Pætur ápostul og skriftir hansara (4/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Seinast umrøddu vit annað tíðarskeiðið í tænastu Pæturs, sum byrjaði á Hvítusunnu, táið Heilagi Andin tók bústað í samkomu Kristusar. Eitt nýtt tíðarskeið í samkomusøgu Kristusar byrjar við Pæturi sum undangongumanni.

Vit halda fram við tænastu Pæturs og byrja í stuttum at umrøða fyrra bræv hansara.

Men áðrenn – skulu vit biðja og leggja løtuna í Harrans hendur: Harri, vit takka tær fyri tænara tín Pætur og tær skriftir, sum tú hevur givið okkum við honum. Harri, opna tú orð títt og hjørtu okkara, so vit verða før fyri at taka ímóti tínum lívgandi og endurføðandi orði. Tað biðja vit teg um í navni Jesusar- Amen!

 Seinasta vitnisburð Pæturs í ápostlasøguni hoyra vit í kapitul 15:

Hetta er á ápostlafundinum ella fyrsta samkomufundinum í Jerúsalem um ár 48 og Pætur er í góðum manndómsárum. Men nú er eitt annað stórmenni komin inn á hin andaliga stríðsvøllin, og tað er Paulus ápostul. Og tað er í veruleikanum hann, sum hevur fingið henda fundin í lag. Tí lóglærarar, sum ikki vildu sleppa tí gamla sáttmálanum, komu sníkjandi inn í samkomuna. Sum leyva verjir Paulus evangelii náðinnar móti hesum vranglærarum.

Pætur tekur djarvur støðu saman við Paulusi á hesum fundi og sigur millum annað:

“Tit menn, brøður! Tit vita, at Gud langt síðani ´´utvaldi meg millum tykkara til at vera tann, við hvørs munni heidningarnir skuldu fáa at hoyra orð evangeliums og koma til trúgv. Hann gjørdi ongan mun á okkum og teimum, táið Hann við trúnni reinsaði hjørtu teirra. Vit trúgva jú, at vit verða frelstir av náði Harrans Jesusar – vit líka væl sum teir.”

Lukas, sum skrivar Ápostlasøguna, nevnir ikki Pætur við navni eftir fundin í Jerúsalem, men Paulus nevnir samverkamann sín í onkrum av brøvunum.

Og Pætur sjálvur, sum skrivar brøv síni sum eldri maður, sigur óbeinleiðis frá virknu tænastu síni millum samkomurnar víða hvar í tí stóra rómverska ríkinum.

Paulus er sera opinskáraður í Galatiabrævinum, táið hann umtalar vin sín Pætur.

Hann nevnir, at hann trý ár eftir umvending sína, fór niðan til Jerúsalem fyri at læra Kefas (Pætur) at kenna, og hann var saman við honum í 15 dagar. Pætur hevði ivaleyst nógv at læra yngra bróður sín Paulus. Jú, hin væl lærdi Paulus hevði nógv at læra av fiskimanninum Pæturi, sum hevði gingið í Meistarans skúla nógv longri. Og hesar báðar andaligu kempur høvdu so nógv at læra av hvørjum øðrum. Men um hetta mundið, var Paulus nógv sterkari í náðini, og hann ivast ikki í at hava at vini sínum og læra hann nakrar týðandi sannleikar um ótreytaði náði Guds.

Paulus skrivar í Galatiabrævinum: “Men táið Kefas kom til Antiokia, steig eg upp ímóti honum beint upp í eyguni – tí hann var at lasta.”  Jú, Pætur var av sonnum at lasta, tí hann ræddist jødisku lóglærarnar, sum einki samfelag vildu hava við heidninga kristin, fyrrenn tey vóru umskorin eftir móselóg. Beint frammanundan hevði hann havt inniligt samfelag við tey, men nú hyklaði hann fyri at toknast Jødunum.

Pætur og Paulus hava møguliga  virkað saman eitt tíðarskeið í Korint. Tí Paulus ávarar tey trúgvnadi í Korint um ikki at býta seg í bólkar og klandrast um menn, sum kunngjørdu teimum evangeliið um Kristus. Hvørki Pætur ella Paulus vildu taka heiðurin frá Kristusi, tí teir vóru bara eyðmjúku tænarar Hansara. Pætur var ein røktingarmaður, sum sjálvkravdur og av fúsum hjarta røktaði fylgi Harrans, sum hann elskaði. Hesa uppgávu fekk hann frá Harranum Jesusu, stutt eftir uppreisnina, tá ið hann varð vígdur av nýggjum hin minniliga morgun við Galileavatn.

Pætur gloymdi ongantíð orð Harrans Jesusar beint áðrenn krossin: “Símun, Símun! Satan vildi hava tykkum í vald sítt at sálda tykkum sum hveiti. Men Eg bað fyri tær, at trúgv tín skal ikki svíkja; og táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!”

Tað var ivaelsyt høvuðsgrundin til, at hann skrivaði brøvini – fyri at styrkja brøður og systrar, sum í svárum atsóknum  fóru gjøgnum trongdir og líðingar.

Menn halda, at Pætur hevur skrivað brøv síni møguliga millum ár 64 og 66, sum eldrl maður. Tí um tað mundið byrjaði ein ræðulig atsókn móti teim kristnu í Róm og aðrastaðni í tí stóra rómverska ríkinum. Beint frammanundan varð Róm næstan lagdur í øsku av einum ræðuligum eldibrandi. Og Nero keisari, sum ivaleyst var upphavsmaður til henda sorgarleik, legði tey kristnu undir illgerðina. Hetta gav hesum ónda manni høvi til at leggja eftir teim kristnu, sum hann hataði. Men tað gevur eisini Pæturi høvi til at skriva til eina líðandi samkomu, sum fer gjøgnum áhaldandi atsóknir.

Fyrra brævið avmyndar ein trúgvandi á ferð gjøgnum oyðimørkina frá teim blóðsmurdu dyr í Egyptalandi og til arvin í Kaanans landi ella frá krossinum til dýrdina. Meðan Efesusbrævið avmyndar ein trúgvandi, ið longu er farin um Jordan – tí hann er longu byrjaður at njóta arvin, sum Harrin hevur givið honum í tí himmalska – So avmyndar Pætur hin trúgvandi sum ein pílagrím, ið er a ferð gjøgnum fíggindans øki móti landi lyftisins. Hetta eru tveir dýrir sannleikar, ið lýsa støðu hins frelsta, sum eigur at samsvara við lív og atburð harnsara.

Vit lesa nøkur vers úr fyrra brævi Pæturs kapitul eitt og frá vers eitt til níggju:

“Pætur, ápostul Jesu Krists – til útlendingarnar í sundurspreiðing í Pontus, Galatia, Kappadokia, Asia og Betynia. Ùtvald eftir fyrivitan Guds Faðirs, í halgan andans, til lýdni og ásletting við blóði Jesu Krists. Náði og friður falli tykkum margfalt í lut!

Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu – til óforgeingiligan, ódólkaðan og ófølnandi arv, sum tykkum er goymdur í Himlinum, tykkum, sum við kraft Guds eru varðveitt við trúgv til frelsu, sum er til reiðar at verða opinberað á síðstu tíð!  Í henni gleðast tit, um tit so nú stutta tíð – táið so skal vera – hava sorg í allskyns royndum, fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesus Krists. Hann elska tit, tóat tit hava ikki sæð Hann; og tóat tit nú ikki síggja, men trúgva, gleðast tit í Honum við ósigiligari og dýrmettari gleði og náa málið fyri trúgv tykkara –frelsu sálanna.”

Fyrst verður brævskrivarin týðiliga nevndur, so tað er eingin ivi um, hvør ið hevur skrivað. Harrin Jesus gav honum hetta navn beinan vegin, teir hittust á fyrsta sinni.

Harrin segði: Tú ert Símun, men nú skalt tú eita Kefas, sum merkir Petrus ella Pætur.

Og Pætur, sum merkir steinur, gjørdust ein livandi steinur í halgidómi Guds, hóast tað gekk drúgv tíð at broyta veika, óstøðuga Símun til sterka kappan og álitismannin Pætur

.Ápostlar Jesu Krists fingu serliga tign og myndugleika. Teir vóru útnevndir og valdir úr lærisveinaflokkinum persónliga av Kristusi. Ein ápostul var sendiboð Guds til fólkið. Sambært Nýggja Testamentið skuldi ein ápostul hava ferðast við Jesusi og vera vitni til uppreisn Hansara. Teir skuldu eisini prógva myndugleika sín við serstøkum teknum, undrum og kraftargeðum. Ápostlarnir  vóru við til at leggja grundvøllin, sum samkoman verður býgd á, saman við profetum Nýggja Testamntsins. Og grundin er aldarkletturin Kristus Jesus.

Teir hava kunngjørt okkum alt frelsuráð Guds, sum er álítandi og óbroytiligt í einum heimi, sum broytist dag fá degi.

Brævið var møguliga eitt rundskriv til hesar nevndu samkomur spjaddur um ríki Rómverja. Hóast skrásettir borgarar her á jørð, vóru hesi kristnu at rokna sum fremmand og útlendingar í heimsins londum. Játtaðu tey seg sum kristin og lærisveinar Harrans Jesusar, vóru øll vanlig borgararættindi tikin frá teimum, og høvdu valla frægari rætt enn vanlig landastrok. Var tað so í tí tímiliga, so var als einki andaligt samfelag og samskifti milum heimin og lærisveinar Kristusar.

Tá ið vit lesa brævið skulu vit leggja okkum í geyma, at Pætur hevur alla tíðina Ísrael í huga- á ferð gjøgnum oyðimørkina. Hann tekur til og brúkar myndir úr Gamla Testamenti oftari enn nakar annar – kanska við undantak av Hebrearabrævinum, sum í mongum førum eru lík.

Vers 2 sigur, at vit eru útvald eftir fyrivitan Guds Faðirs – og bert soleiðis kunnu vit skilja útveljingina, sum er eitt loyndarmál men samstundis ein framúrskarandi sannleiki bæði í Gamla og Nýggja Testamenti. Vit kunnu spyrja: Hví útvaldi Gud Ísrael? Ella hví útvaldi Hann tað, sum einki var – sum var veikt og fátækt í hesum heimi? Vit kundu hildið áfram, men valla fáa vit annað svar, enn at Hann gjørdi tað í vísa ráði sínum eftir fyrivitan Guds!  Men eitt er vert at leggja dent á, at einki menniskja er útvalt at fara fortapt. Tí tað vil Gud ikki, men at øll skulu venda við og verða frelst.

Efesusbrævið sigur, at hin frelsti er útvaldur í Kristusi, áðrenn heimurin var grundaður at vera heilag og ólastandi fyri ásjón síni. Her verður dentur lagdurr á, at útveljingin er í Kristusi og endamálið við útveljingini er, at vit skulu koma at líkjast Honum, sum frelsti okkum.

Í halgan Andans merkir eisini at vera avlagdur til eitt ávíst endamál – og serliga fyri navn Harrans skuld. Heilagi Andin er við í frelsuverkinum. Tað er Hann, sum stríðist við syndaran og sannførir hann um synd, rættvísi og dóm. Høvuðsuppgáva Andans er at dýrmeta Kristus fyri okkum og í okkum. Og tað er við Heilaga Andanum og orði Guds, at vit verða endurfødd inn í familju Guds. Hann tekur búgv í hinum trúgvandi og biður í okkum og fyri okkum. So uttan Heilaga Andans verk, hevði syndarin hvørki verið frelstur ella varðveittur.

Til lýdni og ásletting við blóði Jesu Krists vísir á frelsugrundarlagið, sum Kristus legði við offurdeyða sínum á krossinum. Lýdni merkir ofta í skriftini tað sama sum trúgv. Vit hava málberingar sum til dømis at virka trúarlýdni ella verða evangeliinum lýðin. Skriftirnar siga, at lýdni er betur enn offur, og tær leggja eisini stóran dent á, at bert tann, ið vil lýða Gud, verður frelstur ella andaliga signaður.

Tríeindin verður avmyndað í hesum stutta skriftstaði, og verk  Hansara kann verða lýst við hesum orðum: Faðirin útvelur syndaran, sum vil lata seg frelsa. Heilagi Andin halgar, kallar og endurføðir syndaran gjøgnum evangeliið. Og krossdeyði og blóð Sonarins endurloysir, ger bót ella tekur syndina burtur og reinsar syndaran frá allari synd.

Síðan kemur henda dupulta heilsan: náði, ið vanliga varð nýtt í tí grikska heiminum og friður, ið var heilsan Jødanna. Men her verður ivaleyst víst til náði og frið Guds, sum øll tey frelstu hava fingið lut í við trúnni á Jesus Kristus.

Vers trý byrjar við einum lovsongi til Gud fyri eina livandi vón, sum er knýtt at uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu. Paulus byrjar eisini Efesusbrævið við einum lovsongi, men tó er munurin stórur. Paulus setur tey útvaldu og frelstu longu í Himmalin at njóta signingarnar og arvin. Meðan Pætur troystar og eggjar tey trúgvandi við eini livandi vón, sum liggur framman. Tveir dýrir sannleikar, sum tala um frelsuvissu og trygd Guds barna.

Hin livandi vónin liggur framman, men áðrenn vit koma at njóta hana til fulnar, mugu vit sum fremmandir pílagrímar ferðast ígjøgnum fíggindans land. Tí verða vit fyri atsóknum fíggindans og koma at tola royndir og líðingar –bæði tímiligar og andaligar.

Vit vóru einaferð uttan Gud og uttan vón í hesum heimi; men nú hevur Hann í stóru miskunn síni endurføtt okkum til livandi vón. Og vónin er eingin annar enn upprisni og livandi Frelsari okkara, sum kemur aftur eftir endurføddu børnum sínum. Vón Ísraels var deyð, tí  tey høvdu brotið lógarsáttmálan, ið var treytaður. Men vit hava fingið ein treytaleysan náðisáttmála, sum er grundaður á Kristi deyða og uppreisn. Hin frelsti, sum er komin inn í henda náðisáttmála, eigur hesa livandi vón. Tí lívsins Harri, sum gjørdi sáttmálan, situr nú í dýrdarhásætinum og fer eisini at fremja tað, sum Hann hevur lovað.                                                        

Vónin, sum  liggur framman, er knýtt at einum óforgeingiligum, ódálkaðum og ófølnandi arvi, sum er goymdur teim frelstu í Himli.

Ísrael tráaði eftur arvinum, sum Gud hevði lovað teimum í Kanaans landi, ið fleyt í mjólk og hunangi. Men hesin arvur var hóast alt forgeingiligur og dálkaður av synd og óreinsku manna, sum alt annað í hesum heimi. Varð akurin ikki heystaður í rættari tíð, so følnaði hann eins og alt annað gras og blóma tess.

Tað verður sagt, at arvurin er goymdur arvinginum í Himl – eitt trygt stað, har eingin tjóvur ella ránsmaður kann koma. Men hvussu við arvinginum, sum framvegis býr í landi forgeingiligleikans og deyðans? Hetta sama skriftbrot sigur, at arvingurin verður varðveittur við kraft Guds, meðan hann í trúnni ferðast gjøgnum fíggindans land. Efesusbrævið sigur eisini, at Gud hevur givið barni sínum Heilaga Andan sun pant um arvin. Tí mugu vit spyrja í undran: Hava vit fingið ein so dýrabaran pant, hvør verður tá ikki arvurin! Og er ikki panturin nóg stórur at tryggja arvin, sum okkum er goymdur í Himli?

Ísrael varð frelst úr trældómi Egyptalands – síðan vórðu tey frelst við sterku hond Guds gjøgnum eina  drúgva og tunga oyðimørk – og at enda vórðu tey frelst inn í land lyftisins, sum tey fingu í ogn. Trífaldaða frelsa Ísraelsmanna avmyndar eisini stóru frelsu Guds í dag í náðitíðini. Eins og Ísrael vóru vit frelst úr trældómi heimsins og Satans, tá ið vit komu til trúgv á Harran Jesus. Vit vóru frelst frá dómi og straffi syndarinnar, tí Jesus doyði fyri okkum. Somuleiðis verða vit frelst gjøgnum vandar og neyð á okkara oyðimarkarferð móti heimlandinum.

Vit verða frelst frá valdi syndanna, tí Jesus livir fyri okkum. At enda skulu vit ein sælan dag verða frelst úr nærveru syndanna inn í dýrdarstaðin og fáa arvin í ogn, sum okkum er goymdur og varðveittur Tí Hann  kemur sjálvur eftir barni sínum, sum Hann hevur lovað. Pætur sigur, at henda frelsa verður opinberað á síðstu tíð  ella táið likam hins frelsta verður dýrdargjørt. Hetta samsvarar eisini við orð Paulusar í Fillippi brævinum 1,6: “Eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists!”  Latið okkum tí altíð hava í huga, at Harrin, sum byrjaði frelsuverki, fer ikki at gevast á hálvari leið. Nei, Hann er bæði trúfastur og nóg sterkur at fullføra frelsuætlan sína við tær og mær.

Pætur sigur í vers 6 og 7, at tað ber til at gleðast í frelsuni, samstundis sum vit suffa og syrgja í alskyns  royndum. Sama váttar Paulus og eggjar Guds børnum at gleðast í Harranum, hóast trongdir og líðingar. Tí øll Guds børn kunnu taka undir við Dávidi, táið hann syngur: “Tú hevur givið mær gleði í hjartað, størri enn teirra, táið korn og vín teirra er í yvirflóð.”

Vit gleðast ikki yvir trongar umstøður,men vit gleðast yvir samfelagið við Frelsaran gjøgnum dal deyðaskuggans. Tí vit vita, at Hann leiðir okkum trygt úr myrkri deyðaskuggans og inn í sælu dýrdina, har lívssólin aldri setur.

Havi eg mist frelsugleðina, so havi eg eisini mist samfelagið við Harra og Frelsara mín, og sambandið við kraftarkelduna er avbrotið – og tá er vandi á ferð. Tí skriftin sigur aftur og aftur, at gleðin í Harranum er styrki tykkara.

So kann verða spurt, hví bjargar Harrin ikki børnum sínum undan trongdum og lýðingum Men Pætur sigur okkum grundina í sjeynda versi við hesum orðum: “Fyri at roynda trúgv tykkara – sum er mangan dýrabarari enn hitt forgeingiliga gull – og tað verður tó roynt við eldi – kann finnast til rós, dýrd og heiður í opinbering Jesu Krists.”

Ein vísur faðir tyktar børn síni fyri at menna góðar dygdir og lærir samstundis barnið at leggja ringar vanar av. Tað er júst tað, sum himmalski Faðir okkara ger, tá ið Hann leiðir okkum gjøgnum vandar og neyð. Paulus stuðlar hesum sama sjónarmiði, táið hann styrkti sálir lærisveinanna og áminti tey um at standa fastar í trúnni. Hann eggjar tey nýfrelstu við hesum orðum: “Tað er gjøgnum nógvar trondir , vit skulu ganga inn í ríki Guds.! Og aðrastaðni sigur hann: “Vit rósa okkum av trongdunum við, tí vit vita, at trongdin virkar tol..!”

Allar skriftirnar siga okkum greitt, at skal veika trúgv okkara styrkjast og mennast, so er neyðugt at ganga ígjøgnum royndareldar. Skal trúarlív okkara búnast, so sleppa vit valla undan reinsunar-eldi. Skal gullið gerast reint og dýrabart, má tað reinsast í eldi, og skal dýrd Kristusar verða sjónlig í tær og mær, er leiðin hin sama.

Kristus er stóra fyrimyndin, sum mátti fara ígjøgnum líðingar krossins, áðrenn Hann kundi seta seg á dýrdartrónina. Hetta skilti Pætur ikki, táið hann beint áðrenn Golgata, hevði harðliga at Harranum Jesusi, táið Hann royndi at læra hann um líðingar krossins og dýrdina aftaná. Hann segði jú í álvara og stórari samkenslu við Jesus: “Gud bjargi Tær, Harri! Aldri skal hetta henda Teg!”  Men nú vóru hansara fyrru hugsanir um krossin fullkomiliga broyttar, tí hann hevði gjøgnum eitt langt lív saman við Harranum lært, at vegurin til dýrd gongur gjøgnum vandar og neyð.

Vit minnast, táið Jesus spurdi Pætur á sinni: Elskar tú Meg!” Og Pætur var sjálvandi illa við, tí hann hevði svikið Harran so dyggiliga, hóast hann av sonnum elskaði Hann.

Men nú ivast Pætur ikki í at eggja brøður og systrar, sum fóru gjøgnum svárar líðingartíðir. Hví var Pætur so vísur í, at hesi náðisystkin elskaðu Harran Jesus?

Lív teirra prógvaði eina trúgv, sum ikki var bert eiti! Tey kundu kanska liva sum lærisveinar í loynd, ella tá ið á stóð ikki viljað kennast við Hann hóast ikki beinleiðis avnoktað Hann – tað var kanska heldur ikki heilt óvanligt á teimum døgum.

Men Pætur var sannførdu um, at eingin var førur fyri í hesum royndartíðum at liva Kristus uttan at elska Hann av heilum huga.

Tí kundi hann skriva so avgjørt: Hann elska tit, tóat tit ikki hava sæð Hann!

Hvussu hevði orð hansara ljóða til okkara ídag? Ein  áhugaverdur og rannsakandi spurningur.

Men hesi orð hava á teimum døgum lívgað og eggjað sum einki annað.

Vit halda ivaleyst, at Pætur og hinir lærisveinar Jesusar høvdu ein fyrimun fram um næsta ættarliðið, sum ikki hevði sæð Harran Jesum við egnum eygum. Tað er heilt náttúrligt at hugsa so. Men táið vit lesa skriftirnar, síggja vit greitt, at Hansara egnu vrakaðu Hann, hóast tey sóu bæði tekin og undur, sum skilliga prógvaðu dýrd Hansara. So tað er sera ivasamt, um tað fysta ættarliðið hevði nakran fyrimun. Tí alt tað kristna lívið er eitt trúarlív. Sum skriftirnar eisini siga: “Tí vit liva í trúgv, ikki í skoðan.”  Men ein sælan dag, verður trúgv okkara broytt við skoðan  Tó orð Jesusar við Tummas á sinni: “Sæl eru tey, sum ikki hava sæð og tó trúgva!” eru framvegis í gildi.

Nú sigur Pætur okkum nakað, sum kann tykjast løgið,  um profetarnar í Gamla Testamenti. Teir skiltu ikki sínar egnu skriftir og profetiir um líðingar Kristusar og dýrdina aftaná, og líka lítið skiltu teir frelsuna, sum Gud fór at geva okkum í hesi undurfullu náðitíð. Teir livdu jú undur lógini, sum kravdi rættvísi og lýdni. Og dugdu tí ikki at skilja, at Gud fór at frelsa menniskju av náði við trúgv.Men Gud opinberaði teimum, at boðskapur teirra var ætlaður komandi ættarliðum. Vit kunnu hugsa um Esaias profet, sum vrður nevndir evangelisturin millum profetarnar. Hann sigur nágreiniliga frá, hvussu Sonur Guds eyðmýkti seg til deyðan á einum krossi. Men samstundis sær profeturin dýrd Hansara, sum ger hann ræðsluslignan og eyðmjúkan.

Hann sær í profetakikaranum boðar komur Kristusar til jarðar. Hann sær krossin og tornakrúnina – fyrru komu Kristusar sum eitt mannabarn. Men henda koma Kristusar fánar burtur í dýrdini av aðru komu Hansara sum Kongur. Hesar báðar komur Kristusar vóru ongantíð nakað loyndarmál í frelsuráði Guds, hóast hin seinna er framvegis sæla vón Ísraels. Men hin livandi vónin, sum hugtekur Pætur og øll tey frelstu í hesum náðinnar húsarhaldi, var eitt loyndarmál undir tí gamla sáttmálanum.

Harrin Jesus var tann fyrsti, sum opinberaði loyndarmálið um Kristus og samkomuna, tá ið Hann segði við Pætur. “Á henda klett skal Eg byggja samkomu Mína..” Og seinni segði Hann við lærisveinarnar: “Eg fari avstað at gera tykkum stað tl reiðar. Og táið Eg eri farin avstað og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.”

Síðani er loyndarmálið um samkomuna og náðitíðina, vit liva í, opinberað meira nágreiniliga við Paulusi og hinum ápostlum Harrans.

Men hóast loyndarmálið um Kristus og samkomuna er opinberað, so er henda náði og miskunn móti óndum og sekum syndarum so ómetaliga stór, at vit valla nakrantíð koma at skilja til fulnar stóru frelsu Guds. Vit koma ivaleyst at undrast í allar ævir yvir sannleikan í Jóhannes 3,16: So elskaði Gud heimin, at Hann gav ….Og jú meira eg komi at skoða henda órannsakliga kærleika, jú minni skilja eg, hví Jesus elskaði meg og gav seg sjálvan fyri meg!

Vers 12 endar við hesum orðum: “Hesum sum einglar tráa eftir at skoða inn í.”

Skiltu profetarnir lítið av náði evangeliinum, sum seinni varð boðað okkum av sendiboðum Harrans í Heilaga Andnum – so hava einglar Guds lítlan og ongan møguleika at skilja hetta loyndarmál.

Vóru teir í undran eygnavitni til, at sjálvur skapari teirra klæddi seg í mannalíki og eyðmýkti seg til deyða á einum krossi. So verður tað hesum heilagu verum ikki lættari at skilja náði Guds, sum lyftir syndarar úr dýkinum og setur teir við høgru lið Kristusar í Himli.

Hóast einglar eru sendiboð Guds, sum standa langt omanfyri mannabørn í tign og dýrd, so eru teir allir tænandi andar, ið verða sendir út til tænastu fyri teirra skuld, sum arva skulu frelsu. Men tænasta teirra er avmarkað, tí teir eru ikki førur fyri at bera evangelii náðinnar og krossins til fortaptar syndarar. Eingilin, sum varð sendur til Kornelius á sinni, var ikki førur fyri at bera honum gleðiboðskapin, men hann kundi bara biðja Kornelius boðsenda Pæturi, sum kunngjørdi honum evangeliið um Jesus Kristus. Somuleiðis lesa vit í Ápostlasøguni, at eingil Harrans sendi Filip evangelist til etiopiskan hirðmann, sum leitaði eftir frelsu.

Harrin spyr framvegis: Hvønn skal eg senda, og hvør vil bera boð fyri okkum?

Einglar eru ivaleyst villigir at gera hesa tignarligu tænastu. Men Harrin kann bert brúka menn og kvinnur, sum eru frelst av náði Hansara.

Kæru náðisystkin, vit eru tá sendiboð í stað Kristusar at bera tí neyðstadda boð um bjarging. Og boðini eru hesi til tín, sum lurtar í hesi løtu:  “Kalla á Harran, tann dag, tú ert í neyð – Og sæla lyfti Hansara er: “Tann, sum kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.”  Amen!