Pætur ápostul og skriftir hansara (7/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Skulu vit biðja: Harri, takk fyri, at tú ert stóra fyrimynd okkara. Men vit ásanna, at vit gloyma so mangan at hyggja at fyrimyndini, og tí snáva vit so mangan á leiðini. Harri, takk fyri, at Tú sleppur ikki veika barni tínum, men leiðir okkum eftir røttum leiðum fyri navn Tíns skuld. Harri, gev okkum náði við Anda or orði Tínum  at peika onkrum syndara á Kristus – tað biðja vit um í navni Jesusar – Amen!

Vit eru í fyrra brævi Pæturs – og eru komin til seinna helming í øðrum kapittli. Ápostulin lýsir ta kristnu læruna við mongum dýrabarum myndum úr halgidómi ìsraelsmann í oyðimørkini . Hann eggjar okkum at koma av nýggjum til klettin, sum varð sliðin fyri okkara á Golgata krossi. Við eini inniligari áheitan, biður hann okkum koma til henda livandi steinum og lata okkum sjálv sum livandi steinar byggja upp til andaligt hús og heilagan prestaskap. Harrin býr í hesum halgidómi, sum er samkoma Kristusar her á jørð – og sum børn Hansara hava vit inniligt samfelag við Hann í fjøølbroyttu prestatænastu okkara.

Tað hevur verið lagdur dentur á, at vit skulu als ikki  vænta at verða góðtikin av hesum heimi. Men heldur leggja okkum eftir góðum verkum, hóast atsókn og trongdir.

Vit skulu lesa frá vers 18 til vers 25 í øðrum kapitli:

Tit trælir! Verið í øllum ótta harrum tykkara undirgivin, ikki bert hinum góðu og mildu, men eisini hinum rangvørgu! Tað finnur náði, um onkur bundin til Gud í samvitsku síni, er tolin í sorgum, tóat hann líðir órætt. – Hvat rós er í tí, um tit eru tolin, táið tit verða sligin fyri syndir tykkara! Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt – tað finnur náði hjá Gudi. Tí tað vóru tit kallað til, og Kristus leið jú eisini fyri tykkum og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara, sum gjørdi ikki synd, í hvørs munni heldur ikki var funnið svik, sum háðaði ikki aftur ímóti, táið Hann varð háðaður, hótti ikki, táið Hann leið, men gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi – sum sjálvur bar syndir okkara á likami sínum upp á træið, fyri at vit, deyð frá syndunum, skulu liva fyri rættvísina, og við hvørs sárum tit eru grødd. Tit vóru jú sum seyður, ið vilstur er, men hava nú vent við til umsjónarmann sálna tykkara.”

Kristus verður settur fram sum stóra fyridømi okkara í líðingum og royndum.

Tað er sera torført at vera tolin og undigivin, tá ið tú líður órætt á arbeiðsplássi tínum, hóast tú av øllum alvi roynir at gera títt besta.

Tað var undir slíkum torførum umstøðum mong av teim kristnu livdu. Tí var tað so lívgandi at fáa slíka eggjandi áminning: “Men eru tit tolin, táið tit gera hitt góða og tó líða ilt – tað finnur náði hjá Gudi.”

Tað vóru tey fátæku og veiku í samfelagnum sum tóku við evangeliinum, heldur enn tey sterku og ríku – og soleiðis hevur tað altíð verið. Lukus sigur, at allir syndarar og tollarar hildu seg nær hjá Jesusi fyri at hoyra Hann, meðan Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: “Hesin tekur ímóti syndarum.”

Jú, Kristus tekur í náði síni móti syndarum. Men trupulleikin er, at tað eru so mong, sum ikki duga at síggja, at tey eru syndarar, sum tørva ftrigeving og frelsu. Tí sannleikin er, at øll hava synda og tørva at verða loyst úr trældómi syndanna.

Er Kristus Harri, so er Hann eisini fyrimynd mín!

Tað var eisini tll trúgvandi, sum arbeiddu sum trælir undir órættvísum harrum, at Paulus skrivaði hesi eggjandi orð: “Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum fyri Harran og ikki fyri menniskju! Tit vita jú, at tit frá Harranum skulu fáa arvin í løn. Tað er Harranum Kristusi, tit tæna..”

Hugburðurin var broyttur. Hetta, sum hevði verið so ómetaliga tungt áður, var nú vorðið lætt. Tí hóast tey framvegis trælaðu undir órættvísum harrum, so var tað nú fyri teimum sum ein gudstænasta  – ein tænastu sum tey gjørdu við gleði fyri Harran og ikki fyri menniskju. Men skal henda tænasta eydnast og verða ein áhaldandi vitnisburður um Guds frelsandi náði, so er neyðugt at ganga dagliga í skúla Guds og læra tol, eyðmjúkleika og undirgivni og hava Kristus sum fyrimynd og fylgja í fótasporum Hansara.

Hin heilagi og rættvís mátti  líða so ómetaligt av monnum!

Hann mátti siga: “Spott hevur ógrøðandi brotið hjarta mítt!”  Spott teirra, sum Hann var komin at bjarga. Hann hevði styrki til at sláa aftur, táið Hann var  sligin og bardur av gudleysum og órættvísum monnum. Men Hann tagdi í tolni og gav tað upp til Hansara, sum dømir í rættvísi.

Vit spyrja: Hví eyðmýkti kongur dýrdarinnar seg so djúpt? Fyri at vit skulu læra at ganga í fórasporum Hansara!  Tó í egnari kraft, megnar eingin tað; men vit kunnu av náði Guds siga við Paulusi ápostli:

“Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan!”

Men um hvønn annan kann tað sigast:

Sum gjørdi ikki synd, í hvørs munni heldur ikki var funnið svik!

Hann er hin eisnasti, sum ongantíð hevði grund til at biðja um fyrigeving fyri orð og gerðir, tí øll orð Hansara og allar gerðir Hansara vóru Gudi til dýrd og monnum til signing. Hugsanir Hansara vóru altíð heilagar og reinar, og tí hevði Hann ongantíð grund til at angra nakað, ið Hann hevði gjørt ella sagt.

Hann er av sonnum hin sæli maðurin í sálmi eitt, sum ikki gongur í ráði hinna gudleysu, ikki stendur á vegi syndara og ikki situr har spottarar sita, men hevur gleði sína í lóg Harrans.

Um ongan annan kann hetta sigast, tí vit vóru øll syndarar og gudleys og enntá spottarar, áðrenn Hann í náði síni leiddu okkum inn á veg lívsins.

Hann mátti ganga einsamallur tey seinastu tungu spor upp á krossin við syndabyrði okkara. Hann mátti taka øll brot lógarinnar, skuldu vit sleppa undan. Hann mátti verða særdur fyri at vit kundu verða grødd og fáa loyvi at liva rættvíst og gudiliga í hesum heimi. Tað er hetta, sum Pætur leggur dent á við orðum frá Esaias 53.

Harrin ger fiskimannin til ein seyðahirða, sum elskaði seyð Harrans. Seyður hevur lyndi til at villast og ganga seg í óføri, verður hann ikki hildin á haga av einum góðum seyðamanni. Hesa uppgávu gav yvirhirðin Pæturi, sum røktaði seyð Harrans og styrkti brøður sínar í stórum trúfesti og kærleika.

 Vit lesa nú nøkur brot úr triðja kapitli:

“Somuleiðis tit konur! Verið tykkara egnu  monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð konu sína… Somuleiðis tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara sum hinum veikara ílati, og heiðrið tær, við tað at tær við eru samarvingar til náði lívsins – fyri at bønir tykkara skulu ikki verða hindraðar! Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk!”

Vit undrast kanska – at ápostulin leggur so stóran dent á eyðmjúkleika og undirgivni. Men lesa vit skriftirnar, verða vit beinan vegin varin við hesi bæði lyndis- eyðkenni Frelsarans. Og øll kristin verða eggjað til at hava sama sinnalag.

Skulu vit læra hesar dygdir, eiga vit javnan at hugsa um Hann, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna.

Einki kann eyðmýkja ein frelstan syndara meira og eggja til undirgivni, enn at hugsa um líðingar Kristusar frá krubbu til grøv. Bert við Heilaga Andans hjálp eru vit  før fyri at skoða inn í hetta stóra loyndarmál og undrast yvir óendaliga kærleika Guds, sum vit ongantíð koma at skilja til fulnar.

Vit kunnu spyrja, hví eydnast tað okkum so illa at vera hvørjum øðrum undirgivin í toli og eyðmjúkleika? Er tað ikki tí, at vit gloyma at vitja kraftarkelduna og vera Honum undirgivin, sum hevur givið okkum hesi boð. Tí hetta er alt skrivað í boðshátti, og tað merkir, at hetta er ikki nakað, sum maður ella kona kann góðtaka ella vraka, sum teimum tykjast best.. Nei, lýða vit ikki hesi boð, so er stórur vandi á ferð.

Tað er ikki lætt fyri konu at vera undirgivin manni, sum livir eitt gudleyst lív og vrakar lívsins orð. Men við Guds hjálp kann hon vinna mann sín uttan orð við heiløgu atferð síni. Tí verk okkara tala nógv sterkari og týðiligari enn góðu orð okkara.Hin ófrelsti maðurin hyggur fyrst eftir konu síni, áðrenn hann lurtar eftir góðu ráðum hennara. Sama kann sigast um hin trúgvandi mannin, sum livir saman við eini vantrúgvandi konu.

Men latið okkum eisini hoyra boð Harrans til mannin í Efessus brævinum kapittul 5: “Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav seg sjálvan fyri hana.”

Er tað torført at vera einum harðrendum manni undirgivin, so er tað valla lættari at elska konu, sum er órøkin og vísir vánaligan atburð. So kunnu vit eisini spyrja: Hvør er førur fyri at elska konu sína, eins og Kristus elskaði samkomuna?  Tað megnar eingin í egnari  viljastyrki, líka so lítið sum kona megnar at vera vánaligum manni undirgivin. Nei, skal tað eydnast, so má bæði maður og kona læra av Kristusi í inniligum samfelagi við Hann.

Her krevst eisini neyvt samarbeiði. Men skal tað eydnast, má maður og kona vera samlíðandi og samsint at fremja verk Harrans bæði í familjuni og uttanfyri. Tí einki má fáa loyvi at hindra bønarlívinum, sum er grundarlagið fyri allari andaligari signing. Tað er so umráðandi at maður og kona eru samsint, tí vit minnast Harrans Jesuar orð til lærisveinarnar: “Verða tveir tykkara á jørðini samsintir um at biðja um okkurt – veri, hvat tað vera má – tað skal verða teimum givið av Faðir mínum, sum í Himli er.”

So spyrja vit: Hvat kunnu trúgvandi hjún vera samd at biðja um?  Eiga tey børn, eru tey sjálvandi samd  í Harranum at biðja um frelsu teirra. Tí tað hevur størri týdning enn alt annað.  Tað er heldur einki ivamál, at tað er Harrans vilji at frelsa børn okkara, tí tey eru jú ein gáva frá Honum. Gud er trúfastur móti lyfti sínum – tað er eingin ivi um tað. Men vit eiga at hava í huga, at flestu lyfti Harrans hava treytir, sum vit eiga at lúka, áðrenn vit kunnu ogna okkum tey.

Ápostulin heldur á at áminna tey trúgvandi at liva eitt sámiligt, rættvíst og gudsóttandi lív. Tað er so umráðandi, at Guds børn eru samd í verki Harrans, hóast vit eru so ólík av lyndi. Tí eigur at verða ansað eftir, at stríð og klandur fær ikki gróðrarlíkindi í samkomu Guds. Eins og Jákup ávarðar Pætur móti tunguni, sum kann gera óbótaligan skaða, um hon ikki verður hildin í teymum. Tí hóast tungan er lítil limur, kann hon volda nógvar ólukkur, verður hon ikki stýrd við skili og gudsótta.

Vit verða mint á at søkja og stevna eftir friði!

Vit minnast Harran Jesusar orð til lærisveinarnar: “Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevi Eg tykkum  – Hetta havi Eg talað til tykkara

Fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum.”

Harrin Jesus kom við friði til jarðar. Men heimurin vrakaði høvdinga friðarins og segði: “Hann skal ikki ráða yvir okkum!”  Ístaðin fyri frið og semju, valdi heimuirn klandur og stríð. Tí hatur, øvund og girnd  valdar hjørtum manna.

Men í Kristusi samdi Gud heimin við seg sjálvan, táið Hann gjørdi frið við blóði krossins.  Nú stendur øllum menniskjum í boði at fáa frið við Gud. Tí friðarsáttmálin er undirskrivaður við deyða og uppreisn Harrans Jesusar. Gud er nøgdur, tí alt tað, sum Hann kravdi av tær og mær, hevur sonur Hansara givið Honum.

Tað var ein undurfull løta í lívi mínum, táið eg treytaleyst tók við friðar tilboðnum. Eg fekk frið við Gud og samstundis frið Guds í hjarta og sinni. Friðurin við Gud, sum er grundaður á krossdeyða Kristusar, kann ikki broytast, men tíverri dugi eg ikki altíð at njóta friðin og gleðina, sum er Heilaga Andans ávøkstur. Heilagi Andin fær mangan sorg, tí eg gloymi at hugsa um Kristus og gleða meg í signaða samfelag Hansara.

Hin trúgvandi eigur eisini at stevna eftir friði við øll menniskju, tó uttan at gera neyðsemjur um sannleikar evangeliums. Men tá tað snýr seg um tímilig viðurskifti, skulu vit heldur líða tap enn krevja okkara rætt.. Hetta samsvarar eisini við Jesusar orð í fjallaprædikuni: “Um tær tí kemur í hug, tá ið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróður tín hevur okkurt ímóti tær, lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín – kom so og ber fram gávu tína!  Tit hava hoyrt, at sagt er: “Eyga fyri eyga og tonn fyri tonn!” Men Eg sigi tykkum, at tit skulu ikki seta tykkum ímóti hinum illa; nei, slær onkur teg undir høgra vanga, so vend honum hin við! Vil onkur saksøkja teg og taka kyrtil tín, so lat hann fáa kappan við! Og noyðir onkur teg at ganga eina míl við sær, so gakk tvær við honum!”

Pætur gloymdi ongantíð áminningar  Harrans Jesusar, sum nú vóru endurnýggjaðar í  huga hansara við Heilaga Andanum.  Hesar somu áminningar, sum høvdu verið honum sjálvum til so ómetaliga hjálp og signing, mátti hann bera víðari til náðisystkin síni fyri at styrkja tey á leiðini, tá ið atsóknir og freistingar herjaðu á.

Hann spyr: ”Hvør er tann, ið kann gera tykkum ilt, soframt sum tit eru íðin fyri hinum góða! Og so heldur hann fram: “Skuldu tit nú liðið fyri rættvísi skuld, eru tit sæl. Havið ongan ótta fyri teimum og verið ikki rædd, nei,halgið Harran Kristus í hjørtum tykkara, og verið altíð til reiðar at verja tykkum fyri einum og hvørjum, ið krevur tykkum til roknskap fyri vónina, sum í tykkum er – tó við spakføri og ótta, sum tey, ið hava góða samvitsku –“

Hetta eru greið og væl skiljandi orð.. Men eitt er at skilja áminningar og sannleikar í orði Guds – Nakað heilt annað er at duga, at fremja teir í verki  – Ja, í egnari kraft er tað ómøguligt, tí holdið hevur als ikki hug til at eyðmýkja og boyggja seg.

Hvør dugur at góðtaka, at tað ber signingar við sær at líða fyri rættvísi skuld; tí hetta er beint øvut tí, ið vanligt skynsemi manna heldur vera rætt. Men vit skulu kortini vera skødd við bardagahuginum, ið evangelium friðarins gevur, samstundis sum vit mega hava í huga, at bardagi okkara er hvørki við vantrúgvandi menniskju ella brøður og systrar í trúnni, sum møguliga hava aðrar hugsanir um ymsar sannleikar.Vit mugu tí tala, tá ið høvi býst og Harrin gevur okkum møguleikar.

 Tí hvussu skulu menniskju koma til trúgv á Harran Jesus, um tey ikki hoyra náðinnar evangelium av munni okkara! Og hvussu skulu andaligu nýføðingarnir vaksa í náðini og styrkjast í vónini, um vit ræðast ella skammast við at kunngera alt frelsuráð Guds!

Tað er so umráðandi at varðveita eina góða samvitsku bæði fyri Gudi og monnum, um vit skulu hava dirvi at halda á í hesum andaliga bardaga.. Tí tað er so skjótt at dálka og doyva eina góða samvitsku, sum vit fingu frá Gudi í endurføðingini.

Vit skulu nú lesa úr triðja kapitli frá vers 18 og kapitulin út: “Kristus doyði jú eisini eina ferð fyri syndir, Rættvísur fyri órættvís, fyri at Hann kundi leiða okkum til Gud. Hann leið deyðan í holdinum, men varð gjørdur livandi í andanum. Í honum fór Hann eisini og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðhaldi, teimum, sum í forðum vóru ólýðin, táið langmóð Guds bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað. Í henni vórðu nakrar fáar  – átta – sálir frelstar við vatni- sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burtur, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists, sum farin er upp til Himmals og er við høgru hond Guds. Honum eru einglar, vøld og kreftir undirløgd.”

Hetta er eitt av teim torføru skriftbrotunum í Bíbliuni, sum menn eru á ymsum máli um. Men vit fara ikki nú at viðgera tær ymsu tulkingarnar, tí tað hava vit ikki stundir til, og valla hevur tað nakað endamál.

Ein góð vegleiðing at tulka torfør skriftbrot, er at samanbera tey við tey mongu greiðu og væl skiljandi, sum viðgera somu sannleikar. Og tað er greitt, at Bíblian hevur ikki ymsar meiningar um sama sannleika.

Høvuðsevni í hesum broti er frelsa ella bjarging frá undirgangi, og evnið verður lýst við ørkini og vatnflóðini á Nóa døgum.

Latið okkum tí beinan vegin gera greitt, at Nóa sjálvur áttandi varð bjargaður í ørkini, sum hann hevði smiðað eftir boðum Harrans, tí hann fann náði fyri eygum Hansara, meðan øll mannaættin var spilt í eygum Guds. Skriftirnar siga okkum, at Nóa prædikaði  rættvísi, men fólkið var ólýðið og vrakaðí rættvísi Guds, sum er Kristus.

Tey spottaðu óiva Nóa, meðan hann smíðaði ørkina, sum er ein mynd av Kristusi – ein áhaldandi tala um rættvísi Guds.

Meðan Nóa varð bjargaður við øllum húsi sínum í ørkini, tók vatnflóðin lívið av øllum hinum, sum vrakaðu frelsutilboðið, sum Nóa kunngjørdi teimum frá Gudi. Tey vildu ikki venda við, tí tey elskaðu syndina og hataðu Gud. Hóast tey kendu dóm Guds yvir synd og órættvísi, so vendu tey hitt deyva oyra til allar ávaringar og hildu á í synd og ólevanaði.

Skriftirnar siga, at hetta hendi teir sum fyridømi, men tað er skrivað okkum til ávaring, sum hinar seinastu tíðir eru komnar til. Tí vreiði Guds fer at verða opinberað av Himli  yvir alt gudloysi og alla órættvísi menniskja. Harri og Frelsari okkara, sum sigur tey væl kendu orðini í Jóhs. 3,16: “So elskaði Gud heimin, at Hann gav Son sín hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.”

Hann sigur beint aftaná: “Tann, ið trýr á Hann, verður ikki dømdur; tann, ið ikki trýr, er longu dømdur, tí hann hevur ikki trúð á navn einborna Sonar Guds.

Tað er ein signað meginregla, at Gud bjóðar menniskjum altíð bjarging, áðrenn hann straffar synd teirra við dómi.Men dómurin kemur, um bjargingin verðu vrakað. Tað grettur ikki. Tann, ið ikki hevur funnið sær skjól í frelsuørkini, sum er Kristus, hevur alla grund til at ræðast hin komandi dóm. Tí hann fer at koma uttan nakra aðra ávaring!

Er dómsvatnið á Nóa døgum ein avmynd av dópsvatninum í náðitíðini, so kann hetta vatn –so reint ella dálkað tað enn er  – hvørki reinsa ella taka synd burtur. Tí bert blóð Jesusar reinsar frá allari synd og tekur hana burtur, so Gud minnist hana ikki meira.

Tað var trúgv teirra á orð Guds, sum bjargaði Nóa og húsi hansara inn í frelsuørkina undan dómsaldini, sum kom við vatnflóðini.

Hvat merkja so hesi orð Pæturs: “Í henni – ørkini – vórðu nakrar fáar – átta – sálir frelstar við vatni – sum nú eisini frelsir tykkum í avmynd síni, dópinum, sum ikki er, at óreinska holdsins verður tikin burt, men er sáttmáli einar góðar samvitsku við Gud, við uppreisn Jesu Krists.”

Hann leggur dent á,  at dópsvatnið tekur ikki óreinsku holdsins burtur. Dópurin er ikki ætlaður til at vera eitt eingangs-bað; tí tað skal sterkari lútur  enn kelduvatn reinsa ónda og skitna hold okkara, sum er hin gamla náttúran, ið als ikki kann broytast.

Ápostulin sigur okkum, at hin kristni dópurin er ein sáttmáli millum Guds og eitt menniskja, sum hevur fingið eina  góða samvitsku. Og so er spurningurin: “Nær fær ein sekur syndari eina góða samvitsku við ein rættvísan og heilagan Gud?

So leingi sum syndaskuldin skilir menniskjað frá Gudi, hevur tað eina ringa og skitna samvitsku, tí tað hevur als ongan møguleika at koma Gudi nær.

Men so hoyrir syndarin evangeliið um Jesus Kristus, sum tók syndina burtur við deyða sínum á krossinum – og hann fagnar hesum góða boðskapi og trýr í hjartanum, at Kristus hevur gjørt eina fullkomna sáttargerð, sum Gud hevur góðtikið. Hann sær nú í trúnni, at alt skuldarbrævið varð útstrikað á krossinum. Nú er reint borð millum hann og Gud, og hann kann við dirvi hyggja Honum inn í andlitið, tí hann hevur fingið eina góða samvitsku. Henda góða samvitska er ikki grundað á nakað, sum syndarin er førur fyri at geva Gudi, men hon hvílir á eini tryggari grund – á frelsuverki Kristusar og øllum tí, sum Sonurin hevur givið Faðirinum. Rómbrævið 8 laðar uppundir og stuðlar henda sannaleika við hesum orðum: “So er eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.”

Gud sær nú syndaran sum í trúnni boygdi seg við Kristi kross, reinan og fullkomnan í elskaða syni sínum. Hann er meir enn nøgdur við alt tað, sum Sonur Hansara gjørdi okkara vegna, og tað hevur Hann prógvað við at reisa Hann upp frá teimum deyðu.

Skriftirnar spyrja nú: Hvør er tann, ið kann fordøma ella órógva samvitsku hins frelsta? Tí Kristus er ikki bara deyður fyri okkum – nei, tað sum meiri er  – Hann er risin upp og er nú við høgrum hond Guds sum okkara talsmaður og fyribiðjari.

So kann verða spurt, hevur dópur hins trúgvandi ongan týdning! Jú, hann er ein sáttmáli millum Gud og hin frelsta – Og hvat stendur so í hesum sáttmaála, sum Gud hevur skrivað! Eg haldi vit kunnu lýsa tað við einum broti  úr Rómbrævinum 6 frá vers 3 til vers 8: “Ella vita tit ikki, at øll vit, sum doypt eru til Kristus Jesus, eru doypt til deyða Hansara? Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív. Tí eru vit samanvaksin við Hann við líkum deyða, skulu vit eisini vera tað við líkari uppreisn. Vit vita jú hetta, at gamla menniskja okkara varð krossfest við Honum, fyri at syndalikamið skuldi verða til einkis, so vit skulu ikki longur tæna syndini. Tí tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini. Eru vit nú deyð við Kristusi, trúgva vit, at vit eisini skulu liva við Honum.”

Her verður sagt okkum greitt, at dópurin ímyndar eina jarðarferð og uppreisn, ella deyða eins syndara, sum rísir upp til nýtt lív. Tað er vituligt, at dópurin, sum er ein avmynd, frelsir ikki. Men tað er tað, sum dópurin er ein vitnisburður um, ið frelsir.

Einki gátuført hendur, tá ið hin frelsti eftir boðum Harrans Jesusar verður doyptur til navn Faðirsin, Sonarins og Heilaga Andans. Hann játtar bara alment tað, sum hendi, tá ið hann kom til trúgv á Harran Jesus Kristus.

Lesa vit Ápostlasøguna, verða vit sannførd um, at soleiðis skiltu Ápostlarnir dópsboð Harrans. Vit kunnu taka eitt dømi úr kapittul átta. Filip evangelistur kunnger einum høgum hirðmanni hjá Kandake drotning í Etiopia evangeliið um Jesus úr Esaiasar bó.

Hirðmaðurin kemur til trúgv og spyr: “Hvat forðar fyri at eg verði doyptur?” Filip svaraði honum: “Trýrt tú av øllum hjarta tínum, so kann tað verða gjørt.” Og hirðmaðurin svaraði honum aftur: “Eg trúgvi, at Jesus Kristus er Sonur Guds!”

Ein stuttur, men sera greiður vitnisburður, tá ið vit hugsa um ein heidning, sum hevði tikið við jødadóminum. Táið Filip hoyrdi vitnisburð hirðmansins, ivaðist hann ikki longur, men fór niður í vatnið við honum og doypti hann.

Vinur mín, sum lurtar!  Tað er ikki neyðugt at skilja alt, sum vatndópurin avmyndar.Men ert tú frelstur við trúgv á Harran Jesus, so eigur tú at vera boðum Hansara lýðin. Tí tað ber stóra signing við sær, og tú fer at sanna tað sama, sum sagt verður um hirðmannin: Hann fór leiði sína við gleði!  Amen!