Richard Wurmbrand í Roynhøllini í Hvalba 18. september 1977

Sabina og Richard Wurmbrand vitjaðu í Føroyum í september í 1977 og í 1981. Tey greiddu frá aktuellu støðuni hjá teimum kristnu handan jarntjaldið, sum tá var upp á tað ringasta. Tað var ein føroysk nevnd, sum hevði bjóðað Wurmbrandhjúnunum til Føroyar og sum legði vitjanina til rættis. Í nevndini sótu Palli Højgaard, Runavík. Kajfinn Hammer, Kollafjørður, Helgi Jacobsen, Tórshavn og Heini Hansen, sáli, Tórshavn.