Pætur ápostul og skriftir hansara (5/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Nú skulu vit venda okkum til Harran í bøn og biðja Hann um at signa løtuna: Harri, vit koma til tín í navni Jesusar og biðja teg um, at Tú skalt upplata eygu hjørtu okkara, so vit skilja sannleikar evangeliums  Harri, vit tráa eftir, at Kristus, sum er miðdepilin í øllum frelsuverki tínum, verðu meiri dýrabarur fyri hjøtum okkara. Amen!

Vit eru komin til fyrra bræv Pæturs og hava umrøtt og kannað tey fyrstu 12 versini. Nógvir dýrir sannleikar verða okkum opinberaðir í hesum stutta broti. Vit hava sæð nakað av tí ómetaligu vídd, frelsa okkara hevur og hvussu hon verður framd av Gudi

Faðir, Soni og Heilaga Anda. Hon byrjar í veruleikanum í hjarta Guds, áðrenn nøkur synd varð framd av einglum ella menniskjum. Profetarnir í Gamla Testamenti talaðu um hesa frelsu, uttan at skilja hana. Og fyri einglum er hon framvegis eitt loyndarmál. Men henda frelsa skuldi ikki longur verið monnum eitt loyndarmál, tí hon er opinberað øllum gjøgnum Nýggja Testamentið. Pætur sigur okkum, at líðingar og trongdir eru ein partur av frelsu okkara. Men Kristus, vón okkara er livandi, og Hann skal frelsa okkum inn í dýrdar ríki sítt, sum vit skulu arva saman við Honum. Í hesi royndartíð eru vit knýtt at Honum við óloysiligum  kærleiksbondum, og vit gleðast yvir, at skjótt skal trúgv broytast til skoðan. Tað er hesa livandi vón, vit eru endurfødd til.

Vit halda á at lurta eftir, hvat Pætur sigur okkum í sínum fyrra brævi.

Vit lesa frá vers trettan og kapitulin út:

Gyrðið tí lendar sinnis tykkara, verið edrú, og setið heilt og fult vón tykkara til náðina, sum tykkum veitist í opinbering Jesu Krists! Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum eins og áður, táið tit livdu eftir lystunum, tí ti vitstu ikki betur. Nei, eftir hinum Heilaga, sum kallaði tykkum, skulu eisini tit verða heiløg í øllum atburði tykkara; skrivað er: “Tit skulu vera heiløg, tí Eg eri heilagur.”  Táið tit ákalla Hann sum Faðir, ið dømir uttan at gera mannamun, eftir verki hvørs eins, so livið í ótta útlegdartíð tykkara!  Tir vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er – silvuri ella gulli – tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum. Nei, tað var við dýra blóði Kristusar – sum av lýtaleysum og ódálkaðum lambi –  Hansara, sum kendur var frammanundan, áðrenn heimurin varð grundaður, men varð opinberaður við enda tíðanna fyri tykkara skuld, sum við Honum trúgva á Gud, ið reisti Hann upp frá hinum deyðu og gav Honum dýrd – so at trúgv tykkara er eisini vón til Gud.  Eftir at hava reinsað sálir tykkara í lýdni fyri sannleikanum til bróðurkærleika, sum ikki bert er eiti – havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta –  tit, sum endurfødd eru, ikki av forgeingiligum sáði, men óforgeingiligum, við orði Guds, sum livir og varir! Tí alt kjøt er sum gras, og øll dýrd tess sum blóma grassins; grasið følnar, og blóma tess fellur av; men orð Harrans verður í allar ævir. – Og hetta er orðið, sum tykkum er kunngjørt við evangeliinum.”

Pætur hugsar um útferð Ísraelsmanna úr Egyptalandi, táið hann gevur okkum hesa sterku áheitan: “Gyrðið tí lendar sinnis tykkara!”  Ísrael skuldu eta páskalambið við gyrdum lendum – við skóm á fótunum og við stavi í hond – tey skuldu eta tað í skundi. Klæðini vóru vanliga long og heilt niður á føturnar; men skuldu tey eina langa ferð máttu klæðini bindast upp og girðast, og oyðimarkarferðin var bæði drúgv og tung.

Pætur leggur okkum eina við, at einki má fáa loyvi til at darva okkum á ferðini gjøgnum heimsins lond til Zions stað. Nú er tað lendar sinnis okkara, sum skulu girðast, tí tað er so nógv í hesum heimi, sum kann doyva og skaða sinni okkara.

Heimurin roynir alla tíðina at borðreiða við veitsludrykkum, sum kunnu doyva hugsunarlívið og villleiða tað andaliga skilið, so vit bera okkum at sum fólk, ið drukkin eru av sterkum víni. Ístaðin skulu vit seta vón okkara heilt og fult til náðina.

Tí vit vóru frelst av náði Guds við trúgv, og tað er henda sama náði, sum varðveitir okkum á ferðini, og sum ein sælan dag skal lyfta øll tey frelstu upp í dýrd, eins og magneturin, ið lyftir jarnpettir upp frá jørðini. Hetta hendur í opinbering Jesu Krists, táið Hann sambært lyfti sítt kemur niður í luftina og kallar øll børn síni við veldisrópi og lúðuri Guds. Tá liggja allar royndir og trongdir aftan bak og vit skulu njóta æviga sælu saman við Harra og Frelsara okkara. Men latið okkum altíð hava í huga, at henda frelsa okkara er nærri nú, enn táið vit komu til trúgv.

Tað er munur á børnum, sum vaksa upp saman í einum góðum heimi. Summi eru lýðin foreldrum sínum, meðan onnur eru tað ikki. Her hava vit ivaleyst myndina av einum ættleiddum barni, sum kom frá einum sera vánaligum umhvørvi, har eingin regluskipan var av nøkrum slag.Tú livdi, sum tú vildi og gjørdi tað, tú hevði lyst til. Men so verður hetta neyðstadda gøtubarnið ættleitt inn í eitt gott og vælskipað heim, har kærleiki og umsorgan valdar.

Ein ómetalig umbroyting fyri eitt barn, sum ongantíð hevur kent umsorgan og tryggleika. Men nú byrjar ein drúgv og torfør uppvenjing. Tí barnið, ið hevur livað eftir egnum lystum, skal nú læra nýggjar siðir, sum hóska til tað nýggja heimið. Hóast hugburðurin varð broyttur beinan vegin, so skal tíð og tol til at broyta ringar vanar og ljótan atburð..

Skriftirnar siga, at vit vóru einaferð børn ólýdnisins og vreiðinnar. Lógin royndi at venja og tykta okkum, men vit vendu henni bakið og traðkaðu øll boð hennara undir fótum..Men nú vit eru ættleidd, byrja vit beinan vegin at ganga í skúla við nýggjum lærimeistara, sum eitur náðin. Samstundis sum náðin gevur næminginum boð og vegleiðing við orði Guds, so gevur hon eisini barninum eitt brennandi ynski og vilja til at akta orð Guds og verða lýðið Harra og Frelsara sínum. Lýdni er eitt lykilorð í tí kristnu trúnni. Og skal eg hava framgongd í andaliga lívi mínum, er neyðugt at vera Faðir mínum lýðin.

Pætur leggur dent á, at við barnarættinum fylgir ábyrgd.  Faðirin vil fegin hava eitt inniligt samfelag við barn sítt; men hvussu skal tað eydnast, um barnið er sjálvráðið og vísir áhugamálum Faðirsins lítlan ella ongan ans! Tað er ein signaður sannleiki, at eg eru ikki longur undir lóg, tí nú eigur náðin at valda í øllum viðurskiftum mínum. Men tað merkir ikki, at eg hava slitið øll bond og livi í lógloysi,  Nei, nú eri eg komin undir lóg Kristusar, sum bindir meg  at Faðir mínum, sum elskar meg. Og Hann loyvir ikki fíggindanum at skaða barn sítt. Tí henda inniliga áheitan: “Tit skulu vera heiløg, tí Eg eri heilagur.” . So spyrja eg meg sjálvan: Hvør megnar hetta? Í egnari kraft megnar eingin tað! Men tað er framvegis náðin, sum gevur styrki til hetta nýggja lívið. Og fær hon loyvi til at ráða og stýra atburði mínium, so  eydnast tað. Og eg komi at líkjast Honum, sum eg havi dagligt samfelag við.

Vit hava lyndi til at gloyma, hvør nýggi Harri okkara er, og at Hann ger ikki mannamun  á børnum sínum.

Hin gamli valdsharrin var svíkjari, sum lovaði nógv og helt einki av vøkru lyftum sínum. Meðan Harrin Jesus er trúfastur og rættvísur móti barninum, sum Hann í stóru náði síni hevur tikið sær av.

Tá ið eg var í tænastu hins Ónda, hevði deyðaræðslan valdið á mær. Men nú óttist eg Hann, sum keypti meg úr trældómi syndarinnar og deyðans, tí eg vil ikki volda Honum sorg, sum elskaði meg og gav seg sjálvan fyri meg.

Hvørja ferð eg gloymi gudsóttan,, snávi eg á vegnum og havi ilt við at ganga beint fram. Men tá kemur náðin mær til hjálpar við síni lívgandi og endurnýggjandi megi.

Eg reisist aftur á føtur og kann syngja av heilum huga: “At óttast náðin lærir meg, men fryktin flýggja má. Hvør søt var náðin, fyrsta eg í trúnni Jesus sá.”

Gudsóttin, sum eg gevi Harra mínum, er svarið til náðina, sum eg fái frá Honum. Men hann verður altíð í mun til, hvussu eg dugi at virðismeta og njóta náði Guds.

Tá ið eg hugsi um prísin, Harri mín mátti gjalda fyri at loysa meg úr valdi myrkursins, so má eg ásanna, at náðin er dýr. Hetta lýsir Pætur við beinraknum myndum.

Tá á døgum var ein trælamarknaður vanligur í hvørjum býi, har menn og kvinnur vóru seld sum djór til tann, ið gav hægsta boðið. Trælurin hevði als ongan rætt í samfelagnum og varð mangan miskunnarleyst viðfarin av harra sínum, sum hevði loyvi at revsa hann fyri lítið og einki og uttan rættarsak.

Ein ríkur, góðgerin maður, ið fekk samkenslu við einum illa viðfarnum træli, kundi keypa ein slíkan leysan og síðan geva honum frælsi ella ættleiða hann og geva honum øll tey rættindi, sum sonurin hevur í húsinum.

Heimurin, vit búgva í, er ein trælamarknaður, og øll mannaættin er í trældómi.

Hetta samsvarar eisini við orð Harrans Jesusar.” Hvør tann, ið ger synd er trælur syndarinnar.” Og við tað, at øll hava syndað, eru øll trælir Satans, sum er høvdingi heimsins  Men Harrin hoyrdi neyðarópini og suffini frá hesum neyðstøddu menniskjum og kom sjálvur niður at fría tey út. Tí eingin annar megnaði at geva syndatrælum frælsi.

Vit lósu: “Tit vita jú, at tað var ikki við tí, sum forgeingiligt er – silvuri ella gulli – tit vórðu leyskeypt frá dáraatburði tykkara, sum arvaður var frá fedrunum. Nei, tað var við dýra blóði Kristusar – sum av lýtaleysum og ódólkaðum lambi.

Silvur og gull, sum er hægsta gjaldoyra í hesum heimi, kann ikk keypa syndatrælin leysan og geva honum frælsi; tí rættvísin krevur nógv hægri boð.

Átti maður alt ríkidømi heimsins, so megnaði hann kortini ikki at keypa bróður sín leysan, tí gjaldið fyri sál hansara er ov høgt. Nei, tað var bert Ein, sum var førur fyri at leggja loysigjaldið á borðið, og tað var eingin annar enn skapari og endurloysari mín.

Men skuldi Sonur Guds leyskeypa megav trælamarknaðinum, so mátti Hann klæða seg í mannalíki og koma til jarðar fyri at doyggja fyri syndir mínar á einum krossi.

Undir tí gamla lógarsáttmálanum var seyður og neyt ofrað sum brenni og syndoffur. Hin seki syndarin legði hendur sínar á høvur offurdýrsins, og djórið mátti síðam bøta við lívinum ístaðin fyri syndaran. Blóð dýrsins var at rokna sum ein bót á eitt skrætt plagg. Tað fjaldi syndina eina tíð, men tók hana ikki burtur.     Hesi offur máttu endurtakast gjøgnum øldirnar, og vóru at rokna sum skuldarseðlar, til endaliga loysigjaldið skuldi kvitta fyri alla synd. Tá ið Gud sá blóðið av hesum mongu ofrum, sá Hann í veruleikanum blóð Sonar síns, sum ein dag kom at taka alla synd burtur.

Tað var hetta, sum Doyparin segði, táið hann peikaði á Jesus á sinni: “Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins!”

Táið blóðið rann úr sárum Jesusar á Golgata, vórðu allir skuldarseðlar okkara innloystir og øll syndaskuld okkara varð skuldskrivað Honum, meðan øll rættvísi Hansara varð góðskrivað okkum.

Pætur sigur, at Gud hevði longu útvalt lambið, áðrenn heimurin varð grundaður, tí syndin í urtagarði Edens kom ikki óvart á Gud.

Faðirin hevði longu lagt sína frelsuætlan saman við Soninum, áðrenn syndin fekk loyvi til at dálka skaparverk Hansara.  Men tá ið tíðin kom í frelsuráði Guds, tók tað útvalda lambið syndina burtur og gjørdi deyðan til einkis. Síðan reis Hann sigurríkur upp frá teimum deyðu og setti seg við høgru hond Faðirsins, har Hann er krýndur við dýrd og heiður. Hetta, sum var eitt loyndarmál, er okkum opinberað, sum trúgva á Guds frelsandi náði.

Pætur leggur dent á, at bróðurkærleikin er prógv fyri, at vit eru sannleikanum lýðin og Paulus sigur, at vit skulu vera sannaleikanum trúgv í kærleika. Hesisr báðir eginleikar Guds – sannleiki og kærleiki, vóru so sjónligir í lívi Harrans Jesusar. Eingin annar hevur opinberað hesar báðar guddómligu eginleikar, sum Hann  Vit eiga at hava í huga, at Gud ger ongantíð neyðsemju. Fyri Honum er sannleikin altíð endaligur og ongantíð lutfalsligur, sum heimspekin leggur so stóran dent á. Hjá Gudi er einki grátt øki, tí alt er ljóst í nærveru Hansara.

Men so spyrja vit: Ber tað til at liva í sannlkeikanum og fremja hann, uttan kærleika?

Og skriftirnar svara avgjørt Nei!  Tí royna vit at skilja sannleikan frá kærleikanum, so gera vit enda á báðum. Tað er sum eitt hjúnarband, ið ikki kann skiljast sundur. Tí, verður skilnaður í einum hjúnarbandi, hava hugtøk sum brúður og brúðgómur einki virði.

Hvussu kann eg vísa, at eg eri lýðin sannleika Guds, ella at eg trúgvi á Harran Jesus sum Frelsara mín? Bert Gud kann síggja trúnna, sum býr í hjartanum, men hvussu kann eg sannføra menniskju um, at eg eri vorðin eitt Guds barn? Tey vilja fyrst síggja prógvini, áðrenn tey vilja lurta og trúgva orðum mínum!

Pætur sá prógvini, táið hann skrivaði til tey heiløgu: “Hann elska tit, tóat tit hava ikki sæð Hann; og tóat tit nú ikki síggja, men trúgva, gleðast tit í Honum við ósigiligari og dýrmettari gleði. So spyrja vit aftur, hvusu kundi Pætur síggja, at tey elskaðu hin ósjónliga! Jú, svarið er: Tey elskað tey sjónligu, sum tey livdu saman við, og kærleikin kann ikki krógvast. Eins og ávøksturin á trænum er sjónligur og prógvar at rótin er frísk, soleiðis prógvaði kærleiki teirra sonnu trúgv á Harran Jesus.

Tí er so neyðugt at lurta eftir hesi inniligi áheitan Pæturs: “Havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta!” Hetta var ikki júst tað, sum eyðkendi og heldur ikki í dag eyðkennir hin heidna, gudleysa heimin. Men táið menniskju síggja broytingina, sum evangelium friðarins virkar í monnum og kvinnum, so fara tey møguliga at lurta eftir tí boðskapi, sum vit royna at bera teimum. Tí tey muga ásanna, at eitt undur er farið fram í lívi okkara, sum einaferð livdu í synd eins og tey. Og tað var júst tað, sum hendi ein sælan dag, tá ið eg fagnaði evangeliið um Jeusus Kristus. Av sonnum eitt undurverk, táið eg varð endurføddur, ikki av forgeingiligum sáði, men óforgeingiligum, við orði Guds, sum livir og varir!  Pætur endurgevur Gamla Testamenti og sigur:

 “Tit eru jú sum gras, sum stendur í blóma í dag, men í morgin er tað følnað og deytt.”

Hetta er veruliga myndin av manninum, sum vit eisini á heystardegi síggja í náttúruni. Blóman, sum frøddi eygað nakrar fáar dagar, følnaði so skjótt. Barna -og ungdómsárini, sum vit hildu fingu ongan enda, vórðu skjótt aftan bak. Og manndómsárini høvdu vit ikki stundir til at njóta, tí tey kravdu so nógv av okkum. Og nú hava vit kanska mist hugin og evnini at njóta lívið  – og ásanna suffandi við skaldinum: “Tung eru stig á fjøllunum her – um hetta deyðans landið!”

Men tað æviga lívið, sum gudsbarnið fekk í endurføðingini, følnar ikki á heystardegi,  táið hetta stutta foldarlív er av. Tí Hann, sum gav tað, flytur bara blómu sína heim í  yndisliga urtagarð sín, har hon fær loyvi til at blóma og anga uttan íhald í allar ævir.

Orð Guds bríkar so mangar myndir fyri at læra okkum hesar dýru sannleikar. Vit hava longu fingið at vita, at vit vórðu Guds børn við ættleiðing. Trælurin varð loystur úr bondum og fekk frælsi, samstundis sum hann varð fagnaður sum sonur í húsinum. Men vit eru eisini fødd inn í familju Guds, og eginleikar Faðirs okkara, eru  sjónskir, tí vanliga líkist sonurin faðir sínum.

Børn hava altíð tvey foreldurr – Faðir og móður. Soleiðis er tað eisini í náttúrini, og vit kunnu siga, at tað andaliga mynstrið er tað sama. Bíblian lærir greitt, at vit verða endurfødd við Orði Guds og Anda Guds.  Harrin Jeus segði einaferð: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: “Tann tími kemur – og hann er nú – táið hini deyðu skulu hoyra rødd Guds Sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva.” Hetta undurið hendi, táið eg hoyrdi rødd Guds Sonar gjøgnum evangeliið, sum varð kunngjørt mær við Heilaga Andanum. Tí evangeliið er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr.  

Sama veldisorði, sum skapti alt úr ongum, hevur somu endurføðandi megi í dag, tí tað er livandi og óforgeingilligt. Harrin segði jú: “Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga!” Orð emnniskjans eru veik eins og upphav tess og følna sum grasið. Meðan orð Guds, sum er innblást av Gudi og við Heilaga Andanum, er óbroytiligt eins og upphav tess.

Vit skulu nú lesa tey fýra fyrstu versini í kapitul tvey: “Leggið tí av allan ónskap, alt svik og hykl! Tráið- eins og nýfødd børn – eftir hini óblandaðu mjólk orðsins, fyri at tit av henni kunnu vaksa til frelsu – so satt sum tit hava smakkað, at Harrin er góður! Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur.”

Nú fáa vit boð um at kasta kloddarnar, sum eyðkendu gamla lív okkara. Tí hesi klæði hóska ikki til nýggja umhvørvið í heimi og veitsluhøll faðirsins.

Hin fortapti sonurin í Lukas 15, mátti fyrst blaka teir skitnu spjarrarnar og klæða seg í tey nýggju høgtíðsklæðini, áðrenn hann fekk loyvi at sita til borðs saman við faðirinum og njóta tann góða veeitslumatin, sum hann tráaði eftir. Tí hann var ivaleyst bæði svangur og tystur.

Her hava vit myndina av nýføðingunum, sum tráar eftir móðurmjólkini. Ein eginleiki, sum Gud leggur í hvønn einasta nýføðing – og virkar hann ikki, so er barnið álvarsliga sjúkt. Sama kann sigast um hin andaliga nýføðingin, sum er føddur við orði og Anda Guds. Men tað andaliga lívið er sera viðkvæmt, og skjótt kann nýføðingurin missa matalystina, um hann fær loyvi til at spæla sær við eini tátu ella lokkuboppu. Tí verður álagt tær og mær at tráa eftir tí rættu føðini, sum Gud borðreiður við. Og ikki líkjast jørðiska fólki Guds í forðum, sum vrakaði tað himmalska manna, ið regnaði niður til teirra hvønn morgun í oyðimørkini. Tey mistu matalystina og tráaðu heldur eftir trælaføðini, sum valdsharrar Egyptalands borðreiddu við.

Men vit verða eggjað til at tráa eftir Gudi og orði Hansara fyri at vaksa og mennast andaliga. Vit hava longu lagt dent á, at frelsan er trygg og ævig, og at barnið missir ongantíð barnarættin. Men samfelagið við Faðirin  er tíverri mangan í vanda, tí barnið skikkar sær illa og voldir Faðirinum sorg. Er samfelagið brotið, so er eisni matalysturin burtur og andaligur vøkstur verður eingin. Gævi vit øll kundu sagt av heilum huga við Kora synum: “Sum hjørturin tráar eftir rennandi vatni, so tráar sál mín eftir Tær, Gud! Sál mín tystir eftir Gudi, hinum livandi Gudi.”

Skriftirnar læra eisini greitt, at vit fáa tað, sum vit tráa eftir. Harrin gav fólki sínum í oyðimørkini ta vánaligu føðina, sum tey tráaðu eftir, men tey ótu vaml á seg og gjørdust álvarsama sjúk.      Men Harrin fer heldur ikki at sýta barni sínum andaligar signingar, ið tað tráar eftir. Tí lyfti Hansara er: “Tað, ið hjarta hansara ynskti sær, gavst Tú honum; tað ið varrar hansara bóðu um, sýtti Tú honum  ikki.”

Øll foreldur gleðast yvir nýføðingin, sum Harrin hevur givið teimum. Og frøin er stór, táið barnið byrjar at grulva og lærir at siga tey fyrstu orðini. Men grulvar barnið framvegis og dugur ikki at tosa tíggju ár seinni, so hava foreldrini alla grund til at vera sorgarbundin, tí álvarsom sjúka steðgaði vøkstri og menning.

Mong flestu trúgvandi byrja so væl á vegi Harrans, og tú gleðist saman við mongum øðrum yvir andaliga vøkstur og framgongd teirra. Tú missir kanska sambandið við tey og møtir teimum aftur nøkur ár seinni. Men tú verður beinan vegin varur við, at  andaligi íðinskapur og eldhugin, sum eyðkendu tey sum nýfrelst, er burtur. Eru tey erlig, so viðganga tey, at onnur holdslig áhugamál  tók  matalystina til orð Guds frá teimum, og skjótt varð eisini samfelagið við Harran og náðisystkini brotið.

Tíverri er hetta alt ov vanligt í samkomum okkara í dag.

Men havi eg smakkað, at Harrin er góður, so trái eg eftir at njóta andaliga matin, sum Gud borðreiður fyri mær við orði sínum. Tað hevði verið óhugsandi, at eg fór at leingjast eftir samfelag teirra, sum hata vin og bjargingarmann mín, meðan eg siti í góðum veitslulag við honum. Nei, samfelagið verður ikki kvett eftir eini løtu, men tað fjarar burtur so líðandi til alt andaligt skynsemi er farið, og tá er lætt at falla í ránsmanna hendur.

Tí kemur ápostulin við hesi inniligu áheitan “Komið til Hansara, hin livandi steinin!”

Hann kundi av sonnum siga tað av egnum royndum og vitsti, at eingin var farin so langt av leið, at hann ikki var hjartaliga vælkomin aftur í samfelag við Frelsaran.

Tað er kanska at undrast yvir, at Pætur kemur við hesi áheitan  til menniskju, sum hann beint frammanundan hevur givið hetta sera góða viðmæli: “Hann elska tit, tóat tit ikki hava sæð Hann, og tóat tit nú ikki síggja, men trúgva, gleðast tit í Honum við ósigiligari og dýrmettari gleði.” Men tað sigur okkum bara, hvussu svikaligur kærleiki okkara er og hvussu skjótt andaliga sinnalag okkara kann broytast. Tí stendur henda inniliga áheitan okkum øllum í  boði, so vit kunnu fáa náði til hjálp í hesu løtu. Eingin livir heldur Harranum so nær, at tað ikki ber til at koma í nærri samfelag við Hann.

Hesin livandi steinur varð vrakaður av monnum, men Gudi útvaldur og dýrabarur.

Pætur leggur stóran dent á, at Kristus var Gudi útvaldur og dýrabarur. Tað merkir, at Kristus var hin einasti, sum var førur fyri at fremja frelsuætlan Guds. Hvør kundi loysa og bjarga øllum tí, sum var farið í sor við syndafallinum ? 

Var nakar gerðadómari at finna, sum kundi leggja hendurnar á báðar partar og gera sátt millum Gud og sekar uppreistrarmenn! Var nakar bjargingarmaður, sum vildi fara niður í dýkið og geva lív sítt fyri fíggindar sínar!  Var nakað reinsievni sum kundi tváa syndaran reinan, so hann kundi koma hinum Heilaga nær!  Vit kundu hildið á at spurt, um nakar var førur fyri at loysa hesa vónleysu uppgávu – og svarið hevði verið hitt sama: Bert Ein! Gud stóð ikki spyrjandi ella hjálparleysur, tá ið vannlukkan hendi, tí Hann hevði longu útvalt bjargingarmannin og gerðadómaran. Gud skuldi ikki í bráskundi skapa okkurt evni, sum tók syndina burtur. Nei, Hann mátti geva elskaða soni sínum eitt mannalikam, sum kundi bøta fyri allar misgerðir okkara. Tí bert dýra blóð Hansara kann reinsa frá allari synd. Gud er vorðin sáttur, tí øll skuld og órættvísi syndarans er skuldskrivað Kristusi, meðan Hansara fullkomna rættvísi er góðskrivað okkum, sekum syndarum. Jú, Gud er meir enn nøgdur við dýrabara verk sonar síns.

Pætur kundi siga, at frelsa okkara er knýtt at eini livandi vón, sum er Kristus, upprisin frá hinum deyðu, og henda frelsa er grundað á ein livandi klett, sum er Kristus, ið livir og ræður í allar ævir. Hetta sigur okkum so nógv um, hvussu ómetaliga tryggur hin frelsti syndarin er, sum hvílir á aldarklettinum Kristusi. Harrin segði jú sjálvur: “Á hesum kletti, skal Eg byggja samkomu mína og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.”

So er spurningurin til tín, sum lurtar: Hevur tú bygt frelsu tína á klettin Kristus? Síðani kemur henda inniliga áheitan við Anda Guds til okkum øll: “Komið til Hansara, hin livandi stein!”

Hann er av sonnum vísur, sum tekur hesa áheitan í álvara! Amen!