Pætur ápostul og skriftir hansara (10/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Pætur, sum verður nevndur vónarinnar ápostul, fekk uppgávuna frá Harranum Jesusi at styrkja náðisystkin síni, sum fóru gjøgnum atsóknir og líðingar. Brøv hansara hava eisini givið samkomu Kristusar styrki og ugga gjøgnum øldirnar. Tí einki annað kann troysta og stimbra í einum køldum og fígginda sinnaðum heimi, sum upprerisnar vónin. Pætur eggjar tí fólki Guds at hava trúar eygað vent á Kristus, sum skjótt fer at taka líðandi samkomu sína upp í dýrd. Men meðan vit bíða, styrkir Hann okkum við náði síni.

Vit eru nú komin til seinna bræv Pæturs, men áðrenn vit lesa tey fyrstu versini, skulu vit biðja:

“Heilagi Faðir, vit takka tær fyri vónríka brævið, sum Tú læt skriva okkum við tænara tínum Pæturi. Harri, takk fyri ta troyst og styrki, sum hesi bæði brøv hava givið børnum tínum, sum fara ígjøgnum trongdir og líðingar. Harri, signa løtuna – tað biðja vit teg um í Jesu navn – Amen!”

Vit skulu lesa frá seinna brævi Pæturs – og tey fyrstu níggju versini í fyrsta kapitli:

“Símun Pætur, tænari og ápostul Jesu Krists – til tey, sum hava fingið somu dýrabaru trúgv sum vit, við rættvísi Guds og Frelsara okkara Jesu Krists. Náði og friður falli tykkum margfalt í lut í kunnskapi um Gud og Harra okkara Jesus!

Alt, ið hoyrir til lív og gudsótta, hevur guddómliga náttúra Hansara givið okkum við kunnskapinum um Hann, sum kallaði okkum við dýrd og kraft síni. Harvið hevur Hann givið okkum hini størstu og dýrastu lyfti, fyri at vit við teimum skulu fáa lut í guddómligari náttúru, táið vit flýggja burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd. Leggið tykkum tí eina við, í trúgv tykkara at vísa dygd, í dygdini kunnskap, í kunnskapinum fráhald, í fráhaldinum tol, í tolinum gudsótta, í gudsóttanum bróðurkærleika og í bróðurkærleikanum kærleika til øll! Táið hetta finst hjá tykkum og eykast, letur tað tykkum ikki standa yrkisleys ella ófruktbør í kunnskapinum um Harra okkara Jesus Kristus. Tann, ið ikki hevur hetta, er blindur, stuttskygdur; hann hevur gloymt reinsanina frá hinum gomlu syndum sínum.”

Pætur ápostul er trælur Jesu Krists eins og øll onnur Guds børn!

Soleiðis byrjar ápostulin brævið. Hann setur seg ikki í pávastólin, hóast Kristus hevði givið honum stóran ápostla – myndugleika. Nei, hann setur seg heldur millum náðisystkin síni og minnir tey á, at vit eru øll samtænarar og í sama báti, sum siglur vandasjógv í náttarmyrkrinum.Men tað er eingin grund at óttast. Tí Frelsarin situr við róðrið, og Hann hevur lovað at stýra bátin trygt yvir lívsins hav  inn í hvíldarhavnina.

Pætur leggur dent á, at dýrabara trúgv okkara er grundað á rættvísi Guds!

Men so spyrja vit, kann ein rættvísur Gud gera neyðsemju og geva sekum syndarum náði?  Gud krevur rættvísi av tær og mær, og tað hevur Hann eisini fingið frá elskaða syni sínum Jesusi Kristi, sum nú er vorðin rættvísi teirra, ið trúgva.          

So er eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru, tí Gud sær hin frelsta syndaran í Honum, sum tók dómin og straffina á Golgata krossi.

Var Harrin Jesus ikki Gud, men bert ein skapt vera eins og menniskju ella einglar, ja, so høvdu vit grund at ivast, um grundarlagið undir trúgv okkara fór at halda.

Men ápostulin er greiður yvir, at kletturin, sum Harrin byggir samkomu sína á, er hvørki veik menniskju ella høgar eingla tignir. Hann sigur í veruleikanum tað sama, sum hin ivandi Tummas segði, tá ið hann sá Harran Jesus eftir uppreisnina: 

Harri mín og Gud mìn!

Eiga tú og eg hesa sannføring í hjartanum við Heilaga Andanum, so kunnu vit vísa álopum Satans burtur við orðum skaldsins: “Tryggur í Jesu ørmum, og við Hans eyma bróst. Har finnur sál mín hvílu, har verður myrkur ljóst. Har eg ein sælan forsmakk fá av tí gleði kann, sum eg har fult skal njóta, táið eg síggi Hann.

Jesus, mítt skjól, mín verja, Jesus, sum frelsti meg! Á tær, tú klettur fasti, tryggur nú byggi eg!”

Kristna lívið byrjar við trúnni – men tað búnast við kunnskapi um Gud og Harran Jesus!

Pætur leggur stóran dent á henda kunnskap í sínum seinna brævi, meðan hann bæði uggar og eggjar Guds børn við náðini í tí fyrra brævinum.

Tí er tað so neyðugt at kunna siga við Paulusi: “Eg veit, hvønn eg trúgvi á, og eg eri vísur í, at Hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið upp í hendur, til hin dag!”       

Henda kunnskap nema vit í skúla Heilaga Andans, sum tekur av Kristusi og kunnger okkum. Og tað er gjøgnum skriftirnar Hann lærir okkum ein sannleika fyri og annan eftir um Faðirin og Sonin. Og jú meira eg komi at kenna Frelsaran, jú meiri lut fái eg í  náði og friði Hansara, sum eg komi at njóta, tí Hann er keldan til allar signingar.        Harrin Jesus sigur okkum sama sannleika í høvuðspresta bøn síni: “Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og Tann, ið Tú sendi; Jesus Kristus!”

Men sjálvandi verður kunnskapur okkara um Gud og Kristus avmarkaður, tí vit eru tornom og Frelsari okkara er so ómetaliga stórur.

Vit hava fingið lut í øllum ríkidømi Guds – tí vit eru samarvingar Kristusar!

Tíverri liva mong Guds børn sum fátækir andaligir biddarar, tí tey vita ikki hvussu  rík tey eru – Tey vita ikki, at ríki og gávumildi Faðir teirra gav teimum alt, táið tey komu til trúgv á Harran Jesus Kristus.   Tað er hetta ápostulin leggur áherðslu á, at barnið verður ikki ríkari við aldrinum, men skilið og skynsemið eigur at eykast, so tað dugur betur at virðismeta og njóta allar signingar faðirsins.  Tí tað er í samlívinum við Faðirin, at barnið veksur og mennist..

Barnið gjørdust jú fullur arvingur beinan vegin, tað varð ættleitt inn í familju Guds – ella sum Paulus sigur í Efesusbrævinum: “Vit eru longu signað við allari andaligari signing í Himlinum, í Kristusi.”  Tí biður ápostulin so inniliga, at Harrin skal lata upp hjartans eygu okkara, so vit fáa at vita, hvussu ómetaliga rík vit eru í Kristusi.

Gud gevur barni sínum hini størstu og dýrastu lyfti!

Vit geva mangan lyfti uttan at hugsa um, at vit verða ikki før fyri at halda tey, so fegin vit vildu. Og hetta kann verða ein vanlukka fyri hann, sum lyftið hevur fingið, tí hann roknar við hjálpini, men verður so dyggiliga svikin. So er ikki við stóru og dýru lyftum Guds, tí einki og eingin kann forða Honum at halda tey, tí tað er av sonnum, sum skaldið syngur: “Guds orð og lyfti ei kunnu svíkja. Nei, fast tey standa, um fjøll enn falla. Um aðrir stuðlar enn detta, svíkja, Guds lyfti svíkja ei tá.”

Táið ein ríkur og álítandi vinur gevur lyfti, kenna vit okkum trygg, tí vit rokna avgjørt við, at hann fer at halda tað, sum hann hevur lovað. Men óvæntaðar umstøður kunnu gera, at vit verða svikin.

Slíkar umstøður kemur Gud, Faðir okkara ongantíð í. Tí tað er jú Hann, sum stýrir og valdar øllum í Himli og á jørð – og einkið óvæntað tekur Hann av fótum.

Øll lyfti Guds hava ja og amen sítt í Jesusi Kristi!

Var Kristus ikki komin sum staðgongumaður og frelsari, so áttu vit einki lyfti um bjarging úr valdi myrkursins. Men frelsuætlan Guds, sum Hann legði áðrenn nakað varð skapt, sigur okkum, at synd menniskjans kom ikki óvart á Hann. Og fyrsta lyftið eftir at menniskjað var fallið, varð jú knýtt at soni Hansara, avkomi kvinnuna.

Harrin hevur givið okkum hesi mongu lyfti av fríum vilja uttan at gera neyðsemju við rættvísi og heilagleika sín – heldur ikki táið vit hugsa um mongu treytaleysu náðilyfti Hansara til syndarar, sum als ikki hava uppiborið tað. Nei, Gud gav okkum ikki lyftini, tí vit høvdu uppiborið tey, men heldur tí vit trongdu til tey. Gud kemur heldur ongantíð at iðra seg eftir, at Hann hevur givið slíkum ótakksomum og svikafullum menniskjum hesi dýru og stóru lyfti. Tí øll lyfti Hansara eru grundað á rættvísi Kristusar. Og í Honum, Kristusi, eru vit eisini rættvísi Guds.

Náðilyftini geva teimum, ið trúgva, lut í guddómligari náttúru!

Eg livdi í synd og hevði einki samband við Gud. Men tá ið eg leit á lyfti Hansara, at tann, sum trýr á Sonin, hevur ævigt lív. Tá hendi undurið! Eg varð frelstur, og Gud kom at búgva í mær við Anda sínum, og eg fekk guddómliga náttúru. Hóast eg framvegis havi hina óndu, gomlu náttúrina í mær, sum mangan leggur fót fyri meg og freistar meg at synda.

Men hvør er so munurin á einum frelstum og ófrelstum syndara? Hann er stórur, hóast alt og kann sigast við hesum einfaldu orðum, sum ein ung genta vitnaði: “Áðrenn eg varð frelst, elskaði eg syndina og rann efitr henni. Men nú havi eg fingið ein nýggjan Harra, sum eg elski, og tí eg renni undan syndini, sum eg hati. Men tíverri fær syndin meg aftur við hvørt og voldir mær skaða, tí eg eri gáloysin. Men hvørja ferð hjálpir Harri mín mær aftur á føtur, so eg kann fylgjast við Honum og njóta samfelagið við Hann.”

Pætur sigur tað sama við øðrum orðum í brotinum, vit lósu: “Prógvið fyri, at eg havi fingið lut í guddómligari náttúru, er, at eg flýggi burt frá spilluni í heiminum, sum kemur av girnd.”  Tí hóast eg havi fingið alt fyri einki, so sleppi eg ikki undan ábyrgd, og eg meti tað sum ein signaðan framíhjárætt at gleða Harra og Frelsara mín, at vera í tænastu Hansara og arbeiða uppá hesa dýru frelsu, sum eg fekk fyri einki, táið eg rætti Honum trúarhondina. Men tað er í veruleikanum Hann sjálvur, sum ger meg villigan at fremja góð trúarverk, sum dýrmeta stóra navn Hansara.

Vit syngja: Hevur tú á Harran trúð, altið meir er eftir!

Alt stendur okkum í boði, men vit mega medvirka í trúgv. Trúgvin á Harran Jesus er rótin, sum træið hevur í jørðildini. Og frá rótini kemur sevjan, ið framelir sjónligan ávøkst, sum opinberar at træið ella trúgv okkara er livandi og ikki deyð.

Tað er so umráðandi, at vit vísa sjónligar andaligar dygdir fyri medmenniskjum okkara, tí tað dýrmetur Gud, Frelsara okkara og kann skapa longsul og tosta í hjørtum manna at koma í samband við lívskelduna. Vit verða eggjað til at ansa eftir, at trúgv okkara á Harran Jesus er sjónlig í nøkrum yndisligum ávøkstum, sum Andin fremur, táið vit geva Honum loyvi til tað.

Hin fyrsti ávøksturin, sum trúgvin fremur er Dygd sum í breiðum týdningi merkir nakað gott og positivt – at vitna og virka í vilja Guds og sýna mót og andaliga styrki.

Síðani fremur dygdin Kunnskap ella duga at skyna á. Og duga at døma um, hvat rætt og skeivt er og liva samsvarandi. Tað verður stórur dentur lagdur á henda andaliga eginleika, tí hann er eitt av lyklarorðinum í brævinum.

Kunnskapur gevur tær eisini skil til at vera Fráhaldandi og hava tamarhald á tær sjálvum og lystum holdsins. Vit eiga ikki at vekja girndir holdsins, men hava tær í teymum, so tær fáa ikki loyvi til at oyða, men heldur fremja tað, sum skaparin hevur ætlað tær til. Uttan eld og knív hevði menniskjað valla kunna liva her á fold. Men hesi bæði amboð, sum eru so neyðug í húsarhaldi okkara, kunnu verða til størsta skaða, um ikki ansað verður eftir at brúka tey við skynsemi.

Næsti ávøksturin tol stendur kanska ikki í so høgum metum, og  er møguliga  tí so sjáldsamur at síggja. Men hvør er førur fyri at rósa sær av trongdum og líðingum, sum eru trúfastu fylgisveinar okkara her á foldum. Tað er jú nógv lættari at rósa sær av dýrdini, sum liggur framman. Men vit gloyma tíverri, at líðingar ganga undan dýrd og tolinmóð læra vit bert saman við líðingum og trongdum. Annars er Harrin Jesus besta fyrimyndin. Og vit verða eggjað til at hava eyguni vend á Hann, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna.

Hin fimti ávøksturin, ið nevndur verður er Gudsóttin. Bert ein trúgvandi kann óttast Gud, tí hesin ávøkstur er ikki okkum í holdi borin.  Skriftirnar minna okkum á at venja okkum til gudsótta, tí hann er nyttuligur til alt og hevur lyfti bæði fyri hetta lívið og hitt komandi. At óttast Gud er at hata synd og alt, sum vanærir heilaga navn Hansara. Men at óttast Gud er eisini at elska Gud og alt, sum dýrmetur stóra navn Hansara. Gudsóttin er aftursvar okkara til náðina, sum Gud gevur okkum.

Næsti ávøksturin, ið verður nevndur bróðurkærleiki, er ein tann vakrasta blóman í urtagarði Harrans, og hon eigur at vera eitt sjónligt prýði hjá øllum, ið eru kristin. Tí Harrin Jesus gav okkum hetta boð beint áðrenn Golgata: “Nýtt boð gevi Eg tykkum: At tit skulu elska hvør annan. Sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvør annan. Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.” Bróðurkærleikin er ein sannførandi vitnisburður í einum køldum heimi, har kærleiki og samhugi er líka sjálvsamur sum Rósan á vetrartíð.

Hesin kærleiki, sum fløðir úr náðikelduni, setur einki mark. Nei, hann fevnur um øll menniskju.  Vakrasti eginleiki og størsta drívkraft menniskjans er ivaleyst móðurkærleikin, sum kortini mangan svíkur, tá ið á stendur. Men kærleiki Guds, ið er útheltur í hjørtum teirra trúgvandi við Heilaga Andanum, er vakrari og størri. Tí hann fevnur eisini um fíggindar sínar.

Vit síggja myndina av einum halgidómi, har trúgvin er grundarlagið, meðan kærleikin er krúnan. Ella fruktræið seint á sumri, rótfast í góðari jørð við góðum og  stadnum fruktum.

Pætur leggur dent á í hesum skriftbroti, at eingin kann gerast serfrøðingur í onkrum einstøkum Andans ávøksti. Nei, tað verður bara í tann mun trúgvin mennist og eykast, at ávøkstir sum dygd, kunnskapur, fráhald, tol, gudsótti og kærleiki mennist og búnast. Og tá verða vit hvørki yrkisleys ella ófruktbør í kunnskapinum um Harra okkara Jesus Kristus ella í tænastuni fyri Hann.

Tað er neyðugt við hesum áminningum, tí vandi er fyri at gerast andaliga blindur og stuttskygdur og gloyma ta stóru broyting, sum hendi, táið eg fekk fyrigeving og reinsan í blóði Jesusar.

Pætur heitit á okkum at styrkja og menna kall og útveljing okkara!

Hvussu skulu vit skilja, at Gud fyrst útvaldi okkum í Kristusi og síðani kallaði okkum til frelsu! Vit skulu royna at lýsa hesir dýru sannleikar við eini mynd úr Gamla Testamenti.. Ábraham sendi tænara sín at finna soni sínum Ísaki eina brúður, og segði við hann:“Far til mítt egna land og til ætt mína og tak Ísaki , soni mínum, konu haðani  Hetta samsvarar við, at  Heilagi Andin, stóri tænari Guds, kom til jarðar at finna Kristusi eina brúður, sum Faðirin hevði útvalt Honum.

Tænari Ábrahams fann Rebekku við brunnin og var sannførdur um, at hetta var kvinnan, sum Ísakur skuldi hava til konu ,og Rebekka varð spurd: Vilt tú fara við hesum manninum? Hon svaraði ja, og fór, ella við øðrum orðum: Hon aktaði kallið!

Eins og tæønari Ábrahams leitar Heilagi Andin framvegis eftir Brúðrini ella samkomuni, sum Kristus elskaði og gav seg sjálvan fyri. Hann hevur sent tænarar sínar til allar heimsins tjóðir við evangeliinum og náðitilboðnum mikla: “Tann, ið vil, hann komi!” Ein treytaleys innbjóðing og eittt náðifult kall til hvønn einstakan, ið hoyrir evangeliið. Mong hoyra kallið, men bert nøkur teirra taka av og siga sum Rebekka: “Eg vil fara við hasum manninum! “

Vinur mín sum lurtar! Tú hevur hoyrt Heilaga Andans kall. Men hevur tú aktað kallið og sagt sum Rebekka: Ja, eg vil! Aktar tú kallið í hesi løtu, so hevur tú staðfest útveljing tína í Jesusi Kristi

Men tað er so neyðugt at liva hesar dýru sannleikar dagliga. Tí,  hevur Harrin útvalt og kallað meg til frelsu, so má heimurin síggja tað av einum broyttum hugburði og reinari og heilagari atferð, sum sømir seg einum himmalskum menniskja. Áður var lív mítt eyðkent av syndalastum. Men hesum lastum havi eg nú slept við hjálp Heilaga Andans, sum leiðir meg trygt heim í dýrd at møta Kristusi, brúðgómi mínum.

Pætur brúkar mangar myndir fyri at lýsa andaligar sannleikar, og í ellivta versi hava vit myndina av einum skipi, sum siglur inn í ta himmalsku havnina við fullum og heilum seglum, hóast stormar og illveður á ferðini yvir lívsins hav.

Vit, sum eldri eru, minnast myndina, táið seglskipini komu heim aftur av suðurlandinum og løgdu at bryggju við fullum og heilum seglum, og frøin var stór, táið mannskapið heilsaði vinum, sum høvdu bíðað so leingi. Men tíverri, øll skipini vóru ikki før fyra at sigla við egnum seglum, men máttu sleipast inn í havnina, tí bæði segl og skrokkur var illa farin í ódnarveðri á ferðini heim.

Sama kann tíverri henda teg og meg, táið vit koma í andaligt óveður og royna sjálvi at stýra okkum úr vandasjógvi, í staðin fyri at geva Harranum róðrið. Tí eru skriftirnar fullar við ávaringarvitum, sum vísa okkum ta beinu leiðina, so vit ikki sigla á sker og flúðrar, sum krógva seg í vatnskorpini. Vit kunnu kanska siga, at øll eru glað, tí skipið kom kortini í havn í øllum góðum, hóast illa viðfarið og við skræddum seglum. Men tað er ikki torført at ímynda sær, at gleðin er mangan størri yvir skip og manning, sum kom heilskapað í havn vegna gott sjómansskap og skil.

Pætur purrar út, tí nú eru ikki stundir at sova!

Størstu vanlukkur henda altíð – bæði á sjógvi og landi – táið menn sova. Sovnar maður við skips – ella bilróðrið, so svitast ikki, at onkur álvarsom vanlukka hendir.

Hetta visti ápostulin av beiskum royndum. Tí sigur hann:”Eg síggi tað vera rætt at vekja tykkum við áminning, so leingi sum eg eri í hesum tjaldi. Eg veit jú, at eg brádliga skal fara úr tjaldi mínum – sum eisini Harri okkara Jesus Kristus læt meg vita.”

Likamið er at rokna sum tjaldbúð, sum vit búleikast í her á fold!

Pætur hevði fingið at vita frá Harranum Jesusi, at hann brádliga skuldi flyta úr hesi tjaldbúð, og nú var hann vorðin eldri maður, so tað kundi henda hvørja løtu. Tí var tað honum so umráðandi at styrka náðisystkini við sterkum áminningum, sum kundi bjarga teimum frá følskum og skaðiligum lærum, sum villleiða, eins og ein følsk kumpass, ið sjómenn royna at stýra eftir.

Munur er á ævintýrum og veruleikanum!

Evangeliið um Jesus Kristus, sum doyði á einum krossi, var gravlagdur og reis upp aftur triðja dagin frá teimum deyðu, er ein signaður og væl prógvaður søguligur sannleiki, meðan allar heimsins trúarlærir eru at rokna sum villleiðandi ævintýr.

Táið Pætur játtaði á sinni: Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds, var tað tí hann trúði orðum Harrans Jesusar. Tí hann hevði ikki sæð meira enn hini mongu, sum als ikki vildu trúgva orðum og verkum Harrans.

Trúgvin gongur jú altíð undan sjón, tí táið vit hava sæð, hava vit valla brúk fyri trúnni.

Hesin sannleiki verður eisini staðfestur í orðum Pæturs, táið hann sigur við Harran Jesus: “Vit hava trúð og fingið at síggja, at Tú ert hin heilagi Guds!

Men Pætur og hinir báðir lærisveinarnir fingu beint aftaná eina størri opinbering av Harranum Jesusi. Og tað er hesa opinbering, hann sipar til við hesum orðum:

Vit vóru eygnavitni til hátign Hansara!

Nú hevði hann sæð kongin í dýrd síni, sum hann beint frammanundan játtaði í veikari trúgv. Jú, tann sum trýr á Hann fer ongantíð at verða til skammar. Tí tann, sum trýr, kemur eisini at síggja. Henda ógloymandi hending var framvegis so livandi í huga hansara, at hann kann ikki lata vera at endurtaka hana við hesum orðum: “Vit vóru eygnavitni til hátign Hansara – táið Hann fekk heiður og dýrd frá Gudi Faðir, og slík rødd ljóðaði til Hansara frá hini hátignarligur dýrd: “Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til.” Hesa rødd hoyrdu vit ljóða av Himli, táið vit vóru við Honum á hinum heilaga fjalli!”

Pætur sá kongadýrd Kristusar, men hann hoyrdi eisini vitnisburð Faðirsins um Sonin

Sama sigur Jóhannes á gamalsaldri: “Vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin sonur hevur frá faðir sínum!”  Hetta sigur okkum greitt, at opinbering Harrans Jesusar á fjallinum hevur havt eitt ómetaligt árin á hesar báðar lærisveinar, og hon hevur verið teimum til styrki og troyst á trongdardøgum seinni í lívinum.

Henda opinbering staðfesti bara hitt profetiska orðið um Kristus.

Kristi koma í dýrd og heiður hevur ongantíð verið nakað loyndarmál, tí allir profetarnir í Gamla Testamenti hava kunngjørt týðiliga, at dýrdarkongurin Kristus fór at koma at valda hesum heimi sum rættvísi – og friðarkongur. Eitt stutt brot frá Esaiasi sigur: “Tí barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla. Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi. Stórt verður harradømi, endaleysur friðurin.”  Kristus, sum klæddi seg í mannahold, er nú krýndur við dýrd og heiður og hevur fingið alt vald í Himli og á jørð. Men enn situr Sonurin við Faðirsins høgru lið í Himli, og lyfti um komu Hnasara 

liggur framman.

Dentur verður lagdur á, at øll profetorðini í skriftini samsvara. Tú finnur onga mótsøgn, men eitt undurfult samljóð valdar, tí hetta orðið er ikki komið av vilja menniskja, nei, drivnir av Heilaga Andanum, talaðu heilagir menn Guds.

Paulus sigur tað sama við hesum orðum: “Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmennsikjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.”

Táið vit lesa evangeliini, hoyra vit Harran Jesus endurtaka eitt skriftstað fyri og annað eftir úr Gamla Testamenti, og Hann sigur við teir skriftlærdu: “Tit villast, tí tit kenna ikki skriftirnar, ei heldur mátt Guds.” Hann mátti eisini siga við nakrar lærisveinar eftir uppreisnina: “Tit lítið hugsandi og trekhjartaðu at trúgva øllum tí, ið profetarnir hava talað:”

Morgunstjørnan sigur frá nýggjum degi!

Hetta talar eina mest til sjófólkið, sum starvast á opnum skipsdekki eina illsliga og myrka vetrarnátt. Menn kalla hesa vakt fyri hundavaktina, og tað verður sagt, at  tyngsta løtan á náttini er beint fyri lýsing, tí tá er dimmið tjukkast. Men knappliga síggja teir morgunstjørnina, og tá byrjar at lýsa av nýggjum degi.

Heilagi Andin brúkar hesa mynd fyri at lívga og eggja samkomu Kristusar, sum er til reiðar at avloysa ta seinastu vaktini, áðrenn lýsir av degi. Og Hann sigur tað við hesum orðum: “So mikið meiri staðfest hava tit hitt profetiska orðið, sum tit gera væl í at akta eftir – eins og eftir ljósi, ið skínur á myrkum staði – inntil lýsir av degi, og morgunstjørnan rísur í hjørtum tykkara.”

Vit spyrja: Hvør er so henda morgunstjørna? Vit lata Harran Jesus sjálvan geva svarið í endanum  á Opinberingsbókini: “Eg eri Rótskot og ætt Dávids, hin bjarta morgunstjørnan – Hann, sum vitnar hetta, sigur: “Ja, Eg komi skjótt!” Jú, morgunstjørnan er eingin annar enn Jesus Kristus, sum sambært lyfti sítt kemur at bjarga samkomu síni úr heimsins náttarmyrkr inn í æviga ljós sítt. Men tað er vert at leggja dent á, at Hann kemur bert eftir teimum, ið bíða eftir Honum – teimum, sum elska opinbering Hansara!

Vinur mín, sum lurtar! Gleðir tú teg í hesi Gud givnu vón, sum øll Guds børn eiga?

Tak ímóti Frelsaranum við trúgv, nú tú hoyrir evangeliið – og so skalt tú eisini koma at síggja dýrd Hansara, tí tú verður dýrdargjørdur saman við Honum – Amen!