur enn sum áður spurnartekin við greiðu boð og vegleiðingar Harrans: “Hevur nú Gud sagt?” Hann sigur sjáldan eina heila lygn, men sáar heldur iva í hjørtu manna um kærleika Guds. Tað var tað, sum hendi í urtagarði Edens, og kanska ongantíð sum í dag, verða menniskju rúnabundin av hansara tølandi lygnum. Jú, Gud talaði við profetum sínum. Tað prógvar søgan ferð eftir ferð. Hugsa bara um tey mongu profetiini um Harrans Jesu føðing, foldarlív, krossdeyða, uppreisn og himmalferð, sum gingu út í øllum smálutum. Ein og hvør sum hugsar við skili má ásanna, at slíkt kundi ikki henda av tilvild.

Gud helt á at tala mangan og á mangan hátt við profetunum – men tað var í brotum, sum eru samansett í eina undurfulla heild – tað var tó ikki ein endalig opinbering. Hann, sum lesur, er varur við at okkurt manglar. Men so lesa vit: “…hevur Hann við endan á hesum døgum talað til okkara við Syninum.” Og nú fáa vit eina fullfíggjaða og endaliga opinbering av Gudi og vilja Hansara. Hetta kemur serliga greitt fram í Jóhannesar evangelium. Sonurin er eitt við Faðirin, og kann tí opinbera allan vilja Hansara. Sama orðið, sum var Gud, varð hold og tók bústað millum okkara, og vit sóu dýrd Hansara, sigur Jóhannes ápostul. Hann var sannur Gud og sannur maður samstundis, og Hann segði: Tann, ið hevur sæð Meg, hevur sæð Faðirin. Hetta er loyndarmál gudsóttans, sum ikki kann fatast við skilinum, men bert við trúnni.

Nú talar Gud ikki gjøgnum menniskju, men Hann kom sjálvur niður at tala til okkara í syninum. Gud hevur sagt sítt seinasta orð. Sonurin hevur talað og Heilagi Andin hevur kunngjørt okkum alt frelsuráð Guds í Nýggja Testamenti. Dan Crawford, ið var trúboðari í Afrika fyri meir enn øld síðan, lýsir henda sannleika við hesi hending, ið hann var fyri. Hann sigur: “Ein dag sat eg í durinum og skrivaði eitt bræv, meðan ungur drongur eyggleiddi meg í undran. Hann spyr: “Hvat gert tú hvíti maður?” Eg royndi at greiða honum frá, at eg skrivaði bræv – t.v.s. eg festi hugsanir mínar niður á pappír. Drongurin hugsaði eina løtu og segði so: “Á, nú veit eg hvat tú gert. Tú setur hugsanir tínar í fongsil” – Als ikki, svaraði eg – Drongur mín, har fert tú skeivur. Eg seti ikki hugsanir mínar í fongsul – nei, eg gevi hugsanum mínum frælsi!” Tað var júst tað, sum hendi, táið Jesus kom. Gjøgnum øldirnar talaði Gud gjøgnum menniskju, sum vóru røddir Hansara, eins og Jóhannes doyparin. Men táið tímin kom í frelsuráði Guds, sendi Hann Son sín.

Vit spyrja – hvør er hesin Sonur? Svarið er: Faðirin hevur sett Hann til arvinga alra luta, og Hann hevur skapt heimin við Honum. Faðirin gav syninum alt og síðani uppgávuna at skapa heimin. Kolossebrævið sigur at alt er skapt við Honum og til Hansara. Tað er ikki trupult at skilja, at Hann, sum skapti alt, hevur ognarrættin til tað, men hvussu kunnu vit skilja, at óndir og skuldarbundnir syndarar, skulu ein sælan dag verða samarvingar Kristusar? Hebrearabrævið sigur okkum greitt, at Kristus hevur givið okkum tað, sum betri er, og vit eiga ein óforgeingligan arv í Himli. Rómbrævið sigur, at vit – øll tey frelstu – hava fingið Anda sonarrættarins, og Hann vitnar við anda okkara, at vit eru børn Guds. Og eru vit børn, eru vit arvingar við, arvingar Guds og samarvingar Kristusar. Skuldatrælir gjørdust óendaliga ríkir eftir eini løtu. Av sonnum ein stór frelsa! Síðan verður sagt, at Hann er ljómi dýrdar Hansara. Tað merkir, at eins og sólargeislarnir eru eitt við sólina – ein partur av henni – so er Sonurin eitt við Gud. Hann var ljómi dýrdar Hansara, fjalt í mannalíki meðan Hann gekk her á fold, men bæði Jóhannes og Pætur vitnaðu, at teir sóu dýrd Hansara á fjallinum. Hann var eisini ímynd veru Hansara, sum merkir millum annað, at Guds fullkomnu lyndiseyðkenni vóru opinberað í manninum Jesusi Kristi. Satan ynskti at gerast hinum hægsta líkur, og menniskjan fall eisini í hesi synd. Men Sonurin – hin Hægsti boygdi seg niður og vitjaði okkum í mannalíki – tó uttan synd. Hann ber alt við orði máttar síns!  Hugsa sær, at Hann, sum var lýðin til deyðan á einum krossi, stýrir øllum alheiminum. Hann hevur ikki bara skapt øll himmallikamini og allar náttúrulógirnar, men Hann ansar eftir, at tær virka øld eftir øld. Gongustjørnurnar ferðast eftir ávísari rás, uttan at renna saman.
Vit kunnu taka annað dømi. Sólarinnar yvirflatahiti er umleið 12.000 Fahrenheit. Kom hon jørðini  eitt sindur nærri, høvdu vit verið brend upp, og fór hon eitt sindur longur frá okkum, hevði alt lív á jørðini doyð í kulda.

Hetta stutta brot, vit hava lisið og kannað, endar við hesum orðum: “Tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini.” Hesi orð eru tikin úr Sálmi 110, sum Dávid skrivaði. Hann sá í andanum sigursgongd Kristusar inn í sjálva trónshøllina í Himli eftir uppreisn og himmalferð Harrans, og hann hoyrdi Faðirin siga hesi fagnaðarorð við Sonin: “Set Teg við høgru hond Mína!” Hetjan frá Golgata opnaði syndarum vegin aftur til Gud, og har situr Hann framvegis sum umboðsmaður fyri allar frelstar syndarar. Hann kom fyri at gera reinsan fyri syndir okkara, fyri at vit kundu koma Gudi nær. Skapari tín og mín gjørdist endurloysari okkara. Hann mátti sjálvur reinsa og endurreisa falna, dálkaða skapning og skaparverk sítt við sínum egna blóði. Eftir liðugt frelsuverk, setti Hann seg sum kongur við høgru hond hátignarinnar á hæddini. Prestarnir undir tí gamla sáttmálanum kundu ongantíð seta seg, tí ofringarnar máttu endurtakast alla tíðina – ongantíð liðugt, tí tað kundi ikki reinsa ella taka syndir burtur. Men Harrin Jesus – hin fullkomni høvuðspresturin setti seg eftir liðugt verk, tí ofrið var fagnað av Gudi. Gud er nøgdur, tí alt sum heilaga lóg Hansara kravdi av mær og tær er goldið til fulnar við dýra blóði Kristusar. Hásæti umboðar tign og vald, og tað var tað, sum Hann váttaði og segði lærisveinum sínum, áðrenn Hann fór frá teimum: “Mær er givið alt vald í Himli og á jørð.” Skjótt fer Hann at reisa seg úr dýrdar hásætinum. Tí Hann segði: “Eg fari burtur at gera tykkum stað til reiðar, og Eg komi aftur at taka tykkum til Mín.”

Vinir mínir, sum hoyra meg. Hetta er hin kristna vónin, sum allir frelstir syndarar eiga. Lat ein og hvønn spyrja seg sjálvan í álvara: “Elski eg Harrans Jesu Kristi opinbering og vænti eg Guds Son til frelsu?”