Pætur ápostul og skriftir hansara (6/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Skulu vit biðja: Harri, takk fyri hesa stóru frelsu, sum Tú lýsir fyri okkum við mongum góðum myndum úr Gamla Testamenti. Harri, takk fyri, at eingin kann forða at frelsuætlan tín verður framd, tí tað, sum tú byrjar, fert tú eisni at fullføra – Amen!

Vit eru komin til kapittul 2 í fyrra brævi Pæturs. Seinast umrøddu vit seinnu helvt av fyrsta kapitli. Ápostulin lýsir evangeliið við mongum myndum úr Gamla Testamenti. Eins og Ísrael verða vit bjargað úr trældómi heimsins við veldishond Guds og blóði lambsins, sum bara avmyndar dýra blóð Jesusar, sum leyskeypir trælin og reinsar frá allari synd. Vit verða ikki bara endurloyst, men vit verða eisini ættleidd og endurfødd inn í familju Guds. Vit verða endurfødd við orði og Anda Guds. Sama orðið, sum endurføðir, er eisini andaliga føðin, sum skal menna og stimbra okkum.

Vit skulu nú lesa úr fyrra brævi Pæturs –  kapittul 2 og frá vers 4 til vers 10:

“Komið til Hansara, hin livandi stein, sum víst er vrakaður av menniskjum, men er Gudi útvaldur og dýrabarur, og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús, heilagan prestaskap, at bera fram andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi! Í skriftini stendur jú: “Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.” Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur; men hinum vantrúgvandi er hesin steinur, sum teir, ið bygdu, vrakaðu, vorðin hornsteinur, snávisteinur og klettur til fall – hesum, sum snáva, av tí at tey trúgva ikki orðinum – til tað vóru tey eisini ætlað. Men tit eru útvald ætt, kongligur prestaskapur, heiløg tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós sítt, tit, sum ikki vóru fólk áður, men nú eru fólk Guds, tit, sum ikki høvdu funnið miskunn, men nú hava fingið miskunn.”

Vit taka við, har vit sleptu seinast: Komið til Hansara! Hevði Margretha drottning bjóða øllum føroyingum í veitslu sína, hevði valla nakar sagt nei takk, sum var førur fyri at fara. Men Hann, sum bjóðar tær og mær, er eingin annar enn skapari og endurloysiri okkara – Kongur konga og Harri harra. Tann, sum vrakar slíka innbjóðing er ikki við sítt fulla vit. Hann vanvirðir innbjóðaran og er blindur fyri tapinum og øllum tí, sum hann kemur at missa.

Jú, hesin livandi steinur, var vrakaður av monnum, tá ið Hann gekk her á foldum. Hansara egnu vildu ikki fagna Honum, hóast Hann vísti teimum eitt prógv fyri og annað efitr, hvør Hann var. Hann er framvegis vrakaður av hesum heimi, sum altíð hevur hatað og vanvirt Son Guds, sum kom at leita eftir og frelsa tað fortapta.

Men tíbetur hoyra nøkur og akta innbjóðingina. Tey koma til Hansara, tí Hann er vorðin teimum dýrabarur – og tey eru eisini vorðin sannførd um, at tað er umráðandi at fáa fótafesti á Klettinum Kristusi, áðrenn ódnirnar bresta á.

Kletturin er grundarlagið, sum samkomu – halgidómurin verður bygdur á. Tí er áheitanin: Komið til Hansara, hin livandi stein … og latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús!

Gud hevur altíð viljað búð hjá fólki sínum. Á oyðimarkarferð ísraels búði Hann mitt ímillum teirra í samkomutjaldinum, sum var halgað Honum. Síðani búði Hann í templinum í Jerúsalem, til tað var so dálkað av synd og óreinsku manna, at Hann mátti rýma úr halgidómi sínum.

Nú kom Hann sjálvur niður í holdslikami, og tók bústað ímillum okkara, fullur av náði og sannleika. Og Jóhannes sigur í evangelii sínum, at nøkur sóðu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir sínum. Men tey allarflestu sóu onga dýrd, tí tey vóru blind – og skjótt varð hesin halgidómur vrakaður av monnum.  Tó Gud slepti ikki bjargingarætlan síni, sum altíð hevði verið í hjarta Hansara. Nú var tíðarskeiðið við myndum og skuggamyndum komin at enda, tí nú fór Hann sjálvur at byggja sær halgidóm við livandi steinum.

Gud Heilagi Andin, byggifrøðingurin, sum ber av øllum øðrum, byrjaði hetta verk við komu síni á hvítusunnu. Tilfarið, Hann brúkar, er steinar, sum verða sprongdir úr grótbroti heimsins. Síðan ger Hann hesar deyðu steinar livandi við orði Guds.

Nú fáa hesir livandi steinar hesa áheitan: Latið tykkum sjálv – sum livandi steinar – byggja upp til andaligt hús. Tí tað er neyðugt, at steinarnir vilja lata seg byggja upp og samvirka við Meistaranum.

Vit kunnu spyrja: hvussu sær halgidómur Guds út í dag?  Tað er rætt, at hann er ikki sjónligur fyri monnum, men í eygum Guds er hann fullkomin. Men hin vegin, eigur heimurin at síggja dýrd Guds í hesum halgidómi, hóast hann samstundis altíð kemur at hata hann.  Liggja hesir livandi steinar spjaddir í øllum ættum, so eru teir til lítla og onga nyttu og als ikki nakað prýði fyri umhvørvið. Steinarnir eru evnaðir til og ymsir av skapi, tí teir eru ætlaðir at liggja á einum ávísum staði í húsi Guds.  Er steinurin á rætta plássi, so prýðir hann halgidómin, men er hann ikki tað, so  misprýðir hann og kann gera stóran skaða. Liggla steinarnir og sløðast, eru teir ongum til gagn, men kunnu verða onkrum til fall ella ástoyt. Somuleiðis er við fýrstaði – verða gløðurnar spjaddar, kólnar ein góður eldur skjótt út.

Tað er eingin treyt fyri signing ella nærveru Harrans, um samkoman er stór ella lítil. Heldur ikki eru gávur og evni teirra einstøku avgerandi fyri signing, tí Harrin krevur ikki meira enn Hann hevur givið. Men ein fortreyt fyri samfelag og signing er, at halgidómuirn er reinur. Tí hóast Hann býr í mær við Heilaga Anda sínum, so fær Hann ikki virkað, sum Hann vil, er halgidómurin skitin – líkamikið um hann er stórur ella lítil. Gud hevur mangan gjørt veldig verk við smáum amboðum, sum vóru halgað Honum. Tí segði Hann eisini: “Har sum tvey ella trý koma saman í navni mínum, eri Eg mitt ímillum teirra.”

Hesin livandi steinur verða eisini ein heilagur prestaskapur at bera fram andalig offur.

Vit kunnu taka hetta skriftbrot sum aftursvar til jødarnar, ið ákæra tey kristnu.  Pætur hevur ivaleyst mangan hoyrt hesar ákærur frá farisearum og skriftlærdum: Tit hava vrakað templið og halgidómin í Jerúsalem og nú standa tit uttan nakran halgidóm. Tit hava eisini vent prestaskapi Arons bakið, og tí kunnu tit ikki bera Gudi nakað offur. Alt hetta, sum Gud gav okkum við Mósesi, hava tit vrakað, og nú standa tit á berum. Men Pætur svarar teimum aftur við stórum dirvi: Tað er satt, at vit hava vrakað skuggamyndirnar í Gamla Testamenti. Men vit hava fingið nakað nógv betur í staðin. Nú hava vit ein halgidóm, sum Heilagi Andin byggir av livandi steinum av bæði jødum og heidningum, tí nú er eingin avmarking  ella mannamunur. Undir tí gamla sáttmálanum vóru bara synir og eftirkomarar Arons prestar – ein sera avmarkaður prestaskapur. Men undir tí nýggja sáttmálanum, sum høvuðsprestur okkara, Kristus setti í gildi við dýra blóði sínum, er alt fólk Guds prestar. Vit eru ein heilagur og kongligur prestaskapur, sum hava fingið hesa heilagu tænastu, tá ið vit gjørdust børn Guds við trúnni á Harran Jesus Kristus. Hvør einstakur frelstur syndari er vorðin prestur nú, og hevur loyvi eina og hvørja tíð at stíga fram fyri hásæti náðinnar. Forhangið í templinum skrædnaði, táið høvuðsprestur okkara  rópti sigurrópið á krossinum og legði ein nýggjan og livandi veg inn aftur til Gud.

Nú hevur útvalda lamb Guds tikið alla synd heimsins burtur, tá ið Hann bar tær á likami sínum upp á krosstræið. Tí er ikki neyðugt við fleiri syndofrum ella øðrum blóðofrum, sum kortini ikki kundu taka synd  burtur. Men sum prestar kunnu vit øll bera Gudi andalig offur, sum við Jesusi Kristi toknast Gudi.

Hvørju offur kunnu so tú og eg bera Gudi?

Paulus ápostul kemur við hesi áheitan í Rómbrævinum: “Eg áminni tykkum tí brøður, við miskun Guds at bera Gudi fram likam tykkara, sum livandi, heilagt Gudi dámligt offur  – hetta er andaliga gudsdyrkan tykkara.”

Av sonnum eitt hóskandi aftursvar til kærleiksoffur Kristusar, sum keypti okkum við dýra blóði sínum. Hvør annar hevur allan rættan til likam mítt, uttan Hann, sum loysti trælin úr allari neyðini og gav honum barnakor!

Vit syngja mangan:: “Hvat skal eg Jesusi geva, Honum, sum lívið mær vann? Roykilsi, myrra og perlur ov lítið er fyri Hann! Jesus, eg beri meg sjálvan, at Tú nú eiga meg kann, bæði í dag og í ævir, tú, sum við blóði meg vann! 

Hetta er tað, sum Hann fegin vil fáa frá mær, tá ið Hann sigur við meg: “Sonur mín, gev mær hjarta títt!” Tí hevur Hann fingið hjartað, so hevur Hann fingið meg í heilum líki. Vit siga mangan, at vit eru fátæk og eiga einki at bera Gudi, men vit gloyma tíverri , at Hann hevur gjørt okkum so ómetaliga rík í Kristusi, og tað er nakað av hesum ríkidømi, vit bera Honum aftur; tá ið vit bera Gudi fram lovoffur, sum er ávøkstur varra, ið lova navni Hansara!  Tað er takksemi og tilbiðjan, sum Faðirin leingist eftir frá barni sínum. Tí tað sigur Honum greitt, at barnið dugur at virðismeta kærleika Faðirsins og trívist væl í samfelagnum við Hann.

Sum prestar Guds hava vit eina stóra uppgávu og ábyrgd bæði í samkomuni og í samfelagnum . Bert presturin hevur loyvi at koma Gudi nær við ákallan, bøn og tøkk.         

Hann umboðar áhugamál fólksins fyri Gudi  Tíverri duga vit ikki at virðismeta hesa tænastu, sum er grundarlagið fyri øllum øðrum andaligum tænastum.  Ein tænasta, sum vanliga er krógvað og fjald fyri eygum manna; men Gudi er hon sera dýrabar. Høvdu vit bara dugað at sæð, hvønn týdning henda stóra tænasta hevur fyri familjuna og samfelagið, vit búgva í, so høvdu vit ivaleyst givið okkum betur stundir við hásæti náðinnar, og ongantið loyvt øðrum áhugamálum at rænt av hesi dýru bønartíð.

Men vit ásanna, at umstøður mangan loyva ikki langar børnir í einrúmi- tað veit Harrin eisini – Tó líkamikið hvussu umstøðurnar eru, so kann einki vald forða bønarsuffinum úr einum trongdum hjarta, sum hevur óbrotið samfelag við Harran.

Tí tað er av sonnum, sum vit syngja:: “Bøn er hin sterka sálartrá, í orðum ella ei, ein eldur, sum bert Harrin sá – úr trongdum brósti steig. Bøn er eitt suff, í hjartað brent. Eitt róp, sum krevur svar, eitt eyga vátt, mót Himli vent, tá eina Gud er nær. Bøn er eitt orð, so einfalt sagt, sum barnamuður kann. Bøn – jarðarríkis størsta makt, sum sjálvan Harran vann!”

Trúgv og bøn ganga hond í hond. Vit biðja, tí vit trúgva lyftum Guds og rokna við, at Hann er trúfastur, sum gav tey. Uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast Gudi, tí tann, sum stígur fram fyri Gud má trúgva, at Hann er, og at Hann lønir teimum, sum søkja Hann.

Pætur endurgevur Esaias profet: “Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran. Tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.” Men Zions fólk vrakaði henda útvalda og dýrabara hornastein. Tey vrakaðu Hann, sumallir profetat teirra talaðu um, og Hann gjørdist teimum tí ein snávusteinur og klettur til fall, tí tey í vantrúgv vendu Honum bakið. Men ein lítil leivd av Ísrael saman við mongum heidningumn fagnaðu konginum sum Frelsara og Harra. Men tey komu at kenna  hat og atsókn heimsins eins og Meistari teirra, tí tað kostar altíð at fylgjast við Honum, sum heimurin hevur vrakað.  Men tá ið uppgjørt verður, fer tað at vísa seg, at eingin verður til skammar, sum hevur trúð á Hann.

Hóast Ísrael er ein útvald tjóð og eigur framvegis nógv lyfti um jørðiskar signingar gjøgnum Kristus, sum tey krossfestu, so hava tey kortini ongan fyrimun fram um heidningarnar, táið tað snýr seg um frelsu og borgarrætt í Himlinum.

Jødarnir vóru eina ferð ognarfólk Guds, og tað var litið teimum upp í hendur at kunngera dygdir Harrans millum heidningarnar, men teir sviku so dyggiliga hesa tænastu, sum samkoma Kristusar nú hevur fingið ábyrgd av. Men so spyrja vit, hvussu hava tey kristnu megnað at umboða Konga dýrdarinnar. Kanna vit søguna mega vit ásanna við sorg, at tað hevur ikki gingið okkum stórt frægari. Men eins og hjá Ísrael, hevur tað altíð verið ein trúføst leivd, sum óttaðist Gud.

Hvønn hugsar Pætur um, tá ið hann sigur: “Tit eru útvald ætt, kongaligur prestaskapur, heiløg tjóð, ognarfólk, fyri at tit skulu kunngera dygdir Hansara, sum kallaði tykkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós sítt, tit, sum ikki vóru fólk áður, men nú eru fólk Guds…”Hetta er hin kristna samkoman”  av jødum og heidningum, og ikki ein leivd av Ísrael, sum onkur kanska heldur.

Tað tók kanska drúgva tíð at læra Pætur, at jødar og heidningar stóðu á sama støði í viðurskiftum teirra við Gud  Tí tað er so torført at sleppa gomlum siðaarvi – og lærum, sum tú hevur verið bundin av frá barni av. Men táið Pætur hevði lært henda sannleika við Heilaga Andans hjálp, at jødar og heidningar verða frelstir av náði Harrans Jesusar og ikki av lógarverkum – stóð hann fastur og lat seg ikki vika, nú hann var vorðin sannførdur.

Eingin munur var á tí besta og tí versta – øll vóru neyðstødd og villst í myrkri, har einki lív kundi trívast. Men í náði síni kallaði Harrin okkum úr myrkrinum inn í undurfulla ljós sítt – ella sum Paulus málber seg: “Harrin flutti okkum úr valdi myrkursins og inn í ríki elskaða sonar síns.”  Lýsir henda mynd syndarligu støðu okkara, áðrenn vit vóru frelst, so sigur hon okkum eisini, at vit eiga ein sterkan Frelsara, sum hevur tikið okkum inn í undurfalla samfelag sítt í ljósinum, har lív og sæla valdar.

Ápostulin leggur dent á, at vit vóru ikki at rokna sum fólk áður, tí vit vóru av sonnum trælir undir einum valdsharra, sum ikki vísti nakra miskunn. Men  nú hevur Harrin Jesus vunnið á valdsharranum og gjørt  trælirnar frælsar, og síðan tekur Hann teir inn í heim sítt, sum ættleidd  børn- ein undurfull mynd av náði og miskunn Guds.

Sum fólk Guds eru vit fremmand og útlendingar í heimsins londum. Paulus sigur sama sannleika í Galitiabrævinum við hesum orðum: “Men eg – langt veri tað frá mær at rósa mær, uttan av krossi Harra okkara Jesu Krists, við hvørjum heimurin er krossfestur mær, og eg heiminum!” Við øðrum orðum: Heimurin viðurkennir ikki ein kristnan minniluta og fer aldri at góðtaka lóg Kristusar og Guds, sum ásetur reglur og fyriskipanir um eitt gudsóttandi lív. Tí heimurin hevur ongan møguleika at geva seg undir ræði og leiðslu Guds, so leingi sum hann er trælur av einum óndum valdsharra.

Men hvør er so uppgáva hins kristna í einum heidnum samfelag? Skal hann byrgja seg inni og búgva í einbýli og á tann hátt verja seg móti dálking og gudleysari ávirkan?  Tað stuðlar orð Guds ongum til. Skriftirnar siga jú, at vit eru sendiboð í stað Kristusar at kunngera náðinnar evangelium fyri teimum fortaptu, sum eru bundin av so mongum bondum – og kanska als ongan áhuga hava fyri frælsi hins kristna.

Tað ber kanska til eina stutta tíð at vera lærisveinur í loynd fyri at sleppa undan atsókn og vanvirðing. Men elskar tú Harran Jesus og tey, sum Hann er deyður fyri, so kanst tú ikki lata vera at vitna og tala um tað, sum tú hevur sæð og hoyrt.

Hetta lítla brotið úr bøn Harrans Jesusar beint áðrenn krossdeyðan, staðfestur tað sama:: “Eg havi givið teimum orð Títt, og heimurin hevur hatað tey, tí tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki av heiminum….. Sum Tú hevur sent Meg í heimin, havi eisini Eg sent tey í heimin.”

Jú, evangeliið má kunngerast av frelstum menniskjum og við kraft Heilaga Andans, skulu syndarar verða loystir úr trælabondum. Men vit sleppa ikki undan einum andaligum bardaga við tignir og veldir, sum valda hesum heimi. Hesisr fíggindar, sum samarbeiða við okkara ónda hold, eru bæði sterkir og snildir. Tí er so umráðandi at vera árvakin í bønini, so vit ikki verða tikin av fótum, tá ið teir gera sniðálop við dárandi lystum sínum.

Tað er vert at hava í huga, at vit eru ikki í bardaga við okkara medmenniskju – heldur ikki tey, sum kandska liggja okkum eftir lívinum. Nei, vit eru í bardaga við tær kreftir, sum binda hesi menniskju niður. Tí áminna skriftirnar okkum um, at fara í øll herklæði Guds fyri at kunna standa eftir at hava vunnið sigur á øllum.

Ein høvuðs-meðinregla í tí kristna lívinum er at vinna á tí ónda við tí góða.

Tað leggur Pætur eisni stóran dent á við hesum orðum: “Og havið góðan atburð millum heidningarnar, so tey,um tey baktala tykkum sum illgerðarmenn, kunnu síggja góðu verk tykkara og fyri teirra skuld prísa Gudi vitjunardagin! Verið tí fyri Harrans skuld allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, veri tað nú konginum sum hinum hægsta ella landshøvdingum sum teimum, ið sendir eru av honum, teimum til straff, sum ilt gera, men teimum til rós, sum gott gera! Tí vilji Guds er, at tit soleiðis við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna. Ærið øll, elskið bróðurskapin, óttist Gud, heiðrið kongin!”

Hesi ráð koma ikki frá einum køldum og væl løntum professari í gudfrøði. Nei, tað er ein royndir maður í Harrans skúla, sum í kærleika eggjar og áminnir lærisveinar sínar, sum eru andaligu børn hansara í trúnni. Hann kundi siga: Eg havi sjálvur gingið hesa leið saman við Kristusi, sum slóðaði hana fyri okkum. Eg havi áður roynt í holdsligum íðinskapi at høgga við svørðið, men nú kann eg av náði Guds siga, at tað er bert á knøðunum, tú vinnur nakran andaligan sigur.

Spurdu vit Pætur, so hevði hann við stórari sannføring sagt, at bøn saman við góðum verkum gera undurverk í hesum kalda heimi. Hetta var eisini tað, sum Harrin Jesus lærdi okkum í fjallaprædikuni: “Sæl eru tit, táið tey spotta tykkum og søkja at tykkum og lúgva alt ilt um tykkum fyri Mína skuld. Gleðist og fegnist, tí løn tykkara er stór í Himli. Soleiðis søktu tey at profetunum, ið vóru fyri tykkum. Tit eru salt jarðarinnar; men missir saltið kraft sína, hvussu skal tað aftur verða salt! Tit eru ljós heimsins; staður, ið stendur á fjalli, fjalist ikki. Larið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum, so tey kunnu síggja góðu verk tykkara og æra Faðir tykkara, sum er í Himli.”

Við saltinum og ljósinum lýsir Harrin Jesus, hvørja ávirkan tey kristnu kunnu hava í einum samfelag, sum er við at fara í rot av synd og er undir valdi myrkursins.

Vit kenna hesar báðar myndir frá gerandislívinum í farnu øld, áðrenn Sev kom, hvussu umráðandi tað var at hava salt og petrolium í húsinum.Tað var so neyðugt við salti, fyri at bjarga mati undan spillu og roti. Og skuldi nakað virkast úti ella inni eftur sólsetur, so mátti ljós tendrast og nóg mikið olja mátti vera á bæði lyktum og lampum.

Men so sigur Harrin við okkum í dag:: Tit eru salt jarðarinnar og ljós heimsins. Kæru náðisystkin, hetta er høvuðs – uppgáva teirra kristnu. Paulus áminnir samkomun í Filippi um hetta sama við hesum orðum: “Tí Gud er tann, sum virkar í tykkum, bæði at vilja og at virka, eftir góða vilja sínum. Gerið alt uttan at knarra og uttan at ivast, so tit kunnu vera lýtaleys og rein, ólastandi børn Guds, mitt í rangvørgari og øvigari ætt, so tit vísa tykkum millum teirra sum himmalljós í heiminum.”

Hóast vit tíverri hava lítið at reypa av, so er tað kortini tey kristnu, sum varðveita heimin frá roti og andaligum myrkri. Men skjótt fer Harrin Jesus, at taka samkoma sína heim í dýrd sambært lyfti sítt. Tá er hesin neyðars heimur sloppin av við samvitskuna, sum plágaði tey samt og javnt. Men hvør stórt verður ikki myrkrið, táið ljósið er horvið, og hvør fer at tálma rotinum, táið saltið er burtur!

Vit eiga tí fyri Harrans skuld at vera allari menniskjaligari fyriskipan undirgivin, tí skriftin sigur, at tað er Gud, sum setur myndugleikar at stýra samfelagnum. Hóast hesir myndugleikar mangan eru órættvísir, so hevur hin kristna samkoman ongan rætt til at royna at fella teir, men heldur biðja fyri teimum. Hetta minnir Paulus okkum eisini á við hesum orðum: “Eg áminni nú fyrst av øllum, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett – fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði. Hetta er Gudi, Frelsara okkara gott og tekkiligt. Honum sum vil, at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan.”

Men so kunnu vit spyrja, hví hildu tey kristnu á at kunngera evangeliið um Jesus Kristus, eftir at myndugleikarnir høvdu givið teimum eitt greitt forboð. Hví vóru tey ikki undirgivin teim fyriskipanum, sum myndugleikar landsins høvdu sett á hesum øki?

Pætur og Jóhannes góvu ráðnum í Jerúsalem svarið: “Dømið sjálvir, um tað er rætt fyri Gudi at lýða tykkum meir enn Gud!”  Hetta sigur okkum, at Gud er hægsti myndugleiki í alheiminum, og hevur Hann givið boð, mugu øll vera teimum lýðin- eisini teir myndugleikar, sum Hann hevur sett at stýra heimsins londum.

Tað er jú Gud, sum hevur givið tí kristnu samkomuni boð um at bera øllum menniskjum náðinnar og friðarins evangelium, og skulu vit tiga hesi boðini burtur, bara fyri at hóva gudleysum monnum, sum ikki vilja boyggja seg undir myndugleika Guds!

Pætur og Jóhannes søgdu:: “Vit kunnu ikki lata vera at tala um tað, sum vit hava sæð og hoyrt!”  Harrin Jesus, sonur Guds, gav okkum boðini, áðrenn Hann fór aftur til Himmals og setti seg í dýrdarhásætið við høgru lið Faðirsins. Vit hava eisini verið vitni til, hvussu hesin signaði boðskapur broytir brotsmenn og syndatrælir at liva eitt heiðurligt og tignasligt lív bæði fyri Gudi og monnum. Teir kundu ivaleyst lagt aftrat, at tey sonnu kristnu taka ikki svørð í hond fyri at verja áhugamál síni. Tí bardagi okkara er ikki við hold og blóð, men við andaher óndskaparins í himmalrúminum . Okkara uppgáva er ikki at oyða og drepa, men heldur at rætta teimum neyðstøddu eina hjálpandi hond – bæði tímiliga og andaliga.

So kunnu vit spyrja, var hetta bara heilaspuni og tómar hugsjónir! Hevur søgan ikki prógvað, at tey kristnu gingu altíð á odda at veita neyðhjálp til tey sjúku og líðandi.

Tað vóru tey kristnu, sum løgdu lunnar undir heilsurøkt, skúlaskap og mangt annað gott, sum hevur verið mannaættini at gagni. Men høvuðs – uppgáva teirra kristnu er framvegis at kunngera evangeliið, sum er kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr.

Tey kristnu gera tíverri mong mistøk, táið holdið fær loyvi at ráða; men mangan fær hin kristna samkoman skuldina fyri  illgerðir, sum navn-kristin fremja. Men ert tú opin og ærligur, mást tú ásanna, at hin kristna læran hevur lyft samfelagið í mongum londum upp á eitt hægri støði, bæði tá tað snýr seg um siðalag og rættarskipan.    

Pætur áminnir tey kristnu við hesum orðum: “Tí vilji Guds er, at tit soleiðis, við at gera hitt góða, skulu fáa fávitsku dáranna at tagna – sum fræls, tó ikki sum tey, ið hava frælsið til skjól óndskapar, nei, sum tænarar Guds.”

Táið Gud gevur tær og mær eini boð, so gevur Hann eisini styrki til at fremja tað, sum Hann býður. Fyrst gevur Hann frælsi undan trældómi lógarinnar – og syndarinnar og so sigur Hann: “Liv nú sum eitt frælst menniskja” – Tí hevur Sonurin gjørt teg frían, ert tú av sonnum fríur

Vinur mín sum lurtar, kanst tú av heilum huga taka undir við Pæturi, tá ið hann vitnaði fyri ráðnum í Jerúsalem: “Frelsa er ikki í nøkrum øðrum, heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.”

Kennur tú henda frelsara, sum ber navnið Jesus, so ert tú eydnusælur, tí tú eigur alt í Honum. Amen!