Kristus í Hebrearabrævinum (3/8) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í átta pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Kristus í Hebrearabrævinum. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.
Í triðja parti verður tosað út frá kapitul 2, vers 5-18.

Avskrift

Evnið er framvegis: Kristus í Hebrearabrævinum. Høvundurin prógvar við teim profetisku skriftunum, at Jesus úr Nazaret, sum tjóðin Ísrael vrakaði og krossfesti, var eingin annar enn Kristus, Sonur Guds. Men Hann livir í dag, tí Hann vann á deyðanum og hevur fingið alt vald í Himli og á jørð.

Latið okkum lesa kapitul 2, frá vers 5 og kapittulin út:

“Tí tað var ikki undir einglar, Hann legði hin komandi heim, ið vit tala um. Men ein hevur einastaðni vitnað soleiðis: “Hvat er menniskjað, at Tær kemur tað í hug, ella, menniskjasonur, at Tú vitjar hann! Stutta tíð lætst Tú Hann vera lægri enn einglarnar, so krýndi Tú Hann við dýrd og heiður; alt legði Tú undir føtur Hansara.” – Tí táið Hann legði alt undir hann, undantók Hann einki frá at vera honum undirlagt; men nú síggja vit ikki alt vera honum undirlagt enn. Men Hann, sum stutta tíð varð gjørdur lægri enn einglarnir – Jesus – Hann síggja vit, fyri tað at Hann leið deyðan, krýndan við dýrd og heiður, so Hann av náði Guds skal hava smakkað deyðan fyri øll.
Tí tað sømdi Honum, fyri hvørs skuld alt er til, og við hvørjum alt er til, táið Hann førdi mong børn til dýrd, at fullkoma upphavsmann frelsu teirra við líðingum. Tí bæði Hann, ið halgar, og tey sum halgað verða, eru øll av einum; tí skammast Hann ikki við at kalla teir brøður. Hann sigur jú: “Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt; mitt í samkomuni skal Eg prísa Tær.” Og framvegis: “Eg skal líta á Hann”, og framvegis: “Hygg, her eri Eg og børnini, ið Gud hevur givið Mær!” Við tað at nú børnini hava lut í blóði og holdi, fekk eisini Hann á sama hátt lut í tí, fyri at Hann við deyðanum skuldi gera hann til einkis, sum hevur veldi deyðans – tað er Djevulin- og gera øll tey frí, sum av ræðslu fyri deyðanum vóru í trældómi alla lívstíð sína. Tað er jú ikki einglum, Hann tekur sær
av, men avkomi Ábrahams tekur Hann sær av. Tí mátti Hann í øllum verða brøðrum sínum líkur, so Hann kundi verða miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur fyri Gudi og gera bót fyri syndir fólksins. Tí við tað, at Hann sjálvur hevur liðið, kann Hann – koma teimum til hjálpar, sum freistað verða.”

Hebrearabrævið 2, 5-18

Gud byrjar altíð við sær sjálvum, og tað er tað, sum brævið higartil hevur lært okkum. Vit hava sæð stórleika Kristusar, sum er eitt við Faðirin. Hann er mangan størri enn tær óteljandi verur, sum Hann hevur skapt –verur, sum eru ójavnar í tign og veldi, men sum hava hetta felags at tilbiðja og tæna skapara sínum.

Her verður beinan vegin staðfest, at Guds ætlan var ongantíð, at einglar skuldu valda yvir skaparverki Guds – tað valdið var ætlað Soninum. Men tað var ein salvaður kerúbur – ivaleyst hin hægsti skapningurin – sum setti sær fyri at taka valdið frá Soninum. Hóast hetta framvegis er eitt stórt loyndarmál, so geva skriftirnar ávísar greiðar ábendingar, at so er. Eg hugsi um tvey skriftbrot. Eitt úr Ezekiel 28,14-18: “Tú vart salvaður kerúbur, sum gav lívd, og Eg setti teg á hitt heilaga gudafjallið; har gekst tú um millum skyggjandi steinar. Einki var at finnast at atburði tínum, frá tí degi, tú vart skaptur, inntil órættvísi var funnin hjá tær……. Hjarta títt hugmóðaði sær av vakurleika tínum; við ljóma tínum forkomst tú vísdómi tínum. Eg kastaði teg til jarðar…..”  Og Esaias sigur tað sama við øðrum orðum í kap. 14,12-14: “Nei, at tú falst av himli, lýsandi morgunstjørna! Nei, at tú vart feldur til jarðar, fólkakúgari tín! Tú vart tann, sum segði í hjarta tínum: “Eg skal fara upp til Himmals; høgt yvir stjørnum Guds skal eg reisa hásæti mítt, eg skal seta meg á gudatingfjallið ytst í norðri. Eg skal fara upp um skýborgirnar, eg skal gera meg hinum hægsta líkan!”

Hvønn annan kann vera sipað til í hesum skriftbrotum enn Satan ella Djevulin, sum er upphavið til alla synd og avleiðingar hennara. Hann, sum einaferð var hin hægsti kerúburin og hin lýsandi morgunstjørnan – tiltikin í vakurleika – gjørdist ímyndin av øllum óndskapi, sum er so sjónligur í heiminum í dag. Og hvør var høvuðssyndin, ið feldi hetta strórmenni! Sagt við einum orði: Hugmóð!
Latið okkum tí ongantíð gloyma ávaringina: “Gud stendur hinum hugmóðiga ímóti, men gevur hinum eyðmjúku náði!” Hetta er ein guddómlig meginregla til allar tíðir.

Jú, valdið yvir øllum tí skapta var ætlað Soninum – Kristusi, hinum salvaða, sum longu er sagt frá so týðiliga í fyrsta kapitli. Men valdið her á jørð var beinan vegin givið manninum – Ádami. Men hann skuldi standa skaparanum til svars, hvussu hann umsat hetta húsarhald. Hetta kemur greitt fram í fyrstu Mósebók kapitul eitt. Hin fyrsti maðurin gjørdist undirkongur at umsita hetta undurfagra ríki, sum Skaparin hevði givið honum. Men vit vita hvussu gekst. Menniskjan læt seg dára av honum, sum í hugmóði segði: Eg skal gera meg hinum hægsta líkan! Menniskjan trúði lygnini heldur enn sannleikanum, og hetta hevur eyðkent mannaættina síðan. Gud gav menniskjanum eini boð í urtagarði Edens: Tit skulu ikki eta ávøkstin av trænum til kunnskap um gott og ilt – tann dag tit eta av tí, skulu tit vissuliga doyggja.” Men ormurin (Satan) segði við kvinnuna: “Einki skulu tit doyggja. Men Gud veit, at táið tit eta av henni, so verða eygu tykkara latin upp, so tit verða sum Gud og kenna gott og ilt!” Menniskjan lurtaði eftir Freistaranum, sum sáaði iva í hjørtu teirra um kærlaika Guds. Menniskjan trúði lygnini, tí tey vildu ikki akta sannleikan.

Vit kenna úrslitið av syndafallinum. Mennisjan – krúnan av skaparverki Guds – sum hevði eitt undurfult frælsi í inniligum samfelag við Skaparan, misti hesa høgu tign eftir eini løtu, tí tey vóru ikki nøgd, men vildu verða Gudi lík. Tey mistu alt harradømið, sum Gud hevði givið teimum, og gjørdist ístaðin trælir syndarinnar og Satans.

Nú spyr høvundurin: “Hvat er menniskjað, at Tær kemur tað í hug, ella menniskjasonurin, at Tú vitjar hann!” Vit vita, at hetta er brot úr sálmi 8. Vit kunnu ímynda okkum, at Dávid liggur úti á markini eitt vakurt og stjørnuklárt kvøld og goymir at seyði. Táið hann hyggur rundan um seg og upp móti himli, er tað at hann við Andanum sigur hesi orð: “Táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnirnar, ið Tú hevur gjørt, hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí! Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndu Tú tað. Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur..” Men so hendi ólukkan í urtagarði Edens, og myndin broyttist fullkomiliga. Og so er spurningurin, hevur Gud  framvegis áhuga fyri hesum fallna, uppreisnarhugaða skapningi, sum eitur menniskjað? Jú, Gud hevði framvegis eina signaða ætlan við menniskjanum, men skuldi hon fremjast, mátti Sonur Guds blíva maður, og tað er tað, sum hetta brotið í Hebrearabrævinum snýr seg um.

Hin vegin koma vit ivaleyst í allar ævir at undrast yvir, at hesin stóri skapari, sum er Gud dýrdarinnar, vildi boyggja seg niður til slíkar óndar syndatrælir og endurreisa teir úr dýkinum og lyfta teir upp til dýrd og heiður. Vit kunnu bara siga við Paulusi: “Hetta er æviga fyriætlan Guds, sum Hann fullførdi í Kristi Jesusi, Harra okkara!”
Lítið duga vit at ímynda okkum, tað sum fór fram í Himli millum Faðirin og Sonin, sum var javnlíki Guds á allan hátt – táið henda løtan í frelsuráði Guds kom – at hin ævigi Sonurin læt seg í mannalíki fyri at koma niður á hesa jørð sum frelsari og loysnari.

Vit syngja: Hann sín kongastól býtti fyri fátækt ból, og tað gjørdi Hann av sonnum. Tað var uttanfyri eitt fjós í Betlehem, at eingilin segði við nakrar ræddar, fátækar hirðar: “Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið: Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids. Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu.”

Tað vóru ikki kravboð frá Faðirinum, sum fekk Sonin at boyggja seg so langt niður – nei, Hann gjørdi tað av sær sjálvum, og Hann gjørdi tað eisini við gleði, siga skriftirnar.  Frelsarin segði sjálvur, táið Hann gekk her niðri á foldum sum menniskjasonur: “Tí elskar Faðirin Meg, tí Eg gevi lív Mítt – fyri at taka tað aftur. Eingin tekur tað frá Mær, nei, Eg gevi tað av mær sjálvum. Eg havi vald at geva tað, og Eg havi vald at taka tað aftur. Hetta boð fekk Eg frá Faðir Mínum.”

Sálmisturin spyr: “Hvat er menniskað!”  Og vit fáa ein líknadi spurning úr brævi Jákups: “Hvat er lív tykkara?” Men vit fáa svar beinan vegin: “Tit eru jú roykur, ið sæst lítla stund og er so burtur.” Annað skriftbrot sigur, at vit eru sum grasið og øll dýrd okkara er sum blóma grasins, tí grasið følnar og blóma tess fellur av.

Hetta er allur sannleikin um foldarlív okkara, sum er so ómetaliga stutt samanborið við ævinleikan. Men menniskjan er eisini ein ævig vera, tí annars hevði tað verið skilaleyst, at sjálvur skaparin kom her niður at bjarga tí fortapta. Eingin lýsir henda sannleika betur, enn Harrin Jesus, táið Hann sigur: “Hvat batar tað menniskjanum, at vinna allan heimin og bøta við sál síni! Hvat man menniskja kunna geva sum viðurlag fyri sál sína!” Skaparin sjálvur virðismetur verk síni, og hvør skuldi dugað tað betur enn Hann? Hann sigur greitt, at í hesum forgeingiliga likami býr ein dýrabarur skattur, sum er virðismiklari enn allir skattir jarðarinnar. Allur heimurin við allari dýrd síni verður lagdur á aðra vektskálina og ein mannasál á hina. Men mannasálin er mangan tyngri, tí heimurin skal forganga við allari dýrd síni. Tað er tí skilagott at biðja bøn Mósesar: “Harri! At telja dagar okkara – lær Tú okkum tað, so vit kunnu fáa vísdóm í hjartað!” Tí tað hevur so ómetaligan týdning fyri hvønn einstakan okkara, hvussu vit liva hetta stutta foldarlív.Vit eru jú ikki okkara egnu – vit eru dýrt keypt. Og eingin annar hevur rættin til lív okkara, uttan Hann, sum keypti okkum. Latið okkum tí ikki gloyma, at vit koma at standa Honum til svars. Skriftin sigur jú, at so skal hvør av okkum geva Gudi roknskap fyri seg sjálvan, táið hetta foldarlív er av.

Spurningurin er framvegis – men hvat er tá menniskjað? Jú í eygum Frelsarans eru vit ein yndisligur gimsteinur, sum Hann keypti við dýra blóði  sínum. Skuldi Hann loysa okkum úr trældómi syndanna, mátti Hann sjálvur gerast maður, og tí var Hann stutta tíð lægri enn einglarnir. Tað merkir ikki, at Hann klæddi seg úr dýrd síni, og legði hana eftir í Himli. Nei, Hann var framvegis sannur Gud, samstundis sum Hann var sannur maður. Hann klæddi seg í mannalíki, tí var dýrdin krógvað, meðan Hann ferðaðist her á fold í einum fátækum og synddálkaðum umhvørvi. Men so skundar høvundurin sær at siga: “Jesus, sum leið og smakkaði deyðan fyri okkum øll – Hann síggja vit nú krýndan við dýrd og heiður!” Og Hann leggur aftrat, at børn Hansara skulu fáa lut í somu dýrd – hesi børn sum einaferð vóru trælir syndarinnar. Men hvussu kann ein rættvísir og heilagur Gud krýna falnar syndarar við dýrd og heiður? Vers 10 gevur okkum svarið til henda sera torføra spurning: “Tí tað sømdi Honum, fyri hvørs skuld alt er til, og við hvørjum alt er til, táið Hann førdi mong børn til dýrd, at fullkoma upphavsmann frelsu teirra við líðingum.”

Gud gjørdi ikki neyðsemju, táið Hann fagnaði syndarum og gjørdi teir til børn síni. Nei, Hann fekk alt tað, sum rættvísi og heilagleiki Hansara kravdi, og meir enn tað. Men tað var upphavsmaðurin til frelsu okkara, sum mátti gjalda, sum Esaias 53,5 sigur: “Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara, staffin varð løgd á Hann..”

Tað sømdi Gudi, at Frelsari okkara fór ígjøgnum allar hesar líðingar, sum evangeliini kunngera okkum. Øll leið Hansara gjøgnum heimin var ein áhaldandi líðing – bæði likamliga og sálarliga. Rómverskir myndugleikar og andaligu leiðarar Ísraels lógu Honum eftir lívinum alla tíðina, hóast Hann bara gjørdi væl og hjálpti øllum neyðstøddum, ið komu til Hansara. Hin einasti, ið hevur livað á hesi fold – og ongantíð sekur í nakrari synd. Hóast Hann vaks upp í einum sera gudsóttandi heimi, so vóru tey syndarar, eins og øll onnur – og Hann, hin heilagi og rættvísi sonur Guds, ið var uttan synd, mátti dagliga hava samfelag við syndarar – ein sálarlig líðing, sum vit als ikki duga at ímynda okkum, tí Hann hataði synd, men elskaði syndaran. Hann varð píndur og plágaður av teimum, ið Hann var komin at frelsa, og líðingarnir náddu hæddina, táið fólkið við prestunum á odda róptu háðandi og spottandi: “Onnur hevur Hann frelst, seg sjálvan kann Hann ikki frelsa!” Hann kundi av sonnum siga: “Spott hevur ógrøðandi brotið hjarta mítt!”

Jú, tað sømdi Gudi, at Frelsari okkara skuldi fara ígjøgnum allar hasar líðingar, so eingin myndugleiki ella vald fekk nakrantíð høvi til at klaga hin Rættvísa og Heilaga, at líðingar Frelsarans vóru als ikki nóg stórar í mun til synd og óndskap menniskjans. Hann smakkaði deyðan fyri øll – og tað merkir, at eingin av teim frelstu koma nakrantíð at smakka deyðan – hin æviga, sum er skilnaður frá Gudi, tí eingin av teim frelstu koma nakrantíð at rópa í vónloysi: “Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær!” Kristus skammast ikki við at kalla lærisveinar sínar brøður. Vit minnast orðini, ið hin upprisni Frelsarin segði við kvinnurnar: “Óttist ikki! Farið og sigið við brøður Mínar, at teir skulu fara til Galilea! Har skulu teir síggja Meg.” Men høvundurin tekur eitt brot úr Sálmi 22, fyri at staðfesta henda dýra sannleika: “Eg skal kunngera brøðrum Mínum, navn Títt; Mitt í samkomuni skal Eg prísa Tær.”

Vit vita, at Sálmur 22 er ein Kristus sálmur burturav. Hann byrjar jú við vónleysa rópi Frelsarans á krossinum: “Gud Mín, Gud Mín, hví ert Tú farin frá Mær?” Og hann endar við orðinum: “Hvat Hann gjørdi!” Ella við sigurrópinum: ”Fullgjørt!”

Tað er eftir líðingarnar á krossinum, at Sonurin sigur við Faðirin: “Eg skal kunngera brøðrum Mínum navn Títt!” Nú hendur undrið, hvørja ferð ein syndatrælur boyggir seg í trúgv við kross Kristusar – Hann verður ættleiddur og endurføddur inn í familju Guds – fær Anda sonarrættarins og kann tilbiðja Faðirin í anda og í sannleika. Nú er hann vorðin barn Guds. Men er hann barn, so er hann eisini arvingur Guds og samarvingur Kristusar.

Kæru náðisystkin, duga vit at virðismeta hesa náði og síggja vit henda stóra kærleika, at vit skulu kallast Guds børn! Og vit eru tað av sonnum sigur Jóhannes ápostul í brævi sínum. Vit hava myndina av Endurloysaranum, sum kemur niður á trælamarknaðin at keypa syndatrælir og seta teir í frælsi, og síðan ættleiða teir inn í ta himmalsku familjuna. Tað verður sagt í hesum brotinum, at Hann sjálvur skal føra mong børn til dýrd – Og børnini, sum Kristus skal føra til dýrd, eru hesi sum einaferð vóru deyð í syndum og misbrotum teirra. Nú skammast Hann ikki við at kalla tey brøður og systrar. Og Hann sigur við Faðirin: “Hygg, her eri Eg og børnini, sum Tú hevur givið Mær!” Høvundurin endurtekur hesi orð úr Esaiasar bók, tí tey vóru profetisk um Kristus og samkomuna. Harrin Jesus sigur í bøn síni beint áðrenn krossin: “Eg havi opinbera navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; tey vóru Tíni, og Tú gavst Mær tey, og tey hava hildið orð Títt.” Tí sigur Frelsarin: “Her eru børnini, ið Tú hevur givið Mær!”
Og so kunnu vit bara spyrja, vóru vit tann besta gávan, sum Sonurin hevði uppiborið frá Faðir sínum? Hóast vit ongantíð koma at skilja hetta loyndarmál til fulnar, so kunnu vit kortini syngja av heilum huga:

“Dýrur er fyri hans hjarta, seyðurin húsi hans í. Vunnin ígjøgnum hans deyða. Keyptur ígjøgnum hans stríð. Dýr eru eisini hini, sum enn ei hoyrdu Hans rødd. Kend, áðrenn verðin var grundað, kend, hvar tey enn eru stødd.”

Jú, gávan hevur verið Honum ómetaliga dýrabør, tí keypti Hann hana sjávur – ikki við silvuri og gulli – men við dýra blóði sínum.

Høvundurin heldur fram at greiða frá gongdini í bjargingarætlan Guds við orðum, sum eisini kunnu sigast á henda hátt: Vit vita, at Gud er Andi,og tí ósjónligur fyri mannaeygu. Men skuldi Kristus verða Frelsari okkara, so mátti Hann fáa lut í blóði og holdi eins og vit. Hann mátti klæða seg í mannalikam fyri at Hann sum umboðsmaður okkara kundi fara í holmgongu við høvdinga deyðans, sum er Djevulin.

Táið vit lesa hetta, koma vit at hugsa um bardagan millum Ísraelsmenn og Filistarar á sinni, táið Filistararisin Goliat bjóðaði Ísraelsmonnum av og avgjørdi, at stríðið skuldi avgerast við holmgongu. Men eingin Ísraelsmaður vágaði sær at fara í holmgongu við henda risa – heldur ikki Saul kongur, sum var kappi í bardaga – Men tá neyðin var størst, kom ein ungur hirðadrongur ísrael til hjálpar, lítið virdur av monnum og vanvirdur av brøðrum sínum. Hann, sum seinni var kendur sum Dávid kongur, bjóðaði seg fram og fekk loyvi at royna seg. Við hirðastavinum í aðrari hondini og sleingibandi í hinari og nøkrum steinum í hirðataskuni gekk unglingin Dávid fram móti risanum Goliat, sum kom ímóti honum albrynjaður. Men so sigur Dávid hesi mergjaðu orð: “Alt hetta fólk skal sanna, at tað er ikki við svørði og spjóti, Harrin frelsir, tí bardagin er Harrans!” Vit kenna úrslitið av hesum bardaga – hvussu Dávid við steini og sleingibandi feldi Filistarakappan, og høgdi síðan høvdið av honum við hansara egna svørði.

Vit lósu í hesum broti, at Kristus við deyðanum gjørdi hann til einkis, sum hevði veldi deyðans – tað er Djevulin. Eins og Dávid feldi Filistararisan við hansara egna svørði, so feldi stóri sonur Dávids, Kristus høvdinga deyðans við hansara egna svørði, sum er deyðin. Og Hann gjørdi tað, fyri at gera øll tey frí, sum av ræðslu fyri deyðanum vóru í trældómi alla lívstíð sína. Deyðin, sum er ræðslunar kongur, hevur mist sítt valdi yvir børnum Guds, tí høvdingi lívsins vann av høvdinga deyðans, og tók svørðið úr hond  hansara, táið Hann á krossinum smakkaði deyðan fyri okkum.

Eftir syndafallið gjørdist menniskjan trælir av ymsum valdum, sum eru í tænastu Djevulsins, og hesar maktir trælabinda framvegis hin ófrelsta. Harrin Jesus segði: “Hvør tann, ið ger synd er trælur syndarinnar.” Men so legði Hann aftrat: “Fær tí Sonurin gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir.” Skriftirnar siga eisini, at lønin ið syndin gevur er deyði – og ikki so løgið, er tað henda løn, sum menniskjan ræðist. Men fær Sonurin loyvi til at loysa úr syndabondum, so loysir Hann eisini úr tí trældómi, sum eitur ræðsla deyðans, tí deyðin hevur einki vald yvir Guds børnum – Harrin Jesus segði sjálvur í kirkjugarðinum í Betania á sinni: “Eg eri uppreisnin og lívið. Tann, sum trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr!”  Og eina aðra staðni sigur Hann: “Tann, sum trýr Honum, ið sendi Meg, er farin yvirum frá deyða til lív!” Tí Kristus smakkaði deyan í okkara rúm og stað. Táið eitt Guds barn flytur úr hesum heimi, so er leiðin ikki gjøgnum deyðan men gjøgnum dal deyðaskuggans sigur sálmur 23, sum verður nevndur hirðasálmurin. Og hirðin, er eingin annar enn Kristus, sum kallar seg hin góði hirðin, ið gav lív sítt fyri seyðin. Tað er hann, ið leiðir barn sítt gjøgnum henda  myrka dal. Men seyðurin, sum er leiddur og vardur av tí góða hirðanum, hevur einki at óttast fyri, tí skuggin av deyðanum , so óhugnaligur hann er, kann hóast alt ikki gera nakran skaða.

Høvundurin leggur dent á, at Kristus tók sær ikki av einglum, men av avkomi Ábrahams. Einglar syndaðu jú eins væl og avkom Ábrahams. Og so kunnu vit spyrja, hví er eingin frelsa fyri fallnar einglar? Skriftirnar geva okkum einki svar, men siga bara: “Gud eirdi jú ikki einglar, táið teir syndaðu, men stoytti teimum niður í avgrundina og gav teir upp at sita fastar í hellum myrkursins til dóm.”

Hesin loyndardómur er ikki okkum opinberaður: Men vit vita, at Gud í vísa ráði sínum legði eina frelsuætlan fyri mannaættina, og Hann hevur opinbera náði og miskunn sína, táið Sonurin vitjaði henda heim í mannalíki. Jú, Hann mátti í øllum verða brøðrum sínum líkur, so Hann kundi verða miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur fyri Gudi at gera bót fyri syndir fólksins. Skriftirnar siga okkum greitt, at Hann varð freistaður ella royndur í øllum á sama hátt sum vit; men syndin kundi ongantíð freista Frelsara okkara – tí Hann var ikki bara sakleysur, sum Ádam og Eva áðrenn syndafallið. Men Hann var heilagur og fullkonin og uttan synd. Tí kundi ikki freistast av henni. Eingin syndig girnd var í Honum. Táið Satan royndi at freista Hann í oyðinørkini, prógvaði Hann bara, at Hann var syndleysur. Hann var ikki sekur í nakrari synd, hvørki í huga, orðum ella gerðum. Men sum maður var Hann undirgivin likamsins veikleikar og tørvir. Táið vit eyggleiða henda signaða Mann gjøgnum evangeliini, hava vit alla tíðina grund til at undrast yvir tað fullkomna tamarhald Hann hevði á orðum og gerðum sínum, hóast tær óndu kreftirnar bjóðaðu Honum av alla tíðina.

Eingin annar enn Menniskjasonurin hevur megnað at fullføra vilja Guds her á jørð. Ádam og Eva fullu í bestu umstøðum, men Kristus sigraði ferð eftir ferð í ringastu umstøðum. Skulu vit seta eina yvirskrift yvir foldarlívi Hannsara, so er tað: Lýdni móti Gudi. Hann segði sjálvur: “Eg eri komin niður av Himli – ikki at gera vilja Mín, men vilja Hansara, sum sendi Meg.”

Tað kann tykjast ósambærligt, at hin ævigi skaparin, sum ikki møðist og ongantíð verður máttleysur, tí Hann hevur alt vald í Himli og á jørð- mangan gjørdist móður og mátti hvíla seg, táið Hann ferðaðist her á fold. Hin sami, sum borðreiddi fyri meir enn tveimum millónum menniskjum í eini turrari oyðimørk í umleið 40 ár – hann gav teimum dagliga breyð av himli og vatn úr klettinum. Men sjálvur bað Hann eina fátæka kvinnu, um vatn at drekka, tí Hann var tystur. Hin sami sum segði : “Um nakar tystir, komi hann til Mín og drekki!” Tað var Hann, sum í svárari píni, rópti hesi minniligu orð: “Eg tysti!” Hin sami, sum skapti himmal og jørð við Sínum veldis orði, segði ein dag hesi ófatuligu orð: “Revar hava holir og himmalsins fugla reiður, men Menniskjasonurin hevur ikki tað, sum Hann kann halla høvur sítt til!”

Tað er signað at vita, at vit eiga ein slíkan Frelsara, sum á sínum likami kennir allar tær líðingar, sum eitt Guds barn fer ígjøgnum í einum køldum og óndum heimi. Tí kann Hann koma okkum til hjálpar, sum freistað verða og tíverri mangan falla – men Hann kemur okkum hvørja ferð til hjálpar, tí Hann hevur inniliga samkenslu við okkum.

Latið okkum tí ikki missa mótið – men geva Honum loyvi at byrja av nýggjum við okkum!