Kristus í Hebrearabrævinum (2/8) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í átta pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Kristus í Hebrearabrævinum. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.
Næsti partur er út frá kapitul 1, vers 4-14.

Avskrift

Vit halda á at hugsa um Kristus í Hebrearabrævinum og vit lesa fyrsta kapitul frá vers 4 og kapitulin út:

“Og Hann er vorðin so mikið størri enn einglarnir, sum Hann hevur arvað dýrari navn enn teir. Tí við hvønn av einglinum hevur Hann nakrantíð sagt: “Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag”! og uppaftur: “Eg skal vera Honum Faðir, og Hann skal vera Mær Sonur”! Og táið Hann aftur leiðir hin frumborna inn í heimin, sigur Hann: “Allir  einglar skulu tilbiðja Hann.”  Um einglarnar sigur Hann: “Hann ger einglar Sínar til vindar og tænarar Sínar til eldsloga”, Men um Sonin: “Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir, og sproti rættvísinnar er sproti ríkis Tíns. Tú elskaði rættferð og hataði lógloysi, tí hevur Gud, Gud Tín, salvað Teg við gleðiolju fram um felagar Tínar!” Og: “Tú, Harri, grundfesti í upphavi jørðina, og Himlarnir eru handaverk Títt; teir skulu forgamga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum klæði, sum kápu skalt Tú balla teir saman, og teir skulu umbroytast. Men Tú ert hin sami, og ár Tíni skulu ikki fáa enda.” Við hvønn av einglinum hevur Hann nakrantíð sagt: “Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul!” – Eru teir ikki allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu!”

Hebrearabrævið 1, 4-14

Hebrearabrævið endurgevur eitt brot fyri og annað eftir úr Gamla Testamenti fyri at prógva sannleikan í tí nýggja sáttmálanum, at Kristus ber av øllum. Hann er likamið, sum allir skuggarnir í Gamla Testamenti peika á, tí eitt likam kastar skuggar, og helst sært tú skuggan áðrenn likamið. Skuggarnir kunnu mangan vera vakrir, táið sólin setur ella rísur úr kavi. Men táið tú sært likamið – veri tað seg ein vinur ella onkur vakur lutur úr undurfulla skaparverki Guds, so hava skuggarnir als ongan áhuga longur. Hetta er tað, sum Hebrearabrævið leggur so stóran dent á. Tú kanst síggja skuggar av Kristusi gjøgnum alt Gamla Testamentið – ja, Heilagi Andin, hin stóri listarmálarin hevur avmyndað Hann næstan á hvørju blaðsíðu á ymsan hátt. Allir profetarnir søgdu frá komu Hansara og prestarnir bóru dagliga offur fram, og øll hesi offur vóru skuggamyndir av Honum, sum koma skuldi. Men nú er Kristus komin, og tí hava skuggarnir ongan týdning meira. Teir høvdu stóran týdning í frelsuætlan Guds, tí teir boðaðu Frelsaran, sum ein dag fór at koma at endurreisa skaparverk sítt. Profetarnir skiltu mangan ikki tað, sum Gud talaði gjøgnum teir. Tí sigur Pætur, at teir granskaðu, hvør ella hvussu tíðin var, ið Andi Kristusar, sum í teimum var, vísti á, táið Hann frammanundan vitnaði um líðingar Kristusar og dýrdina aftaná. Men teir fingu at vita, at teir tæntu okkum við hesum.

Kristus kom sum profetur. Hann var miðdepilin í allari profetisku ætlan Guds. Eingin profetur var Honum líkur, tí Hann var sjálvur Orðið frá Gudi, sum ein dag bleiv hold. Eingin hevur nakrantíð talað slík lívsæl orð sum Hann. Les og grunda á evangeliini, og tú verður sannførdur, eins og tænararnir á sinni, ið vóru sendir at handtaka hann. Kristus kom sum Høvuðsprestur. Men Aron og hansara ætt vóru bert skuggamyndir, tí teir vóru syndigir menn. Meðan Kristus var fullkomin – uttan synd ella nakað brek. Prestarnir undir tí gamla sáttmálanum ofraðu djórablóð, sum ikki kann taka syndir burtur. Men Kristus ofraði seg sjálvan og gjørdi reinsan fyri syndir við sínum egna blóði – hvør ein munur!

Kristus kom sum kongur, tí tað er tað sum navnið veruliga merkir – Hin salvaði kongurin. Men vit vita, at Hann varð vrakaður, tí Hansara egnu kendu Hann ikki, táið Hann kom. Høvuðsákæran móti Honum var jú, at Hann segði seg sjálvan vera Kristus, son Guds, og tí varð Hann krossfestur. Men tað var sum Pætur sigur í røðu síni á Hvítusunnu: “Hann sum eftir fyriskipaða ráði Guds og fyrivitan Hansara varð svikin, Hann drópu tit – krossfestu Hann við hondum lógloysinga – henda Jesus reisti Gud upp – sum vit allir eru vitni um – tí skal alt hús Ísraels við óbrigdiligari vissu vita, at Gud hevur gjørt Hann til bæði Harra og Kristus, henda Jesus, sum tit krossfestu.”

Í stuttum er tað hetta, sum tey trý fyrstu versini í kapitlinum siga: Profeturin hevur talað seinasta orð sítt, táið Hann rópti: “Tað er fullgjørt!” Høvuðspresturin hevur borið fram eitt offur fyri syndir, og hevur síðani við alla sett seg við høgru hond Guds. Kongurin situr á trónini, tí Hann hevur fingið alt vald í Himli og á jørð. Hann, sum boygdi seg so djúpt, er lyftur upp til dýrd og heiður, og hevur fingið navnið, sum yvir øllum nøvnum er, fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg, teirra, sum í Himli eru, teirra, sum á jørðini eru, og teirra, sum undir jørðini eru, og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd.

Vit plaga at syngja: Vend títt eyga á Jesus, hygg inn í Hans andlit so kært, og øll heimsins gleði vil fána burt í tí náði og dýrd, ið tú sært. Tað er sum brúðurin sigur í hásonginum: Vinur mín  ber av tíggju túsund! Og táið Heilagi Andin samanber Hann í Kapittul sjey við presta-kongin: Melkizedek, kongur í Salem og prestur Guds hins hægsta, ið kom á fund við Abraham á sinni, so hevur Hann ikki orð fyri stórleika Hansara, men sigur bert: Hyggið, hvussu stórur Hann er! Tað er júst tað, sum verður sagt í hesum brotinum, eg havi lisið. Hann er størri enn allir fedrarnir og profetarnir undir tí gamla sáttmálanum. Menn sum Abraham og hinir ættarfedrarnir stóði í høgum metum í eygum Ísraelsmanna, men samanbornir við Kristus, fánaðu teir burtur. Frælsishetjunar Móses og Jósva vóru dvørgar ella skuggar við lið Kristusar. Sama kann sigast um mannin eftir Guds hjarta – yndisliga sangara Ísraels – Dávid kong – ella Esaias, sum verður nevndur evangelisturin millum profetarnar. Sjálvandi – leirkerið – hvussu vakurt tað enn er, kann ikki samanberast við leirkerasmiðin, sum gjørdi tað. Sjálvt tær størstu verurnar –  einglar, kerúbar og serafar – eru handaverk Hansara, og tí uttan tign og dýrd samanborin við Kristus.

Kristus stendur í øllum lutum óendaliga langt oman fyri hesar høgu verur, sum hava felagsnavnið einglar. Hetta prógvar høvundurin við sjey dømum úr Gamla Testamenti, og seks teirra eru úr sálmunum. Hann spyr tey, sum játta Jesus sum Kristus, men sum kortini ivast um tign Hansara: “Hvussu lesa tit skriftirnar?” Tað eru jú tær, ið vitna um Meg, segði Harrin Jesus einaferð við jødarnar. Tí heitir hann á teir at lesa og kanna hesi brot úr sálmunum og 2. Sámuelsbók av nýggjum. Og tað er eisini skilagott, um vit gera tað sama.

Fyrsta ávísingin er úr sálma 2: “Tú ert Sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag!” Allir trúgvandi jødar hildu, at hetta var ein Messias-sálmur og soleiðis varð hann eisini tulkaður av frumsamkomuni. Tað er Jehova, Faðirin, sum sigur hesi orð við Jehova-sonin, og sipar tað kanska bæði til Hansara føðing og uppreisn. Men tað er vert at minnast, at sonarrættin fekk Hann hvørki í føðingargávu ella í uppreisnargávu, tí Hann hevði verið eitt við Faðirin frá upphavi. Og sum Sonur fekk Hann arvarættin til sítt egna skaparverk. Seinna Sámuelsbók 7,17 er ivaleyst eitt dupult profeti – um son Dávids, Salomon, sum bygdi templið – og síðani um Kristus, sum eftir holdinum varð føddur av ætt Dávids. Her verður dentur lagdur á, at Gud er Faðir Kristusar. Hetta verður sjálvandi ongantíð sagt um nakran eingil, hóast teir við hvørt verða nevndir synir Guds, tó ongantíð í týdninginum: Sonur Guds. Gud eigur nógvar synir, men bert ein Son. Og tað var henda Sonin- hin einborna – sum Hann gav sum Frelsara og Endurloysara. Og tað er henda Sonin, Esaias vísur á í bók síni: “Tí barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla. Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi. Esaias var ongantíð í iva um, hvør Kristus er, tí Hann sá sjálvur dýrd Harrans fylla templið, og síðan sá hann Serafar standa rundan um hásætið, og teir góvu Honum tilbiðan og prís. Og hesin Harri dýrdarinnar, sum Esaias sá, var eingin annar enn Kristus, Sonur Guds, sigur Jóhannes í evangelium sínum.

Síðan verður sipað til Sálm 97, og vit lesa: “Tilbiðið Hann, allir gudar (einglar).” “Tí Tú, Harri, ert hin hægsti yvir allari jørðini, sára høgt situr Tú yvir øllum gudum (einglum).” Her verður víst til, táið Kristus kemur aftur sum dýrdar- og Friðarkongur, tá skulu allir einglar Guds tilbiðja Hann. Men teir halda bara fram við tí, sum teir longu gera í Himli, sum sálmur 103 sigur: “Harrin hevur reist hásæti sítt í Himli…Lovið Harranum, tit einglar Hansara, tit veldigu í mátti, sum gera tað, ið Hann býður, við tað sama sum tit hoyra ljóðið av orði Hansara!”
Síðan verður víst til Sálm 104. Harrin ger vindar og eldslogar til einglar í tænastu síni, og so samanber høvundurin tað við Sálm 45: “Men um Sonin sigur Hann: Hásæti Títt, Gud, stendur í allar ævir” – og vit kunnu bara siga í undran: Á, hvør ein munur á tign og veldi!

Høvundurin spyr framvegis: “Við hvønn av einglunum hevur Harrin nakrantíð sagt: “Tú, Harri, grundfesti í upphavi jørðina, og Himlarnir eru handaverk Títt!” Men hetta segði Faðirin við Sonin í Sálmi 102. Og Faðirin leggur aftrat: “Teir skulu forganga (Himlar og jørð), men Tú verður; teir skulu allir eldast sum klæði…men Tú ert hin sami, og ár Tíni skulu ikki fáa enda.”
Vit hoyra møguliga brot úr eini samrøðu millum Faðirin og Sonin, sum er á veg til Golgata, og vit mega hava í huga, at tað er menniskjasonurin, sum sigur hesi orð: “Gud mín, tak meg ikki burtur á hálvum aldri! – Ár Tíni vara mann eftir mann.” Og tá er tað Faðirin, sum troystar og eggjar Sonin við hesum orðum: “Hav í huga Sonur mín, at tú ert skapari av øllum lutum. Men teir skulu allir eldast sum plagg ..og teir hvørva, men Tú ert hin sami, óbroytiligi.” Hatta kann tykjast sum eitt afturljóð úr Getsemane urtagarði, tá Sonurin í deyðaangist rópar til Faðirin: Er tað ikki møguligt at sleppa frá at drekka hesa beisku skál? Men veri vilji Tín! Sonurin kendi vilja Faðirsins, og Hann kundi siga av heilum huga: Tað er gleði Mín at gera vilja tín, Gud Mín! Men prísurin var ómetaliga stórur!

Tað sær út sum frelsuætlan Guds ikki er til fulnar opinberað einglum Guds, tí Pætur sigur, at teir tráa eftir at skoða inn í hetta loyndarmál. Høvundurin vísir aftur til Sálm 110 og spyr: Hevur Harri dýrdarinnar nakrantíð sagt við nakran av teim hægstu verunum, sum tilbiðja Hann nátt og dag: “Set teg við høgru hond mína, inntil Eg fái lagt fíggindar Tínar fótum Tínum til skammul!” Og svarið er nei, tí einglarnir eru allir tænandi andar, og ein tænari setur seg ikki í hásætið, tí hann er undirgivin harra sínum. Vit hava hoyrt, at ein høvuðsuppgáva einglanna er í Himli at tilbiðja Gud dýrdarinnar. Men her verður sagt, at teir verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu! Hetta má sigast at vera gleðiboð úr Himli til frelstar  syndarar, sum ferðast til heimlandið gjøgnum land fíggindans. Bíblian er full av frásøgnum um einglaverur, sum komu menniskjabørnum til hjálpar á ein og annan hátt, táið tey eru neyðstød og í trongstøðu. Við hvørt vístu hesir tænandi andar seg í mannalíki, men oftast eru teir ósjónligir, og teir taka støðu rundan um tey, sum óttast Harran, sigur Sálmur 34. Harrin Jesus segði sjálvur, at tey smáu børnini hava einglar í Himli, og tað er gleði hjá einglum Guds, um ein syndara, ið vendir við. Mangan óttast Guds børn á ferðini gjøgnum hetta myrka og illgongda land, tí gevur Faðir okkara áhaldandi hesa áminning: “Óttast ikki!” og síðani bindur Hann eitt lyfti uppí: tí Eg eri við tær .. Eg skal ikki sleppa tær ella fara frá tær. Eg haldi, at vit mangan líkjast tænara Elisa profets, sum vit lesa um í Seinnu Kongabók Teir báðir vóru staddir í býnum Dotan, kringsettir av fíggindaheri. Gudsmaðurin Elisa var sum vanligt friðsælur og óttaleysur, meðan tænarin gjørdist ræðslusligin, táið hann sá henda stóra fíggindaher. Elisa royndi til fánýtis at seta mót í tænaran við hesum orðum: “Ræðst ikki! Teir, ið eru við okkum, eru fleiri enn teir, ið eru við teimum.” Men so suffaði profeturin til Harran og segði: “Harri! lat eygu hansara upp, so hann sær!” Og nú sá tænarin eina himmalska sjón: Fjallið var fult av eldhestum og eldvagnum rundan um Elisa. Tað var grundin til at Elisa óttaðist ikki, tí hann trúði Gudi, meðan tænarin mátti fáa tað at síggja við egnum eygum. Hvussu við tær og mær! Harrin opnið trúareygu okkara, so vit síggja!

Tey fyrstu fýra versini í kapitul 2 koma við eini strangari ávaring til tey, sum í líkasælu vanvirða evangeliska boðskapin, sum tey hava hoyrt og sæð bæði við orðum og verkum. Latum okkum tí lesa versini: “Tí mugu vit so mikið meiri akta eftir tí, sum vit hava hoyrt, so vit reka ikki burtur frá tí. Tí stóð orðið fast, sum talað var við einglum, so at hvørt brot og ólýdni fekk uppibornu løn sína, hvussu skulu vit tá sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu, sum jú fyrst varð kunngjørd við Harranum og síðani staðfest okkum av teimum, ið høvdu hoyrt Hann, við tað at Gud vitnaði við, bæði við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum og við at geva Heilaga Andan eftir vilja sínum!”

Eitt er at hoyra eitt gott tilboð, men tað kemur tær ikki til góðar, uttan tú tekur av. Hebrearabrævið kap. 4 sigur: Hin glaði boðskapurin er kunngjørdur okkum við, líka væl sum teimum, men orðið, ið tey hoyrdu, hjálpti teimum ikki. tí tey, sum hoyrdu tað tóku tað ikki til sín við trúgv. Høvundurin vísir til Ísrael í oyðimørkini, táið tey vrakaðu undurfulla tlboð Guds. Harrin, sum hevði bjargað teimum úr trældómi Egyptalands, bað tey nú fara inn í land lyftisins. Óttast ikki, tí Eg havi givið tykkum landið, og Eg skal ganga undan. Men tey vrakaðu tilboðið í vantrúgv, og avleiðingarnir vóru 40 ár – og av sonnum ræðulig ár í eini turrari oyðimørk. Somuleiðis mást tú bøta og taka við avleiðingunum, um tú vanvirðir eini boð ella eina vegleiðing. Vinningurin ella skaðin er avmarkaður og kanska ikki so stórur, táið tað snýr seg um tímiligar lutir. Men her standa ævig virði í váða. Frelsutilboðið mikla stendur monnum í boði at vraka ella at fagna. Tú kanst eins og Pilatus vaska tær um hendurnar og siga: Eg eri sakleysur í blóðinum hjá hesum rættvísa ella tú kanst siga sum rómverski landshøvdingin Feliks: Táið eg havi góðar stundir, skal eg hugsa um hatta.

Men hvør er førur fyri at svara spurninginum: Hvussu skulu vit sleppa undan, um vit skoyta ikki um so stóra frelsu?

Vóru avleiðingarnar so álvarsamar og svárar, táið Móselóg varð brotin, tí tann sum breyt tað minsta boðið slapp ikki undan, men kom at bøta, og hesi boð vóru talað við einglum sum millumlið. Men ein mangan betur boðskapur var kunngjørdur við Harranum Jesusi og staðfestur av vitnum Hansara við teknum, undrum og fjølbroyttum kraftargerðum og har afturat prógvað við Heilaga Andans komu og virkan. Tey eru tíverri mong, sum í dárakendari líkasælu reka frá teim gyltu møguleikunum og vraka frelsutilboðið, táið Harrin vitjar við orði og Anda sínum. Men hvussu skulu vit sleppa undan vreiði og dómi Guds, um vit ikki skoyta um eina so stóra frelsu og vanvirða dýra sáttmálablóð Kristusar? Hetta er syndin, sum Gud hvørki vil ella kann fyrigeva.

Vinur mín, sum lurtar og hoyrur: Tað er lív í at síggja hin krossfesta mann, nú í stundini lív fyri teg!