Kristus í Hebrearabrævinum (8/8) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í átta pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Kristus í Hebrearabrævinum. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.
Áttandi partur er út frá kapittul 11, 12 og 13 í brævinum.

Avskrift

Høvundur Hebrearabrævsins eggjar Guds børn til at halda fast við tað Gud givna dirvið, sum vit eiga í Kristusi. Vit lesa ofta hesa málbering: Við tað at vit hava… so latið okkum – Og so spyrja vit: Hvat hava vit fingið? Og svarið er hvørja ferð: Vit hava fingið, tað sum er mangan betri enn alt tað gamla, sum bert eru skuggar av veruleikanum. Vit hava fingið atgongd til Gud gjøgnum blóð Jesusar, sum legði okkum ein nýggjan og livandi veg inn til hásæti náðinnar. Vit hava fingið ein stóran høvuðsprest, sum situr við høgru lið hátignarinnar okkum til besta – ein umboðsmann, sum hevur vald at frelsa øll tey, sum koma til Gud við Honum, tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum. Eiga vit allar hesar framíhjárættir og signingar, sum eingin kann taka frá okkum, so latið okkum við dirvi halda fast við tað og ikki loyva nøkrum at forða okkum at njóta hesar dýrgripir. Latið okkum tí stíga fram fyri Gud í fullari trúarvissu – og heldur ikki skammast fyri monnum, at játta vón okkara, sum er Kristus. Tað gera vit eina best við at vísa bróðurkærleika og umsorgan fyri hvørjum øðrum í inniligum samfelag.

Nú koma vit til kapitul ellivu, sum viðger trúnna og kraft hennara, prógvað við dømumúr gamla testamenti. Hesar trúarhetjur vóru flest allar – vanlig fólk – sum trúðu Gudi, og tað var roknað teimum til rættvísi. Trúgvin, sum Bíblian viðger,  er álitið á sannleikar Guds og keldina, sum er Gud sjálvur. Trúgvin má tí altíð vera grundað á orð Guds og lyfti Hansara. Skriftirnar og høvundur hennara Gud, kunnu ikki skiljast sundur, tí Hann er eitt við lívsins orð. Tann sum vrakar orðið, vrakar eisini Hann, sum hevur talað tað. Brævið hevur í veruleikanum hesi tvey lyklarorðini: Trúgv og vantrúgv  – Tó, hvør ein munur! Trúgvin á Kristus leiðir til sælu, meðan vantrúgv leiðir til undirgang.
Vit skulu lesa tey fyrstu átta versuni í kapittul ellivu:

“Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst. Fyri hana var tað jú, hini gomlu fingu góðan vitnisburð. Við trúgv fata vit, at heimurin er skaptur við orði Guds, so tað ikki er av  hinum sjónliga, tað sum sæst, er vorðið til. Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin, og við henni fekk hann tann vitnisburð, at hann var rættvísur – táið Gud vitnaði um gávur hansara. Við henni talar hann enn, tóat hann er deyður. Við trúgv varð Enok tikin burtur, so hann skuldi ikki síggja deyðan; og hann var ikki at finna, tí Gud hevði tikið hann burtur. Áðrenn hann varð tikin burtur, hevði hann jú fingið tann vitnisburð, at hann hevði verið Gudi tokkaligur. Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Honum. Tí tann, sum stígur fram fyri Gud, má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, ið søkja Hann. Við trúgv var tað, Nóa, ávaraður av Gudi um tað, sum ikki sást enn, í heiløgum ótta smíðaði ørk, húsi sínum til frelsu. Við henni dómfeldi hann heimin og varð arvingi trúar rættvísinnar. Við trúgv var Ábraham lýðin, táið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv; hann fór avstað, tóat hann vitsti ikki hvar hann kom.”

Hebrearabrævið 11, 1-8

Latið okkum biðja: Harri, vit takka tær fyri, at evangeliið um Harran Jesus er kraft tín til frelsu fyri hvønn tann, ið trýr – Amen!

Ikki av ongum verður kapitulin kallaður kirkjugarður trúarhetjunnar. Men tað er kortini ikki líkini vit skoða, men livandi trúgv teirra á Gud og Frelsaran. Harrin sá trúgv teirra – hóast tey als ikki vóru fullkomin í lív og atferð – men tað er trúgv teirra, sum Harrin gevur viðmæli. Bert trúgvin á Harran Jesus er frelsandi trúgv, og hon er hondin, sum tekur ímóti náðigávu Guds. Vit kunnu kanska eisini siga, at trúgvin er eitt skeyti ella ognarbræv, sum eg havi í hondini, uppá eina ogn, sum eg eigi. Við fáum orðum sigur høvundurin okkum, hvussu trúgvin virkar. Hon gevur fulla vissu um tað, sum vónað verður og sannføring um tað, sum ikki sæst. Tú lítur á Gud, áðrenn tú sært Hann og góðtekur orð Hansara uttan at ivast, og trúgvin mennist og búnast við orði Guds og gjøgnum royndir. Tað verður sagt okkum, at tað ósjónliga er meiri álítandi enn tað sjónliga, tí hin ósjónligi Skaparin stendur aftan fyri alt. Tað sjónliga er jú avmarkað og forgeingiligt, meðan tað ósjónliga er ævigt. Tí fata vit við trúgv, at heimurin er skaptur við orði Guds – tað sum sæst er skapt av tí, sum ikki sæst. Men skapanin kom undir trældóm forgeingiligleikans av syndini. Ábel ásannaði tað við ofri sínum, men Káin vildi ikki góðtaka, at jørðin og tað sum á henni vaks var undir banni Guds. Offur Káins var eyðkent av vantrúgv og tí varð tað vrakað av Gudi. Men Ábel prógvaði við ofri sínum, at hann trúði Gudi og orði Hansara, og trúgv hansara varð roknað honum til rættvísi.

Gud skapti heimin úr ongum. Men av tí at heimurin kom undir bann Guds, mátti hann endurloysast, og menniskjan mátti eisini endurloysast við einum ofri. Enok, sum var endurloystur, var Gudi tokkaligur, tí hann ferðaðist við Gudi í trúgv, og Gud bjargaði honum úr hesum ónda heimi við dýrdargerðing. Høvundurin tekur eitt dømi fyri og annað eftir fyri at prógva, at tað er ómøguligt at toknast Gudi og hava samfelag við Hann, um tú ikki trýr at Hann er og lønir teimum, ið søkja Hann. Øll sonn trúgv er virkin, tí trúgv uttan verk er deyð. Hetta verður prógvað bæði við Nóa og Ábraham. Hesar trúarhetjur høvdu bæði skil, kenslur og vilja sum vanlig menniskju, men skil og kenslur duga illa at taka avgerðir, táið velds um trúarsakir – tá er spurningurin heldur um vilja og lýdni. Nóa vildi trúgva Gudi, hóast tað í mannaeygum var skilaleyst at byggja skip inni í landinum, tí eftir øllum at døma  hevði tað ongantíð regnað á jørðini áður. Men Nóa gjørdi í einum og øllum sum Harrin hevði sagt við hann, og við trúarverki sínum dømdi hann heimin og bjargaði samstundis húsi sínum frá undirgangi. Samsvarar lív og atferð okkara við evangeliið, so døma vit tey gudleysu, men samstundis bera vit teimum boð um bjarging undan dóminum.

Ábraham trúði Gudi og var lýðin, táið hann varð kallaður at fara til eitt fjarskotið land, sum hann ikki kendi. Trúarlýdni eyðkendi henda mann, og við tað, at hann trúði tí ótrúliga, kom hann eisini at síggja tað ósjónliga – staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud. Ábraham sá eisini dag Kristusar, og hann gleddist til at síggja hann. Sum løn fyri trúarlýdni gav Harrin honum hetta lyfti: “Eg svørji um meg sjálvan, sigur Harrin, aftur fyri, at tú gjørdi hetta og spardi ikki einasta son tín, so skal Eg stórliga signa teg… og í avkomi tínum skulu allar slektir á jørðini verða signaðar- aftur fyri at tú lurtaði eftir Mær.”
Vit vita, at Ábraham fekk ikki loyvi til at drepa lyftissonin Ísak, sum er ein undurfull mynd av Kristusi – nei, ein veðrur varð ofraður ístaðin, men avkom Ábrahams – Kristus var ikki spardur. Tí skuldi manaættin verða bjargað frá dómi og undirgangi, so kundi Gud ikki spara sín einborna Son.

Ein onnur av teim gomlu trúarhetjunum er Móses, sum livdi í sera truplum umstøðum. Men hóast freistingarnar vóru stórar og tilboðini vóru mong í Egyptalandi, so valdi Móses heldur at líða ilt við fólki Guds enn hava stutta njóting av synd. So spyrja vit, hví noktaði Móses, sum helst var trúnarvingi Egyptalands, at kallast dóttursonur Farao – tí hon hevði ættleitt hann –  og hví valdi valdi ístaðin at lýða ilt við fólki Guds, sum vóru trælir í Egyptalandi? Tí hann setti seg niður at rokna og kom til tað úrslit, at vanæra Kristusar er størri  ríkidømi enn skattir Egyptalands. Hetta gjørdi hann, tí hann trúði, at endurloysarin Kristus fór at koma av hesum trælafólki sambært lyfti Guds til Ábraham. Hann sá í trúnni hin ósjónliga, sum var ríkur og gávumildur. Hann var sannførdur um, at alt, sum Egyptaland hevði at bjóða, var bert ein stutt njóting – meðan Kristus, sum kom at verða vanærdur í hesum heimi, hevði ævigar signingar til teirra, sum elska og líða Hann. Tað var henda sama trúgv, sum fekk hann at halda páskir og smyrja blóð lambsins á durastavin, fyri at oyðari hinna frumborni skuldi ikki nema teir. Móses vitsti, at táið Gud segði: Eg skal síggja blóðið, so meinti Hann veruliga við blóð Jesusar, sum ein dag skuldi reinsa frá allari synd. Móses sá eisini í trúnni eins og Jóhannes Doypari lamb Guds, sum tekur synd heimsins burtur. Jú, trælir syndarinnar eru endurloystir og leyskeyptir við dýra blóði Kristusar, og eru tí ogn Hansara, sum keypti teir. Trælirnir eru nú vorðnir børn Hansara, sum hevur alt vald í Himli og á jørð. Og Hann loysti av sonnum børn síni úr trældómi, táið Hann reiv okkum frá valdi myrkursins og fluttu okkum inn í ríki elskaða Sonar síns. Soleiðis málber Heilagi Andin seg í skriftinum, táið Hann talar um frelsu Guds barna.

Ísrael varð bjargað úr tímiligari neyð, táið Harrin við veldis kraft síni leiddi tey gjøgnum Reyðahav. Tá kundu tey syngja Harranum lovsong um stóru frelsu Hansara – Hevði jørðiska fólk Harrans grund til at vera glað, so hevur himmalska fólk Harrans tað mangan meiri. Frelsa Ísraels var hóast alt bert ein skuggamynd av tí bjarging, sum frelstir syndarar njóta í dag. Av sonum hava vit grund til at syngja Honum lovsong, sum tók okkum upp úr tí botnleysa díki og setti føtur okkara á aldarklettin, sum er Kristus.

Gud hevði ikki ætlað Ísrael at verða búgvandi í eini oyðimørk – men Hann hevði lovað teimum eitt land, sum fleyt í mjólk og hunangi – Tó komu tey at reika aftur og fram í hesi oyðimørk í 40 ár. Tey ræddust og misti mótið, táið tey frættu hvussu sterkir íbúgvar landsins vóru – men tey gloymdu samstundis, at Hann sum hevði bjargað teimum úr Egyptalandi hevði lovað at leiða tey inn í hetta góða land – Hann gekk á odda og skuldi rudda vegin fyri teimum – og Hann hevði longu prógvað, at Hann var sterkari enn allir fíggindar tilsamans.

Mong teirra, ið brævið var skrivað til, høvdu somu trupulleikar at berjast við. Tey roknaðu ikki við lyftum Guds og sterku varveitslu Hansara, tí sjónligu fíggindar teirra tók mótið frá teimum – Ísrael ferðaðist í vantrúgv, tí fekk Gud ikki loyvi til at leiða tey inn í landið. Men Gud gav teimum trúðarhetjuna Jósva – ein undangongumann – sum leiddi tey inn í landið. So spyrja vit – var tað Jósva, sum tók landið við sterku hermegi síni? Og svarið er nei! Tað var Harrin ella høvdingin yvir heri Harrans, sum gekk á odda og rak fíggindan burtur, so vegurin lá opin fyri fólki Guds, og Harrin gav  teimum hvørt stað, ið tey settu fótin á. Tað var ikki lúðrablástur prestanna, sum knúsaði múrar Jerikos. Men tað var herlið Guds, sum vann á fíggindanum, so býurin lá opin fyri fólki Guds.

Okkara stóri Jósva skal skjótt leiða øll, sum Hann hevur endurloyst við dýra blóði sínum, inn í æviga ríki sítt – og har skulu vit sita til borðs saman við Ábel, Enok og Nóa og ættarfedrunum Ábraham, Ísaki og Jákupi -og øllum hinum ónevndu trúarhetjunum, sum doyðu í trúgv, uttan at hava fingið tað, sum lovað var. Men tey sóu tað langt burtur og heilsaðu tí og játtaðu, at tey vóru fremmand og útlendingar á jørðini. Tey mistu ongantíð landið úr eyggsjón, tí trúgv og vón ferðast saman og stuðla hvønnannan – tó við hvørt gerst trúgvin veik, men so kemur vónin til hjálpar og gevur styrki og mót av nýggjum.

Latið okkum nú lesa tey trý fyrstu versini í kapittul 12:

“Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðin, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds! Ja, hugsi um Hann, sum tolin hevur borið, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti – so tit verða ikki troytt og mótleys í sálum tykkara!”

Hebrearabrævið 12, 1-3

Høvundurin kemur við eini inniligari áheitan og áminning til okkum, sum í dag renna á tí andaliga skeiðvøllinum. Vit hava sæð og hoyrt eitt skýggj av vitnum, sum við lívi og atburði hava víst okkum leiðina – og táið vit hugsa um hesar trúarhetjur – nakrar nevndar við  navni og aðrar ónevndar – hvussu tær endaðu lívsleiðina – gevur tað okkum treysti at renna skeiðið. Vit kunnu eisini ímynda okkum, at hesi vitni eygleiða okkum, sum renna í dag, tí tey ynskja at eggja og stuðla, táið vit møðast á ferðini.

Ítróttarfólk í forðum eins og nú lata einki fáa loyvi til at hindra  og tyngja í kappingini á skeiðvøllinum. Táið vit hugsa um tað tamarhald og tann ómak tey dagliga vísa við at menna og styrkja likamið og samstundis ansa eftir at vera fráhaldandi í øllum, sum møguliga kann skaða ella gera likamið veikari – og tað er bert fyri at vinna ein forgeingiligan krans. Men okkara kransur – sum hin rætvísi dómarin skal geva øllum, sum hava runnið lógliga – er óforgeingiligur. Tað besta her á jørð varar so stutt og følnar sum blóman – men skriftirnar siga, at ein ódálkaður og ófølnandi arvur er goymdur hinum frelsta í Himli.

Eigi eg hesa sælu og livandi vón, so má eg ikki lata nakað fáa loyvi at forða mær, so eg møðist ella snávi á vegnum. Tað er so mangt, sum kann tyngja – og sumt er lógligt, men er tað ikki neyðugt, so eigi eg at leggja av allar slíkar byrðar. Tað kann vera okkurt ítrív, sum stjelur nógva tíð ella lesnaður og fjølmiðlaundirhald, sum doyvir og fær meg at gloyma Guds áhugamál. Tað er møguliga loyviligt at renna í tungum klæðum, men tey tarna og tyngja, og tí eigi eg at brúka skilið og vera so lætt íklæddur sum møguligt. Vit verða eisini mint á at leggja av okkum syndina, sum hongur so føst upp í okkum. Ítróttarfólk, sum møguliga roykja og drekka í loynd verða fyrr ella seinni vrakað, um tey ikki leggja av, tí tey missa treystið og leggjast fyri. Fer tað at ganga okkum betur, sum renna á tí andaliga skeiðvøllinum, um vit lata slíkar syndir og kanska aðrar sum eru verri valda lívi okkara? Nei, als ikki! Heilagi Andin minnir okkum á at hava eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar! Skulu vit ganga ella sigla skjótastu leið, so er umráðandi at hava eitt stavnhald og stevna beint móti málinum. Og málið hjá teim frelstu er Harrin Jesus í dýrdini. Hann er stóra fyridømi okkara, og Hann sigur við hvønn einstakan av lærisveinum sínum: “Fylgið Mær!” Lesa vit evangeliini, so síggja vit trúarleið Hansara gjøgnum heimin, og ferðast vit í fótasporum Hansara, so ruddar Hann vegin fyri okkum. Hvørt einasta spor Hann steig var í vilja Guds. Hann ynskir at leiða okkum eftir røttum leiðum – men tað er ikki altíð eftir sløttum leiðum – mangan er tað gjøgnum brattar líðir og djúpar dalar. Men táið hirðin gongur undan, er eingin orsøk at óttast og stúra.

Vit lósu, at fyri gleðina ið fyri Honum lá, leið Hann tolin á krossi og legði einki í vanæruna. Vit hava grund til at spyrja við undran: Hvør var gleðin, sum kundi eggja Frelsaranum at fara ígjøgnum allar tær ræðuligu líðingar – bæði likamliga og sálarliga – sum Hann mátti bera, táið Hann tók bann lógarinnar og straff syndarinnar á krossinum? Og svarið er – hóast vit aldrig í ævir koma at skilja tað – Samkoman ella brúðurin! Við deyðanum vann Kristus sær ein óteljandi herskara av tilbiðjarum, sum einaferð vóru deyðir í synd og misgerðum.

Jú, Frelsari okkara fær løn fyri møði sína – Menniskjan var krúnan á skaparveki Hansara, men endurloystir syndarar verða dýrdarkrúna Hansara í Himli. Átti hetta ikki at eggja meg til at liva Harranum til æru, meðan eg ferðist heim! Tað skal mangan so lítið til – at vit gerast troytt og missa mótið, tí vit eru so ótolin av lyndi. Ti er umráðandi at hugsa um stóru fyrimyndina – Harran Jesus, sum í ómetaligum tolni bar yvir við, at syndarar hava sagt Honum so nógv ímóti. Vit kunnu hugsa um teir, sum stóðu rundan um krossin og spottaðu, meðan Hann bað fyri teimum. Men hvør einstakur skal kanska heldur hugsa um seg sjálvan – hvussu mangan  havi eg ikki vollt Honum sorg í líkasælu og vantrúgv – og hvussu ótakksamur  havi eg ikki verið fyri allar signingar Hansara! Men hóast tað, hevur Hann í áhaldandi tolni og uttan at troyttast, vitjað meg við síni endurnýggjandi náði. Jú, slíkar hugsanir geva megi av nýggjum!

Heimsins sálarfrøðingar hava ivaleyst mong góð ráð móti mótloysi, stúran og strongd – men hyggiráðini og einasta heilivág, sum veruliga grøðir eru hesi einføldu ráð, sum Heilagi Andin gevur okkum: Hugsið um ápostulin og høvuðsprestin, ið vit játta, Jesus! Hugsa um nýggja náðisáttmálan, sum Jesus er millummaður fyri – og hugsa um dýra blóð Hansara, sum reinsar og tekur alla synd burtur.

Latið okkum síðan lesa nøkur vers úr tí seinasta kapitlinum:

“Bróðurkærleikin vari við! Gloymi ikki at vera gestablíð! Tí harvið hava nøkur – uttan at vita tað – havt einglar til gestir. Minnist fangarnar, sum høvdu tit sjálv verið fangar við! Minnist tey, sum ilt líða, sum tey, ið eisini sjálv eru í likami! Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma. Atferð tykkara veri uttan peningakærleika, verið nøgd við tað, sum tit hava! Hann hevur jú sjálvur sagt: “Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær” – og vit kunnu siga við fríum móti: “Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – hvat kann menniskja gera mær!” Minnist vegleiðarar tykkara, sum hava talað orð Guds til tykkara! Aktað eftir, hvussu teir endaðu lív sítt, og eftirfylgi so trúgv teirra!! Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.”

Hebrearabrævið 13, 1-8

Høvundurin minnir okkum á ta triðju súluna í tí kristna lívinum, sum eitur kærleiki. Ellivti kapittul viðgjørdi trúnna, sum er sjálv rótin og tolvti kapittul viðgjørdi vónina, sum vit kanska kunnu kalla træbulin og greinarnar. Men nú koma vit til sjálvan ávøkstin, sum er sjónligur, og hann sigur okkum um træið er livandi ella deytt. Kærleikin avdúkar eisini fyri monnum, um vit hava eina livandi trúgv á Gud og eina sæla vón, sum er knýtt at Kristusi í dýrdina. Orðið bróðurkærleiki kemur fimm ferðir fyri í Nýggja Testamenti, og tað sigur okkum, at øll sonn kristin eru brøður og systrar í eini familju –  hetta hendi, táið vit komu til trúgv á Harran Jesus og vóru ættleidd inn í ta himmalsku familjuna. Síðan verður meiri nágreiniliga sagt okkum, hvat bróðurkærleikin veruliga merkir. Kærleikin er eitt band, sum bindur meg at øðrum menniskjum – eg havi umsorgan fyri teimum og hugsi um tørv teirra. Sjálvandi eri eg avmarkaður, og tí er tað ávís menniskju, sum eg eigi at hava serliga ábyrgd fyri – sum vit verða mint á í fyrra Timoteus kapittul fimm: “Men hevur onkur ikki umsorgan fyri sínum egnu og fyrst og fremst fyri húsfólki sínum – hann hevur  avnoktað trúnna og er verri enn ein vantrúgvandi!”

Kærleikin millum mann og konu er ein bjartur vitnisburður í einum heimi, har hjúnarbandið verður drigið niður í skarnið. Táið Gud roynir at siga okkum, hvussu inniliga í kærleika samkoma Kristusar er knýtt at Kristusi, so finnur Hann onga vakrari mynd enn hjúnabandið. Tí fer Gud at døma tann sum vanvirðir henda heilaga stovn og sum dálkar hjúnabandið í siðloyi og ótrúðskapi.

Kemur tú sum fremmandur til stórbý í útlondum, so dugur tú at virðismeta týdningin av gestablídni – serliga um tú lítlan ella ongan pening hevur í lummanum. Ein kristin er altíð fremmandur í hesum heimi, tí er tað so lívgandi at njóta kærleika og umsorgan frá brøðrum og systrum, ið ganga somu leið. Hvussu kunnu vit her á landi minnast og hjálpa náðisystkjum okkara, sum verða atsøkt og fongslað fyri navn Kristusar skuld? Eg haldi at Paulus gevur okkum eini skilagóð ráð í Filippibrævinum. Hann sigur, at hann hevði tey heiløgu, sum fóru gjøgnum trongdir, altíð í huga sínum – og tí hann elskaði tey, hevði hann tey eisini í hjartanum, og so kundi hann ikki lata vera at biðja fyri teimum, meðan hann sjálvur sat í leinkjum í Róm.

Vandi er fyri at elska gávurnar heldur enn gevaran. Tað sigur søgan okkum og eisini egnu royndir. Men sjálvandi vit eiga at vera nøgd og takksom fyri tær gávur, sum Harrin gevur okkum – tó álit okkara er ikki á tímiligum og forgeingiligum virðum. Men vit lýta á Harran, sum sjálvur hevur sagt:  “Eg skal ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær!” Havi eg álitið á Frelsara mínum, so styðji eg meg ikki við tímiligum høkjum, tí tær roynast altíð svikaligar, táið á stendur. Signað at kunna siga við fullari trúarvissu: “Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast – líkamikið umstøður, sum Hann leiðir meg ígjøgnum!”

Vit eiga at vera takksom fyri góðar vegleiðarar, sum við læru og lívi sínum vóru varðar og vitar á leiðini. Vit eiga at akta slíkar vegleiðarar, sum í kærleika hava umsorgan fyri okkum, so vit ikki ganga okkum í óføri, táið myrkur og toka hylur gøtuna, sum liggur framman. Hesir vegleiðarar vóru andalig foreldur – tey elskaðu okkum og vildu okkara besta – hóast als ikki fullkomin og feilafrí. Men ein er vegleiðarin, sum ber av øllum – allir hinir máttu leggja frá sær, táið tann løtan kom – men hesin livir og broytist ikki gjøgnum skiftandi øldir. Nei, Jesus Kristus er hin sami í gjár og í dag og í allar ævir.

Tað er hesin Jesus Kristus, sum Heilagi Andin kunnger okkum í brævinum – hann sum er ljómi dýrdar Guds og ímynd veru Hansara, og ber alt við orði máttar síns. Vit kunnu siga, at tað var Hann sum frelsti okkum í gjár við deyða sínum á Golgata krossi. Men Hann er hin sami í dag, og frelsir okkum við lívi sínum – tí Hann settist í dýrdarhásæti, sum okkara fyribiðjari og høvuðsprestur eftir at hava gjørt reinsan fyri synd – og so kunnu vit spyrja:Hava vit grund til at stúra fyri morgindegnum, táið vit eiga ein slíkan Frelsara, sum er hin sami óbroytiligi í allar ævir? Fer Hann at svíkja lyfti síni! Nei, als ikki! Vit kunnu av sonnum svara við skaldinum: “Guds orð og lyfti ei kunnu svíkja, nei, fast tey standa, um fjøll enn falla. Um aðrir stuðlar enn detta víkja, Guds lyfti svíkja ei tá. Guds lyfti halda í neyðar tíðum, um móti svíkur og vónin víkur. Guds lyfti halda, tá lívið følnar, tá fepur brennur og deyðin nærkast – Guds lyfti halda, tá nátt skal lætta, og Harrans rødd tey úr grøv skal kalla. Tá Hann har uppi skal krans mær rætta, Guds lyfti svíkja ei tá.”

Nú vit eru við endan á brævinum, kunnu vit spyrja høvindan: Hvar er Kristus, høvuðsprestur okkara í dag? Og hann svarar: Uttan fyri tlhaldið – vrakaður av hesum heimi.- Latið okkum tí fara út til Hansara, berandi vanæru Hansara!  Men vit svara: Hann fór jú inn um forhangið hin stóra bótadagin, táið Hann tók syndir okkara burtur við deyða sínum á krossinum – hann situr jú við høgru hond Faðirsins sum okkara fyribiðjari og høvuðsprestur! Høvundurin svarar: Tað er júst tað, sum eg havi lagt dent á í brævinum, at Frelsari okkara er í Himli. Men Hann er samstundis, ósjónligur her á fold hjá fólki sínum. Heimurin krossfesti Hann uttan fyri tilhaldið, og táið Hann var borin í heim var einki rúm fyri Honum í herberginum. Støðan er ikki broytt – hon er hin sama. Tey spitalsku og óreinu vóru rikin út um tilhaldið ella út um bygdagarðarnar, og har er Frelsari okkara í dag – vanvirdur og hataður av hesum ónda heimi. Men lærisveinurin má vera har sum meistari hansara er og tænarin har sum harri hansara er. Verður bjargingarmaður okkara vanvirdur og vanærdur, vlja vit fegin bera vanæru Hansara og hava samfelag við Hann uttanfyri tilhaldið.

Høvundurin leggur dent á, at vit hava ongan verðandi stað her, men vit søkja hin komandi – latið okkum tá – við Honum – altíð bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra, sum lova navni Hansara! Men gloymi ikki at gera væl og geva øðrum burtur av frá tykkum! Slík offur líkar Gudi.

Skriftirnar minna okkum eisini á at bera fram likam okkara sum livandi, heilagt, Gudi dámligt offur, tí tað er andaliga gudsdyrkan okkara. Vit bera ikki Gudi hesi offur fyri at fáa syndafyrigeving, men vit bera tey í takksemi til Hansara, sum gav heilaga likam sítt sum syndofur fyri okkum – og vit koma ongantíð at duga at virðismeta hvussu stórt og dýrabart hetta offur var. Men so satt eg eri bjargaður, elski eg bjargingarmann mín. Skilji eg bara eitt lítið sindur av, hvussu stór frelsan er, og hvussu nógv tað kostaði Honum, kann eg ikki lata vera at vísa takksemi og bera Honum lovoffur. Hetta er einasta løn, eg kann geva Honum fyri møðina og stríði á krossinum

Heilagi Andin leggur dent á tveir høvuðssannleikar í hesum brævi, og raðfylgjan er ikki líkamikið. Vit fáa fyrst hesa inniligu áminning í kapittul tíggju:

“Við tað at vit nú, brøður, í blóði Jesusar hava dirvi at fara inn í halgidómin, sum Hann vígdi okkum nýggjan og livandi veg til gjøgnum forhangið ….so latið okkum stíga fram fyri stóra høvuðsprest okkara..!” 

Hugsa sær, at ein syndari, reinsaður í blóði Jesusar, kann fara við dirvi inn í sjálvan halgidómin og bera Kristusi lov og takkoffur dagliga. Á, tann náði og signaði framíhjárættur at hava samfelag við Harra dýrdarinnar. Bert um eg dagliga njóti hetta inniliga samfelag við Frelsara mín, fái eg styrki og mót til at fara út til Hansara – út um tilhaldið og bera vanæru Hansara.

Vinur mín, sum lurtar! Kanst tú nú av hjarta takka Kristusi fyri frelsuverkið á Golgata og hvílur tú í sterku ørmum Hansara – Gleðir tú teg í vónini, sum er grundað á trúfasta lyfti Hansara: Eg komi skjótt, og løn Mín er við Mær! Amen!