Tá eg var smádrongur og vaks til mans, var tað vanligt at hoyra talur og bønir í samkomuni, sum tóku støði í sannleikum og skipanum í Gamla Testamenti. Hesi eru sigandi myndir og skuggar av frelsuætlan Guds, sum peika fram ímóti Kristusi. Kunnleikin til og gleðin í hesum sannleikum styrkti forfedrar okkara í trúnni á Harran Jesus, tí hetta gav trúgv teirra eitt munandi breiðari og sterkari grundarlag.
Nú á døgum hoyrast røddir siga, at vit skulu leggja størstan dentin á tað, sum stendur í teimum fýra evangeliunum, tí har lesa vit tað, sum Harrin Jesus sjálvur talar, meðan restin av skriftini ikki fær heilt somu viðurkenning.
– Eg havi kunngjørt tykkum alt ráð Guds
Bíblian staðfestir hinvegin, at “øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk”. (2. Tim. 3:16-17)
At Bíblian skal lesast sum ein heild, slær Sálmur 119:160 fast við at staðfesta, at “alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst”.
Víðari staðfestir Orð Guds í Sálmi 19:8, at “lóg HARRANS er fullkomin, hon lívgar sálina; vitnisburður HARRANS er trúfastur, hann ger hin einfalda vísan”.
Bíblian hongur so fullkomuliga saman, tí “.. aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds” (2. Pæt. 1:21), tvs. Gud sjálvur hevur ritstjórnað Bíbliuna.
Hesin samanhangur verður eisini undirstrikaður av, at Harrin Jesus Sjálvur ferð eftir ferð vísti til og siteraði úr Gamla Testamenti.
Í Áp. 20:27 sigur Paulus í “Tí eg havi einki hildið aftur, men kunngjørt tykkum alt ráð Guds”. Hetta sigur hann í samkomuhøpi, tí í v. 28-29 leggur hann hetta afturat: “Ansið tí eftir tykkum sjálvum og eftir øllum fylginum, har Heilagi Andin hevur sett tykkum sum umsjónarmenn at røkta samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði! Eg veit, at eftir at eg eri farin, skulu svárir úlvar koma inn ímillum tykkara, og teir skulu ikki eira fylginum”.
– Eg vildi kent betur Gamla Testamentið!
Boðanin og eisini bønarlívið hjá fleiri teirra, ið myndaðu prædiku orðsins á mínum barna- og ungdómsárum, var eyðkend av hesum, at sannleikar úr Gamla Testamenti javnan vórðu tiknir fram sum myndir av Harra og Frelsara okkara, og hetta styrkti vón teirra um Himmalin.
Fyri fáum árum síðan kom eg í prát við ein ungan mann – ein pápa at smáum børnum – sum hevði eitt greitt ynski: – Eg vildi so fegin kent betur alla Bíbliuna, og serliga sakni eg at verða lærdur í og út frá Gamla Testamenti!
Hesin ungi pápin førdi fram, at vit, sum í dag kenna HARRAN, kenna ov lítið til teir sannleikar og tær myndir av frelsu og lyftum Guds til okkara, sum Gamla Testamentið kann geva okkum.
– Hetta ger, at eg sjálvur og mong á mínum aldri eru rótleys og mangla eina trygga sannføring og hvílu í trúnni á HARRAN Jesus, segði hesin maðurin, sum í dag er í bestu árum.
Hebr. 8:5 stuðlar hesum pástandi, tí har vit lesa, at fyriskipanin, ið Móses fekk, tá ið hann skuldi gera tabernaklið, eru mynd og skuggi hins himmalska. Sostatt staðfestir Bíblian sjálv, at m.a. tabernaklið, sum vit lesa um í Gamla Testamenti, lærir okkum um nakað størri, sum skuldi koma, nevniliga frelsuverk Guds í Kristusi.
Tað er júst hetta, sum Bíblian staðfestir í 2. Tim. 3:16-17, at “øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig … til sannføring, … so gudsmenniskjað kann verða fullkomið [búgvið] …”.
Mátti HARRIN givið okkum øllum náði til at koma at kenna meir og meir dýpdina og ríkidømið, sum vit av náði og við trúgv hava fingið lut í frá Gudi.
– Skriftirnar vitna um Meg!
Ein onnur orsøk til fullkomna samanhangin í Orði Guds er persónurin, HARRIN Jesus Kristus, sum er miðdepilin í allari Bíbliuni.
Harrin Jesus sigur tað sjálvur í Jóh. 5:39-40, at “tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið vitna um Meg. Og til Mín vilja tit ikki koma, so tit kunnu fáa lív”, og Hann endurtekur í Jóh. 5:46, at “.. trúðu tit Mósesi, so høvdu tit trúð Mær – tað er jú um Meg, hann hevur skrivað”.
Hvussu ómetaliga sentralur Kristus er í skriftini, síggja vit í Hebr. 1:1-3: “Eftir at Gud forðum mangan og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar við profetunum, hevur Hann við endan á hesum døgum talað til okkara við Syninum, sum Hann hevur sett til arvinga alra luta, og sum Hann eisini hevur skapt heimin við. Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini”.
Jóhs. 1:1-3 og 14 fer eitt stig longur og kallar Kristus “Orðið”: “Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var í upphavi hjá Gudi. Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum”.
Tabernaklið myndar mangar sannleikar
At enda skal eg í stuttum nevna onkrar av sannleikunum, sum tabernaklið myndar og peikar fram ímóti.
“Tabernaklið”, sum merkir “bústaður”, var eitt tjald hjá ísraelsfólki, har HARRIN búði millum teirra, meðan tey fjakkaðu í oyðimørkini frá Egyptalandi til Kánaansland.
Í Jóh. 1:14 lesa vit, at “orðið [Kristus] varð hold og tók bústað [tabernakul] millum okkara”.
Alt í tabernaklinum avmyndar heilagleika. Har var reint gull, reint silvur, reint lín, rein olja, reint roykilsi og fínt mjøl.
Gabriel, eingil Guds, segði við Mariu, móðir Jesusar, í Luk. 1:35: “Hitt heilaga [Jesus], ið føtt verður… “
Hvørt einasta offur, sum ísraelsfólk ofraðu til HARRAN skuldi vera lýtaleyst.
Hebr. 4:15 sigur tað sama um Kristus, at hann var “… freistaður í øllum á sama hátt sum vit – tó uttan synd”. Hann var lýtaleysur.
Tabernaklið var ómetaliga dýrt innan, men uttan var tað klætt við sjókúgvaskinni, sum ikki sá so pent út, og har var einki útvortis prýði.
Es. 53:2 sigur um HARRAN Jesus, at “… Hann var ikki fagur og hevði onga dýrd; vit sóu Hann, men Hann sá ikki so út, at vit kundu hava tokka til Hansara”.
Portrið inn í forgarðin, forhangið inn í tað heilaga og forhangið inn í tað allarheilagasta vóru øll trý gjørd úr sama tilfari: “bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum tvinnaðum líni”, og øll trý vóru 100 kvadrar-alin til víddar. Einasta leið inn til brennioffuraltarið og til Guds nærveru í tí allarheilagasta gekk ígjøgnum hesi trý portur/forhang.
Í Jóh. 14:6 sigur HARRIN Jesus: “.. Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær”.
Tabernaklið varð nevnt “halgidómur HARRANS”, “samkomutjaldið” og “vitnisburðartjaldið”. Tað vitnaði um heilagleika, náði og frelsu Guds – um synd, rættvísi og dóm – júst sum samkoma Kristusar í dag ger.
Í 1. Kor. 6:19 lesa vit, “… at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu”. Tabernaklið avmyndar sostatt eisini samkomu Kristusar í dag, har hvørt einstakt Guds barn er “tempul Heilaga Andans”.
Jú sanniliga, øll skriftin peikar á Kristus.
28. februar 2024
John Færø, Klaksvík