Pætur ápostul og skriftir hansara (2/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Vit hava longu umrøtt, hvussu fiskimaðurin Pætur kom í samband við Harran Jesus og gjørdist lærisveinur og ápostul Hansara, og var ein av teim tólv, sum koma at standa Meistaranum nærmast.

Hesa ferð umrøða vita eina svára andaliga kreppu, sum Pætur hevði , eftir at hava ferðast við Harranum Jesusi í umleið trý ár.

Henda andaliga kreppa tók seg upp so líðandi – og í hesum er Pætur einki eindømi, tí sjáldan fellur eitt Guds barn við einum braki.

Latið okkum fyrst leggja løtuna í Harrans hendur:  Harri, vit takka Tær fyri allar vitar, sum Tú hevur sett at lýsa fyri okkum, so vit koma leiðina fram. Harri, takk fyri Pætur, sum hevur verið mongum neyðstaddum Guds barni ein slíkur ávaringar-viti.  Harri, signa orð Títt og hjálp okkum at taka við ráðum Tínum  – Amen!

Vit skulu lesa frá Matteus 16 og vers 21 til vers 23: “Frá teirri tíð byrjaði Jesus at gera lærisveinum Sínum kunnigt, at Hann skuldi fara til Jerúsalem og líða nógv av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða dripin og rísa upp aftur triðja dagin. Tá tók Pætur Hann burturfrá og fór at hava at Honum og segði: “Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!” Men Hann vendi sær á og segði við Pætur: “Vík aftur um Meg, Satan! Tú ert Mær til ástoyt; tí tú hugsar ikki um tað, sum Gud hoyrir til, men um tað, sum menniskjum hoyrir til!”

Vík aftur um Meg, Satan! Hvønn sigur Harrin Jesus hesi hørðu orð við? Ongan annan enn Símun Pætur, sum beint framman undan hevði fingið henda vitnisburð: Sælur ert tú!  Henda stutta samrøða avdúkur bara, hvussu lítið Pætur skilti, hvør Harrin Jesus av sonnum var, og hvør uppgáva Hansara var. Hann skilti als ikki, at Kristus sambært skriftirnar fyrst mátti líða og sigra yvir Satans veldi á krossinum, áðrenn Hann kundi seta seg á trónina sum friðar- og  dýrdarkongur.

Hetta sigur okkum eisini, at Satan er førur fyri at dára og villleiða Guds børn, ja, sjálvt tey, sum elska Harran  Jesus. Sjálvandi var tað inniliga ynski Pæturs, at Harri hansara skuldi sleppa undan líðingum, men hann visti ikki, at tað var sjálvur Satan, sum leiddi hugsanir og orð hansara, táið hann segði: “Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!”    Hvussu kundi hann góðtaka, at besti vinur hansara mátti fara gjøgnum ófatuliga vanæru og líðingar. Nei, hann dugdi als ikki at góðtaka, at líðingar ganga altíð undna dýrd í ríki Guds.

Pætur er ikki einsamallur um hesa hugsan. Hetta er vanliga og náttúrliga lyndi okkara, sum vil sleppa undan líðingum. Men ikki ber til at sleppa undan hesi guddómligu meginreglu. Vit minnast, at tað var júst í hesum, at Satan, sum er heimsins høvdingi, royndi at freista og fella Frelsara okkara í oyðimørkini, táið hann segði: “Alt hetta skal eg geva Tær, um Tú vilt falla niður og tilbiðja meg!” Og svar Jesusar var: “Far burt Satan!” Harrin vil við hesum læra okkum, at tað er eingin styttur vegur til dýrd – og sjálvandi eigur faðir lygnarinnar onga dýrd at bjóða nøkrum. Hann er heldur upphavið og atvoldin til alla neyð og líðingar, sum mannaættin knógvar undir.

Hóast allar avmarkingar, sum fall Pæturs so dyggiliga prógvar, so broyttist Símun Pætur so líðandi í samfelag við Harran Jesus.

Náði Harrans Jesusar broytti fiskimannin Símun til Pætur ápostul – ein livandi stein í halgidómi Guds, sum er samkoma Kristusar á jørð.

Áðrenn Golgata og Hvítusunnu er Pætur busutur, ótolin, stórorðaður. Eginstyrki og eginvilji eyðkenna nógv lyndi hansara. Men eftir Hvítusunnu – og kanska serliga í brøvum hansara, kenna vit ikki mannin aftur. Nú er hann vorðin sáttligur, tolin, eyðmjúkur og vónríkur. Tað er náði Guds, sum broytti mannin.

Evangeliini vísa okkum gongdina í falli og endurreising Pæturs!

Tí fall Pæturs var í fleiri stigum, men hann varð alla tíðina ávaraður av Harranum Jesusi. Beint áðrenn krossin segði Harrin við lærisveinar sínar: “Tit verða allir fyri falli!” Men Pætur svaraði aftur: “Um so allir verða fyri falli, skal eg ikki falla. Sjálvandi meinti Pætur tað, ið hann segði, tí hann elskaði Harran av heilum huga. Men enn hevði hann ikki lært áminningina: “Tann, ið heldur seg standa, síggj tí til, at hann fellur ikki.” Neyðars Pætur kom seinni at ásanna: “Tí ikki við egnum mátti er maður sterkur.” At enda talar Jesus beinleiðis við kæra vin sín Pætur og sigur: “Sanniliga sigi Eg tær. Í dag, hesa nátt, áðrenn hanin hevur galið tvær ferðir, skalt tú tríggjar ferðir avnokta Meg!”

Vit spyrja: “Hvørji ráð skuldi Pætur tikið til, nú hann fekk at vita vandan, sum lá beint framman? Hann hevði jú verið í vanda áður meir enn eina ferð á vatninum og varð bjargaður. Hví rópti hann ikki nú eins og hina ferð, táið hann fór at søkka í aldinum: “Harri frels meg!” Tí hann sá ikki vandan og trúði ikki orðum Harrans. Men ístaðin segði hann í sjálvsáliti, eins og allir hinir: “Um eg so skal doyggja við Tær, skal eg ikki avnokta Teg!”

Pætur sveik táið á stóð – Hann svav í staðin fyri at vakja!

Ein vaktarmaður skal altíð vera vakin – tí sovnar hann, kann tað volda óbótaligan skaða bæði fyri hann sjálvan og onnur, ið hann hevur ábyrgd av. Tí er ikki satt, sum mangan verður sagt, at tann ið svevur syndar ikki!

Ávaringar eru mangar í skriftini móti andaligum svøvni. Tí tað er meðan vit sova, at fíggindin ger skaða og tjóvurin stjelur. Pætur hevði beiskar royndir á hesum øki, og hann hevði ilt við at fyrigeva sær sjálvum, hvussu hann sveik álit Harrans – bæði á fjallinum og í dalinum.

Vit lesa bæði hjá Matteus og Lukas, at Harrin tók Pætur, Jákup og Jóhannes niðan á fjallið at biðja. Og har opinberaðist Hann í dýrd saman við Eliasi og Mósesi fyri eygum teirra. Pætur hevur beint frammanundan opinberað, hvussu lítið skil hann hevur fyri líðingum og krossi Kristusar. Hann sá bara dýrdarkrúnuna, men vildi ikki góðtaka tornakrúnuna.

Men so spyrja vit: Hvussu nógv sóu Pætur og hinir báðir av Kristi dýrd? Teir sovnaðu jú har á fjallinum, táið teir skuldu vakt og biðið! Men kortini kundu teir ongantíð gloyma hesa ómetaligu dýrd, sum varð teimum opinberað.  Hevði Pætur verið árvakin og ikki tungur í svøvni, so hevði hann møguliga bæði hoyrt og skilt samrøðuna, sum Harrin hevði við Móses og Elias, um útferð Harran Jesusar úr hesum heimi. Orð Pætursar avdúka, hvussu lítið hann skilti, táið hann segði: “Meistari! Her er okkum gott at vera; lat okkum gera tríggjar bústaðir, Tær ein, Mósesi ein og E.liasi ein!” Evangelisturin leggur aftrat, at Pætur vitsti ikki, hvat hann segði. Men røddina, sum beint aftaná kom úr dýrdarskýnum, hoyrdu teir allir týðiliga: “Hesin er Sonur Mín, hin útvaldi – hoyrið Hann!”

Hevur tú lyndi til at sovna á fjallinum, so er lættari at falla í blund niðri á dalinum. Tað var júst tað, sum hendi stutt eftir í Getsemane urtagarði.

Nú var tyngsta løtan í Jesusar foldarlívi komin – Og Harrin Jesus vísti Pæturi og synum Zebedeusar hetta sjáldsama álit, at hava teir hjá sær, táið harðast leikaði á, fyri at kenna samkenslu og stuðul teirra. Men Pætur og hinir báðir vóru Jesusi heldur til ampa  enn ein stuðul í bønarstríðnum, tí teir vóru blindir fyri tí, sum lá framman.

Valla kom Pætur nakrantíð at gloyma orð Harrans, tá ið Hann sorgarbundin vakir hann og spyr: “Símun, svevur tú? Vart tú ikki mentur at vakja ein tíma!”

Pætur vaknar, táið fíggindar Harrans við Judasi á odda koma albrynjaðir inn í garðin.

Í staðin fyri at stríðast í bøn, tók Pætur til svørðið og høgdi oyrað av tænara

høvuðsprestsins. Tá var gott, at Harrrin var har við lið Pæturs og kundi grøða tann skaða, sum svørð hansara hevði volt, og seta oyrað á aftur.

Síðan segði Jesus við hann: “Stikk svørð títt afutr, hagar sum tað eigur at vera! Tí allir teir, ið taka til svørð, skulu falla fyri svørði. Ella heldur tú,  Eg kundi ikki biðið Faðir Mín, og Hann tá ikki hevði sent Mær meir enn tólv legiónir av einglum! Hvussu skulu tá skriftirnar gingið út, at so eigur at verða!”

Hesi orð opinbera eisini, at tað var ein andaligur bardagi, sum nú byrjaði av sonum – millum vald myrkursins og ljóssins, og í hesum bardaga vóru menn bert amboð í valdi myrkursins.

Táið Jesus gav seg upp í hendur teirra, sum tóku Hann, uttan mótstøðu, rýmdu allir lærisveinarnir frá Honum og flýddu – eisini Pætur, sum fylgdi Honum langt aftaná líka til garð høvuðsprestsins, og hann fór inn og setti seg hjá tænarunum fyri at síggja, hvat endin mundi fara at verða.. Lukas sigur, at teir kyndu eld mitt í garðinum og sótu saman har, og Pætur sat mitt ímillum teirra.

Nú hevði Pætur runnið línina at enda og var komin at sita millum spottarar. Fallið kom ikki knappliga, og tað kemur tað sjáldan. Eins og skynsemið minkar, tá ið tú hevur kenning ella ert tungur í svøvni – á sama hátt missir tú tað andaliga skynsemi, táið tú ert í felagsskapi við gudleys ella spottarar. Nú skuldi so lítið til fyri at taka Pætur heilt av fótum. Ein blanding av ræðslu og skomm tók Pætur í vald sítt. So tá ein arbeiðskona og ein av vaktini staðfestu, at hann var ein av lærisveinum Jesusar, noktaði hann tað burt út og bannaði og svór uppá, at hann als ikki kendi mannin, sum tey tosaðu um. Alt hendi, sum Jesus hevði sagt – Tá ið hanin gól, hevði hann avnoktað Harra sín tríggjar ferðir. Eitt øgiligt fall, og tað er at undrast yvir, at hann nakrantíð kom aftur á føtur Men Harrin hevði stórar ætlanir við hesum manni og byrjaði tí beinan vegin at reisa hann aftur. Pætur varð ikki sitandi millum spottarar, tí tað samfelagið kundi hann als ikki njóta. Harrin hevði ongantíð mist veika lærisvein sín úr eygsjón, og júst í hesi  lagnustund hugdi Hann í inniligum kærleika inn í andlit hansara og tá ið eygu teirra møttist, fór Pætur út og græt beiskliga. Men nú byrjaði eisini endurreising hansara..

Jú fall Pæturs var stórt, men endurreising hansara var srørri. Og Pætur kundi av heilum huga taka undir við orðum Paulusar í Rómbrævinum: “Tí har sum syndin varð stór, varð náðin uppaftur størri.”

Vit hava ikki loyvi til at døma Pætur, men heldur stinga hondina í egnan barm og spyrja: “Hvussu ofta havi eg ikki verið sekur í líknandi synd millum heimsins menniskju! – Heldur enn at vera eitt satt vitni um Harra og Frelsara mín í einum gudleysum heimi, havi eg mangan avnoktað Hann – kanska ikki beinleiðis við orðum, men við atferð og gerðum mínum. Men Harrin sleppir ongantíð  neyðstøddu børnum sínum, tí Hann hevur friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir við okkum – og vil fegin geva okkum framtíð og vón!

Vit lósu: Pætur fór út og græt beiskliga!

Vegurin til endurreising og endurnýggjan er als ikki lættur. Tí tann, ið snávar og fellur meinslar seg og er mangan ikki gonguførur. Hann hevur heldur ongan hug at reisa seg aftur, tí styrkin er farin. Hann hevur mist samfelagið við náðikelduna og frelsugleðin er farin, og øll vón er við at fjara burtur.

Tað var bjarging Pæturs, at Frelsarin hugdi á hann við einum fyrigevandi eygnabragdi. Hesin kærleiki skapti angur í hjarta hansara og hann fekk sorg eftir sinnalagi Guds, sum virkar umvending til frelsu.

Pætur kendi seg ivaleyst sum ættarfedrar hansara á sinni í Bábel, sum bera harmljóð síni í sálmi 137: “Við áirnar í Bábel, har sótu vit og grótu, tá ið vit mintust Zion …Hvussu kunnu vit syngja sangir Harrans í fremmandum landi?”

Hóast fall Dávids var nógv álvarsamari enn fall Pæturs, so var vegurin til endurreising hin sama – umvending og syndajáttan av heilum huga.

Harrin Jesus segði við Pætur: Eg bað fyri tær!

Hóast Pætur gloymdi at biðja, so gloymdi Harrin ikki at biðja fyri honum. Hetta minnir okkum á, at øll Guds børn eiga ein stóran fyribiðjara í Himli. Vit eiga ein Høvuðsprest hjá Gudi og ein Talsmann hjá Faðirinum.

Stutt áðrenn fallið, sigur Jesus hesi orð við Pætur: “Símun, Símun! Satan vildi hava tykkum í vald sítt at sálda tykkum sum hveiti. Men Eg bað fyri tær, at trúgv tín skal ikki svíkja,og táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!”

Øldir frammanundan kravdi Satan tað sama um Job, sum fór gjøgnum ræðuligar royndir og líðingar. Men Job kom sum reinsað gull út aftur úr eldinum, tí Harrin lívgaði tænara sín gjøgnum royndirnar.

Harrin Jesus bað fyri Pæturi, at trúgv hansara skuldi ikki svíkja í royndareldinum. Satan hevði av sonnum Pætur í sáldinum; men tað varð bert dumba eftir í sáldinum til Satan  – Hveitina fekk Harrin, sum onkur hevur sagt. Harrin vil altíð hava tað besta, og tað fekk Hann eisini at enda frá Pæturi, tí Pætur gloymdi ongantíð áminningina:      “Tá ið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!”

Pætur fekk eina serstaka heilsu frá hinum upprisna- Harranum Jesusi!

.Hetta hevur verið ein tung vika fyri Pætur og hinar lærisveinar Hansara. Øll vónin var farin – og ræðslan at fáa somu lagnu sum Meistari teirra, lá sum eitt tungt skýggj yvir teimum øllum. So hevði Pætur hesa eyka byrðina at bera, at han n so skammiliga hevði avnoktað besta vin sín, tá ið á stóð. Hann hevði ivaleyst ringt at fyrigeva sær sjálvum, at hann hevði svikið eitt so inniligt vinarlag.

Nú tørvaði Pæturi samkenslu og stuðul frá vinum sínum. Og tað fekk hann eisini frá Jóhannesi – ungdómsvini sínum. Tí  Jóhannes leitaði henda  illa stadda og vónleysa lærsvein upp, og fór út til grøvina við honum sjálvan uppreisnarmorgunin Men hvørgin teirra væntaði at síggja eina tóma grøv, hóast teir uttan iva høvdu hoyrt orð Hansara til systrarnar í Betania: “Eg eri uppreisnin og lívið, tann, ið trýr á Meg, skal liva, um hann so doyr.” Og Pætur var hjástaddur, tá ið Harrin seinni segði við Tummas: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.! Men nú vóru hesi lívsælu orð deyð í hugaheimi teirra og vónarsólin var farin í kav við alla,  og framtíðin fjaldi seg í kølmyrkri.

Men sólin reis aftur úr kavi og vónin vaknaði av nýggjum, tá ið Pætur og Jóhannes hugdu inn í eina tóma grøv. Nú var Pætur sannførdur um, at Frelsarin var á lívi, og henda sannføring varð stuðlað, tá ið hann seinni á degnum fekk eina persónliga heilsu við nøkrum systrum, sum vóru í lkærisveinaflokkinum.

Henda kærleiksheilsa frá sjálvum hinum upprisna, hevur sjálvandi uggað og givið Pæturi mót av nýggjum. Henda sama dag vitjaði Harrin sjálvur veika tænara sín. Tí vit lesa stutt og greitt: “Tað er satt, at Harrin er risin upp – Hann er sæddur av Símuni!”

Henda vitjan hevði ómetaligan týdning fyri Pætur, og var kanska størsta løtan í lívi hansara. Einki meira er sagt um hetta møtið teirra millum. Men er ímyndi mær, at tað var meinlíkt møtinum millum faðirin og sonin, sum var komin heim aftur úr landinum langt burtur. Pætur fekk, eins og hin fortapti sonurin, ein inniligan koss, ístaðin fyri eitt spark, sum hann hevði uppiborið.

Pætur fekk frelsugleðina og ta andaligu tænastuna aftur!

Ikki er møguligt at fremja andaliga tænastu uttan samfelag og frelsugleði. Eftir uppreisnina opinberaði Harrin Jesus seg ferð eftir ferð fyri Pæturi og hinum ellivu við hesum orðum: “ Friður veri við tykkum!” Og vit lesa: “Tá vóru lærisveinarnir glaðir, táið teir sóu Hann.”

Men Harrin og Meistarin var ikki altíð sjónligur fyri eygum lærisveinanna hesar fjøruti dagar miullum uppreisnina og himmalferð Hansara. Hann vitjaði teir ofta, men so var Hann úr eygsjón aftur. Tað sær næstan út til, at teir høvdu ikki stundir at bíða eftir vegleiðing Hansara  – Og Pætur, sum altíð var fúsur at gera nakað, segði við einar sjey aðrar lærisveinar: “Eg fari út at fiska.” Teir søgdu við hann: “Eisini vit koma við tær.” Men ta náttina fingu teir einki.”

Henda fiskiveiða er meinlík henni, vit lesa um í Lukas 5 – nøkur ár frammanundan!

Tað var jú tá, Harrin kallað Pætur frá gørninum og gav honum boð um at veiða menniskju. Hetta kallið var møguliga farið í gloymibókina. Men nú endurtekur Harrin hetta kallið, og leggu dent á, hvussu uppgávan skal røkjast.

Vit lesa í Jóhannes 21: “Táið nú morgunin var komin, stóð Jesus á strondini; tó vitsti lærisveinarnir ikki, at tað var Jesus. Jesus segði tá við teir: “Børn, hava tit nakað at eta?” Teir svaraðu Honum: “Nei!” Hann segði við teir: “Setið út garnið høgrumegin bátin, so skulu tit fáa!” Teir settu tað tá út, og nú vóru teir ikki mentir at draga tað upp, so nógvur fiskur var í tí. Lærisveinurin, ið Jesus elskaði, segði tá við Pætur: “Tað er Harrin!” Táið Símun Pætur hoyrdi, at tað var Harrin, bant hann kyrtil sín um seg – tí hann var nakin – og leyp út í vatnið…. Táið teir nú komu á land, sóu teir kolgløður liggja har og fisk á teimum, o breyð. Jesus segði við teir: “Komið higar við fiski av tí, sum tit fingu nú!” Tá fór Símun Pætur í bátin og dró garnið í land, fult av stórum fiski, 153; og tó at so mangir vóru, skrædnaði garnið ikki. Jesus segði við teir: “Komið higar og fái tykkum at eta!” Men eingin av lærisveininum vágaði sær at spyrja Hann: “Hvør ert tú?” Tí teir skiltu, at tað var Harrin. Jesus kom tá og tók breyðið og gav teimum tað, somuleiðis fiskin.”

Hesisr somu lærisveinar høvdu verið eygnavitni til so mong undur og tekin, sum Jesus hevði framt. Teir høvdu valla gloymt hina ferðina í oyðimørkini, táið Hann fjølgaði fimm breyð og tveir smáfiskar, so tað var nóg mikið at borðreiða fyri 5000 monnum og avlopið var upp í heilar tólv kurvar. Men undurið var líka stórt hvørja ferð – og tað skuldi verið nóg mikið at sannført øll um, hvør Jesus av sonnum var.

Tað er eingin ivi um, at Pætur var vorðin djúpt sannførdur og hevði fingið mangan størri virðing fyri hesi tign og dýrd, sum hevði eyðmýkt og sett seg so lágt, at Hann var lýðin  til deyðan á einum krossi- fyri at bjarga syndigum monnum. 

Nú byrjar Pætur at læra ta andaligu meginregluna, at líðingar ganga altíð undna dýrd    

Símun, sonur Jóhannes, elskar tú meg?

Ein rannsakandi spurningur frá Honum, sum veit alt, og sum einki kann krógvast fyri. So tað var ikki løgið, at Pætur kendi seg illa við, táið Jesus gevur honum henda spurning beint eftir máltíðina.

Høvdu tú og eg torað at hugt Harranum inn í andlitið og sagt við dirvi: “Ja, Harri, Tú veitst, at eg elski Teg!”  Pætur tordi ikki at brúka hetta sterka orðið: Eg elski Teg!  Men segði ístaðin: “Eg havi Teg kæran!” Harrin Jesus brúkti Agspao, sum merkir á grikskum, kærleiki sum gevur og ikki krevur. Meðan Pætur svaraði við phileo, sum merkir vanligur kærleiki millum vinir.

Nú kom Pætur ikki við háfloygdum orðum og stórum lyftum um trúfesti og kærleika – so mikið hevði hann lært hesar seinastu dagarnar um seg sjálvan. Men tað sum hevði størri týdning var, at hann var komin at kenna Harran Jesus, sum ongantíð áður – Náði og fyrigevandi kærleika Hansara móti einum vini, sum svíkti so dyggiliga tá ið á stóð.

Vit eru við til eina vígslu her á strondini – Hin stóri Hirðin setur Pætur í eina andaliga hirðatænastu- samstundis sum Hann gevur honum sterkar áminningar: 

Harrin spyr Pætur tríggjar ferð: elskar tú Meg ella hevur tú Meg kæran, og hvørja ferð gevur Hann honum eina áminning ella kanska rættari eini boð: Føð lomb Míni! – Ver hirði hjá seyði Mínum! – Føð seyð Mín!

Við hesum leggur Harrin dent á, at fortreytin til alla andaliga tænastu er kærleiki Guds, útheltur í hjørtum okkara við Heilaga Andanum, sum givin okkum er. Tí vit eiga ongan kærleika, men kunnu bert geva Gudi aftur tað, vit fyrst hava fingið frá Honum. Ella sum eitt annað skriftstað sigur: Vit elska, tí Hann elskaði okkum fyrst.

Men so er spurningurin, hvussu skal eg vísa fyri Gudi og monnum, at eg elski Harran Jesus, sum elskaði meg og doyði fyri meg?

Vit fáa  rætta svarið, um vit umskriva boð Jesusar: “Pætur Mær tørvar ikki kærleika tín, men eg eigi nøkur lomb og nakrar seyðir, sum Eg elski, og sum tørva dagliga røkt og føði. Tey hava brúk fyri kærleika og umsorgan í einum køldum og óndum heimi. Pætur, tað fløvar hjarta Mítt, um tú styrkir brøður og systrar tínar her á fold. Tí tey eru av sonnum likam Mítt – Og elskar tú likam Kristusar, so elskar tú Meg!”  

Pætur gloymdi ongantíð henda minniliga morgun við Galilea vatn, samstundis sum hann helst vildi gloyma tað lagnutunga kvøldið í garði høvuðsprestsins.

Tá ið vit taka samanum, koma vit til hesa niðurstøðu:

Pætur varð freistaður og royndur við tveir koleldar –

Við hin fyrra eldin, sum fíggindar hansara kyndu í myrkrinum á náttartíð, varð hann freistaður og fekk spurningar, sum tóku hann av fótum. Tað, sum fór fram við henda eldin, vildi hann helst gloyma, tí tað hevði gjørt honum og tí kristna vitnisburðinum so ómetaliga stóran skaða.

Men við henda seinna eldin, sum Harrin Jesus hevði kynt henda vakra, ljósa morgun við vatnið, kom hann aftur í inniligt samfelag við Harra og Frelsara sín. Harrin spyr hann í kærleika fyri at vekja hann og stimbra andaliga lív hansara, so hann kann verða førur fyri at fremja ta uppgávu og tænastu, ið honum verður litin upp í hendur.

Vit minnast, at Pætur avnoktar Harran Jesus tríggjar ferðir við koleldin hjá høvuðsprestinum. Men við koleldin, sum Jesus kyndi á strondini, játtar Pætur tríggjar ferðir kærleika sín til Harran. Táið Jesus kallaði fiskimannin Símun Pætur á fyrsta sinni, gav Hann honum evangelistatænastuna ella boð um at veiða menniskju. Men nú gevur Harrin hesum roynda lærisveini sínum hirðatænastuna. Ein umvending var farin fram, tí var hann førur fyri at styrkja brøður sínar, sum fóru gjøgnum líknandi royndir.

Fall Pæturs við koleldin, sum fíggindar hansara høvdu kynt, er skrivað okkum til ávaring.

Er Pætur ein sterk ávaring um, hvussu skjótt eitt gudsbarn kann snáva í gáloysni og bróta seg sundur andaliga, so er hann eisini eitt signað dømi um, hvussu skjótt Harrin kann grøða og lívga anda teirra, sum venda við av heilum huga og játta syndir sínar.

Hvussu mong kær náðisystkin hava ikki kent sviðan av at verma seg við heimsins eldar, uttan at hugsa um vandan og skaðan, sum stendst av tí  – Pætur er jú eitt dømi um tað.

Vinur mín, sum lurtar! Situr tú í løtuni saman við gudleysum spottarum og roynir at verma teg við eld heimsins, so flýggja sum Pætur í kærleiksfavn Kristusar. So skalt tú eins og hann fáa frelsugleðina aftur við náðieldin, sum ongantíð køvdnar, men altíð fløvar og styrkir.

Tað er sannur vísdómur – ikki at royna at goyma og gloyma føll og avvik. Men heldur gera sum hin fortapti sonurin í Lukas 15  og siga: “Eg skal reisa meg og fara til faðir!”

Og Faðirin stendur við opnum ørmum og bjóðar tær hjatraliga vælkomnan aftur.

Harrin signi teg, sum hevur lurtað   – Amen!