Kristus í Hebrearabrævinum (7/8) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í átta pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Kristus í Hebrearabrævinum. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.
Sjeyndi partur er um kapittul 10 í brævinum.

Avskrift

Latið okkum fyrst taka ein stuttan samandrátt av tí sum Hebrearabrævið higartil hevur lært okkum um Kristus og skuggamyndirnar av Honum í Gamla Testamenti.

Hin gamli lógarsáttmálin við tí levitisku prestatænastuni er avloystur av náðisáttmálanum við Kristi prestatænastu, sum er mangan betri. Djóraofrini verða ikki endurtikin meira, tí blóð teirra fjaldi bert syndina, sum bót fjalir holini á einum slitnum plaggi. Men ístaðin tók Kristus syndina burtur við sínum egna blóði, sum Hann bar sum offur eina ferð fyri allar inn í hin himmalska halgidómin. Lógarsáttmálin var sera avmarkaður og bert til tjóðina Ísrael, meðan náðisáttmálin fevnir allar syndarar í øllum heimsins londum.

Levitiski høvuðspresturin kom beinan vegin út úr tí alraheilagasta og út í forgarðin at signa fólkið, sum bíðaði eftir honum. Men okkara høvuðsprestur Kristus fór inn í Himmalin, og er har enn – men sum Hann hevur lovað, kemur Hann skjótt aftur eftur fólki sínum. Hetta er hin kristna vónin. Latið okkum nú lesa tvey brot úr kapitul tíggju:

“Tað er jú ómøguligt, at blóð tarva og bukka kann taka burtur syndir. Tí sigur Hann, táið Hann kemur í heimin: Sláturoffur og matoffur vildi Tú ikki hava, men likam gjørdi Tú Mær til. Brennioffur og syndoffur líkaði Tær ikki. Tá segði Eg: Hygg, Eg komi – í bókrullini er skrivað um Meg – at gera vilja Tín, Gud!” Eftir at Hann fyrst hevur sagt: Sláturoffur, matoffur, brennioffur og syndoffur vildi Tú ikki hava, og tey líkaðu Tær ikki” – og tey verða tó borin fram eftir lógini – so hevur Hann harnæst sagt: “Hygg, Eg komi at gera vilja Tín!” – Hann tekur hitt fyrra burtur fyri at seta hitt seinna í staðin  – og við hesum vilja eru vit halgað við ofring likams Jesu Krists eina ferð fyri allar!”

Hebrearabrævið 10, 4-10

“Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin, – sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið – tað er hold Hansara  – og við tað at vit hava stóran prest yvir húsi Guds, so latið okkum stíga fram við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjørtum, ið reinsað eru frá ringari samvitsku, og likamum, ið tváað eru við reinum vatni! Latið okkum halda óvíkiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið! Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum – og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum vit síggja, at dagurin nærkast!”

Hebrearabrævið 10, 19-25

Tað er vert at leggja sær í geyma, at fyri Gudi er einki ómøguligt – og  sama kann sigast um Kristus, hóast tað kann tykjast ómøguligt í eygum okkara, tí tað er ímóti vanligum skili og ymsum náttúrulógum, sum vit kenna. Men táið tað hevur við andalig viðurskifti at gera, bilar skilið mangan, og vit halda okkum vera før fyri at fremja tað ómøguliga. Tí sigur Heilagi Andin so avgjørt: “Tað er jú ómøguligt, at blóð tarva og bukka kann taka burtur syndir.” Hetta kann ikki sigast nóg týðiliga, tí vit eru so tornom.

Høvundurin prógvar pástand sín við einum broti úr Sálmi 40, sum er ein Kristus sálmur burturav. Tað er Sonurin, sum talar við Faðirin við Sálmaskaldinum sum medium: “Sláturoffur og matoffur líkar Tær ikki  – Tú gavst Mær opin oyru – brennioffur og syndoffur krevur Tú ikki. Tá segði Eg: “Hygg, Eg komi – í bókrullini stendur skrivað tað, ið Eg skal gera; at gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði Mín, lóg Tín er Mær í hjarta!”

Sláturoffur og matoffur; brennioffur og syndoffur vóru undurfullar myndir av Kristusi – og tað var so neyðugt at síggja hesar myndir, áðrenn vit sóu sjálvan persónin. Men táið Kristus kom, vóru myndirnar virðileysar, tí tær høvdu longu tænt sínum endamáli. Nú sigur Sonurin: Tú gavst Mær opin oyru! Og Heilagi Andin, sum er hin veruligi høvundi tulkar síni egnu orð: Men likam gjørdi Tú Mær til! Sonurin var jú Andi eins og Faðirin. Men skuldi Hann gerast endurloysari og høvuðsprestur okkara, so mátti Hann klæða seg í mannalikam. Hann var einki minni enn javnlíki Guds, táið Hann frívilliga eyðmýktu seg so ófatiliga nógv fyri at bjarga syndatrælum úr ævigum trældómi. Tú gavst Mær opin ella gjøgnumstungin oyru sipar til hin hebraiska trælin, sum veruliga var leysgivin eftir lógini fagnaðarárið, men av kærleika til konu, børn og harra sín segði hann nei takk til tilboðið, og var verandi trælur saman við familjuni. Men fyri at staðfesta hesa avgerð, varð hann stungin við sýl gjøgnum oyrað. Tað var hetta, sum hendi, táið Harrin Jesus gjørdi seg eins og tænara og varð menniskjum líkur – kærleikin til Faðirin og henda fallna skapning var øll drívkraftin. Av sonnum varð alt likam Hansara gjøgnumstungið og illa viðfarið av gudleysum hondum. Skuldi Kristus hava samfelag við menniskju og líða krossdeyðan, so máti hann klæða seg í mannalikam. Hann mátti lúka treytirnar sum loysari, um Hann skuldi loysa menniskjað frá fylgjum syndanna. Tí mátti Hann í øllum verða brøðrum sínum líkur, so Hann kundi verða miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur fyri Gudi at gera bót fyri syndir fólksins.

Síðani sigur Sonurin: “At gera vilja Tín, Gud Mín, er gleði Mín, lóg Tín er Mær í hjarta!” Og har aftrat verður sagt: “Við hesum vilja eru vit halgað við ofring likam Jesu Krists eina ferð fyri allar!” Líka frá Ádami hevði Gud hugt eftir einum menniskja, sum fór at fremja vilja Hansara her á jørð. Men eins og Ádam fullu øll, tí tey høvdu hvørki hug ella megi til at fremja vilja Guds. Men so kom Kristus, og sum maður kundi Hann siga: “Tað er gleði Mín at gera vilja Tín!” Hóast Hann alla tíðina vitsti hvør vilji  Faðirsins var. Harrin Jesus sigur ferð eftir ferð í evangeliinum, at Hann var komin at gera vilja Faðirsins – Ikki bara deyði Hansara, men alt foldarlívið var eitt prógv um tað  Hvør hugsan, hvørt orð og hvør gerð var í vilja Guds. Og meir enn eina ferð rópti Faðirin av Himli: “Hetta er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til – hoyrið Hann!”

Ísrael hevði lóg Guds sum ok á herðunum, og fleiri av lesarum brævsins ætlaðu at fara undir  hetta okið aftur. Og tað var sum Pætur segði á Ápostlafundinum í Jerúsalem: “Hví freista tit nú Gud við at leggja ok á háls lærisveinanna, sum hvørki fedrar okkara ella vit hava verið mentir at bera. Men øðrvísi var við Kristus. Hann hevði lóg Guds í hjartanum. So er eisini við fólki Hansara, sum eru komin inn í nýggja náðisáttmálan – Tí Harrin sigur um tey: Eg skal leggja lógir Mínar í hjørtu teirra, og Eg skal skriva tær í sinni teirra, og syndir teirra og lógbrot teirra, skal Eg ikki minnast aftur.”

Tað verður sagt um lógartrælin Saul frá Tarsus, at hann froysti hóttir og morð móti lærisveinum Harrans. Men hesin sami maður kundi siga nøkur ár seinni: Kristi kærleiki tvingar meg! Tí Kristi lóg býr mær í hjarta. Tað er hetta, sum vilji Guds fremur, táið hann fær loyvi til tað. Tí við hesum vilja eru vit halgað við ofring likams Jesu Krists eina ferð fyri allar. Hetta merkir, at øll tey frelstu eru vorðin ogn Kristusar í allar ævir. Tað er tíverri so, at mong kær Guds børn tyngjast av ótta og stúran um, at tað møguliga fer at eydnast fíggindanum at ræna ognina úr hondum Kristusar, tí tey gloyma, at vit eiga ein stóran høvuðsprest við høgru hond Guds – ein Frelsara, sum bíðar bert eftir, at allir fíggindar Hansara skulu verða lagdir fótum Hansara til skammul. Tí eru hyggjuráðini, táið freisting og ivi vitjar: Hyggið hvussu stórur Kristus, Frelsarin er – og hugsa samstundis um kærleika og trúfesti Hansara!

Vit minnast orðini, sum Harrin Jesus segði við syndarinnina við Sikars brunn: “Tann tíð kemur og er nú – táið hinir sonnu tilbiðjarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika, tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vil hava.” Eg gloymi mangan, at hetta er høvuðsendamálið við frelsu míni. Tað var ikki eg, sum leitaði eftir Gudi. Nei, tað var Hann sum leitaði eftir mær, tí Hann vildi fáa sær tilbiðjarar millum mannabørnini – menn og kvinnur, sum tilbiðja Hann í anda og sannleika. Tað var tí Hann skapti okkum í mynd síni – vit vóru jú krúnan á skaparverki Hansara, men krúnan misti sína dýrd við fallinum – og tá broyttust øll viðurskifti okkara við Gud. Nú er menniskjan: deyð í synd og misbrotum – langt burtur og útistongd – uttan Gud og uttan vón í hesum heimi – verri kundi støðan ikki vera. Men høvundurin hevur nú eini góð tíðindi at bera øllum, sum vilja fagna Jesusi Kristi og boðskapinum um Hansara frelsandi náði.  Tann, sum trýr á Kristus, er komin Gudi nær og livir ikki í vónloysi longur. Tí Harrin sigur, at syndir tínar og lógbrot tínii skal Eg ikki minnast aftur. Hann hevur tikið allar foringar burtur – dyrnar standa á víðan vegg fyri øllum Guds børnum, sum vilja hava samfelag við Faðirin. Men hvussu skal eg fáa dirvi at stíga fram fyri Gud dýrdarinnar. Eg kenni meg so skitnan og tvitnan, og táið eg hyggi inn í ónda hjarta mítt, gerist eg mótleysur, og eg verði mangan skufffaður av náðisystkin mínum  –  og alt dirvi  er burtur. Bygdi eg andaliga dirvi ella frælsi mítt á slíka vánaliga grund – ja, so var eingin møguleiki at koma Gudi nær.

Men lurta nú eftir, hvat høvundurin sigur: “Við tað, at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin – sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið – tað er hold Hansara – og við tað, at vit hava stóran prest yvir húsi Guds.” Alt dirvi og frælsi okkara er í dýra blóði Jesusar og ongum øðrum. Síggi eg virði í blóði Kristusar, so fái eg dirvi – tí Gud sigur enn, sum í forðum: Eg skal síggja blóðið … Og tað er ikki blóðið av bukkum og kálvum, men blóð Jesusar, sum reinsar frá allari synd. Tað er í Kristusi og blóði Hansara, at eg eri fagnaður av Gudi, og hevði eg vágað mær at komi fram fyri Gud – uttan Kristus og blóð Hansara – so hevði eg verið verri  staddur enn Ísraelsmaðurin, sum royndi at troðka seg inn í tað alraheilagasta.

Kannar tú skriftirnar, so verður tú beinan vegin varur við, at blóðið er eins og ein reyður tráður gjøgnum tær allar. Í Opinberingsbókini fáa vit loyvi til at skoða eitt sindur inn í Himmalin, og vit síggja eitt lamb, eins og dripið – og lambið er eingin annar enn Kristus. Síðani hoyra vit sang teirra endurloystu – ein óteljandi skari – og evnið í sanginum er hitt sama: “Verdur ertt Tú .. tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum og gjørdi tey til kongaríki og prestar fyri Gudi okkara..” Men enn sum áður er Kristi blóð ein dárskapur fyri heimsins vísu og ástoyt fyri allar mannalærir.  

Eg skal royna at lýsa tað við eini lítlari søgu, sum hendi fyri umleið hundrað árum síðani á eini stórum evangeliskum møti í London. Kendi amerikanski evangelisturin Torry hevði eina møtirøð saman við sangaranum Alexander, sum sang hesar hjartanemandi sangir um kross og blóð Jesusar. Eitt kvøldi byrjar Torry møtið við einum serligum boðskapi til hesa stóru samkomu: “Eg fekk bræv í dag frá  manni, ið hevði vitjað møti okkara. Við brævinum sendir hann mær eina sundurskrædda sangbók við nøkrum fáum bløðum. Og síðan las hann brævið, sum ljóðaði nøkulunda soleiðis: “Eg havi verið á fleiri møtum og lurta eftir evangeliska boðskapi tykkara í tali og sangi. Sumt hevur dámað mær væl, serliga táið talað hevur verið um Jesusar foldarlív og áheitanin um, at fylgja Honum eftir sum fyridømi. Men mær dámar als ikki tosið um blóð og krossdeyða Jesusar, og eg kann als ikki njóta mongu óvandaligu sangir tykkara um blóðið. Tí eg kenni tað eins óhugnaligt sum at sita á einum sláturvirki. Eg havi tí loyvt mær at skera øll bløð úr sálmabókini, sum tala um blóðið, og heiti á tykkum at brúka hana í tí líki, hon nú er í.””

Liðugur at lesa brævið, vendi Torry sær til samkomuna og segði: “Vit kunnu als ikki fylgja hasum dáraráðum – tí gjørdu vit tað, høvdu vit einki lívgevandi evangelium at bori tykkum í kvøld. Tóku vit við hasum ráðum at skera blóð Jesusar úr okkara talum, bønum og lovsongi, so høvdu vit skorið alt samfelag við Gud og náðihásæti Hansara burtur við alla – og eingin hevði funnið vegin  aftur til Gud” sigur Torry at enda.

Tí í blóði Jesusar hava vit dirvi at ganga hin nýgja og livandi vegin, sum Hann vígdi okkum á Golgata krossi. Tað er vanligt at kanna, hvussu stóra vekt ein nýggjur vegur ella brúgv kann bera, áðrenn vegurin verður opnaður fyri almennari ferðslu – áðrenn tráðurin verður skorin av onkrum stjørnarleiðara ella høgum embætismanni.  Vit kunnu kanska siga, at vegurin aftur til Gud varð alment opnaður á Hvítusunnu, táið Heilagi Andin endurføddi 3000 sálir. Men Langa fríggjadag var hesin vegur royndur og tað var prógvað, at hann var førur fyri at bera alla synd heimsins, táið Harrin Jesus tók í hondina á einum ránsmanni og leiddi hann inn til Gud. Øldirnar hava prógvað, at tað er ikki neyðugt við nakrari umvæling, tí vegurin er framvegis sum nýggjur. Harrin Jesus, sum legði vegin, er framvegis hin sami og broytist ikki. Hann segði jú sjálvur: Eg eri vegurin, og eingin kemur til Faðirin uttan við Mær!

Eitt er at kenna vegin millum tvær bygdir, men tú kemur ikki frá eini bygd í aðra, uttan tú ferðast eftir tí ávísa vegi. Evangeliið hevur kunngjørt okkum vegin, sum leiðir úr undirgangi og óføri til Himmals, men gangi eg ikki vegin eri eg framvegis líka illa staddur, hóast eg veit alt um, hvussu eg kann verða bjargaður. Eitt er at hoyra boðskapin, annað er at trúgva og verða boðskapinum lýðin. Tað er hetta, sum Heilagi Andin leggur so stóran dent á gjøgnum alt brævið.

Høvundurin ber eina inniliga áheitan til teirra, sum komin eru inn á tann smala vegin við hesum orðum: Við tað at vit hava fingið …. so latið okkum. Sannleikin er tann, at hin frelsti hevur fingið so mangar framíhjárættir og signingar. Men so er spurningurin, hvussu brúki eg allar hesar møguleikar og hesi høvi, sum Harrin í náði síni hevur givið mær! Stígi eg áhaldandi fram fyri Gud við sonnum hjarta, í fullari trúarvissu, við hjarta, ið reinsað er frá  ringari samvitsku, og likami, ið tváað er við reinum vatni? Eg skilti ikki beinan vegin veruliga týdningum av hesum orðum. Eg helt at hetta vísti til eitt ávíst andaligt støði, sum eitt Guds barn fær aftaná frelsuna í heilagari lívsførðslu. Men beint frammanundan lesa vit, at dirvi okkara er bundið at blóði Jesusar og stóra høvuðspresti okkara og einki er nevnt um møguligan andaligan vøkstur, tí ein slíkur vøkstur kann jú ikki fremjast uttan dagligt samfelag við náðikelduna. Tað varð mær nú greitt, at øll Guds børn – stór og smá, búgvin ella óbúgvin- eiga hesa atgongd  til náðihásæti Kristusar. Hesa atgongd fingu vit í trúnni á Jesus Kristus. Tá fingu vit eisini hjarta, sum er reinsað frá eini ringari samvitsku, og vit vóru myndaliga tváað við blóði Kristusar. Alt hetta hendi í tí løtu, eg kom til trúgv á Frelsara mín. Tí siga skriftirnar: Eins og tit hava tikið ímóti Kristi Jesusi, Harranum, livið soleiðis í Honum. Barnið skal ikki fáa nakað nýtt, fyri at toknast himmalska Faðir sínum, men vit eiga at vaksa og búnast andaliga við árinum.

Vit verða seinni í kapitlinum ávarðað um: ikki at kasta dirvi frá okkum. Tíverri er tað møguligt, tí kemur ávaringin – og vit vita tað eisini av beiskum royndum at so er. Tað er skjótt, at syndir og mistøk taka dirvið frá mær – bæði fyri Gudi og monnum – men hvussu skal eg fáa dirvið aftur? Svarið er greitt: Játta syndina fyri honum, tú hevur syndað ímóti – Skriftirnar siga: Játta vit syndirnar, er Harrin trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur og reinsar okkum – síðan er neyðugt at játta fyri tí menniskja, ið eg møguliga havi gjørt skaða. Geri eg hetta av ærligum huga, so fái eg tað andaliga dirvi aftur, sum syndin stjól frá mær. Og eg fái mót av nýggjum, so eg skammist ikki fyri monnum at siga frá vónini, sum er Kristus í mær – vón dýrdarinnar.

Vit vita, at heimurin og hin ófrelsti eigur onga framtíðarvón. Men vit sum eiga eina livandi og sæla vón, mugu ikki tiga hana burtur, tí hon er ein týðandi partur av frelsu okkara – vit kunnu siga endaliga frelsa okkara. Hetta likam, sum andi og sál mín býr í, er deyðiligt og  undir trældómi forgeingiligleikans. Hetta er eingin loyndardómur. Barna og ungdómsárini fóru so skjótt, og áðrenn vit vita av tyngir elli og sjúka – og dustið fer aftur í moldina og verður, sum tað var áður, og andin fer aftur til Gud, sum gav hann. Men nú er tað hin kristna vónin tekur við. Tí táið Kristus við trúnni tók bústað í hjarta mínum, so byrjaði Hann eitt náðiverk í mær – og hetta náðiverk fer Hann at fullføra, táið Hann sambært lyfti sínum kemur aftur. Tá fer Hann at loysa hetta deyða likam úr trældómi forgeingiligleikans til dýrdarfrælsi Guds barna. Tá verður frelsan fullfíggjað, tí eg skal síggja Hann sum Hann er og verða Honum líkur. Hetta eru dýru lyfti Hansara, sum vónin er grundað á  – og eitt er vist – eingin, ið trýr á Hann verður nakrantíð til skammar – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið.

Av tí at øll børn Guds eru eitt andaligt likam, hvørs høvur Kristus er, so er tað náttúrligt, at hvør limur hevur umsorgan fyri hvørjum øðrum. Tí kemur áheitanin: Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa  hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum. Hvussu síggja vit trúnna og vónina í hjørtum Guds barna, uttan av kærleikanum, sum er hin sjónligi ávøksturin í lívi okkara.

Hvussu kann ein útkølnað glóð fáa eldin at kykna aftur – og hvussu kann eg fáa onnur at brenna, um eg ikki brenni sjálvur? Onkur lýsti henda sannleika við hesi mynd: Tað var ein bróður, sum hevði hjartalag og brendi fyri Guds børnum – og hann ansaði eftir, at ein kærur bróður var dragnaður og hevði mist áhugan at koma saman við teim trúgvandi til bøn og breyðbróting. Tað gav honum sorg, og hann setti sær tí fyri at vitja hann  Sum ætlað so gjørt, og hann varð væl móttikin og bjóðaður inn í hugnaliga stovu, har tú kendi hitan frá opnum eldstaði. Hin vitjandi bróðurin setti seg við tað opna eldstaði og uttan at siga nakað orð, tók hann við klovanum eina glóð úr eldinum, og legði hana eitt sindur burtur frá. Húsbóndin undraðist, meðan hin eygleiddi glóðina, sum kølnaði spakuliga og at enda varð svørt og køld. Nú sigur húsbóndin við hin vitjandi – tær nýtist ikki at siga nakað – eg skilji væl, hvat tú meinar, og eg veit, at hetta er tala Guds til mín. Eg komi aftur at savnast við tykkum, so eg kann verða lívgaður og endurnýggjaður aftur í samfelag teirra heiløgu. Gævið tað funnist mangir slíkir hirðar í samkomum okkara – tí mong eru lombini og seyðurin, sum vilstur er av haga.

Pætur  brúkar ein aðra mynd í fyrra brævi sínum – ein innilig áheitan til øll Guds børn: “Komið til Hansara, hin livandi stein, sum er vrakaðu av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur – og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús.” Hesir steinar, ið einaferð vóru deyðir og nyttuleysir, eru nú vorðnir livandi við orði og Anda Guds – og endamálið er stórt í Guds frelsuætlan – steinarnir eru ætlaðir til ein Halgidóm, og ikki at liggja og sløðast til onga nyttu – og tað er eisini ein sera vánaligur vitnisburður. Men so er spurningurin, havi eg givið Heilaga Andanum loyvi til at leggja meg á tað pláss í halgidómi Hansara, sum mær er ætlað? Táið Heilagi Andin hevur lagt hin seinasta steinin, tekur Hann samkomu sína heim í dýrd. Vit syngja viðhvørt:.”Á, sum eg elski Jesu navn!”  Og eg spyrji meg sjálvan: Er tað satt! Elski eg brøður og systrar mínar – ella er tað bert tóm orð, sum eg syngi? Harrin sigur framvegis við hvønn einstakan okkara: “Elskar tú meg, so prógva tað við kærleika og umsorgan tíni fyri samkomuni, sum Eg elskaði og gav meg sjálvan fyri.”

Tað var longu siður tá, at summi náðisystkini góvu uppat at koman saman. Hetta var tó einki nýtt, tí soleiðis var tað eisini á Malakiasar døgum. Harrin hevði bjargað eini leivd av Ísralesmonnum úr trældómi Bábels, men táið tey komu heim aftur til Jerúalem, høvdu mong av teimum ongan hug at koma saman, tí tey søgdu: “Einki spyrst burtur úr at tæna Gudi!” Men nøkur vóru, sum óttaðust Harran og hugsaðu um navn Hansara, og tey komu ofta saman at samtala um Hann. Og so spyrja vit: Var tað tíðarspilla og nyttu leyst? Vit fáa svarið í Malakias 3,16: “Harrin lurtaði eftir og hoyrdi tað, fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast Harran og hugsa um navn Hansara.”

Jú, tað var av sonnum ómakin vert, tí tað loysir seg at koma saman um Harrran – tað hevur so nógv virði fyri Gudi, at tað verður skrásett í Himli. Tað verður ikki gloymt, men  goymt til dag Kristusar – og Harrin fer at duga at løna fyri tænastu og trúfesti, sum gleddi hjarta Hansara.  Táið vit koma saman til breyðbróting ella kvøldmáltíð Harrans, er tað fyri at minnast Hann og kunngera deyða Hansara til Hann kemur – tað var seinasta ynski Hansara, áðrenn krossin.

Tað eru ivaleyst mong, sum hugsa og spyrja: Hvør er tænasta mín? Eg havi ongar náðigávur og als ikki gávur til at kunngera evangeliið! Tó her verður sagt greitt, at vit kunngera evangeliið, táið vit koma saman at minnast Harran. Men tað verðu eisini sagt , at tíðin er sera avmarkað og dagurin nærkast – tí er umráðandi at nýta hvørt høvi í stutta foldarlívi okkara. Skjótt skal hin bjarta morgunstjørnan lýsa á himli og boða frá nýggjum degi – tá verður trúgv broytt við skoðan. Tá liggja allar tær tungu royndir aftan, sum vit fóru ígjøgnum fyri Kristi navns skuld. Royndir, sum vóru neyðugar at styrkja trúgv og andaliga lív okkara. Skriftirnar minna okkum á, at rokna slíkar royndir og líðingar fyri einki, móti dýrdini, ið skal verða opinberað á okkum.

Tað er satt, at tað kostar tær og mær einki at blíva ein kristin, tí frelsan er ein náðigáva. Men tað merkir ikki, at náðigáva Guds er bílig – nei, hon er av sonnum so dýr, at eingin syndari er førur fyri at rinda hana. Men náðigávan er goldin við dýra blóði Kristusar – tí kann hin frelsti syngja av heilum huga: “Hin náðin í Guds hjarta, sum Jesus keypti mær, tá deyðans myrkur svarta á krossinum Hann bar!” Kostar tað einki at blíva ein kristin – so hevur mangur lærisveinur goldið ein høgan prís, fyri at fáa loyvi til at liva sum ein kristin í einum óndum heimi. Men tað var jú hetta, Harrin Jesus segði okkum,  meðan Hann ferðaðist her á fold: “Lærisveinurin er ikki yvir meistara sínum, ei heldur er tænarin yvir harra sínum… Hava tey kallað húsbóndan Beelzebul, hvussu mikið meira tá ikki húsfólk Hansara! Og óttist ikki fyri teimum, ið drepa likamið, men fáa ikki dripið sálina!  Nei, óttist heldur Hann, sum kann forkoma bæði sál og likami í Helviti! Tí hvussu skulu vit sleppa undan dómi Guds, um vit ikki skoyta um eina so stóra frelsu?”

Nú ber Heilagi Andin aftur eina álvarsama ávaring til øll, sum hava hoyrt og kent sannleikar evangeliums og kortini vrakað frelsutilboðið: “Tí synda vit við vilja eftir at vit hava lært sannleikan at kenna, so er einki offur longur fyri synd, men bert ræðulig bíðan eftir dómi…” Lat meg endurtaka: Her verður ikki sipað til syndir, sum menniskju kunnu vera bundin av, ella til syndir og misgerðir, sum Guds børn tíverri kunnu snáva og falla í – nei, her er talan um syndina, sum eingin fyrigeving er fyri – at vraka við alla offurdeyða Kristusar.

Høvundurin endar kapitulin við hesum orðum: “Tí bert so lítla stund enn, tá kemur Hann, ið koma skal og Hann skal ikki drála. Men hin rættvísi Mín skal liva av trúgv, og sigst hann undan, hevur sál Mín ikki tokka til hansara. – Tó, vit eru ikki av teimum, ið sigast undan – til fortaping – men av teimum, ið trúgva  – sálini til frelsu.”

Hann roynir á henda hátt at eggja tey heiløgu til ikki at missa mótið, hóast áhaldandi trongdir og líðingar í einum órættvísum og óndum heimi. Tey verða mint á farnar dagar, hvussu Harrin gav teimum styrki og treysti at halda á og sigra í andaliga stríðnum móti Satans herliðum  – tí Kristus er hin sami – og trúfesti Hansara broytist ikki – hann fer framvegis at varðveita barn sítt, tí  Hann kann ikki  svíkja lyfti síni. Ein ásettan dag í frelsuráði sínum kemur Hann at bjarga børn síni úr landi fíggindans.

Tað er henda trúgvin á Kristus, sum frelsti okkum og sum framvegis skal frelsa okkum inn í æviga ríki Hansara. Tí eingin, sum trýr á Hann verður til skammar. Skriftirnar siga, at á síðstu døgum skulu spottarar spyrja: Hvat verður av lyftinum um komu Hansara? Hví er Hann ikki komin enn! Er tað tí, at Hann í náði og langmóð bíðar eftir tær?

Ein rannsakandi spurningur til tín, sum stendur við hitt tronga portrið og enn ikki er stigin inn á hin smala vegin! Vinur mín, hav í huga, at Harrin er ikki seinførur við lyftinum, og Hann fer heldur ikki at drála, tá hin ásetta løtan kemur!