Kristus í Hebrearabrævinum (6/8) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í átta pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Kristus í Hebrearabrævinum. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.
Sætti partur er um kapittul 8, 9 og 10 í brævinum.

Avskrift

Tað verður sagt, at Hebrearabrævið er goymt í triðju Mósebók – og triðja Mósebók er opinberað í Hebrearabrævinum, tí presta – og offurtænastan verður serliga viðgjørd í hesum báðum bókum. Men hvør ein munur tað er á gudstænastuni undir tí gamla lógarsáttmálanum og tí nýggja náðisáttmálanum – Og tað er høvuðspresturin sum veruliga ger allan munin. Aron er bert ein skuggi, sum boðar frá, at Guds høvuðsprestur Kristus fer at koma. Er munur á monnum – Aron og Kristusi – so er munurin ikki minni á tænastum teirra. Høvundurin leggur dent á hetta í kapittul átta, níggju og tíggju.
Vit lesa tey fyrstu tíggju versini í  kapitul átta:

“Samløga tess, ið her verður talað um, er nú hetta: Vit hava slíkan høvuðsprest, sum hevur sett seg við høgru síðu hásætis hátignarinnar í Himlunum, sum tænari í halgidóminum og hinum sanna tabernakli, sum Harrin og ikki menniskju hava reist. Ein og hvør høvuðsprestur verður jú settur inn til at bera fram gávur og sláturoffur, tí má hesin við hava nakað at bera fram. Var Hann nú á jørðini, so var Hann als ikki prestur, tí her eru teir, ið eftir lógini  bera fram gávurnar – teir, ið tæna við mynd og skugga hins himmalska, eftir fyriskipanini, ið Móses fekk, táið hann skuldi gera tabernaklið. “Síggj til,” segði Hann, “at tú gert alt eftir fyrimyndini, ið víst tær varð á fjallinum!” Men nú hevur Hann fingið so mikið betri tænastu, sum tað er betri sáttmáli, Hann er millummaður fyri, ein, ið grundaður er á betri lyftum. Tí hevði hin fyrri verið ólastandi, so hevði ikki verðið leitað eftir staði fyri øðrum. Tað er jú lastandi orð, Hann talar til teirra, táið Hann sigur: “Dagar koma – sigur Harrin – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og hús Juda, ikki sáttmála sum hann, Eg gjørdi við fedrar teirra, tann dag Eg tók í hond teirra at leiða teir út av Egyptalandi; tí teir vóru ikki verandi í sáttmála Mínum, og eg legði einki í teir – sigur Harrin. Nei, hetta er sáttmálin, Eg skal gera við hús Ísraels eftir teir dagar – sigur Harrin: Eg skal leggja lógir Mínar í sinni teirra, Eg skal skriva tær á hjørtu teirra, og Eg skal vera Gud teirra, og tey skulu vera fólk Mítt.”

Hebrearabrævið 8, 1-10

Vit hava ein slíkan høvuðsprest, sum ber av øllum øðrum, ið verið hava. Brævið er komið til hesa niðurstøðu, tí Kristus er bæði kongur og prestur og hevur sett seg við høgru síðu hátignarinnar á hæddini. Hann tænir ikki í eini tjaldbúð á jørðini, sum menniskju hava reist, men Hann tænir í tí sanna tabernaklinum, sum Harrin sjálvur hevur reist í Himli. Og tað er eyðsæð, at teir størstu og dýrastu halgidómar her á jørð kunnu als ikki samanberast við hin himmalska. Samkomutjaldið í oyðimørkini og øll presta og offurtænastan var eftir tí fyriskipan, ið Móses fekk beinleiðis frá Gudi, men kortini var tað at rokna sum skuggin av tí himmalska halgidómi, har okkara stóri høvuðsprestur tænir nú.

Vit lesa ferð eftir ferð í hesum brævið, at vit við Kristusi hava fingið nakað betri enn tað gamla, sum farið er úr gildi. Tað verður sagt okkum, at tænasta Hansara er betri, tí vit hava ein fullkomnan umboðsmann við høgru hond Faðirsins – og hvørja ferð Faðirin hyggur á Sonin, sær Hann øll børn síni í  Honum. Vit eru fagnaði í hinum elskaða. Tænasta Hansara er grundað á ein nýggjan sáttmála, sum Hann er vorðin millummaður og borgsmaður fyri – Ein sáttmáli sum er betri enn hin gamli lógarsáttmálin, tí hann var treytaður og avmarkaður – Gud gjørdi henda sáttmála við Ísrael. Men vit vita, at hann varð beinan vegin brotin av tí eina partinum – Ísrael –  og tí fekk hann lítið og einki virði. Men hetta kom ikki óvart á Gud – Hann hevði longu ætlanir um ein nýggjan og betri sáttmála, sum var grundaður á betri lyftum. Nú fer Faðirin at gera ein ævigan, treytaleysan sáttmála við Son sín, og lyftið um henda sáttmála er stuðlað við einum eiði – sum Faðirin sambært Sálm 110 gav Soninum: “Harrin svór, og Hann skal ikki angra tað: “Tú ert prestur í allar ævir!””

At náðisáttmálin er grundaður á betri lyfti verður eisini prógvað í Galatiabrævinum, sum sigur: “Nú vórðu lyftini givin Ábrahami og avkomi hansara; ikki stendur “avkomum”, sum um nógvar, men sum um ein: “Og avkomi tínum:” – og tað er Kristus. Og lyftið, sum Gud gav Ábraham var hetta: “ Eg svørji um Meg sjálvan, sigur Harrin, at aftur fyri at tú gjørdi hetta og spardi ikki einasta son tín, so skal Eg stórliga signa teg… og í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar – aftur fyri at tú lurtaði eftir Mær!”

Hesi lyfti vórðu givin Ábrahami fleiri hundrað ár, áðrenn lógarsáttmálin varð givin, og tí kundi lógin ikki skúgva lyftini til viks. Og so upp aftur fleiri hundrað ár eftir at lógin varð givin, gevur Gud hesi lyfti gjøgnum Jeramias profet: “Dagar koma – sigur Harrin – táið Eg skal gera nýggjan sáttmála við hús Ísraels og hús Juda – tí kann tað av sonnum sigast, at náðisáttmálin er grundaður á betri lyfti enn lógarsáttmálin. Hin fyrri sáttmálin varð skrivaður á steintalvur, men hesin nýggi verður skrivaður á kjøttalvur hjartans.”

Hesin sáttmálin kom veruliga í gildi, táið Harrin Jesus rópti sigurrópið á krossinum: “Tað er fullgjørt!” Men kortini er hann ikki enn komin í gildi fyri Guds jørðiska fólk Ísrael – Ein dagur kemur, táið tey sum tjóð skulu fagna Kristusi – og tey koma at siga orðini, sum Harrin legði í munn Esaiasar: “Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.” – Tá koma tey at njóta signingarnar av hesum sáttmála í túsund ára ríkinum. Men Kristi samkoma byrjaði at njóta signingarnar á Hvítusunnu, táið hin dýrdargjørdi høvuðsprestur okkara sendi Heilaga Andan til jarðar og likam Kristusar varð skapt. Hvør einstakur, sum er doyptur í Kristi likam við trúnni á Frelsaran, er komin í henda nýggja náðisáttmála. 

Harrin sigur: “Eg skal leggja lógir Mínar í sinni teirra, Eg skal skriva tær á hjørtu teirra…. Eg skal vera órættvísi teirra náðigur og ikki longur minnast syndir teirra” – Hetta er Heilaga Andans náðiverk í hinum trúgvandi, sum lógin ikki megnaði at fremja. Tí lógin var ongantíð ætlað at veita mannaættini bjarging, men hon skuldi heldur prógva og sannføra menniskjað um, at henni tørvaði bjarging – hon peikaði til bjargingarmannin Kristus, sum fór at koma at fremja alt tað, sum heilaga lóg Guds krevur av máttleysum syndarum. Og Gud fekk alt tað, sum Hann kravdi, táið Kristus rópti á krossinum: Tað er fullgjørt!
Tí kann Hann í rættvísi fagna syndatrælin, ið flýggjar í náðiarmar Hansara og ættleiða hann sum barn ella son í húsinum Og sonurin fær bæði hug og megi til at fremja áhugamál Faðirsins – Tað sum áður kendist sum tungt og vónleyst trælaarbeiði er nú vorðið ein stórur framíhjárættur, tí barnið elskar Faðirin og bjargingarmannin og vil fegið gleða hjarta Hansara. Onkur hevur sagt: Krossurin tók lógarsáttmálan burtur, og oyðing Jerusalems – sum hendi eini fjøruti ár seinni – jarðaði hann. Men hann var ikki jarðaður, táið brævið varð skrivað, men vit kunnu kanska siga, at hann stóð undir børu.

Hóast næstan 20 øldir eru farnar, síðan brævið var skrivað, so eru tey tíverri so mong í dag, sum framvegis lata seg binda av boðum og halgisiðum, sum hvørki hava halgandi ella frelsandi megi. Men náðisáttmálin sum kom í gildi á Hvítusunnu, hevur staðið sína roynd  – Og søgan hevur prógvað, at sannur kristindómur gevur gleði og frið til byrðað hjørtu og sæla vón til hin vónleysa  – Tí tann, sum hevur tikið ímóti náði Guds í Kristi Jesusi – er komin í varandi samband við kraftar og náðikelduna – Kristus!

Táið vit koma til kapittul níggju í brævinum, leiðir Heilagi Andin okkum til samkomutjaldið í oyðimørkini hin stóra bótadagin, sum var 10. í sjeynda mánaða. Hetta var størsti hátíðardagur í árinum, tí henda dag ber høvuðspresturin syndoffur blóðið inn í tað Alraheilagasta – og ger bót fyri sínar egnu og fólksins syndir og mistøk. Men hóast blóðið ikki kundi taka synd og mistøk burtur, so gjørdi tað bót – tað vil siga fjaldi mistøkini fyri ásjón Guds – inntil dagurin kom, táið Jesu dýra blóð reinsaði frá allari synd. Rómbrævið sigur, at Gud hevði tol við syndinum, ið áður vóru gjørdar – inntil blóð Jesusar tók tær burtur við alla. Lat meg fyrst siga, at øll tey mongu syndoffur, sum Ísraelsmenn bóru Gudi, kundu ikki taka eina einsatu synd burtur – og tey mongu tons av blóði kundu heldur ikki reinsa frá synd. Hvørt einstakt offur var bert ein skuldarseðil, sum Gud sjálvur fór at gjalda einaferð. Vit kunnu siga, at hin stóra bótadagin fyrigav Gud fólksins syndir og brek uppá borg við tí treyt, at ein dag skuldi skuldin gjaldast og síðani strikast.

Vit síggja høvuðsprestin leiða tveir geitabukkar fram at brennioffuraltarinum, sum stendur beint innan fyri portrið í forgarði samkomutjaldsins – Hann leggur hendur sínar á høvur teirra, og tað merkir, at hann leggur synd fólksins á hesar báðar syndabukkar. Síðani verður tann eini dripin og blóð hansara verður borið inn í sjálvan halgidómin, sum bót fyri syndir. Men henda eina dag fær høvuðspresturin loyvi at fara inn um forhangið – sum skilti tað heilaga frá tí alraheilagasta – við blóði og roykilsi, og hann slettir nakrar dropar frammanfyri sáttmálaørkina og ein bloðdropa á lokið, sum kallast náðistólurin. Við hesum hevur hann gjørt bót fyri synd fólksins fyri eitt ár. Síðan letur hann mann fara við hinum livandi bukkinum og leiða hann langt út um tilhaldið – út í oyði land, har hann ber fólksins syndir.

Hetta er ein dupult mynd av Kristusi, sum tekur syndina burtur við alla. Vit minnast orð Jóhannes doypara: Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins – Tað var Harran Jesus, Doyparin peikaði á og segði hesi orð um, tí Hann tók alla heimsins synd burtur úr eygum Guds – Hann bar syndir okkara í likami sínum upp á træið. Men skriftirnar siga eisini, at blóð Jesusar reinsar frá allari synd. Harrin segði í forum við Ísrael í Egyptalandi: Eg skal síggja blóðið, og deyðseingilin skal ongan saka, har blóðið er smurt á durastavin – Og vit spyrja, hvat talaði hetta blóð um – uttan dýra blóð Jesusar, sum reinsar dálkaðar syndarar, so teir kunnu fáa atgongd til hásæti náðinnar.

Tú kanst taka okkurt dømi úr dagliga lívinum, sum lýsir hesar sannleikar. Táið eg var smádrongur var vanligt at keypa uppá borg gjøgnum alt summarið. Men seint á heysti fekk fiskimaðurin avrokning, og tá var peningur tøkur at gjalda skuldina við.

Keypir tú eini hús í dag, so er vanligt at fara í sparikassan ella bankan, fyri at fáa hjálp at fíggja keypið. Men áðrenn peningastovnurin veitir tær pening, krevur hann veðrætt í ognini og eisini  eina  váttan, har tú bindur teg til at gjalda skuldina innan ávísa tíð. Táið øll skuldin er goldin, gevur peningastovnurin tær kvittan fyri, at nú er bæði skuldin og veðrætturin strikaður – men samstundis verður ognarbrævið áteknað av Dómaranum, sum prógv fyri, at nú eigur tú ognina í heilum líki.

Handilsmenn og peningastovnar koma við hvørt í trupulleika, tí skuldin verður ikki goldin til ásetta tíð, tí so mangt kann broytast í tímiligum viðurskiftum. Men so er ikki hjá Gudi – Hann roknaði ongantíð við, at Ísraelsmenn skuldu rinda ella loysa skuldarseðlarnar teir bóru Honum dag um dag og ár um ár. Nei, Hann hevði sett sær fyri sjálvur at gjalda allar skuldaseðlarnar, og tað gjørdi Hann á Golgata.

Tað var ivaleyst myrkasti dagur í mannasøguni, táið menniskjan varð rikin út úr urtagarði Edens – burt frá nærveru Guds – men síðan hava menn til fánýtis roynt at gjørt sín egna veg inn aftur til Gud – og gjøgnum øldirnar var hesin stóri spurningur óloystur: Hvussu kann ein syndari sleppa inn í nærveru Guds?  Men Gud loysti sjálvur henda spurning eina ferð fyri allar, táið Hann gjøgnum blóð Kristusar legði vegin frá jørð til Himmals.

Undir tí gamla sáttmálanum var als eingin atgongd til Gud. Royndi onkur at treingja seg inn, so varð hann miskunnarleyst sligin niður. Bert høvuðspresturin hevði loyvi at fara eina ferð um árið inn um forhangið við syndofri og roykilsi, og tað mátti endurtakast ár um ár. Hóast hetta bert var skuggamynd av veruleikanum, so prógvar tað, at vegurin til hin himmalska halgidómin var ikki opinberaður enn. Mangur suffaði ivaleyst undir tungu byrði lógarsáttmálans og spurdi: Nær fer Hann at koma, sum allar skriftirnar tala um – Kristus, sum skal loysa fólk sítt úr øllum trældómi? Tey suffaðu og góvu seg eins og forfedrar teirra í Egyptalandi. Men Gud hoyrdi suff teirra og mintist sáttmála sín við Ábraham – Gud sá til Ísraelsmenn og Hann kendist við teir – og Hann segði, nú eri Eg komin niður at fría tykkum úr øllum trældómi!

Tað er sum at Heilagi Andin minnir Hebrearar á, at eins og Gud kom forfedrum teirra til hjálpar og frelsti teir úr trældómi Egyptalands á sinni, so er Hann komin aftur til okkara við endan á hesum døgum við syninum Jesusi Kristi – fyri at frelsa okkum frá banni lógarinnar.
Høvundurin sigur tað við hesum orðum í kapittul 9 frá vers 11:

“Men Kristus kom sum høvuðsprestur fyri hinum komandi góðum, og hann fór gjøgnum hitt størra og fullkomna tjaldið, sum ikki er gjørt við hondum – tað er: Sum ikki er av hesum skapningi – og Hann fór, ikki við blóði av bukkum og kálvum, men við sínum egna blóði, eina ferð fyri allar inn í halgidómin og vann æviga endurloysing. Tí so satt sum blóð bukka og tarva og øskan av kvígu – við at verða slett á hini óreinu  – halgar til útvortis reinleika, hvussu mangan meir skal tá blóð Kristusar, Hansara, sum við ævigum Anda bar fram seg sjálvan lýtaleysan fyri Gudi, reinsa samvitsku tykkara frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Gudi!”

Hebrearabrævið 9, 11-14

Vit standa í forgarði halgidómsisn hin stóra bótadag og eyggleiða og síggja høvuðsprestin koma út úr halgidóminum eftir offurblóðinum, sum skal gera bót fyri fólksins syndir. Hann tekur tað og ber tað inn í tað alraheilagasta. Sum vera man eru vit sera spent, tí hesin er umboðsmaður okkara, sum skal geva Gudi bót fyri syndir og mistøk okkara í komandi ári. Tað sum tyngir okkum øll, er hesin spurningur: Fer hin Heilagi og Rættvísi at fagna høvuðspresti okkara – fer Hann at góðtaka bótina, sum høvuðspresturin ber inn í halgidómin? Frøðin er tí stór, táið høvuðspresturin kemur livandi út aftur í fargarðin, tí tað sigur okkum, at bótin er góðtikin fyri eitt ár.

Okkara stóri høvuðsprestur kom á sama hátt úr tí himmalska halgidóminum, har Hann var tilbiðin av tignum og veldum Hann kom úr halgidóminum og út í forgarðin, sum er heimur okkara. Tað var ivaleyst størsta løtan í mannasøguni, táið Kongur konga vitjaði okkum, og vit hoyrdu boðini frá Himli: “Tykkum er í dag ein Frelsari føddur – sum er Kristus, Harrin í staði Dávids!” Men so lesa vit hesi troystarleysu orð: “Hvør trúði tí, ið vit hoyrdu og hvørjum var armur Harrans opinberur?” Hetta er tíverri sannleikin, at tey vóru so fá, ið trúðu á Hann og flýggjaðu í kærleiksfavn Hansara – Tey flestu vendu Honum bakið, tí tey vildu ikki kennast við Hann.

Tað var av sonnum bjarging okkara, at Kristus kom! Tí Hann fór ikki inn í ein jørðiskan halgidóm við blóði av bukkum og kálvum. Nei, Hann fór inn í hin himmalska halgidómin við sínum egna blóði – eina ferð fyri allar og  vann okkum æviga endurloysing. Hann gjørdi ikki bara bót fyri synd – nei, Hann tók syndina burtur við sínum egna blóði. Tað er signað at hava eina reina og góða samvitsku, tí tað tekur ótta og stúran burtur og gevur frið í sinnið. Men hetta megnaði ofrini undir tí gamla sáttmálanum ikki, tí máttu ofringarnar endurtakast dagliga. Men hóast djórablóð ikki tók syndina burtur, so var tað ein bót, sum fjaldi syndina, og soleiðis framdi útvortis halgan og reinsan – uttan at geva varandi samvitskufrið. Øðrvísi er við blóði Kristusar, sum reinsar samvitskuna frá deyðum verkum til at tæna hinum livandi Gudi. Tað er munur á at tæna sum trælur við eini ringari samvitsku, tí skuldin er so ómetaliga stór, og so at tæna skuldafríur sum sonur við eini góðari samvitsku. Áðrenn eg var frelstur royndi eg at pynta meg við lógarverkum og góðum gerningum, men tað gav mær ikki frið í sinn og góða samvitsku, tí eg var sannførdur um, at  míni bestu verk vóru sum skitin klæði fyri Gudi – og hvat so við teim vánaligu? Nei, ábøtur vóru ikki nóg mikið – mær tørvaði ein nýggjan og reinan klædning!

Hin fortapti sonurin í Lukas 15 lýsir henda sannleika so væl. Hann kom til Faðirin skuldarbundin og í skitnum kloddum og játtaði av heilum huga: “Faðir, eg havi syndað móti Himli og fyri tær! Eg eri ikki verdur longur at eita sonur tín.”  Og í somu løtu fekk hann ikki bara fyrigeving Faðirsins, men hann var reinsaður og klæddur í veitslubúnað, sum prógv fyri, at trælurin nú var vorðin sonur í húsinum. Síðani settist faðir og sonur til borðs í einum inniligum og glaðum samfelag. Tað var júst hetta sum hendi, táið eg varð frelstur. Eg fekk eina góða og reina samvitsku, tí øll skuldin var goldin við dýra blóði Kristusar. Allar ákærir tagnaðu, tí nú eigi eg alt í Kristusi og Hann er vorðin rættvísi, friður og gleði mín – Faðirin krevur einki frá barni sínum nú, tí Hann hevur givið mær alt í elskaða soni sínum – Nú er tað stóri frammíhjárættur mín at tæna Harranum við gleði.

Høvundurin leggur dent á, at allar hesar signingar eru grundaðar á nýggja náðisáttmálan, sum í veruleikanum er eitt arvaskjal, sum Faðirin hevur givið børnum sínum. Men eitt arvaskjal kemur ikki í gildi fyrrenn deyði hansara, ið gjørdi arvaskjalið, verður prógvaður Tí tað kann ikki koma í kraft, meðan hann livir. Hin fyrri lógarsáttmálin varð tí vígdur við blóði offurdýrsins – og harvið var prógvað, at nú var hann komin í gildi. Var tað neyðugt, at avmyndir hins himmalska vórðu reinsaðar við blóði – tí tað er ein guddómlig meginregla, at uttan at blóð verður úthelt fæst ikki fyrigeving –  so mátti hitt himmalska sjálvt verða  reinsað við betri ofrum og betri blóði.

Signaði boðskapur evangeliums er, at arvaskjal náðinnar kom í gildi, táið deyði Hansara, sum gjørdi tað, varð prógvaður – og hann var av sonnum prógvaður við uppreisn og himmalferð Kristusar. Men náðisáttmálin hevur afturvirkandi kraft og endurloysir eisini frá brotinum undir tí fyrra sáttmálanum. Hetta merkir, at øll tey heiløgu í Gamla Testamenti verða frelst gjøgnum ofrið í tí nýggja sáttmálanum og fáa lut í tí æviga arvinum, sum liggur framman – og tað verður saman við øllum teimum , ið verða frelst undir tí nýggja sáttmálanum

Høvuðspresturin undir lógarsáttmálanum  dvøldi bara skamma stund inni í tí alra heilagasta – har var eingin stólur at seta seg í eftir liðugt verk, tí verkið mátti endurtakast ferð eftir ferð. Men okkara høvuðsprestur, Kristus – fór inn í sjálvan Himmalin fyri at stíga fram fyri ásjón Guds, okkum til besta. Hann hevur nú sitið í hásætinum við høgru lið Faðirsins í skjótt 2000 ár.

Brævið sigur, at vit hava ein dýrdargjørdan mann í Himli, ið tænir sum høvuðsprestur okkum til besta – har er Hann okkara talsmaður og fyribiðjari. Aron høvuðsprestur bar Ísraels ættir myndaliga á bringudúkinum og akslastykkinum, táið hann ofraði roykilsi fyri gullaltarinum. Nøvn ætta Ísraels vóru jú skorin inn í gimsteinar, sum vóru seymaðir inn í bringudúkin og akslastykkið. Ein undurfull mynd av okkara stóra og fullkomna høvuðspresti, sum ber hvønn einstakan okkara við sítt kærleikshjarta og á sterku herðum sínum.

Esaias profeterar um Kristus, at harraveldi skal hvíla á øksl Hansara, men táið Harrin Jesus vil siga okkum, hvussu tryggur hin frelsti er, so brúkar Hann myndina av hirðanum, sum leggur hin vilsta seyðin á herðarnar ella báðar akslarnar og ber hann allan vegin heim í seyðahúsið. Jú, Kristus kann fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum, tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum. Vit kunnu tí syngja av heilum huga: “ Tryggur í Jesu ørmum – og við Hans eyma bróst – har finnur sál mín hvílu – har verður myrkur ljóst.”

Vit sóu, at eins og Aron kom út úr jørðiska halgidómi sínum, og fór síðan inn aftur í halgidómin við djórablóði fyri at gera bót  fyri syndir fólksins, soleiðis kom Kristus og vitjaði okkum úr himmalska halgidómi sínum fyri at reinsa og taka syndina burtur við sínum egna blóði. Aron kom beinan vegin út aftur úr halgidóminum – tí  tað var eingin hvíld undir tí gamla sáttmálanum – dagliga mátti gerast bót fyri synd og brek, tí djórablóð kundi hvørki reinsa ella taka syndir burtur. Men Kristus – høvuðsprestur okkara – er framvegis inni í tí himmalska halgidóminum – har situr umboðsmaður okkara við høgru hond hátignarinnar. Vit bíða glað í vónini, at Hann fer skjótt at koma út aftur – tað lovaði Hann! Men meðan vit bíða, kunnu vit syngja av heilum huga: “Ei blóð, ei altar nú, nei, ofrið liðugt er, ei roykurin frá lambinum mót Himli longur fer. Men betri blóð úr betri æðrum rann, sum reinsar sálirnar, og skuld út strika kann.” 

Kapittul níggju endar við hesum orðum : “Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur – so skal Kristus eisini, eftir at Hann eina ferð er ofraður til at taka burt syndirnar hjá mongum, aðru ferð – uttan synd – opinbera seg, teimum til frelsu, sum bíða eftir Honum.” Høvundurin sigur greitt, at lagnan hjá hvørjum einstøkum menniskja er at doyggja eina ferð – vit doyggja, tí vit eru øll syndarar og hava syndað – og lønin sum syndin gevur er deyði. Tó deyðin er ikki endin – tað halda mong – men vit lósu, at hareftir kemur dómur – ein rættvísur dómur yvir syndina og syndaran, sum kemur at líða og pínast í allar ævir. Vóru hesi seinastu orðini, so var framtíð okkara sera døpur – og tað sama kundi verið sagt um okkum, sum Harrin segði um Judas á sinni: “Tað hevði verið betur, at hann ikki var føddur.”

Nei, Harrin hevur kunngjørt okkum nakað, sum er mangan betur – øll tey, sum hava latið seg frelst, eiga eina bjarta vón. Gud hevði ongantíð ætlað monnum hesa tungu lagnu, tí sendi Hann Sonin, Jesus Kristus í heimin at frelsa syndarar, og evangeliið vísir okkum leiðina aftur til Gud. Og lagnan verður broytt hjá honum, sum vil ganga henda sæla veg, sum leiðir heim í dýrd. Kristus kom jú og varð eina ferð ofraður til at taka burt syndirnar hjá mongum – tað vil siga, øllum teimum, ið trúgva og góðtaka frelsuverk Hansara á Golgata – hetta verður ongantíð endurtikið, tí tað er ikki neyðugt.

Høvundurin hevur longu sagt okkum, hvussu skuggarnir í tí gamla sáttmálanum opinbera sanna veruleikan av tí nýggja – nú eru skuggarnir burtur og eftir stendur Kristus og krossur Hansara, sum tekur hin fortapta syndaran úr deyðans myrkri og inn í sæluna, har ljós og ævigt lív valdar. Hóast vegurin aftur til Gud var kámur undir tí gamla sáttmálanum, so síggja vit kortini eina týðiliga mynd av honum í samkomutjaldinum í oyðimørkini.

Latið okkum dvølja eina løtu við hesa myndina. Beint innanfyri portrið í forgarðinum stendur brennioffur altarið, har øll blóðofrini vóru ofrað – og øll hesi offur vóru myndir av Kristusi – hinum fullkomna ofrinum. Nøkur fet longur inni í forgarðinum stendur vatnílætið, sum prestarnir dagliga vaska sær í, áðrenn teir fara gjøgnum dyrnar inn í sjálvt samkomutjaldið. Síðan síggja vit ljósastakan til vinstru og sýnisbreyðaborðið beint yvirav til høgru. Men í beina linju frá brennioffur altarinum til vatnílatið  og gjøgnum dyrnar í samkomutjaldinum, koma vit til gullaltarið ella roykoffuraltarið, sum stendur beint frammanfyri inngondina til ta alraheilagasta –  tí samkomutjaldið var í tveimum skilt sundur við einum forhangi – tað heilaga og tað alraheilagasta. Bert høvuðspresturin slapp eina ferð um árið inn í tað alraheilagasta gjøgnum forhangið fram at sáttmálaørkini. Og har opinberaði Gud seg í roykskýggi millum kerubarnar og omanfyri náðistólin, sum var lokið á sáttmálaørkini. Øll hesi innbúgv vóru undurfullar myndir av Kristusi og frelsuvirksemi Hansara, sum lá framman.

Men nú hugsa vit heldur um vegin frá monnum til Gud ella frá Gudi til menniskju. Gera vit eina beina linju frá brennioffuraltarinum gjøgnum vatnílætið og roykilsisaltarið til sáttmálaørkina – og síðan eina tvørstriku frá ljósastakanum til sýnisbreyðaborðið, so hava vit týðiliga mynd av einum krossi. Her síggja vit verkaætlan Guds og sjálva tekningina av vegnum, sum Kristus ein dag legði við blóði sínum á Golgata krossi. Hóast hetta bert eru skuggamyndir, so boðaði Gud við hesum dýru myndum, at einasti vegur til frelsu og sælu er ígjøgnum kross Kristusar. Tað er undurfult at eiga frelsuvissu og hava dagligt samfelag við Harran Jesus gjøgnum orðið og bønina – men enn hava vit bara sæð Frelsaran og himmalska bústað okkara í trúnni – og so er spurningurin: Nær og hvussu verður trúgv okkara broytt við sjón? Trúføstu lyfti Hansara eru mong, sum signaða vón okkara er grundað á!

Her verður sagt, at Kristus skal opinbera seg, teimum til frelsu, sum bíða eftir Honum! Skjótt fer høvuðsprestur okkara at reisa seg úr dýrdarhásætinum – og Hann fer at koma út úr himmalska halgidómi sínum fyri at leiða tey, sum bíða eftir Honum inn til æviga hvíld og frið. Men so er spurningurin til hvønn einstakan: “Væntar tú Guds Son til frelsu, eru samdir Hann og tú? Ert tú reinur og til reiðar, um at Jesus kom júst nú?”

Skriftirnar enda við hesum orðum Harrans  Jesusar: “Ja, Eg komi skjótt!” Og øll tey, sum bíða eftir Honum, svara aftur: “Amen, kom Harri Jesus!”