Kristus í Hebrearabrævinum (4/8) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í átta pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Kristus í Hebrearabrævinum. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.
Fjórði partur er um triðja og fjórða kapittul í brævinum.

Avskrift

Eg haldi at Hebrearabrævið er tann bók í Bíbliuni, sum eina mest sjóar bæði testamentini saman í eina heild. Tí tað er, sum tað mangan hevur verið sagt: Nýggja Testamentið er goymt í Gamla Testamentið og Gamla Testamentið er opinberað í tí Nýggja.
Vit halda fram við evninum: Kristus í Hebrearabrævinum – og vit lesa fyrst tey seks fyrstu versini í 3. kapitli:

“Heiløgu brøður, tit, sum hava fingið lut í himmalskum kalli, hugsið tí um ápostulin og høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus, sum var Honum trúgvur, ið gjørdi Hann til tað, eins og eisini Móses var í øllum húsi Hansara! Tí hesin er hildin so mikið meiri dýrd verdur enn Móses,sum tann, ið húsið gjørdi, hevur meiri æru, enn húsið sjálvt. Hvørt hús verður jú gjørt av onkrum; men tann, sum alt hevur gjørt, er Gud. Víst var Móses trúgvur í øllum húsi Hansara sum tænari, til at vitna tað, ið talast skuldi; men Kristus er tað sum Sonur yvir húsi Hansara. Og hús Hansara eru vit – so satt sum vit halda dirvinum og vónini, ið vit rósa okkum av, føstum líka til endan.”

Hebrearabrævið 3, 1-6

Og síðan lesa vit frá vers 12 til vers 14:

“Síggið soleiðis til, brøður, at aldri í nøkrum av tykkum er ónt, vantrúgvandi hjarta, so hann fellur frá hinum livandi Gudi! Nei, áminnið hvør annan hvønn dag, soleingi, sum tað eitur “í dag”, so eingin av tykkum verður herdur av sviki syndarinnar! Tí vit hava fingið lut við Kristusi, so satt sum vit halda hini fyrstu, fullu vissu okkara óvikaðari líka til endan.”

Hebrearabrævið 3, 12-14

Høvundurin byrjar við eini inniligari áheitan til tey heiløgu, sum hava fingið lut í einum himmalskum kalli – Tey sum eru kallað við orði og Anda Guds, og eru vorðin frelst við trúgv á Jesus Kristus, sum náðiboðskapurin boðar. Tað kristna lívið byrjar við, at eg við munninum játti Jesus sum Harra, og trúgvi í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu. Við øðrum orðum, Kristus er vorðin Frelsari og Harri mín. Men hin andaligi nýføðingurin má vaksa og búnast, og tað ger hann, um hann tráar eins og nýføðingurin eftir óblandaðu mjólk orðsins – og tað er hitt sama orðið, sum hann varð endurføddur við – Orðið um Kristus. Av sonnum er Harrin Jesus breyð lívsins, og tann, ið kemur til Hansara skal ikki hungra, og tann, ið trýr á Hann skal aldri tysta.

Tey heiløgu verða mint á at hugsa um ápostulin og høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus. Hvat merkir so heitið ápostul?  Í neyvari merking hava vit ongan ápostul í dag, men á døgum Nýggja Testamentis vóru 12 ápostlar, útvaldir av Harranum Jesusi – Judas Iskariot varð vrakaður og Matteus varð valdur ístaðin. Seinni verður Paulus valdur av hinum upprisna Kristusi til hesa høgu tænastu. Ein ápostul er eitt sendiboð frá Gudi til menniskjuni – Hann skal umboða Gud í hesum heimi. í breiðum týdningi hava sjálvandi øll kristin fingið hasa stóru uppgávu. Vit eru – sum Paulus sigur – sendiboð í stað Kristusar, sum tað hevði verið Gud, ið áminti við okkum..!  Men í neyvari merking, skuldu Harrans Jesu ápostlar lúka í hvussu er hesar treytir: Hava sæð hin upprisna Frelsaran – Fáa eitt serstakt kall til at bera monnum boð frá Gudi – Vera halgaður við eini serligari salving Heilaga Andans – og kunna prógva sítt kall við undrum og kraftargerðum. Hesar treytir lúkaði Harrin Jesus og meir enn tað. Hann prógvaði dýrd og  myndugleika Sín ferð eftir ferð við undurgerðum sínum. Allar náttúrukreftirnar vóru Honum undirlagdar – teir illu andarnir aktaðu Hann, og høvdingi deyðans mátti sleppa býti sínum, táið lívsins Harri beyð. Hann var eitt við Faðirin og hvørja løtu í vilja Guds. Tað er ein slíkan ápostul, Gud hevur givið okkum – ein sum er førur fyri at varðveita áhugamál Faðirsins í hesum heimi.

Somuleiðis mega vit hugsa um Høvuðsprestin – Jesus! Og vit spyrja, hvør er so uppgáva høvuðsprestsins? Høvuðstænasta hansara er at umboða fólkið hjá Gudi. Vit lósu í øðrum kapitli, at hann mátti verða brøðrum sínum líkur, so hann kundi verða miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur fyri Gudi at bera bót fyri syndir fólksins. Og koma teimum til hjálpar, sum freistað verða. Tað levitiska  prestadømi var grundin undir móselóg, og fólkið kundi bert koma Gudi nær gjøgnum høvuðsprestin og prestarnar og offur teirra. Hóast fólkið breyt lógarsáttmálan beinan vegin, so kundi Gud vísa teimum náði gjøgnum ofrini, sum prestarnir bóru inn í hin jørðiska halgidómin uttan íhald. Men alt brævið leggur stóran dent á – at nú hevur bæði Gud og fólkið fingið ein mangan betri umboðsmann. Allir hinir undir lógarsáttmálanum høvdu bæði brek og lastir. Men hesin nýggi høvuðspresturin, sum er fullkomin og uttan brek, verður altíð fagnaður hjá Gudi. Tí eru Guds børn altíð í tryggari varðveitslu.

Kristus hevur verið samanborin við einglaverurnar – hægstu skapningar í tign og valdi – men tað var sum at samanbera leirkerið við leirkerasmiðin. Nú verður Hann samanborin við gudsmannin Móses – Hetjuna, sum leiddi trælafólkið út úr Egyptalandi. Hvør kann samanberast við Móses, sum Gud gjørdi undur og stórverk við? Sum fekk loyvi at tala við Jehova – andlir til andlit. Men tað var bert endurskinið av dýrd Guds, sum Móses sá. Lóggevarin mikli fekk kortini ikki loyvi til at koma inn í land lyftisins vegna álvarsama synd. Móses var ein trúgvur tænari í húsi Guds her á jørð, og løn hansara verður stór í dýrdini. Men Kristus er Sonur yvir húsi Guds, og tað er mangan størri, tí Sonurin gjørdi húsið, sum tænarin virkar í. Húsið, sum Móses tænti í, var ein jørðiskur halgidómur, gjørdur av forgeingiligum tilfari. Men hús Kristusar eru vit – livandi steinar, sum Heilagi Andin byggir til eitt andaligt hús – og hetta hús er samkoma Kristusar – har tvey ella trý koma saman í navni Harrans Jesusar.

Eitt er at játta  við munninum, at Kristus hevur tikið bústað í hjarta mínum við orði og Anda sínum.  Men er tað ikki sjónligt í lívi og atferð míni, so er tað vandi fyri, at tað er ein tóm játtan. Tað er henda ávaring Heilagi Andin ber okkum: Í dag – um tit hoyra rødd Hansara  – herði ikki hjørtu tykkara, eins og varð í beiskleikanum, freistingardagin í oyðimørkini. Harrrin hevði leitt fólkið til markið til land lyftisins, og Hann segði: Hvørt stað, ið tit seta fótin á, skal vera ogn tykkara – Men hvat gjørdi fólkið? Tey vrakaðu tilboðið, og tað ættarliði kom ongantíð inn í landið – og orsøkin var henda eina – Vantrúgv! Tað er neyðugt at fata tey torføru skriftbrotini í hesum brævi í ljósinum av hesum veruleika, at vantrúgvin verður avdúkað, táið royndirnar koma, eins og í líknilsinum um sáðmannin. Bert sáðið, ið fall í góða jørð, bar ávøkst, sum er tekin um lív. Her verður ikki sipað til syndir í lívi Guds barna, sum sjálvandi hava álvarsamar fylgir bæði í hesum lívi og tí komandi. Men tað er henda eina høvuðssyndin, sum eitur vantrúgv, ið Heilagi Andin kom at avdúka í hjørtum manna. Tí Harrin Jesus segði, at Heilagi Andin kom fyri at sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm – um synd, tí tey ikki trúgva á Meg! Eg vil fegin leggja dent á, at ávaringarnar í Hebrearabrævinum eru ikki givnar fyri at taka móti frá einum veikum Guds barni – nei, tær eru fyri at eggja okkum til at koma til kraftarkelduna av nýggjum, so vit fáa andaligt dirvi í lívsins harða stríði, so vónin, sum er Kristus, gerst bjartari sum dagarnir fara. Men høvundurin hugsar kanska serliga um tey, ið ferðast í ongamannalandi, sum er eitt sera vandamikið øki – tí næstan frelstur er tað sama, sum als ikki at vera frelstur. Tað var støðan hjá Agrippa kongi, táið hann sigur við Paulus ápostul á sinni: “Lítið vantar á, at tú yvirtalar meg at verða kristnan!”

Nøkur teirra, ið høvundurin skrivar til vóru júst í hesi álvarsomu støðu. Tey stóðu við hitt tronga portrið, men høvdu ikki stigið inn á hin smala vegin. Tey høvdu vent sær frá sýnagoguni við skuggamyndum hennara, men vóru ikki komin inn í samkomu Kristusar. Tað eru hesi, sum høvundurin so inniliga heitur á, at koma til Kristus í trúnni og ikki vraka náðitilboð Hansara.

Vit lesa trý tey fyrstu versini í fjórða kapitli:

“Við tað at lyfti um at koma inn til hvílu Hansar enn stendur eftir, so latið okkum við ótta síggja til, at eingin av tykkum skal finnast liggjandi eftir! Hin glaði boðskapurin er kunngjørdur okkum við líka væl sum teimum, men orðið, ið tey hoyrdu, hjálpti teimum ikki, tí tey, sum hoyrdu tað, tóku tað ikki til sín við trúgv. Vit, ið eru komin til trúgv, ganga inn til hvíluna – soleiðis sum Hann hevur sagt: “So svór Eg í vreiði Míni: “Sanniliga, tey skulu ikki koma inn til hvílu Mína!” “- og hetta, tóat verkini vóru fullgjørd, frá tí heimurin varð grundaður.”

Hebrearabrævið 4, 1-3

Eftir at Ísrael hevði fjakkað 40 ár í oyðimørkini – leiddi Jósva fólkið inn í landið, sum fleyt í mjólk og hunangi – jú, tey komu at njóta tímiligar signingar, men hvíldin var sera avmarkað, tí fíggindarnir í landinum untu teimum ongan frið. Josva er ein mynd av Harranum Jesusi og í veruleikanum sama navnið, sum merkir Frelsari. Men vit plaga at siga: Munur er á monnum – Josva er bert skuggin av Honum – Kristusi, sum leiðir fólk sítt inn til æviga, sanna hvílu. Tað er hetta, sum Heilagi Andin roynir at trýsta inn í huga okkara gjøgnum tænara sín Dávid, sum skrivar fleiri hundrað ár seinni: “Høvdu tit tó í dag viljað lurtað eftir rødd Harrans!” Tí verður sagt: “Hevði Josva leitt fólkið til hvílu, so hevði Hann ikki talað um ein annan dag seinni.” Kanaans land, sum Josva leiddi fólkið inn í, er bert ein skuggamynd av tí himmalska landinum, sum okkara stóri Josva – Jesus Kristus leiðir fólk sítt inn í. Høvundurin leggur dent á, at hin æviga sabbatshvílan er í Himli – Tað er hin kristna vónin, at skjótt verða vit loyst úr øllum, sum tyngir og darvar her niðri. Men longu í dag kann ein syndari njóta friðin og hvíluna í Kristusi, um hann vil fagna gleðiboðskapinum, og ikki herða hjarta sítt sum forfedrarnir í oyðimørkini. Tí hvørja ferð tú vrakar tilboðið, herðir tú hjarta títt. Kristus stendur framvegis og bjóðar syndarum til sín – hesi orð, sum Hann talaði fyri 2000 árum síðan, hava sama virði í dag: “Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu! Josva leiddi eina lítla tjóð inn til eina sera avmarkaða hvílu. Men Kristus hevur givið óteljandi mannabørnum frið og hvíld í hjartað. Hvør annar hevði vágað sær at bjóða allari mannaættini hvíld og frið!

Kristus er eitt við orð Guds, sum er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð. Ikki ber til at siga: Eg trúgvi, at hvørt einasta orð í Gamla Testament er innblást av Gudi og samstundis seta spurnartekin við, hvør Kristus er! Hetta var stóri trupulleiki hebreara og er tað ivaleyst enn. Harrin Jesus segði við samtíð sína: “Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið vitna um Meg. Og til Mín vilja tit ikki koma, so tit kunnu fáa lív… høvdu tit trúð Mósesi, so høvdu tit trúð Mær – tað er jú um Meg, hann hevur skrivað.” Heldur ikki ber til at siga: Eg trúgvi á Harran Jesus sum frelsara mín, og samstundis vraka stórar partar av orði Hansara. Tí Jesus segði: “Tann, ið elskar Meg, heldur orð Míni, men tann, ið ikki elskar Meg, heldur ikki orð Míni.”

Høvundurin av brævinum sigur, at orð Guds klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara, nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera. Orð Guds er Heilaga Andans svørð, og tað var hetta svørðið, sum Harrin Jesus brúkti móti Satan, táið Hann varð freistaður av Honum. Tríggjar ferð endurtók Hann brot úr 5. mósebók og segði: “Tað stendur skrivað!”
Tað er sum at Heilagi Andin ferð eftir ferð setur henda spurning: “Hvat siga skriftirnar!” ella “Hvussu lesa tit?” Tá – sum nú, vóru menn sera ídnir at leggja aftrat ella taka frá teim heiløgu skriftum – og í mongum førum eydnaðist teimum væl at rangsnúgva orð Guds – og mong vóru dárað av hesum følsku  profetum, tí tey lósu og lurtaðu eftir teimum, ístaðin fyri at lesa og grunda á reina orð Guds.

Orð Guds avdúkar og dømir allan óndskap og alt hykl, sum er fjalt í hjarta og huga okkara, tí er umráðandi at vera ærligur og viðganga fals og brot. Alt er bert fyri eygum Hansara – ikki ber til at fjala nakað. Opinberingin gevur okkum eina mynd av hinum dýrdargjørda Kristusi við hesum orðum: “Eygu Hansara vóru sum eldslogi, og úr munni Hansara gekk út tvíeggjað, hvast svørð, og ásjón Hansara var sum sólin, táið hon skínur í kraft síni!” Tað var ein slík opinbering av Kristusi, sum Saul frá Tarsus fekk á Damaskusvegnum, og sum broytti lív hansara til Paulus ápostul. Og møguliga er hann høvundur til brævið – tað vilja mong halda.

Latið okkum nú lesa trý tey seinastu versini í kapittul 4:

“Við tað, at vit nú hava stóran høvuðsprest, sum er farin ígjøgnum Himlarnar, Jesus, Son Guds, so latið okkum halda fast við játtingina! Tí vit hava ikki høvuðsprest, sum ikki kann hava samkenslu við veikleikum okkara, men ein, sum er freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd. Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar, so vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálp á rættari tíð!”

Hebrearabrævið 4, 14-16

Triði kapittul byrjaði við hesi inniligu áheitan, at hugsa um høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus. Og her verður sagt, at vit hava ein stóran høvuðsprest, tí Hann umboðar okkum í tí himmalska halgidóminum, meðan allir hinir tæntu í einum forgeingiligum, jørðiskum halgidómi. Hesin høvuðsprestur er Sonur Guds og samstundis maðurin Jesus Kristus, sum settist við høgru hond hátignarinnar á hæddini, eftir at hava gjørt reinsan fyri syndir okkara. Vit kunnu møguliga siga, at verk Hansara sum Frelsari endaði á krossinum við sigurrópinum: “Tað er fullgjørt!” Men Hansara veruliga prestatænasta byrjar fyrst nú í dýrdini við høgru lið Faðirsins.

Rómbrævið 8 sigur: “Hvør er tann, ið fordømir! Kristus er tann, sum deyður er, ja, tað ið meiri er – sum er risin upp.” So uppreisnin er í veruleikanum krúnan á frelsuverki Hansara. Tí uppreisnin prógvar, at vit eiga ein livandi frelsara, sum sigraði á Satan og deyðanum. Varð Hann verandi her á fold, áttu vit ongan talsmann ella umboðsmann í Himli, sum kann forsvara børn síni móti áklagum Satans. Tí Bíblian sigur greitt, at hann klagar og spillir tey heiløgu út fyri Gudi nátt og dag. Men tað var júst tí, at Frelsari okkara fór til Himmals og settist við høgru lið Faðirsins. Har er Hann í dag sum okkara fyribiðjari og forsvarari siga skriftirnar. Tí eru vit trygg og eiga fulla vissu um, at Hann kann fullkomiliga frelsa øll tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum. Uppreisn og himmalferð Hansara kvittar fyri, at øll tey, sum hava trúð á Hann skulu vera í staðnum, sum Hann hevur gjørt okkum til reiðar. Hetta er vónin, sum vit hava játtað, og vit eiga at halda fast við hana í hjartanum, tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið. Onkur hevur sagt, at vónin, sum er dótturin, styðjar mangan trúnna, sum er móðurin. Hóast tað er satt, at trúgvin kemur fyrst – og uttan trúgv er tað ómøguligt at tokanst Gudi – og vónin hvílir á trúnni, sum er grundað á Kristus og offurverk Hansara, so er vónin ein lívgandi kraft og eisini ein bjartur vitnisburður fyri monnum, at trúgvin á Kristus býr í hjartanum. Hesi fólk, sum brævið er skrivað til, fóru ígjøgnum stórar trongdir, tí er so umráðandi at eggja tey, at halda fast við játting vónar okkara, hvat tað enn skal kosta. Men prísurin verður mangan størri, um vit tiga vónina burtur. Vit gleðast yvir tímiligt frælsi og frið og tær góðu umstøður, vit hava í samfelag okkara í dag. Hetta taka vit mangan sum eina sjálvfylgju og gloyma at vera takksom. Vandin er stórur at sovna andaliga og missa vónina – Kristus úr eyggsjón – tá er vitnisburðurin eisini burtur. So er spurningurin, hví leiður Harrin fólk sítt mangan gjøgnum atsóknir, trongdir og líðingar – Er tað ikki fyri at styrkja trúnna í veikum Guds børnum, sum Pætur eisini váttar í sínum fyrra brævi. Bíblian og samkomusøgan geva okkum óteljandi prógv fyri, at so er. Vit biðja Harran um vekingartíðir, men vit kanska gloyma mangan, at vit hava ein prís at gjalda, um Harrin skal hoyra og svara bønum okkara.

Vit lósu í hesum seinasta brotinum: “ Við tað at vit hava..so latið okkum..” Gud krevur einki órímiligt av børnum sínum. Hann krevur einki av heimsins menniskjum, tí tey hava einki at geva Honum. Men Hann roknar við, at vit, sum Hann hevur signað so ríkliga, bera Honum nakað aftur, og tað skuldi verið rímiligt. Rómbrævið 12 sigur til dømis, at rímiliga ella andaliga gudsdýrkan okkara er nú at bera fram likam okkara sum livandi, heilagt Gudi dámligt offur, tí vit eru vorðin so rík í Kristusi – Vit sum vóru brotsmenn og fátækir syndatrælir.

Hava vit fingið ein so stóran høvuðsprest, sum Kristus av sonnum er, so skuldi tað ikki verið torført at hildi fast við játtingina. Spurningurin er tí, hvønn játti eg sum høvuðsprest: Kristus ella Aron og synir hansara? Vit kunnu hugsa okkum, at Fariseararnir og teir skriftlærdu saman við prestunum tá á døgum áklagaði tey kristnu og søgdu: Tit hava vrakað og vent  halgidóminum, prestaskapinum og ofringunum bakið – øllum tí, sum Gud hevði givið okkum við Móselóg – og nú standa tit á berum og eiga einki eftir.

Men tey kristnu svaraðu aftur, hin gamli lógarsáttmálin, sum Harrin gav fólki okkara, er farin úr gildi, tí hann var bara ætlaður at vera ein skuggamynd av tí nýggja náðisáttmálanum, sum er komin í gildi við Kristusi. Vit vóru sera fátæk undir tí gamla sáttmálanum, men nú eru vit óendaliga rík í Kristusi. Tí hin nýggi sáttmálin hevur givið okkum nakað nógv betri. Vit hava fingið ein nýggjan halgidóm, sum er bygdur av livandi steinum – tað er Heilagi Andin, sum byggir hann á klettin Kristus – Og Gud býr í hesum halgidómi – tað hevur Hann lovað. Undir lógini hevði bara Levi ætt og hús Arons loyvi at koma inn í samkomutjaldið við einum djóraofri og bert høvuðspresturin hevði loyvi at koma Gudi nær eina ferð um árið við syndoffurblóðinum. Men hetta mátti endurtakast ferð eftir ferð og ár um ár, tí blóðið av bukkum og kálvum kann ikki taka syndir burtur. Øll hesi offur vóru bert skuggamyndir av Kristusi, sum  fór við sínum egna blóði, eina ferð fyri allar inn í hin himmalska halgidómin og vann æviga endurloysing. Hetta offur er fagnað av Gudi og skal ikki endurtakast. Tá var bara eitt hús í Ísrael prestar. Men í dag eru øll Guds børn prestar undir stóra høvuðspresti okkara Jesusi Kristi. Vit tæna sum heilagir prestar í hesum andaliga húsi og bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi tokanst Gudi. Vit bera Harranum javnan lov og tøkkoffur, tí vit hava so nógv at vera takksom fyri. Og vit gloyma heldur ikki at gera væl og geva øðrum burtur av frá okkum. Tí slík offur líkar Gudi. Hetta er ikki tíggjund ella lógarboð, sum vit royna at halda eftir tí gamla sáttmálanum. Men vit geva Harranum við gleði, tí vit skylda Honum alt. Tí táið Hann var ríkur, gjørdist Hann fátækur fyri okkara skuld, fyri at vit við fátækt Hansara skuldu verða rík.

Høvuðsprestur okkara stendur langt omanfyri Aron og synir hansara, tí teir vóru allir syndarar, eins og vit. Teir høvdu ivaleyst samkenslu við teimum , sum vóru veik og fullu, men teir høvdu hvørki vald ella myndugleika at reisa tey upp aftur. Høvuðsprestur okkara er uttan synd, hóast Hann er freistaður í øllum á sama hátt sum vit. Allar freistingarnar, sum komu uttanífrá prógvaði, at eingin synd var í Honum. Hann varð freistaður fyri at Hann kundi læra veikleikar okkara at kenna og hava samkenslu við okkum. Hann kennir allar avmarkingar okkara, tí Hann avmarkaði seg sjálvan, táið Hann gekk her niðri. Hann kundi siga við Esaiasi profeti: “Harrin, Harrin hevur givið Mær lærisveinatungu, so Eg skal duga at styrkja hin móða við orði Mínum. Hvønn morgun vekur Hann oyra Mítt. Hann vekur tað, so Eg skal hoyra sum lærisveinar hoyra.”

Hann hevur samkenslu við veikleikum okkara sum menniskju, men Hann hevur als ikki samkenslu við syndum okkara. Hann dømir tær og fyrigevur okkum, táið vit játta av sonnum hjarta. Tí hetta er ein meginregla í orði Guds – tað sum vit eisini lesa í fyrsta brævi Jóhannesar: “Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” Syndajáttan er altíð lykilin til syndafyrigeving – bæði táið vit á fyrsta sinni komu til Harran sum ófrelst – og ikki minni nú vit eru vorðin børn Hansara – táið vit snáva og falla og familjusamfelagið verður slitið. Men Jóhannes heldur áfram og sigur: “Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda. Men um onkur syndar, hava vit talsmann hjá Faðirinum, Jesus Kristus, hin rættvísa.” Hetta er ein signa trygd, at vit veiku børn Guds, hava ein forsvarara hjá Faðirinum, táið vit snáva og falla. Hann kann í rættvísi prógva fyri maktum og myndugleikum og fyri honum, ið ákærir, at dýra blóð Hansara hevur rindað alla synd hjá honum, sum nú syrgir og grætir um brek og fall. Faðirin er alla tíðina til reiðar at fyrigeva, tí Hann vil fegin hava samfelag við barn sítt. Øll foreldur kenna av royndum, at barnið er ofta treiskt at viðganga og játta. Men beinan vegin barnið angrar og játtar er tað hjartaliga vælkomið í ein opnan favn, sum tekur tað inn at sær í inniligum, fyrigevandi kærleika. Vit kenna myndina úr Lukas 15: Faðirin tók Sonin inn í sín favn og gav honum ein fyrigevandi koss, tí sonurin hevði angrað og játtað og kom heim aftur.

Kapitulin endar við eini inniligari áheitan: Latið okkum tí við dirvi stíga fram fyri hásæti náðinnar! So spyrja vit, hvat er dirvi okkara grundað á – og svarið er, tí vit hava ein høvuðsprest, sum kann hava samkenslu við veikleikum okkara. Tað er stóri høvuðsprestur okkara, sum situr í hásætinum, sum ikki er eitt dómshásæti men eitt náðihásæti. Hevði tað veri eitt dómshásæti, so hevði valla nakar havt dirvi at komi fram fyri tað – eingin hevði vágað sær at lurta eftir rættvísa dómi Guds yvir sekar syndarar. Men náðihásætið umboðar ein fyrigevandi Faðir, sum elskar børn síni hóast lýtir og brek. Nú hevur barnið einki at óttast, hóast einki er fjalt fyri eygum Hansara, sum situr í hásætinum.
Tað er við náðihásætið at vit  fáa miskunn og finna náði til hjálp – og okkum tørvar dagliga bæði miskunn og náði, skulu vit mennast og trívast andaliga. Náði Guds varð opinberað okkum til frelsu – men henda sama náði venur okkum upp til at avnokta gudloysi og hinar veraldarligu girndir – tí náðin gevur gudsbarninum kraft til at liva sámiliga, rættvíst og gudiliga. Sagt við øðrum orðum: Gevur náðin kraft til at liva tað kristna lívið, so er umráðandi at varðveita sambandið við kraftarkeldina.

At enda vil eg fegin seta okkum øllum henda spurning: Kenni eg náði Harrans Jesusar – og havi eg dagliga samfelag við náðihásætið og signaða Frelsara mín, høvuðsprestin Jesus Kristus?