Pætur ápostul og skriftir hansara (3/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Vit hava umrøtt eina svára kreppu í andaliga lívi Pæturs – Hann fall so dyggiliga, tí hann tók ikki við ráðum Jesusar. Men Harrin reisti hann aftur á føtur beinan vegin, hann hevði játtað og vent við av heilum huga.

Hesa ferð skulu vit hugsa um, hvusssu Harrin í náði síni setur Pætur inn aftur í tænastuna  – sum ein av oddamonnunum í tí kristnu frumsamkomuni.

Vit venda okkum fyrst til Harran í bøn: Harri, vit koma til Tín í navni Jesusar og biðja Teg um at signa tað orð, sum skal verða borið fram – vit biðja um, at tað skal vera fólki Tínum til lívgan og sælu og til frelsu fyri onkran, ið lurtar og sum enn gongur í andaligum myrkri. Harri, takk fyri hetta høvi og tað frælsi vit hava – Amen!

Heilaga Andans koma á Hvítusunnu er ein nýggj byrjan fyri Pætur!

Pætur stóð saman við hinum tíggju á Oljufjallinum og eygleiddi Harran Jesus, táið Hann varð tikin upp í dýrd fyri eygum teirra. Hetta skuldi ikki komið óvart á Pætur ella hinar, tí Harrin hevði sagt teimum tað so mangan, men tað var ikki løgi, at teir kendu seg hjálparleysar, táið Hann var farin teimum úr eygsjón.. Men Harrin Jesus læt teir ikki faðirleysar eftir. Tað sigur Hann teimum til dømis í Jóhannes 14 og vers 16 til 18: Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir. Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa, tí hann sær Hann ikki og kennir Hann ikki. Men tit kenna Hann, tí Hann verður hjá tykkum og skal vera í tykkum. Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir. Eg komi til tykkara.”

Táið Sonurin hevði sett seg við Faðirsins høgru lið í dýrdini, kom Heilagi Andin!

Hetta høvdu Pætur og hinir ikki væntað. Tað avdúkar spurningur teirra í Ápostlasøguni kapitul eitt og sætta vers: “Táið teir nú vóru komnir saman, spurdu teir Hann: “Harri! Er hetta tíðin, táið Tú endurreisur Ísrael ríkið?” Nei, teir høvdu hvørki væntað ella vónað, at hin upprisni – lívsins Harri, skuldi skiljast frá teimum nú.

Men táið teir sóu Hann verða tiknan upp til Himmals frá Oljufjallinum, vóru teir sannførdir um, at tíðin, at endurreisa Ísrael, var ikki komin enn. Tó høvdu teir als einki skil fyri tí nýggja Náðihúsarhaldi, sum nú kom at avloysa lógarhúsarhaldið. Tað skuldi taka drúgva tíð at læra Pætur henda dýra sannleika.

Vit høvdu ivaleyst ikki sett henda tornæma lærisvein at ganga á odd í hesi nýggju tíð, ið lá framman. Men Harrin hevur undurfult tol við tænarum sínum. Tí Hann, sum byrjar gott verk í okkum, skal eisini fullføra tað. Harrin hevði byrjað av nýggjum við Pæturi og Hann fós eisini at fullføra sínar ætlanir við hesum manni.

Tað mátti taka tíð til at fyrireika hetta fólk til henda nýggja náðisáttmálan – Tí tey høvdu jú verið bundin at einum lógarsáttmála í øldir. Fyrri parturin av ápostlasøguni sigur frá gongdini og hvussu Harrin brúkti stóra tænara sín í hesi tillagingartíð.

Hvítusunnan er byrjanin til hetta nýggja tíðarskeið.

Sum vit longu hava nevnt, var hetta einki loyndarmál. Enntá profetarnir í Gamla Testamenti siga frá, at ein slík undurfull tíð fór at koma her á fold. Men Jesus sigur lærisveinum tað týðiliga í hesum skriftbrotum, sum eg skal lesa. Fyrst lesa vit Jóhannes evang. 15,26: “Men táið Talsmaðurin kemur, sum Eg skal senda tykkum frá Faðirinum, Andi sannleikans, sum út gongur frá Faðirinum  – Hann skal vitna um Meg.”  Og síðan lesa vit úr sama evangelium kapitul 16 og frá vers 7 til 15: “Tó Eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann. Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm – um synd, tí tey trúgva ikki á Meg, um rættvísi, tí Eg fari til Faðir Mín, og tit síggja Meg ikki longur, um dóm, tí høvdingin yvir hesum heimi er dømdur.

Eg havi nógv at siga tykkum enn, men tit fáa ikki borið tað nú. Men táið Hann, Andi sannleikans kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum. Hann skal dýrmeta Meg, tí Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum. Alt, sum Faðirin hevur , er Mítt; tí segði Eg, at Hann skal taka av Mínum og kunngera tykkum.”  Hetta segði Harrin áðrenn krossin. Men eftir uppreisnina og beint áðrenn himmalferð sína, endurtekur Hann lyftið í Ápostlasøguni kapitul eitt og vers átta: “Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar.”

Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur!

Hetta er ein av høvuðsuppgávum Andans, at geva vitnum Harrans Jesusar kraft til at bera evangelium náðinnar líka til enda jarðarinnar.

Áðrenn uppreisnina, krógvaði lærisveinarnir seg innan læstar dyr av ótta fyri Jødunum. Men táið teir sóu Hann aftur á lívi, vóru teir glaðir. Tó framvegis vóru teir bangnir og ivasamir. Hetta verður týðiliga sagt í tí  kenda skriftbrotinum Matteus 28, táið Harrin Jesus gevur teimum boð um at bera evangeliið til allar heimsins tjóðir.

Vit lesa: “Men hinir elluvi lærisveinarnir fóru til Galilea, til fjallið, har Jesus hevði sett teimum stevnu. Táið teir sóu Hann, tilbóðu teir Hann; men summir ivaðust. Men hóast teir ivaðust, leit Harrin teimum hesa signaðu uppgávu upp í hendur, tí Hann hevði ætlanir um at styrkja og varðveita hesar veiku menn. Men Hann legði teimum eina við at verða verandi í Jerúsalem, inntil teir vóru lætnir á kraft av hæddini.

Og hesir boðberar Harrans høvdu av sonnum brúk fyri guddómligari kraft, tí Satan froysti í øði háttur og morð móti lærisveinum Harrans og savnaði alt herlið sítt fyri at knúsa sendiboð Harrans. Tað hevði eisini eydnast, um ikki Harrin gekk á odda við herliði sínum og vardi veiku vitni síni.

Pætur kunngjørdi evangeliið í kraft Heilaga Andans á Hvítusunnu.

Sonurin vitjaði okkum í holdi og í mannalíki. Men 10 dagar eftir, at Hann hevði sett seg við høgru lið Faðirsins á Hæddini, kom Heilagi Andi at taka bústað í teim frelstu. Samkoman og tey einstøku trúgvandi gjørdist likam Hansara. Sjálvur er Andin ósjónligur, men uppgáva Hansara er at gera Kristus sjónligan í lívi teirra frelstu. Harrin Jesus kom fyri at útinna frelsuverkið fyri okkum, meðan Heilagi Andin kom fyri at gera frelsuverkið í okkum.

Vit lesa úr Ápostlasøguni kapitul 2: “Táið ní hvítusunnan kom, vóru tey øll komin saman á einum staði. Tá kom knappliga ljóð av himli, sum táið óførur stormur brestur á; tað fylti alt húsið, sum tey sótu í. Tungur, eins og av eldi, vístu seg fyri teimum, og tær skiltu seg sundur og settust á hvørt eitt teirra. Og tey vóru øll fylt av Heilaga Andanum og fóru at tala onnur tungumál, alt eftir sum Andin gav teimum at siga…. Tey vóru øll ovfarin og undraðust og søgdu: “Hyggið, eru ikki allir hesir, ið tala, Galilearar? Hvussu ber tað tá til, at vit hoyra teir tala, hvør okkara egna mál, sum vit eru fødd í? Tá steig Pætur fram saman við hinum ellivu, tók til orða og talaði til teirra.”

Hesin sami maður, sum fyri minni enn tveimum mánaðum frammanundan hevði avnoktað Harran Jesus so skammiliga alment, stendur nú aftur frammanfyri eini stórari mannamúgvi. Men nú kunnger hann teimum við dirvi og myndugleika stórverk Guds og Kristus sum einasta veg til frelsu fyri fortaptar syndarar. Tað var so nógv hent hesar fimti dagarnar, og maðurin var broyttur í grund. Eginstyrkin og mannaóttin var farin og í Heilaga Andans kraft talaði hann um stórverk Guds og náðievangelium Kristusar. Tíverri eru ikki stundir til at viðgera hesa talu í smálutum, men eg skal endurgeva hetta stutta brotið: “Og so skal verða, at hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.” Tit menn av Ísrael hoyri hesi orð! Jesus úr Nazaret, mann, ið av Gudi varð prógvaður fyri tykkum við kraftargerður, undrum og teknum, sum Gud við Honum gjørdi mitt ímillum tykkara –so sum tit sjálvir vita- Hann, sum eftir fyriskipaða ráði Guds og fyrivitan Hansara varð svikin, Hann drópu tit – krossfestu Hann við hondum lógleysinga. Men Gud reisti Hann upp, við tað at Hann gjørdi enda á kvølum deyðans; tí ikki var møguligt at Hann kundi verða hildin av honum.”  Fólkið kundu møguliga svarað honum háðandi aftur og sagt: “Tú svíktu jú meistara tín, táið mest stóð á og vildi ikki kennast við Hann. Men um so var, hevði Pætur ivaleyst svarað aftur: Jú, tað er tíverri rætt, sum tit siga, at eg sveik Harra mín skammiliga. Men eg havi játtað synd mína og fingið fyrigeving og njóti nú eitt inniligt samfelag við Hann, sum situr á dýrdarhásætinum í Himli.”

Gud frelsti 3000 sálir, meðan Pætur kunngjørdi náðisáttmálan.

Valla hevur nøkur einstøk talað avrikað slík stórverk í mannasøguni; men tað var Heilagi Andin, sum brúkti orð Pæturs. Tað var Heilagi Andin, sum sannførdi hesi menniskju um synd, rættvísi og dóm. Hetta fólk, sum helt seg til lógarsáttmálan, ið Harrin gav teimu gjøgnum Móses, hevði ivaleyst ikki gloymt, at 3000 sálir máttu bøta við lívinum, tí tey høvdu longu brotið sáttmálan, áðrenn Móses fekk stundir til at kunngera teimum hann. Lógin dømir og tekur lív, meðan náðin fyrigevur og gevur lív. Á, hvør ein munur!

Heilagi Andi setti Pætur til undangongumann í frumsamkomuni. Og Harrin gav honum hesa tænastu fram um hinar. Men teir vóru kortini allir ein eind, sum virkaðu saman í einleika Andans og í bandi friðarins.

Sterku viðføddu eginleikar Pæturs, sum mangan høvdu leitt hann í óføri, vóru nú undirgivnir Heilaga Andans leiðslu og vegleiðing. Heilagi Andin gevur eisini nýggj evni og gávur til teirra, sum vilja brúka tær til Harrans dýrd og æru.

Ta fyrstu tíðina helt Pætur til og virkaði í Jerúsalem saman við hinum ellivu. Og Gud virkaði á ein sjáldsama máta við undrum og teknum, samstundis sum evangeliið opinberaði kraft sína í teimum, sum hoyrdu og fagnaðu tí.

Stutt eftir hetta vitnar Pætur saman við Jóhannesi hugreystur fyri tí jødiska ráðnum:

Vit kunnu ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!

Teir vóru handtiknir og skuldu nú gera ráðnum roknskap fyri evangeliið um Jesus, sum teir kunngjørdu – Tí teir lærdu fólkið, at Harrin Jesus var upprisin og livdi framvegis – Hesin Jesus, sum Jødarnir hildu seg hava beint fyri við alla., var livandi sum ongantíð áður. Men tað hvørki kundu ella vildu oddamenn Jødanna góðtaka.

Tá sigur Pætur við teir, fyltur av Heilaga Andanum: “Tit ráðharrar og elstu fólksins! Við tað, at vit í dag verða tiknir til avhoyringar fyri vælgerð móti sjúkum manni – um, hvørjum hann er grøddur við, so skulu tit akkir og alt fólk Ísraels vita, at við navni Jesu Krists, Nazarearans, sum tit krossfestu, men sum Gud vakti upp frá hinum deyðu – við Honum er tað, hesin stendur frískur fyri eygum tykkara.”

Skriftirnar siga, at vit skulu lýða landsins myndugleikar og lógir, men ganga boð teirra móti boðum Guds, so eiga vit at lýða Gud meir enn menniskju – Tað er hetta, sum Pætur sigur ráðnum beint upp í eyguni. Men Pætur og hini í frumsamkomuni vóru til reiðar at gjalda prísin, tí tað hevur mangan kosta nógv at fylgja Kristusi eftir í einum óndum og gudleysum heimi – og kanska serliga á teimum døgum.

Vit lesa í Efesus kapitul 6 um “svikaálop Djevulsins”. Og Djevulin gjørdi øðilig álop á samkomuna í teim fyrstu døgunum, tí tað var umráðandi fyri hann at “kvala barnið”, so tað ikki fekk loyvi at vaksa og mennast.

Vit lesa ofta í Ápostlasøguni, at Pætur var hóttur við lívinum og illa viðfarin, og eini tríggjar ferð var hann handtikin og settur fastur, tí hann aktaði ikki boð ráðsisn og teirra elstu, Men einki kundi steðga hesum djarva stríðsmanni Harrans. Tí hann kundi ikki lata vera at boða Harran Jesus fyri landsmonnum sínum.

Men so er spurningurin: Hví er eingin atsøkn á okkara leiðum í dag? Er tað tí at heimurin er vorðin meira gudiligur og Djevulin meira menniskjaligur.Men svarið er beinan vegin Nei! Tí hvørki heimurin ella Satan eru broyttir, hóast teir við hvørt broyta framferðarhátt. Enn sum áður hata teir Gud Faðir, Son og Heilaga Anda. Og teirra hægsta mál er at útrudda samkomu Kristusar, sum er likam Hansara á jørð. Vit vita, at samkoma Kristusar er undir ræðuligum atsøknum manga staðni í heiminum í dag. Og tað verður sagt av álitisfólki, at í seinastu øld doyðu fleiri kristin sum blóðvitni enn nakrantíð áður í mannasøguni. Hví sleppa tey kristnu so væl undan atsøkn her í vesturheiminum, kunnu vit spyrja! Ein partur av svarinum er ivaleyst, at vit eru so væl vard av lógum og teimum ið umsita tær. Men man høvuðsársøkin ikki vera tann, at vit eru vorðin líkasæl og gera neyðsemjur við heimin bæði á einum og øðrum øki. Hvussu er við íðinskapi okkara, tá ið vit samanbera okkum við frumsamkomuna ella við brøður og systrar, sum líða so nógv undir atsøknum aðrastaðni í heiminum í dag? Er kristindómur okkara bara eit eiti ella kunnu vit siga av heilum huga eins og Pætur: Vit kunnu ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!

Djevulin er snildur og hevur nógvar royndir, men tíbetur verður hann altíð til skammar í andaliga bardaganum, táið Guds børn standa honum ímóti í herklæðum Guds.  Eru álopini hørð og miskunnaleys og blóð teirra trúgvandi flýtur, so merkir tað ikki, at hin Óndi hevur sigrað. Nei, í flestu førum styrkir slík atsókn samkomu Guds. Tað veit Satan sjálvandi, tí broytir hann ofta framferðarhátt við vandamiklum sniðálopum.

Vit hava dømi um tað í Ápostlasøguni  5 og 6. Nú koma álopini innanífrá,og tá er vandin størstur. John Bunyon lýsir tað so væl í skaldsøguni “Hin heilagi bardagin”. Tað er Kristus og Satan, sum berjast um mannasál ella hjarta títt og mítt, sum er avmyndað sum ein sterkur skansi. Tað eydnast fíggindanum við snildum at sleppa inn gjøgnum portrini og taka valdið í mannasál. Tað var í veruleikanum tað sum hendi í samkomuni í Jerúsalem, táið Ananias og Safira samsint logi fyri Pæturi og Heilaga Andanum. Vit skilja kanska ikki, at Gud straffaði hesa synd so álvarsliga, tí eftir okkara metan eru mong trúgvandi sek í størri syndum og fáa kortini loyvi til at liva. Jú, so er, men tað broytir ikki veruleikan, at eitt sindur av súrdeiggi súrgar alt deiggið, ella um synd fær loyvi óhindrað at virka í lívi mínum og í samkomu Guds, so tekur hon skjótt ta andaligu kraftina og steðgar allari framgongd. Hetta forðaði Harrin ta ferðina við tænara sínum Pæturi. Vit síggja, at henda hending skapti størri gudsótta og fylgjan var, at evangeliið hevði framgond.

Beint aftaná tekur stríð seg upp í samkomuni

Hetta var eitt holdsligt stríð og hevði einki við lærispurningar at gera. Tí tað snúði seg um tímiliga hjálp til einkjurnar í samkomuni í Jerúsalem, og í slíkum málum eigur kærleikin at valda uttan mannamun. Slíkt holdsligt stríð hevur gjørt so ómetaligan skaði í samkomu Guds upp gjøgnum øldirnar. Fíggindin vinnur altíð ein lættan sigur, táið tað eydnast honum at fáa brøður og systrar at klandrast og stríðast hvør móti øðrum. Eyðkennir klandur og stríð samkomu Guds, so er eingin vón um andaliga signing og framgongd.

Men Pætur og hinir ápostlarnir vóru vísir menn og góvu hesa samkomutænastu upp í hendurnar á andaliga búnum monnum. Tí teir søgdu: “Vit skulu trúliga halda á í bønini og tænastu orðsins.”

Hevði henda meginregla verið fylgd síðan tá, so hevði valla nakað álvarsamt stríð tikið seg upp í samkomum Harrans. Tí beint aftaná lesa vit hesi sælu orð:

“Orð Guds hevði framgongd, og tal lærisveinanna í Jerúsalem vaks í stórum.”

Men henda gongdin hóvaði ikki Satan, og hin kristna samkoman í Jerúsalem stóð nú fyri skotum. Og vit lesa í Ápostlasøguni 7 um hitt fyrsta kristna blóðvitni, sum æt Stefanus. Og eftir deyða Stefanusar byrjaði ein sera hørð atsøkn móti samkomuni við Saul á odda, sum seinni gjørdust Paulus ápostul: Men Satan fór skeivur eisini hesa ferð. Tí Gud yvirstýrdi óndu ætlanir hansara og leiddu tær, so tær vóru evangeliinum til frama.

Vit lesa tey fyrstu versini í ápostlasøguni 8: “Saul samtykti í, at hann (Stefanus) varð dripin. Og sama dag brast á hørð atsókn móti samkomuni í Jerúsalem; tey vórðu øll spjadd um Judea – og Samaria, øll uttan ápostlarnir. Men nakrir menn, ið óttaðust Gud, jarðaðu Stefanus og hildu mikið sorgarljóð yvir honum. Saul fór illa við samkomuni; hann gekk í hvørt hús og dró avstað bæði menn og kvinnur og læt tey seta í fangahús. Tey, sum spjad vóru, gingu nú um og kunngjørdu orð evangeliums. Filip kom tá til bý í Samaria og prædikaði Kristus fyri teimum.”

Her verður sagt okkum, at øll vóru spjad um, øll uttan ápostlarnir. Gud gav fíggindanum ikki loyvi til at reka ápostlarnar úr Jerúsalem, tí samkoman  hevði ivaleyst brúk fyri teimum í hvussu er ta fyrsti tíðina. Men Harrin loyvdi, at samkoman var spjadd um. Hetta er sama orðið, ið verður nýtt í líknilsinum um sáðmannin, sum fór út at sáa . Verður sáðið ikki sáað ella spjadd um á várdegi, verður eingin akur at skera á heytardegi. Tey trúgvandi dámdi kanska so væl at vera verandi í tí stóru samkomuni í Jerúsalem, sum vaks dagliga, at tey gloymdu boð Harrans at bera evangeliið til Samaria og longur út. Tí vórðu tey sáað ella spjadd um í allar ættir við atsóknum fíggindans fyri at boða evangeliið. Undir hesum atsóknum fleyt blóðið mangan. Men hetta blóð hevur gjøgnum øldirnar verið sáð samkomunna.

Evangeliið um Kristus bar stóran ávøkst í Samaria, og táið ápostlarnir í Jerúsalem hoyrdu hesi góðu tíðindi, vórðu teir kanska bæði glaðir og kløkkir. Tað var lívsneyðugt at rætt hesi ungu samkomu bróðurhond, og hvør var betur egnaður til hesa tænastu enn Pætur, sum hevði fingið lyklarnir frá Harranum á sinni. Tað var so umráðandi, at hesi nýfrelstu fingu at vita beinan vegin, at samkoma Kristusar var eitt likam, hvørs høvur Kristus er, hóast limirnir eru av øllum fólkasløgum og tjóðum. Tað mátti ikki henda, at siðalæra, mentan og tjóðskapur fór at syndra samkomu Kristusar. Men tíverri mega vit ásanna, at júst hetta hendi ikki stórt meira enn øld seinni, og síðan hevur henda gongdin hildið fram.              

Vit undrast kanska yvir, at Pætur var so trekur at kunngera evangeliið fyri heidningum, hóast Harrin hevði givið honum greið boð um tað.Men tað er ikki so lætt at slíta seg leysan frá siðalærum og lógarboðum, sum tú hevur verið bundin at frá barni av – serliga tá henda gudsdýrkan var gudgivin og ikki tóm mannaboð. Men Harrin vildi læra tornæma lærisvein sín, at allir garðar, sum skiltu Jødar frá heidningum, vóru brotnir niður við alla. Nú var allur mannamunur tikin burtur, tí Jødar vóru eins og heidningar syndarar, sum tørvaðu frelsu av náði við trúgv á Kristus.

Hetta mátti Harrin opinbera Pæturi í eini sjón, so hann var til reiðar at fara inn til ein heidning og kunngera honum evangeliið. Meðan Pætur bað uppi á takinum í tí húsi, hann hevði tilhald í, sá hann hesa sjón: Hann sá Himmalin opnan og nakað eins og stóran dúk dala niður; bundið var í hornini fýra á tí, og tað varð sígt niður á jørðina. Í tí vóru øll fýrføtt dýr og skriðdýr jarðarinnar og fuglar himmalsins. Rødd ljóðaði til hansara: “Reis teg, Pætur, drep og et!” Men Pætur svaraði: “Minni enn so, Harri! Aldri havi eg etið nakað vanheilagt ella óreint.” Men røddin svaraði: “Tað, sum Gud hevur reinsað, mást tú ikki kalla vanheilagt!”

Nú varð Pætur vorðin sannførdur um, at bótarblóð Jesusar, sum rann á krossinum, reinsar frá allari synd – líkamikið um syndarin er jødi ella heidningur, tí eingin munur er. Hann kundi tí siga við heidningin Kornelius, sum hevði boðsent honum: “Mær hevur Gud víst, at eg skal einki menniskja kalla vanheilagt ella óreint.”

Tað verður sagt um henda Kornelius, at hann var sannhjartaður maður, sum óttaðist Gud við øllum húsi sínum, gav fólkinum nógvar olmussur og altíð bað til Gud. Men hesum manni tørvaði kortini frelsu, tí hann hevði ikki hoyrt evangeliiið um hin krossfesta og upprisna, hvørs blóð reinsar frá allari synd. Men Gud hevði hoyrt neyðarróp Korneliusar og sendi ein eingil til hansara við hesum boðum: “Send nakrar menn til Joppe og fá til tín ein Símun, sum hevur tilnavnið Pætur! Hann heldur til hjá garvara, ið eitur Símun, og sum hevur hús við sjógvin.

Kornelius gjørdi, sum honum var álagt, Og Pætur var nú til reiðar at kunngera Kristus fyri heidningum, sum leitaðu eftir frelsu. Og her brúkar hann so á triðja sinni lykilin, sum Harrin hevði givið honum at lata upp dyr náðinnar fyri heidningum.

Táið Kornelius hoyrdi evangeliið um Jesus borið fram í kraft Heilaga Andans, tók hann við tí í trúnnu saman við øllum húsi sínum. Og tey vóru øll frelst og síðani doypt í navni Jesu Krists. Kornelius varð ikki til skammar, tí lyfti Harrans er jú, at tann, sum leitar skal finna. Og Harrin fer heldur ikki at svíkja lyftið, Hann gav Ísrael við Jeramiasi á sinni: “Tit skulu søkja Meg, og tit skulu finna Meg – táið tit søkja Meg av øllum hjarta tykkara.!

Táið hinir ápostlarnir og teir elstu í samkomuni í Judea frættu, at heidningarnir høvdu tikið við orði Guds vóru teir kanska bæði glaðir og ivasamir. Men fleiri teirra høvdu harðliga at Pæturi, tí hann var farin inn til óumskornar menn og etið saman við teimum. Men táið teir hoyrdu frágreiðing Pæturs, hvussu Harrin hevði virkað og signað við Anda sínum í húsi Korneliusar, vóru allar ákærir og allur ivi burtur, og teir prísaðu Gudi og søgdu: “So hevur Gud givið eisini heidningunum ymvending til lív!”

Tey, sum spjad vóru við atsóknini, ið stóðst av Stefanusi, høvdu higartil bert talað orðið til Jødar. Men nú byrjaðu menn at kunngera heidningunum evangeliið og stórt tal kom til trúgv og vendi við til Harran. Og tað er lítið at ivast í, at Pætur hevur gingið á odda í hesum evangeliska virki.

Vit lesa í ápostlasøguni 12, at Pætur situr fastur og bíðar eftir deyðadómi.

Heródes kongur var ein sera óndur og gudleysur maður, eins og alt slagið. Ættarfaðir hansara hevði jú ligið pinkubarninum Jesusi eftir lívinum, og nú setti hesin Heródes sær fyri at forkoma teimum, sum stóðu á odda í tí kristnu samkomuni. Jákup, bróður Jóhannes hevði hann lætitð drepa við svørði, og síðan  læt hann Pætur taka og seta í fangahús, tí hann sá, at tað líkaði Jødunum  væl.

Hvat skuldi so ein verjuleys samkoma gera móti einumn sterkum hervaldi!

Jú, eini skilaráð vóru til at taka, og tað var at biðja til Hansara, sum hevur alt vald í Himli og á jørð.

Pætur svav trygt og fast, hóast bundin við leinkjum millum tveir hermenn. Pætur kendi seg tryggan, tí hann vitsti, at hann var í hondum Harrans og at øll tey heilagu bóðu støðugt fyri honum. Hann var framvegis ungur maður, og Harrin Jesus hevði longu sagt honum, at hann sum gamal maður skuldi dýrmeta Gud við deyða sínum.

Tað var ivaleyst tí, at hann svav so trygt. Hann vitsti, at tænari Guds er ódeyðiligur, so leingi sum uppgáva hansara ikki er liðug. Harrin sendi eingil sín at leiða Pætur út í frælsi, meðan øll vaktin svav. Hóast samkoman valla hevði væntað at fáa Pætur livandi út aftur úr fongslinum, so hoyrdi Gud kortini veiku bønir teirra. Latið okkum tí halda á at biðja fyri evangeliinum og verkafólki Harrans, sum eru undir støðugum álopum fíggindans. Tí enn stendur náðihurðin á víðan vegg. Harrin drálar við at lata dyrnar aftur, tí Hann vil ikki at nakar skal fortapast, men at øll skulu venda við og liva. Vinur mín sum lurtar, ert tú framvegis uttanfyri, so flýggja inn í griðstaðin, meðan tíð er. Amen!