Pætur ápostul og skriftir hansara (1/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Hvat læra vit av søguni um fiskimannin Símun Pætur, sum kom at verða ein av oddamonnunum í tí kristnu samkomuni? Hon lærir okkum, hvussu Harrin Jesus kann broyta  ein mann við somu veikleikum sum vit og mynda hann til eitt lítaleyst, andaligt amboð í ríki Guds. Tað var í samfelagnum við Harran Jesus, at hann gjørdist maður Guds – ein vøkur fyrimynd fyri fylginum og samkomu Kristusar.
Fáur hevur sett djúpari spor í heimssøguni ella havt størri árin á tann einstaka heimsbúgvan – hesi seinastu 2000 árini, enn hesin ólærdi fiskimaðurin úr Galilea.

Áðrenn vit halda fram, skulu vit biðja:  Harri vit takka Tær fyri menn og kvinnur, sum komu at verða góðar fyrimyndir í lívi okkara. Og vit takka Tær fyri tað andaliga árin, sum fiskimaðurin og ápostulin Símun Pætur hevur havt – og alt tað, sum Tú hevur givið okkum við honum: Harri, signa orð Títt til hjørtu okkara- Amen!

Hvat vita vit um barna – og ungdómsár Símun Pæturs?

Símun, sum vanliga navn hansara var, hevði óiva verið ókendur og gloymdur í søguni, um hann ikki hevði verið lærisveinur og ápostul Harrans Jesusar. Bíblian sigur okkum einki um barna og ungdómsár hansara. Men pápin æt Jónas ella jóannes, og hann hevði í hvussu er ein bróður, ið æt Andrias. Teir høvdu onga stóra útbúgving, men gingu í vanligan barnaskúla sum aðrir javnlíkar í bygdini Betsaida, sum lá við stóra Galilea – vatnið. Nógvar stórar bygdir lógu við vatnið, og søgan sigur, at eini 4000 størri og smærri bátar og fiskifør vóru javnan á vatninum, tí fiskivinnan var ein týðandi vinna hjá mongum.

Símun Pætur og Andrias hava ivaleyst verið vinmenn við lærisveinarnar Jákup og Jóhannes frá barni av. Tað verður sagt okkum í evangeliinum, at teir virkaðu saman í felag við bátum og gørnum, og Zebedeus, faðir Jákup og Jóhannes, hevði húskallar.

So eftir øllum at døma, hava teir verið hampuliga væl fyri tímiliga. Men sum longu nevnt vóru tei ólærdir og leikir menn sambært ápostlasøguna. Teir høvdu onga hægri skúlagongd ella útbúgving, sum til dømir Paulus ápostul.

Pætur var óiva giftur, tí tað verður sagt, at Jesus grøddi vermóður hansara. Og Paulus sigur í fyrra Korintbrævi, at Pætur ferðaðist við konu síni. Men einki verður sagt um børn í hjúnalagnum ella onnur familjuviðurskifti.

Símun Pætur var óiva eins og bróðurin Andrias lærisveinur Jóhannes doypara!

Ivaleyst hevur Pætur eins og familjan verið frælslyntir jødar, sum vildu sleppa undan trælaoki Rómverja. Andrias, bróðurin var í hvussu er lærisveinur Doyparans, áðrenn teir komu í samband við Harran Jesus. Tí Doyparin kunngkørdi jú kongin, ið koma skuldi, og tað var vónin hjá øllum rætthugsandi jødum, at Kristus, kongurin fór at koma og geva teimum bæði tímiligt og andalig frælsi. Men táið Hann kom, kendu teir Hann ikki og vildu tí heldur ikki fagna Honum. Tey vóru tó nøkur, ið væntaðu “Vón Ísraels” og teirra millum Símun Pætur. Men vit vita, at tað var avmarkað, tey skiltu at byrja við, hvør Jesus av sonnum var.

 

Pætur hevði leiðara evni og høvdinga lyndi.

Hann var bæði virkisfúsur og framfísin, men hesir eginleikar nóru honum meira til skaða enn til gagn. Tí hann hevði lyndi til at yvirmeta styrki sína og undirmeta veikleikar sínar. Men hann var reinmeintur og heilhjartaður, hóast hann við hvørt sveik so dyggiliga tá íð á stóð. Hann hevði lyndi til at lova meira, enn hann var førur fyri at halda. Men seinni síggja vit, at lyndiseyðkenni hansara broytast undir Heila Andans ávirkan. Aftaná Hvítusunnu er maðurin ikki at kenna aftur, tí hann letur seg leiða av Heilaga Andanum.

Harrin Jesus útvelur og kallar Pætur

Harrin útvelur og kallar hvønn einstakan trúgvandi til onkra tænastu.

Pætur búði í Betsaida, sum liggur viðnorðara endan  av Tiberia- ella Galile vatninum, meðan Jesus búði í Nazaret – longur suðuir í Galilea og inni í landinum. Seinni flytti Jesus til Kapernaum, sum er grannbýur til Betsaida. Tað er sannlíkt, at Pætur hevur hitt Jesus við vatnið, áðrenn hann varð kallaður fyrstu ferð. Men tað er í Judea, onkustaðni millum Jerúsalem og Jordan-ánna, at Andrias leiður Pætur til Jesus.

Hetta er  óiva stutt eftir at Jesus er doyptur og byrjar almennu tænastu sína. Jóhannes evangelistur sigur frá hesi hending í fyrsta kapitli: “Hetta hendi í Betania hinumegin Jordan, har sum Jóhannes doypti. Dagin eftir sá hann Jesus koma til sín og segði: “Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!”  Dagin eftir stóð Jóhannes doyparin  aftur har og tveir lærisveinar hansara. Hann hugdi á Jesus, sum kom gangandi og segði: “Hygg lamb Guds!” Annar av teimum báðum, ið hoydu tað, sum Jóhannes segði, og fóra aftan á Jesusi, var Andrias, bróðir Símun Pætur. Hann hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: “Vit hava funnið Messias”- tað er útlagt Kristus. Og hann fór til Jesus við honum. Jesus hugdi uppá hann og segði: “Tú ert Símun, sonur Jóhannes; tú skalt eita Kefas” – tað er útlagt Petrus.

Her byrjar Harrin Jesus við lærisveini sínum, sum fekk navnabroyting beinan vegin.

Tí nøvnini í Bíbliuni hava fyri tað mesta ein ávísan týdning. Tað verður sagt um Leu, konu ættarfaðirin Jákup, at hon gav næsta syni sínum hetta navn, tí hon var bønhoyrd av Gudi  Øll trúgvandi foreldur, ið av sonnum biðja fyri børnum sínum, koma fyrr ella seinni at gleða seg yvir, at bønir teirra vórðu hoyrdar. Foreldur Sómun Pæturs fingu eisini bønarsvar. Hann kom á fund við heimsins Frelsara, og frá tí løtu broytist lív hansara. Kefas er tað arameiska navnið fyri Petrus ella Pætur á grikskum og merkir steinur. Harrin Jesus kendi Símun Pætur og allar veikleikar hansara. Men Harrin hevði stórar ætlanir við hesum manni, og frá hesi løtu byrjaði Hann at broyta henda óstøðuga og busuta mann til ein álítandi undangongumann í samkomu síni. Símun skifti navn, men tað gingu mong ár, áðrenn hann í roynd og veru hóskaði til nýggja navnið Pætur. Pætur helt á í fiskivinnuni saman við lagsbrøðrum sínum eina tíð eftir hesa hending. Men Harrin slepti ikki síni ætlan og kallaði Pætur á øðrum sinni.

Vit lesa í Lukas kapitul 5, at Jesus fór inn í bátin hjá Símuni og lærdi fólkið, sum lurtaði inni á landi. Síðan segði Hann við Símun: “Legg út á dýpið og setið út gørn tykkara eina seti.” Tá svaraði Símun Honum: “Meistari! Vit hava roynt alla nátt og einki fingið. Men eftir orði Tínum skal eg seta út gørnini.” Tað var ikki tí, at royndi fiskimaðurin Pætur helt hesi ráð vera skilagóð. Nei, hann væntaði sær als ongan fong á ljósum degi, táið náttin hevði roynst so illa. Men virðingin fyri Harranum Jesusi var so stór, at hann tordi ikki at vera boðum hansara ólýðin. Men Pætur varð ikki til skammar, tí úrslitið av hesi fiskaveiði var, at teir fyltu tveir bátar. Einki annað enn eitt undur, sum hevði so sterka ávirkan á Pætur, at hann segði: “Harri, far frá mær! Eg eri syndigur maður!” Eini sjey øldir frammanundan hevði Esaias profetur eina opinbering av tí sama Harranum Jesusi í Templinum, og hann kom til somu niðurstøðu, at hann var ein synddálkaður, fortaptur maður. Hóast tvær ymsar opinberingar, sóu teir báðir dýrd Guds í Harranum Jesusi. Tó Esaias sá eisini líðingar Kristusar og hoyrdi gleðiboðskapin:”Skyld tí er burtur og bøtt er fyri synd tína!” Men so langt var Pætur ikki komin og hevði enn nógv at læra av Honum, sum segði: “ Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu! Takið ok Mítt á tykkum og læri av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu!”

Harrin brúkti hesa fiskiveiðu ivaleyst sum eina sýnisundivísing fyri at vísa á, at einki var Gudi ómøguligt, hóast tað sá vónleyst út í mannaeygum. Tí segði Hann við Pætur: “Óttast ikki! Hereftir skalt tú veiða menniskju.

Teir fýra, Pætur, Andrias, Jákup og Jóhannes fóru nú frá øllum og fylgdu Jesusi.

Og eftir drúgvar royndir saman við Meistaranum, gjørdust teir av sonnum manna-fiskimenn.

 

Pætur útvaldur til ápostul saman við ellivu øðrum og kallaður á triðja sinni.

Vit lesa um hesa hending, sum fór fram á einum fjalli í Galilea, í Matteus, Markus og Lukas. Harrin Jesus bað heila nátt, og tað sigur okkum nakað um, hvussu týðandi henda avgerðin var. Tí hesir ápostlar fingu serligan myndugleika at umboða Harran Jesus. Teir skuldu kunngera Messias, Frelsaran og kongin. Teir fingu eisini vald at grøða sjúkur og gera undur eins og Meistari teirra.

Ápostul merkir boðberi ella sendiboð, men í neyvum týdningi er eingin ápostul á okkara døgum. Hesisr 12 ápostlar vóru altíð saman við Jesusi á ferðum Hansara, men Pætur var næstan altíð tann, ið tók orðið fyri teir tólv og gekk á odda.

Harrin vísti Pæturi serligt álit, hóast vit kanska ikki halda, at hann var so álítandi. Evangeliini siga okkum frá trimum sera týðandi umstøðum, táið Harrin Jesus vildi vera einsamallur saman við Pæturi, Jákupi og Jóhannesi.

Vit kunnu spyrja, var Pætur ein næmur lærisveinur?

Vit hava lyndi til at døma Pætur og hinar ellivu at vera sera tornæmar lærisveinar. Men eiga vit ikki heldur at spyrja, hvussu tað gongur okkum í skúla Guds! Hvussu nógv havi eg lært av Meistara mínum, síðan eg kom at kenna Hann fyri mongum árum síðan? Og hvussu er við lýdni mínum móti boðum Hansara?

Pætur og hinir ellivu høvdu nógvar trupulleikar at vinna á. Tað var so torført at sleppa siðaarvi og siðavenju – øllum tí, sum tey gomlu høvdu lært, og sum tey høvdu drukkið inn við móðurmjólkini.

Vit kunnu kanska siga, at Pætur og hinir sóu jú undur og tekin Jesusar, sum av sonnum prógvaði, hvør Hann var. Og so vóru teir dagliga vitni til heilaga, reina og náðiríka sinnalag Hansara, sum Hann alla tíðina opinberaði við lívsælum orðum.

Men hevur Heilagi Andin ikki opinberað okkum, sum liva í dag, hesar somu sannleikar um Kristus? Tað er lætt at læra hesar sannleikar uttanat úr skriftini, men stóri trupulleikin er ivaleyst, at Heilagi Andin fær ikki loyvi til at gera Kristus dýrabaran í hjørtum okkara.

Harrin Jesus var væl umtóktur av tí vanliga fólkinum, táið Hann gjørdi undur og tekin –   Men táið Hann við guddómligum myndugleika átalaði synd og hykl og órættvísi, vendu fólkið Honum bakið – og aloftast var Hann einsamallur saman við hesum fáu trúføstu lærisveinum sínum.

Men kortini lesa vit, at syndarar og tollarar hildu seg nær hjá Honum, at hoyra Hann. Men bæði Farisearar og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: “Hesin tekur ímóti syndarum og etur við teimum!”

Hetta merkir ikki, at Harrin gjørdi neyðsemjur og umbar synd. Nei, Hann dømdi syndina hjá bæði skriftlærdum og tollarum. Men samstundis fyrigav Hann synd teirra, sum av hjarta og í eyðmjúkleika játtaðu. Jesus gevur okkum eitt sera beinrakið dømi í Lukas 18 av Farisearanum og tollaranum, sum fóru niðan í Templið at biðja. Bøn tollarans var stutt og greið og hjartanemandi: “Gud! Ver mær syndara náðigur!” Meðan sjálvrættvísu orð Farisearans avdúkar hann sum blindan hyklara, ið ikki sá nakran tørv til umvending og frelsu.

Harrans Jesusar dómur var stuttur og greiður: “Eg sigi tykkum: Hesin (tollarin) fór rættvísgjørdur aftur til hús, og ikki hin (farisearin). Tí ein og hvør, ið setur seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; og tann, ið setur seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.”

Pætur vísti Harranum serligt trúfesti á slíkum royndarløtum

Jóhannes ev. Kap.6 byrjar soleiðis: “Nógv fólk fylgdu Honum, tí tey sóu tekini, ið Hann gjørdi á hinum sjúku!”  Síðani lesa vit, at Jesus mettar 5000 menn við fimm breyðum og tveimum smáfiskum, og avlopið var heilar tólv kurvar. Og fólkið var so hugtikið av hesum undurverki, at tey ætlaðu við valdi at gera Hann til kong, tí tey hildu Hann vera bjargingarmannin, ið profetarnir í Gamla Testamenti høvdu sagt frá.

Men táið Harrin jesus fór at kunngera teimum, at Hann var av sonnum breyð lívsins, sum var komið niður av Himla at geva heiminum lív, tá skiltu tey lítið ella einki av talu Hansara, og søgur bar: “Hetta er hørð tala; hvør orkar at hoyra hana!”  Og so lesa vit, at frá tí degi fóru nógvir av lærisveinum Hansara at halda seg burtur og ferðaðust ikki longur um við Honum

Tá segði Jesus við hinar tólv: “Ætla eisini tit at rýma?”

Men tá svarar Pætur vegna allar hinar ellivu: “Harri! Hvønn skulu vit fara til! Tú hevur orð hins æviga lívs, og vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin Heilagi Guds.” Hesin vitnisburðu Pæturs hevur ivaleyst glett Harran Jesus ómetaliga, og var eins og eitt Elim søtt í oyðimørk – eitt vell á turrum stað!

 

Pætur búnast andaliga í samfelagnum við Harran Jesus. 

Vit lesa í Matteus 16, at Jesus spyr lærisveinarnar: “Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?” Tað var ymist, sum fólk hildu. Men øll vóru á einum máli um, at Hann var ein stórur profetur – hægri hugsanir høvdu tey ikki um Hann.

Men so sigur Hann við lærisveinarnar: “ Men tit, hvønn siga tit Meg vera?”

Møguliga verður ein stutt tøgn, tí hetta kom so óvæntað – og hvør dugdi at geva skilabesta svarið!  Tí kendu allir ivaleyst ein lætta, táið Símun Pætur gevur hetta stutta og greiða svar: “Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!”  Tað var júst hetta, Harrin hevði roynt at opinbera við teknum og undrum fyri øllum teimum, Hann ferðaðist ímillum.  “Men hvør trúði tí, ið hann hoyrdi og hvørjum varð armur Harrans opinberur!” Spyr Esaias profetur eini 7 øldir frammanundan. Jú, tey vóru nøkur fá, og teirra millum var Símun Pætur. Svar Jesusar gevur okkum eina kenslu av, hvussu glaður Harrin varð, at tað var onkur, sum hevði fagnað Honum: “Sælur ert tú, Símun, sonur Jónas! Tí hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir Mín, sum er í Himli.”

Jú, verk og orð Harrans Jesusar høvdu sannført Pætur. Og hann trúðiu á Hann, sum var komin frá Himli at gera syndarar sælar – sum hevði vald á jørðini at fyrigeva syndir.

Jesus leggur aftrat: Á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína!

Hesin grundsannleiki í tí kristnu trúnni er tíverri misskiltur so ómetaliga nógv av mongum. Tað eru kirkjur, sum læra, at samkoma Kristusar, verður bygt á klettin Pætur. Men so hevði portur deyðaríkisins og vald Satans beinan vegin lagt hana í oyði. Tí Pætur var als eingin klettur, men bert ein steinur í húsi Guds, sum navnið eisini merkir. Soleiðis skilti Pætur tað eisini, táið vit seinni lesa brøv hansara.

Tað er sjálvandi vitnisburður Pæturs um Kristus, sum Harrin byggir samkomu sína á. Hann sigur tað so greitt í fjallaprædikuni: “Hvør tann, ið hoyrir hesi orði Míni og ger eftir teimum, verður líkur vitigum manni, ið bygdi hús sítt á hellu Grovregnið kom, áirnar vuksu, og vindarnir blástu og rakti hetta hús. Men tað fall ikki, tí tað var grundað á hellu!”  Hann íð byggir á menniskju ella mannalæru, verðru at líkna við dáran, ið bygdi hús sítt á sand. Tí grundarlagið svíkur og húsið fellur, táið dómsins ódnarveður kemur.

Harrin Jesus sigur: Eg skal byggja samkomu Mína!

Hetta er fyrstu ferð samkoma Kristusar er beinleiðis nevnd í Bíbliuni. Tí samkoman, sum byrjaði á Hvítusunnu við Heilaga Andans komu, var eitt loyndarmál í Gamla Testamenti. Profetarnir undir tí gamla sáttmálanum geva okkum ivaleyst nógvar vakrar myndir av samkomuni, men tað verður fyrst undir tí nýggja sáttmálanum, at loyndarmálið um samkomu Kristusar verður opinberað. Og tað er serliga gjøgnum Paulus, náðinnar ápostul, at hesin dýri sannleiki verður til fulnar opinberaður – at nú er eingin munur á heidningum og jødum í hesum náðinnar tíðarskeiði. Øll verða vit frelst av náði Guds inn í samkomu ella likam Kristusar við trúnni á Jesus Kristus. Allir músar, sum skiltu sundir, raplaðu í grund, táið Kristus rópti sigurrópið á krossinum: “Tað er fullgjørt!” Við deyða og uppreisn síni legði Hann ein nýggjan og livandi veg inn aftur til Gud fyri syndarar av øllum tjóðum, ættum og tungumálum.

Satan, sum umboðar portur deyðaríkisins, hatar hesa samkomu og roynir av øllum alvi at beina fyri henni. Men hon er trygg, tí hon stendur á aldarklettinum Kristus. Hon er jú likam Kristusar, sum hevur alt vald í Himli og á jørð.

Hon er myndarliga talað, eygnasteinur Guds, og tí er ikki lukkuligt at royna at skaða tann, sum er Gudi so dýrabarur.

Hóast Kristi likam ella samkoma er spjadd um allan heim, so skal eingin limur í henni forfarast, tí Harrin Jesus segði sjálvur: “Seyður Mín hoyrir rødd Mína, Eg kenni hann og hann fylgir Mær. Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni. Faðir Mín, sum hevur givið Mær hann, er størri enn øll, og eingin kann ríva nakað úr hond Faðirs Míns. Eg og Faðirin, vit eru eitt.”

Hví álegði Harrin Pæturi og hinum lærisveininum, ikki at siga nøkrum, at Hann var Kristus?

Kanska vóru fleiri grundir til tað. Tað er óiva um sama mundið Jóhannes evangelistur sigur:” Men tóat Hann hevði gjørt so nógv tekin fyri eygum teirra, trúðu tey ikki á Hann.” Hansara egnu høvdu longu vrakað Hann. Tí tey kendu ikki kongin, sum var komin at vitja tey sambært profetarnar í Gamla Testamenti. Jóhannes doyparin, hin seinasti profeturin undir tí gamla sáttmálanum, hevði jú boðað Hann, men tey vrakaðu eisini vitnisburð hansara. Hóast tey høvdu sæð og hoyrt so nógv, trúðu tey ikki, og tað hevði bara økt um synd teirra at borið teimum fleiri vitnisburðar um Kristus, sum tey kortini vrakaðu. Vit kunnu spyrja, eru Føroyingar sum heild  komnir inn á hetta sama vandaøki – at hava møguleika at hoyra evangeliið dagliga og kortini  vraka tað? Vónandi er tað ikki so.  Men allir lærisveinar Kristusar hava fingið álagt at bera øllum heimsins tjóðum evangeliið um Kristus Tí skriftin sigur jú: “Eingin, ið trýr á Hann, skal verða til skammar.”.

Pætur eins og flest allir Jødar væntaðu og vónaðu at Kristus skuldi koma at bjarga teimum undan rómverska hervaldinum. Men teir skiltu ikki, at teimum tørvaðu fyrst at verða bjargaðir undan Satans og syndanna valdi. Teir vildu fegin fagna dýrdarkonginum, sum skuldi leiða Ísrael til dýrd og heiður. Men teir kundu als ikki góðtaka, at Kristus skuldi fyrst líða, áðrenn Hann kom at valda heimsins tjóðum.

 

Harrin Jesus gav Pæturi serligan ápostla myndugleika.

Hann segði: “Eg skal geva tær lyklar Himmiríkis ríkis; tað; sum tú bindur á jørðini, skal vera bundið í Himli, og tað, sum tú loysir á jørðini, skal vera loyst í Himli.”

Hetta sigur okkum eisini , at Pætur  var hóast alt bara eitt amboð í hondum Guds at frremja vilja Harrans her á jørð. Pætur kundi ikki binda ella loysa nakað, sum var vilja Guds ímóti. Hann mátti eins og øll onnur menniskju boyggja seg fyri vilja Guds og siga:  “Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!”

Men myndarliga talað fekk Pætur loyvi til at brúka lyklarnar seinni, táið náðinnar evangelium skuldi kunngerast fyri jødum og heidningum.

Á Hvítusunnu læt hann dyrnar upp fyri Jødum inn í ríki Kristusar, sum higartil hevði verið teimum eitt loyndarmál. Henda dag fóru 3000 sálir úr jødiska seyðahúsinum inn í seyðafylgi Kristusar – og dagliga fóru fleiri gjøgnum hesar opnu dyr, sum framvegis standa á víðan vegg. Evangeliið kom eisini til Samaria, og Pætur varð sendur hagar at lata dyrnar upp og leggja hendurnar á tey trúgvandi, so tey fingu Heilaga Andan, tí Hann var ikki enn fallin á nakað av teimum. Hetta var møguliga eisini við til at bróta ein arvaligan fíggindskap millum jødar og samverjar og staðfesta orð Harrans Jesusar til kvinnuna við Sikars brunn: “Tit tlbiðja tað, ið tit ikki kenna, vit tilbiðja tað, ið vit kenna, tí frelsan kemur frá Jødunum. Men tann tíð kemur- og er nú – táið hinir sonnu tilbiðajarar skulu tilbiðja Faðirin í anda og sannleika, tí tað er slíkar tilbiðjarar, Faðirin vl hava.”

Seinni lesa vit um, hvussu Pætur varð sendur til Kesarea at kunngera rómverska høvuðsmanninum Kornelius evangeliið. Hann var ein gudsóttandi heidningur, men kendi einki til frelsuna í Kristusi – ein sannhjartaður maður, sum livdi eftir tí ljósi, hann hevði. Og tann, sum av sonnum ger tað, skal eisini fáa meiri ljós.

Men skulid Pætur bera heidninginum náðinnar evangelium, mátti hann fáa meiri ljós. Tí framvegis var hann bundin og ikki heilt loystur úr tí gamla sáttmálanum – tí tað var ikki so lætt at góðtaka, at heidningar høvdu sama rætt sum Jødar til náði og frelsu Guds. Ápostlasøgan 10 vísir okkum, hvussu Gud sannførdi Pætur um, at tað sum Gud hevði reinsað, hevur eingin loyvi til at kalla vanheilagt ella óreint- og í hesum føri ger Gud ikki mannamun á høgum ella lágum, Jødum ella heidningum.

Vit lesa, at meðan Pætur kunngjørdi evangeliið í Korneliusar húsi um fyrigeving syndanna, fingu øll tey sum hoyrdu og trúðu á navn Harrans, Heilaga Andan sum staðfesting fyri, at tey vóru vorðin børn Guds, og tey vóru øll doypt til navn Harrans Jesusar. Pætur hevði brúkt lyklarnar á triðja sinni og lætið upp dyrnar fyri heidningum.

Enn standa náðinnar dyr víðopnar fyri Jødum, Samverjum og heidningum – og mong verða dagliga flutt úr valdi myrkursins inn í ríki elskaða Sonar Guds.

Men skriftirnar siga greitt, at Harrin fer sjálvur at lata dyrnar aftur, og tað kann vera hvørja løtu. Tí er so umráðandi at lurta eftir Hirðans rødd, sum talar í inniligum kærleika: “Eg eri dyrnar, tann, ið fer inn gjøgnum Meg, verður frelstur, og hann skal ganga inn og ganga út og finna føði.”

Hevði Andrias ikki leitt bróðurin Símun Pætur til dyrnar, so hevði hann møguliga ongantíð farið inn um tær og verið frelstur. Kanska Andrias er okkara størra fyridømi, tí øll eiga vit onkran kæran, sum gongur á leiðum deyðans – og spurningurin er framvegis: “Hvør er næsti hansara, sum fallin er í hendur ránsmanna?”

Valdar kærleiki Kristusar hjarta mínum og tínum, so fáa vit mangan høvi til at taka í hondina á onkrum neyðstøddum og leiða hann til Kristus. Tað er júst tað, vit í veikleika hava roynt henda hálva tíman, vit hava talað um Símun Pætur.

Men so er spurningurin : “Ert tú fúsur at koma til Kristus eins og Símun Pætur á sinni!” Tí tað fer at verða tær til bjarging og sælu- Amen!