Pætur ápostul og skriftir hansara (9/11) – Osvald Kjærbo

Í hesari røðini í ellivu pørtum undirvísir Osvald Kjærbo, sáli um Símun Pætur og skriftir hansara. Røðin varð tikin upp í 2004.
Osvald andaðist í 2012.

Avskrift

Seinast fóru vit ígjøgnum fjórða kapittul í fyrra brævi hansara, har vit verða mint á – um ikki at missa málið úr eygsjón – Kristus, sum er fyrimynd okkara í einum óndum og køldum heimi. Tað eru nógvar grundir til líðingar teirra heiløgu, og  mangan má Faðirin tykta børn síni. Men tað er ein ómetaligur munur á, táið Faðirin dømir barn og tænara sín ella tá ið Hann fer at døma heimin og hin gudleysa syndaran.

Nú skulu vit fara ígjøgnum fimta kapittul í sama brævi, sum tekur saman um tað, ið áður er skrivað. Og eggjar okkum til eyðmjúkleika, so vit kunnu njóta náði Guds.

Vit venda okkum fyrst til Harran í bøn: Harri, vit takka Tær, fyri allar hesar áminningar, sum Tú gevur okkum við Pæturi. Harri, hjálp okkum at goyma orð Títt í hjartanum, so vit ikki synda ímóti Tær!

Vit lesa fyrst tey fyrstu 7 versuni í kapittul 5:

“Hinar elstu millum tykkara áminni eg –sum tann, ið sjálvur er elsti og vitni um líðingar Kristusar, og sum tann, ið eisini hevur lut í dýrdini, sum opinberast skal: Røktið fylgi Guds, ið hjá tykkum er, og havið umsjón við tí, ikki av tvingsli, men sjálvkravdir, ikki fyri at fáa ljótan vinning, men av fúsum hjarta, heldur ikki sum teir, ið vilja vera harrar yvir samkomunum, men sum fyrimyndir fylgsins – og táið tá yvirhirðin opinberast, skulu tit fáa hin ófølnandi sigurskrans dýrdarinnar. Somuleiðis tit ungu! Verið hinum eldri undirgivin! Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði. Eyðmýkið tykkum tí undir veldigur hond Guds, so Hann á tíð síni kann seta tykkum høgt! Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.”

Ein lítillátin tænari áminnir brøður sínar!

Ápostulin kom ikki við harraboðum til samverkamenn sínar, hóast Harrin hevði givið honum stóran myndugleika. Nei, hann setir seg millum brøðurnar fyri at styrkja teir við inniligum áminningum. Hann eggjar teir elstu í samkomum Guds, og minnir teir á stóra fyridømi okkara Kristus, sum leið so nógv fyri syndina og av syndarum, men er síðan krýndur við dýrd og heiður. Á sama hátt hava vit lut í líðingum Hansara, men eisini í dýrdini, sum koma skal.  Hetta gevur styrki og er drívkraftin í allari andaligari tænastu.

Lesa vit skriftirnar, verður samkoma Guds her á jørð mangan avmyndað sum eitt seyðafylgi, ið tørvar stóra røkt og umsorgan. Og hin einstaki í fylginum verður samanborin við eit hjálparleyst lamb, sum ofta er í vanda, tí fíggindarnir eru mangir.

Dávid kongur syngur so yndisliga í hirðasálminum: “Harrin er hirði mín, mær fattast einki!” Ein signaður veruleiki, at eitt Guds barn hevur ongantíð grund til at óttast og stúra, hóast ferðin liggur gjøgnum illgongdar líðir og myrkar og djúpar dalar. Tí hin góði hirðin leiðir meg eftir røttum leiðum fyri navns síns skuld – um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans. Hirðin gongur ikki bara á odda, men hann verjir og ber veika seyð sín á sterku herðum sínum. Tí mangan leggjast vit fyri á vegnum, tá brekkurnar gerast tungar og møðsamar.Men Harrin lívgar sál okkara av nýggjum og borðreiður  við besta mati, sum gevur treysti á ferðini.  Soleiðis hugleiðir Dávið við Heilaga Andanum ferð Guds barna heim í dýrdarstaðin.

Pætur hevði heldur ikki gloymt orð Harrans Jesusar stutt áðrenn Golgata: “Eg eri hin góði Hirði; hin góði Hirði gevur lív sítt fyri seyðin…..Seyður Mín hoyrir rødd mína. Eg kenni hann og hann fylgir Mær. Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni!”

Pætur kendi sjálvandi heilagu skriftir Gamla Testamentsins, og tekur ofta til tær í brøvum sínum fyri at lýsa andaligar sannleikar undir náðitíðini.

Mannaættin verður samanborin við eitt seyðafylgi, sum viltist av leið, og hvør vendi sær sín egna veg burtur frá Gudi. Hvør einasti seyður hevur gingið seg í óføri. Men hin góði hirðin fór á fjøllini at leita eftir tí burtvilsta og hann kallar í eymum kærleika á hvønn einstakan gjøgnum evangeliið. Og tann, sum hoyrir rødd hirðans og vendur við, verður bjargaður úr valdi myrkursins og kemur inn í fylgi Kristusar. Men fylgið tørvar bæði røkt og umsjón undir leiðslu yvirhirðans, sum hevur sett hirðar at embæta seyði sínum.

Hirðatænastan er eitt kall men kortini sjálvboðin –

Soleiðis kendi Pætur tað eisini. Men kallið hóvaði honum væl, tí kærleiki Kristusar var drívkraftin. Hann var fúsur til hesa tænastu, sum Harrin hevði givið honum, tí hann elskaði seyðin og yvirhirðan av heilum hjarta. Tí var henda uppgáva  hvørki av tvingsil ella tráan eftir tómari æru og ljótum vinningi.

Eg hoyrdi ein Skotta siga einaferð, at grundin til, at vit høvdu so fáar seyðamenn í fylgi Guds, var kanska tí, at seyður var so skitligur – og tað var tungt arbeiði og lítið virt av monnum.  Jú, hirðatænastan kann tykjast at vera ein ótakksom uppgáva, um vit leita eftir viðurkenning frá monnum.

Eitt vællønt arbeiði á onkrum frósðkaparsetri stóð manni í boði, sum hevði góða útbúgving. Men hann vrakaði tilboðið og tók við starvinum sum seyðahirði. Spurdur hví hann gjørdi tað, segði hann bara: “Eg kendi meg noyddan til tað, tí eg elski seyð!”

Hirða ella elsta tænastan er kanska ikki so freistandi, tí hon krevur bæði eitt móður – og faðirhjarta!

Sonn foreldur vænta ikki so nógva løn frá børnum sínum fyri stríð og møði sína. Tað er ikki drívkraftin til dagliga sveittabrotið og nógvar vøkunætir!  Nei, tað er ein onnur sterkari megi, sum sigur: “Man kvinna gloyma bróstarbarn sítt!”

Ein góður faðir, sum ynskir barninum tað besta, gongur ikki aftan á tí við koyrlinum, men hann vegleiðir tað heldur við kærleiksorðum og áminningum.

Í eysturlondum rak hirðin ikki seyðin við hundi. Nei, hann gekk sjálvur undan og slóðaði seyðinum rás. Og seyðurin elti hann.

Hetta er myndin, sum Heilagi Andin brúkar at lýsa sanna hirðatænastu við, tí fyrimyndin talar sterkari enn nakað annan.

Eg hoyrdi eina søgu um trúgvandi bónda, sum var fallin fyri sterkum víni, men hann royndi at krógva hesa last og goymdi vínið í einum hjalli, nær húsinum. Eitt vakurt kavakvøld fekk hann hug til at smakka sær á. Men komin nær til hjallin hoyrdi hann fótafet aftan fyri seg  og kløkkur vendi hann sær á – og hvat sá hann! Lítla son sín, sum hann elskaði! Táið hann bað barnið fara inn aftur, tí kavin var so djúpur, segði tað bara: “Pápi, eg stígi í fótaspor tíni!” Søgan sigur, at pápin vendi við, tí hann hugsaði: Hesin vegur leiðir son mín í undurgang!

Harrin fer at geva løn fyri trúfasta tænastu!

Seinast søgdu vit eitt sindur um dómstól ella løningarstól Kristusar, sum øll Guds børn koma at standa fyri, og har skal hvør av okkum gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan. Har verður mett um dygdina av tíni og míni tænastu – um tað er hirðatænasta ella onkur onnur, sum Harrin hevur litið okkum til.

Bæði Pætur og Paulus brúka myndir úr ítróttarheiminum fyri at lýsa andaligar sannleikar. Tá á døgum – sum nú, var áhugin fyri ítrótti sera stórur, og ítróttarhetjunar vórðu tilbidnar sum gudar.

Teir ið sigraðu á hesum stevnum fingu krúnur ella kransar sum løn ella viðurkenning fyri avrik síni. Hesi ítróttarfólk fóru gjøgnum eina harða venjing, tí heiðurin var so stórur at sigra og fáa kransin ella krúnuna, sum kortini følnaði ella rustaði, tí tilfarið var forgeingiligt

Men sigurslønin, sum Harrin gevur tænara sínum, tá ið lívskeiðið er komið at enda, er úr óforgeingiligum tilfari, sum hvørki rustar ella følnar. Á skeiðvøllum heimsins er bert ein vinnari í hvørjari ítróttargrein. Men á tí andaliga skeiðvøllinum hava øll møguleika at vinna sigurslønina, bert tey ikki bróta fyriskipaðar reglur.

Vit vita, at øll, sum íðka ítrótt og ætla at vinna eina sigursløn, eru fráhaldandi í øllum og tey bæði temja og venja vøddar og liðir, samstundis sum tey ansa væl eftir at eta sunnan og styrkjandi mat.

Hóast vit ikki eru undir lóg, men undir náði, so hava skriftirnar givið okkum ein hóp av forskriftum og vegleiðingum, hvussu vit skulu liva eitt sunt andaligt og sigrandi lív.

Eg hugsi um nakrar vegleiðingar, sum Paulus gevur unga vini sínum Timoteusi: “Lat ongan vanvirða teg, fyri tað at tú ert ungur! Nei, ver teimum, sum trúgva, fyridømi: í talu, í atburði, í kærleika, í trúgv, í reinleika! Ver íðin í upplestrinum, áminningini, læruni, inntil eg komi. Vanrøk ikki náðigávuna, sum í tær er – Hugsa um hetta, liv í hesum, so framgongd tín kann verða øllum opinber! Akta eftir tær sjálvum og læruni, ger støðugt tað!”

Vit vita, at skulu vit hava framgongd á tí tímiliga økinum, so kemur eingin sovandi til tað. Men meginreglan er hin sama í andaligum viðurskiftum. Tí fáa vit hesa áminning meir enn eina ferð: “Verið ikki flógv í íðinskapi tykkara, verið brennandi í andanum – tænið Harranum!”

Havið í huga sigurskransin, sum Yvirhirðin fer at geva tykkum!

Soleiðis eggjar Pætur við Heilaga Andanum øll tey, sum royna í veikleika at gera eina hirðatænastu í seyðafylgi Kristusar. Hetta er hin sæla vónin, sum stimbrar, táið mót og styrki eru við at fjara burtur, tí umstøður og úrslit eru kanska alt annað enn eggjandi.

Uttan iva verður sigurskransur Pæturs størri enn hinir; men allir verða teir ófølnandi dýrdarkransar, sum allir tænarar Harrans – bæði stórir og smáir, koma at frøast yvir saman við Yvirhirðanum í allar ævir.

Paulus gleðir seg til rættvísikransin, sum hin rættvísi dómarin skal geva honum!

Hann skrivar hesi orð úr fongsli í Róm, hóast hann veit, at blóðvitnis deyðin liggur beint framman. Hann sigur: “ Tíðin er komin hjá mær at fara avstað Eg havi strítt hitt góða stríð, havi runnið skeiðið at enda, eri vorðin standandi í trúnni. Nú liggur rættvísikransurin mær til reiðar. Harrin, hin rættvísi dómari, skal geva mær hann hin dag – og ikki bert mær, men eisini øllum, sum hava elskað opinbering Harrans.”

Jákup skrivar so um krúnu lívsins: Sælur er maður, sum heldur út í freisting! Táið liðugt er at royna hann, skal hann fáa krúnu lívsins, sum Gud hevur lovað teimum, ið elska Hann.”

Líkamikið hvør sigurslønin er, so verður hon lovað øllum, sum elska Harran Jesus og opinbering Hansara – kanska ikki fyri andalig hetjubrøgd, men heldur fyri trúfasta og kæreliksfulla tænastu í dagliga yrkadagi okkara.

Ein áheitan um undirgivni gongur gjøgnum alt brævið.

Henda áminning er ivaleys neyðug, tí tað er okkum ikki í holdið borið at vera undirgivin. Vit síggja tað beinan vegin í barninum, hvussu torført tað er at boyggja seg fyri kærleiksfullu áminningum og góðu vegleiðingum foreldranna.

Men tað verður skjótt ólag og ruðuleiki, har henda gudgivna dygd verður vanvird ella fattast. Tað síggja vit eisini í lítla samfelag okkara, tí hava vit rættarskipan og lógir við løgreglu, sum roynir at ansa eftir, at lógir verða hildnar.

Duga vit ikki at vera foreldrum undirgivin ella landsins myndugleikum, so fer tað valla at gangast okkum frægari í samkomu teirra heiløgu. Men hetta er nakað, sum eitt Guds barn eigur at læra, skal tað duga at taka ábyrgd og verða øðrum til signing.

Dugi eg ikki sjálvur at vera undirgivin, so dugi eg heldur ikki at leiða onnur.

Pætur hevði gingið í skúla eyðmjúkleikans, tí kundi hann læra onnur!

Brøv hansara opinbera eisini ein eyðmjúkan og lýdnan tænara, sum hevði lært so ómetaliga nógv av stóra Meistara sínum.

Hann gloymdi ongantíð hendingina beint áðrenn Golgata, tá ið Harrin Jesus reisti seg frá máltíðini og bant trælafyriklæðið upp fyri seg og fór at vaska teim tólv um føturnar. Pætur mótmælti, tá ið Jesus kom til hansara, tí hann helt tað vera skomm, at meistari hansara skuldi boyggja seg niður og vaska honum um føturnar. Men hví boygdi Pætur seg ikki ella onkur av hinum og framdi hetta, sum vanliga varð mett at vera trælaarbeiði?  Allir høvdu ivaleyst skomm av hesi hending, men royndu at ugga eina særda samvitsku við hesi umbering: Hví skuldi eg boyggja meg at gera slíkt eyðmýkjandi arbeiði – hví ikki heldur Jóhannes ella Tummas?

Henda dag hevði Harrin Jesus eina sýnisundirvísing fyri at læra tornæmu lærisveinar sínar ein aðalsannleika í tí kristna lívinum.  Hann kunngjørdi hann eisini við hesum orðum: “Tann, ið fremstur vil vera av tykkum, skal vera trælur tykkara – eins og Menniskjasonurin ikki er komin at lata onnur tæna sær, men at tæna sjálvur og geva lív sítt í loysigjald fyri mong.”

Við hesi mynd ella fyrimynd, sýndi Harrin Jesus tað, sum Hann longu hevði gjørt, og sum Hann fór at fullføra um nakrar dagar. Kongur dýrdarinnar býtti kongastól fyri fátækt ból; men Hann boygdi seg longur og var lýðin til deyðan á einum krossi. Sjálvandi var hvørki Pætur ella nakar annar førur fyri at fylgja fyrimyndini inn í líðingar Kristusar á krossinum – Tann vegin gekk Harrin Jesus einsamallur.

Men Harrin Jesus vísir Pæturi og hinum á fyrimyndina:

Tí Hann segði: Eg gevi tykkum fyridømi, so tit skulu gera, sum Eg havi gjørt við tykkum. Tit kalla Meg Meistara og Harra – og tit siga satt, tí Eg eri tað. Havi nú Eg Meistarin vaskað tykkum um føturnar, eiga eisini tit at vaska hvør øðrum um føturnar.

Eitt er at vita sannleikan, men annað er at gera hann, tí segði Harrin: “Sælir eru tit, um tit gera tað.”

Men nú hevði Pætur lært at gera eftir fyrimyndini, tí hann skrivar: Latið tykkum øll í eyðmjúkleika, hvørt móti øðrum!

Klæðini, ið tú gongur í, kunnu siga so nógv um teg . Gongur tú í einum eyðkennisbúna, sigur hann beinan vegin, hvat tú gert og í summum førum, hvør tú ert.

Skriftirnar minna okkum á, at klæða okkum úr líkklæðum og øðrum kloddum, sum eyðkendu okkum, áðrenn vit vóru frelst – og klæða okkum í rein veitsluklæðði, sum hóska til nýggja umhvørvið.

Tíverri stendur eyðmjúkleiki ikki høgt í metum í hesum heimi, hóast sannur eyðmjúkleiki og lítillæti bera boð um eitt reint og vakurt sinni og sannan vísdóm. Sjálvur dýrdarkongurin klæddi seg í eyðmjúkleika, táið Hann vitjaði hesa jørð, og eyðkennisbúni Hansara var altíð reinur og ódálkaður, hóast Hann ferðaðist gjøgnum eitt skitið umhvørvi. Men ein hástórur heimur traðkar alt lítillæti undir fót, tí hann hevur ongantíð sæð nakra dýrd í Honum, sum eyðmýkti seg til deyðan á einum krossi.

Nøkur sóu dýrdina, sum var klædd í eyðmjúkleika, og Pætur var ein teirra!

Hann kemur tí við hesi sera týðandi áminning: “Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði.”  Hesa guddómligu meginreglu hava vit mong dømi um gjøgnum allar skriftirnar. Gud stóð Esau ímóti, tí hann vanvirdi í hugmóði frumburðarrættin, sum hann seldi, meðan bróðurin Jákup segði við Gud: Eg sleppi tær ikki, fyrrenn tú signar meg! Og hann fekk tað, sum hann bað um. Gud herdi hjarta Faraos, tí hann herdi seg fyrst og segði háðandi: “Hvør er Harrin, sum eg skuldi aktað?” Meðan Móses í eyðmjúkleika rópti: “Kemur Tú ikki sjálvur við, so lat okkum ikki fara avstað hiðani! Tí av hvørjum skal tað síggjast, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum!” Harrin svaraði Mósesi: “Eisini hetta, ið tú biður umm, skal Eg gera, tí tú hevur funnið náði fyri eygum Mínum!”

Vit lesa í Lukas 18, at  tveir menn fóru niðan í Templið at biðja. Tann eini avdúkar sítt stóra hugmóð og varð tí dømdur av Jesusi. Meðan hin í eyðmjúkleika játtaði og bað: “Gud! Ver mær syndara náðigur.! Og hann fekk bæði náði og fyrigeving.

Ápostulin kemur  til hesa niðurstøðu:

Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð síni kann seta tykkum høgt!

Havi eg eyðmýkt meg fyri Gudi, so gevur Hann mær náði til at liva rætt saman við náðisystkin mínum. Men vil eg ikki eyðmýkja meg, so skal eg heldur ikki rokna við

at fáa náði og styrki frá kraftarkelduni, tí sambandið verður avbrotið, eins og elkontaktin brýtur streymsambandið millum el-verkið og  ljósperurnar heima við hús..

Skal eg sjálvur vera eitt ljós í einum myrkum heimi, má eg hava samband við ljóskelduna, og vitnisburður mín er bjartastur, táið eg gevi mær góðar stundir at dvølja við hásæti náðinnar.

Samanum tikið kunnu vit siga, at Harrin Jesus er tann einasti, sum av sonnum hevur eyðmýkt seg. Tí hevur Gud eisini sett Hann ógvuliga høgt og givið Honum navnið, sum yvir øllum nøvnum er – fyri at í navni Jesusar hvørt knæ skal boyggja seg – og hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd. Vit, sum frelst eru lógu jú øll í dýkinum: men í stóru náði síni lyfti Hann okkum upp á hægri frelsugrund. Tað skuldi tí ikki verið torført fyri okkum at eyðmýkt okkum fyri Gudi og monnum.

Pætur leggur dent á, at Harrin fer at seta tey eyðmjúku høgt á tíð síni!

Hesi orð hava lívgað og eggjað Guds børn á trongdardøgum gjøgnum øldirnar, tí tey bera boð um framtíð og vón. Jú, orðið er álítandi, sum sigur “undan heiður gongur eyðmjúkleiki,” og Harrin fer ikki at gloyma trúføstu lyfti síni. Men vit mega hava í huga, at tíð Hansara er ikki tað sama, sum tíð okkara. Tað hava vit mong dømi um í skriftini.

Móses, stóri leiðari Ísraels, mátti bíða tolin eftir Harranum heili 4o ár, meðan hann gekk í skúla Guds í oyðimørkini. Men á tíð síni setti Harrin henda eyðmjúka mann ógvuliga høgt og gav honum uppgávuna, sum Hann altíð hevði ætlað honum.

Tað tók Gudi meir enn 20 ár at mynda Jákup til Ísrael, sum merkir   høvdingi Harrans og Jósef mátti líða mong ár í fongsli Potifars, áðrenn Farao setti hann eftir ráði Guds at stýra øllum Egyptalandi.

Dávid, sum var maðurin eftir Guds hjarta, mátti flýggja fyri lívinum í mong ár undan Saul kongi, hóast hann var útvaldur og salvaður av Gudi. Men í Guds tíma varð hann settur í hásætið sum kongur Ísraels.

Hóast hesir menn ivaleyst vistu, at Gud hevði ávísa ætlan við teimum, so hevur tað verið troytandi at bíða hesa mongu ár í útlegd og undir áhaldandi atsøknum eftir tíma Harrans. Men táið løtan kom í ráði Guds, vóru teir glaðir og takksamir um, at Harrin hevði ikki gloymt trúføstu lyfti síni. Nú var tað beiska, sum lá aftan gloymt, tí tað var at rokna sum einki,  samanborið við heiðurin og dýrdina, ið lá framman.

Men hvussu skal líðandi og atsøkta samkoma Guds í dag njóta frelsugleðina og sæluna í einum óndum og køldum heimi! Pætur gevur okkum svarið og leggur dent á, at vit eiga ein sterkan frelsara, sum elskar okkum. Og hesi eru ráðini:

“Kastið alla sorg tykkara á Harran! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.” 

Paulus sigur tað sama við hesum orðum “Stúrið ongum fyri. Nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.”

Hesar áminningar siga greitt, at Harrin ynskir at bera byrðarnar fyri okkum, meðan Hann leiðir okkum gjøgnum svárar umstøður. Vit vilja sjálvandi sleppa úr hesum trongu umstøðum. Men Faðirin sigur við veika barn sítt: “Óttast ikki! Eg haldi í hond tína! Eg skal ikki sleppa tær ella fara frá tær!” Tá kann barnið hvíla í sterku ørmum Faðirsins, og ístaðin fyri ótta og stúran fyllir friður Guds hjartað.

Hetta er ikki bara óstøðugar kenslur, sum barnið kann njóta í góðum løtum. Nei, tá ið harðast leikar á kennir barnið seg trygt í hondum Faðirsins.

Hesi dýru lyfti hava verið mongum ein troystarkelda á neyðardøgum, tá ið vónloysi ætlaði at taka valdið, tí myrkrið var so tjúkt framman.

Pætur endurtekur seg ofta, tí vit gloyma so skjótt áminningarnar.

Hann sigur: Sovið ikki! Tí vit hava ein óndan og sterkan mótstøðumann, sum eitur Djevulin.Tað er neyðugt at kenna styrki og vald fíggindans og ikki undirmeta hann. Men yvirmeta vit harðræði hansara, kann tað eisini geva okkum stórar trupulleikar.

Søga Jobs sigur okkum nógv um hesa óndu tign, sum framvegis er høvdingi heimsins. Men hon avdúkar eisini, at vald Satans er avmarkað, tí Guds børn eru vard av Honum, sum er hin sterkari og hevur alt vald í Himli og á jørð.

Hyggjuráðini eru at standa hesi sterku tign ímóti, føst í trúnni!

Ella sum Paulus sigur tað: “Far í øll herklæði Guds, sum bæði er sannleiki og rættvísi Kristusar.Tað eggjar til andaligan bardagahug, sum evangelium friðarins gevur. Men gloym ikki at brúka skjóld trúarinnar móti gløðandi pílum hins ónda og hav altíð hjálm frelsunnar á høvdinum. Hesi herklæði eru til verju, men vit hava eisini álops – herklæði, sum eita svørð Andans, ið er orð Guds – og bønina, ið verður biðin í Andanum.”  Vit minnast, at Harrin Jesus brúkti svørð Andans ímóti álopum Satans á sinni í oyðimørkini.  Hann sigraði við at endurgeva orð Guds. Og í bønarstríðnum í Getsemane sigraði Hann við hesum orðum: “Faðir Mín! Verði vilji Tín!”

Skriftirnar minna okkum á, at bardagi okkara er ikki við hold og blóð, men við óndar tignir og veldir. Tí skulu vit flýggja undan siðloysi, avgudadýrkan, ungdómslystum og frá spillunií heiminum, sum kemur av girnd. Hetta eru fíggindar, sum búgva í ónda holdi okkara. Fíggindar, ið vit ikki skulu føða, men heldur hungra og  rokna at vera deyðar.

Pætur sigur at enda: Hetta er hin sanna náði Guds, sum tit standa í!

Ein undurfullur sannleiki, at øll tey frelstu standa á trygga grundarlagnum, sum eitur náði Guds – líkamikið um vit liggja á grønum eingjum í silvitni ella ferðast í ódnarveðri gjøgnum myrkar og óhugnaligar dalar. Støðan er óbrott! Vit standa í náði Guds!

Hetta eru av sonnum troystandi orð til líðandi samkomu Kristusaar. Tí tað er so skjótt at missa mótið, táið tú einki ljós sær framman. Men vitjar tú  náðikelduna dagliga, fært tú ta neyðugu styrkina – og legst ikki fyri á vegnum.

Vinur mín, sum lurtar: Hevur tú verið við náðikelduna og drukkið vatn lívsins, sum Harrin Jesus bjóðar tær fyri einki!

Gloym heldur ikki, at sanna náði Guds, sum frelsur teg í dag, skal eisini varðveita teg  og bjarga tær úr øllum vandum á vegnum heim í dýrdina. Hav tí eyguni vend á Kristus, sum er keldan til alla náði! Amen!