Hvat er evangeliið?

Hjartaliga vælkomin á Orðið.fo – ein heimasíða, har vit ynskja at vera við til at kunngera alt ráð Guds (Áp. 20,27). Um tú ikki kennir Gud og ikki hevur hoyrt evangeliið um frelsu við trúgv á Son Hansara – so er hetta serliga til tín! Steðga á her eina løtu, áðrenn tú fert víðari – hesi tíðindi kunnu koma at broyta lív títt!

Evangeliið – tann stutta útgávan

Orðið evangeliið merkir tey góðu tíðindini – og hvat eru tey góðu tíðindini? Fyri at svara hesum, latum okkum fara í 2000 ára gomlu bíbliuna fyri at finna svarið!
Vit skulu fyrst taka ta stuttu útgávuna:
Paulus var ein maður, sum byrjaði sína religiøsu karrieru við at søkja at kristnum. Hann bleiv sendir til býin Damaskus at søkja at teimum kristnu, pína tey og seta tey í fangahús. Men ætlanir hansara blivu órógvaðar, tí á vegnum til Damaskus møtti hann Jesusi sjálvum – og tað broytti lívskós hansara. Vit lesa um hendingina í Ápostlasøguni 9,3-6:
Men meðan hann var á veg og var komin nær til Damaskus, skein knappliga ljós av himli um hann, og hann fall til jarðar og hoyrdi rødd, ið segði við hann: “Saul, Saul! Hví søkir tú at Mær?” Tá segði hann: “Hvør ert Tú, Harri?” Hann svaraði: “Eg eri Jesus, Hann, sum tú søkir at. Men reis teg og far inn í staðin, so skal verða sagt tær, hvat tú skalt gera!” (Áp. 9,3-6)
Vit lesa, at Paulus, sum tá kallaðist Saul, bleiv umvendur til kristnu trúnna, tí hann møtti Jesusi, og hann skilti, at tað, ið tey kristnu trúðu var sannleiki. Frá tí degi – ístaðin fyri at søkja at teimum kristnu og hata tey – byrjaði Paulus at prædika evangeliið, og endin var, at hann sjálvur kom at líða nógv og doyggja fyri evangeliið. (Tú kanst lesa meira um hetta í Galatiabrævinum 1,11-16 og Seinna Timoteusarbrævinum 4,6-8)
Paulus skrivar í Fyrra Korintiarbrævið 15,1-5, hvat evangeliið er, sum broytti hansara lív so ógvusliga:
Eg seti fram fyri tykkum, brøður, evangeliið, sum eg kunngjørdi tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa í, sum tit eisini verða frelstir við – so satt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í – annars trúðu tit til einkis! Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum, at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, og at Hann varð sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv;…
Her lesa vit, at evangeliið er, at Jesus Kristus:
1. Doyði fyri syndir okkara
2. Varð jarðaður
3. At Hann reis upp triðja dagin
Evangeliið, ella tey góðu tíðindini, er, at Jesus Kristus – Sonur Guds – doyði fyri okkum. Hann lat sítt lív fyri at bjarga okkum – ja, tað er av sonnum góð tíðindi! Vit kunnu velja at trúgva og seta álit okkara á Hann, og vit verða frelst!
Vit lesa eisini um ein annan mann, ið æt Jóhannes. Hann var lærisveinur Jesusar og fylgdist við Honum í yvir trý ár. Eftir at Jesus var farin til Himmals, livdi Jóhannes fyri at kunngera øðrum evangeliið um Jesus Kristus. Jóhannes sigur, í helst best kenda versinum í bíbliuni, soleiðis:
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. ( Jóh. 3,16)
Og Lukas skrivar í sínum evangelium soleiðis:

Tí Menniskjasonurin er komin at leita eftir tí, sum fortapt er, og frelsa tað.” (Luk. 19,10)

So evangeliið eru tíðindini um, at Gud elskar teg, og at Hann ofraði Son Sín fyri at frelsa teg. Tað, sum krevst av tær er, at tú trýrt hesum!

…”Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur… (Áp. 16,31)

Hetta var tann stutta útgávan. Men kanska situr tú enn við nógvum spurningum og skilir ikki til fulnar. Tú spyrt: “tørvar mær frelsu”? Fyri at svara hesum, lat okkum taka tað frá byrjan av:

Hví tørvar okkum frelsu?

Fyri at svara spurninginum, hví okkum tørvar frelsu, mugu vit byrja við byrjanini. Vit fara at hyggja nærri at skapanini, syndafallinum, syndini og krossinum:

 

Skapanin (Fyrsta Mósebók kapittul eitt og tvey)

Bíblian lærir, at í byrjanini skapti Gud alt sum er (1. Mós. kap. 1). Vit lesa, at tá ið Gud skapti, so skapti Hann burtur úr ongum. Tað var við Orði Hansara (Jóh. 1,1). Gud skapti ljósið, rúmdina, stjørnurnar, planetirnar og jørðina. Gud skapti eisini allan vøksturin; trøini, urtirnar, grøsini og blómurnar, sum vit síggja og njóta. Gud skapti alt lív, sum er: fiskarnar í havinum, fuglarnar undir himli og djórini á landi. Tá ið Hann hevði skapt alt hetta, hugdi Gud at tí og sá, at tað var gott (1. Mós. 1,25). Men enn vantaði krúnan á verkinum.

Gud gjørdi av at skapa ein serligan skapning (Sálm. 139,14). Gud valdi at skapa menniskja, sum Hann setti at ráða yvir øllum øðrum skapningum. Vit lesa, at Gud skapti menniskjað í bílæti Sínum og Hann blásti lívsanda í Ádam, fyrsta menniskjað (1. Mós. 1,26-27 ; 1. Mós. 2,7). Tí eru vit ikki sum djórini, men vit eru serligi skapningur Guds, skaptur til eitt endamál. Tað, at Gud skapti okkum í bílæti sínum, merkir millum annað, at vit hava likam, sál og anda. Hetta ger okkum før fyri at hava samfelag við Gud, skapara okkara. Vit lesa, í fyrstu kapitlunum í Fyrstu Mósebók, at alt var fullkomið. Gud er fullkomin, og alt sum Hann skapar er fullkomið. Vit lesa eisini, at alt var gott, tí Gud er góður. So endamál okkara er at hava samfelag við Gud, og vera í fullkomnum samljóði bæði við Gud og við skapanarverkið. Soleiðis var tað fyrstu tíðina.

Gud skapti tey fyrstu menniskjuni Ádam og Evu. Hann gav teimum eitt undurfult stað at liva – urtagarðin Eden. Her kundu tey njóta av øllum tí góða, sum Gud hevði skapt – men alt hetta fekk ein bráðan enda. Vit lesa um tað í Fyrstu Mósebók kap. 3.

 

Syndafallið (Fyrsta Mósebók kapittul trý)

Ádam og Eva høvdu loyvi at njóta alt tað góða í urtagarðinum, ið Gud hevði gjørt, og eta av øllum gróðrinum í garðinum, men Ádam og Eva fingu eitt forboð. Tey máttu ikki eta av trænum til kunnskap um gott og ilt (1. Mós. 2,16-17). Gud segði, at ótu tey av hesum træi, so skuldu tey doyggja. Hetta var einasta boðið, sum Gud gav Evu og Ádami. Hetta gjørdi tað møguligt hjá teimum at velja sjálv. Tey kundu velja at elska, tæna og akta Gud, ella tey kundu taka av trænum og velja nakað annað enn Gud.
Í Fyrstu Mósebók lesa vit eisini um ormin, ið er Djevulin ella Satan. Satan byrjaði sum undurfullur eingil, ja helst hin vakrasti av øllum einglum, men Satan, í vakurleika og stórleika sínum, gjørdist hugmóðigur og stoltur. Hann valdi at gera uppreistur ímóti Gudi. Úrslitið varð, at Gud kastaði hann úr Himli. Hesa hending lesa vit ikki um í Fyrstu Mósebók, men vit lesa tað aðrastaðni í Bíbliuni, millum annað Esaias kap. 14 og Ezekiel kap. 28. Endamálið hjá Satani frá hesari løtu varð at oyða, lúgva og drepa tað, sum Gud hevði skapt, harímillum menniskjað.
Vit lesa í Fyrstu Mósebók kap. 3, at Satan freistaði Evu og Ádam til at eta av trænum, sum Gud hevði givið teimum boð um ikki at eta av. Eva og Ádam syndaðu ímóti Gudi, tí tey gjørdu ímóti einasta boðnum, ið Hann hevði givið teimum. Avleiðingin var, at menniskjað og Gud ikki longur eru í samljóði, men at skilnaður er komin millum okkum og Gud – skilnaðurin kallast synd!
Synd
Vit lesa í Bíbliuni, at eins og Gud er fullkomin, so er Hann eisini fullkomiliga heilagur og rættvísur. Tað merkir, at Hann tolir ikki synd og má døma syndina.
Synd er at gera ímóti lóg Guds (1. Jóh. 3,4). So Ádam syndaði við at gera ímóti tí, sum Gud sigur, og úrslitið var, at síðani tá eru øll menniskju syndarar.

øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds; (Róm. 3,23)

Bíblian lærir, at vit øll eru sek í at synda. Ongin er, sum ikki hevur syndað (Róm. 3,12). Tú hugsar kanska, at “eg eri ikki so ringur sum onkur annar,” ella “míni góðu verk munnu fara at viga meiri enn tey ringu á evsta degi.” Trupulleikin er, at soleiðis er ikki! Vit kunnu samanbera tað við ein rættarsal, har Gud er dómari, og vit eru sek. Dómarin má døma tann seka, og kann ikki siga “eftirsum at tú ert so fittur,” ella “av tí at tú ikki ert líka ringur sum onnur, so sleppur tú frá at bøta fyri tað, tú hevur gjørt.” Nei, ert tú sekur fyri lógini, so mást tú dømast. Tú mást taka avleiðingina av tínum gerðum og taka dómin. Hetta er rættvísi. Soleiðis er eisini við syndini! Ert tú sekur, mást tú gjalda, tí Gud er rættvísur. Vit lesa í Róm. 6,23:

Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, Harra okkara.

Trupulleikin hjá okkum er, at vit eru í uppreistri móti einum fullkomnum, heilagum og rættvísum Gudi – sum má døma synd, og dómurin fyri syndina er deyði.
Tá ið Ádam og Eva gjørdu seg sek í at synda ímóti Gudi, kundi Gud valt at vraka alt skapanarverkið sum tað var, av tí at Hann skapti tað og eigur tað. Vit lesa tíbetur, at tað gjørdi Hann ikki. Tá Gud møtti Ádami og Evu, eftir at tey høvdu etið av trænum, lesa vit, at Gud koyrdi tey úr urtagarðinum Eden. Heldur enn at vraka menniskjað, valdi Hann at gera okkum ein útveg – ein hátt at gjalda fyri syndina. Tí vit klára ikki at gjalda sjálv. Lurta eftir tí, sum Gud sigur við Satan eftir syndafallið:
Eg seti fíggindskap millum teg og kvinnuna, millum títt avkom og hennara avkom; Hann skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin.” (1.Mós.3,15)
Hesin Hann, sum Gud nevnir her, er Hansara einborni sonur Jesus Kristus. Gud sigur, at Jesus skal vinna sigur á Satani og gera deyðan til einkis. Jesus Kristus var Hann, ið kom at gjalda prísin fyri syndina hjá øllum teimum, ið velja at trúgva á Hann.
Jesus Kristus og krossurin
“Hygg lamb Guds, sum tekur burt synd heimsins! (Jóh. 1,29b)
Vit lesa at útvegurin, sum Gud lovaði, bleiv gjørdur fyri 2000 árum síðani, táið Jesus Kristus bleiv krossfestur og reis upp. Jesus varð føddur sum eitt og hvørt annað barn (Es.9,6). Hann bleiv føddur í Betlehem, og vaks upp í einum øðrum býi Nasaret. Vit lesa, at Jesus var menniskja, men Hann var eisini Gud. Jesus livdi eitt fullkomið lív (Heb.4,15). Tað merkir, at Jesus syndaði ongantíð og breyt onga lóg Guds. Jesus livdi eitt fullkomið lív á allan hátt.
Jesus livdi á jørðini í umleið 33 ár, har Hann prógvaði, at Hann var sonur Guds við at gera undurverk, læra og grøða fólk, umframt at Hann uppfylti øll profetiini, sum uppfyllast skuldu, sum eru um Hann í Gamla Testamenti (í evangeliunum – Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes – kunnu vit lesa um tað, ið Jesus segði og gjørdi, meðan hann var á jørðini).
Teimum religiøsu leiðararunum í samfelagnum dámdu ikki Jesus og tað, sum Hann gjørdi. At enda gjørdu teir tískil av at drepa Jesus. (Jóh. 11,53)
Jesus bleiv tikin, meðan Hann var í urtagarðinum Getsemane og bað við lærisveinum Sínum. Rættarsøk Hansara var órættvís – og hóast teir ikki fingu lygnirnar hjá lygivitnunum at ljóða eins, varð Hann dømdur. Síðani leiddu jødarnir Hann fram fyri ein rómverskan dómstól, tí teir ikki høvdu loyvi at døma nakran til deyðis. Pilatus, rómverskur landshøvdingi, fríkendi Jesus, tí hann fann onga skuld hjá Jesusi – hann kallaði Hann enntá rættvísan. Men jødarnir og fólkið kravdu Jesus krossfestan – og hann gjørdi, sum tey vildu. Jesus bleiv dømdur til deyðan! Hann bleiv húðflongdur og tornakrýndur. Undir allari tilgongdini bleiv Jesus eisini píndur, spottaður og háðaður. Hann bleiv leiddur út á Golgata fyri at verða krossfestur, ein øgiligur avrættingarháttur, sum rómverjar bert brúktu til teir ringastu brotsmenninar.
Meðan Jesus hekk á krossinum, áðrenn Hann gav upp anda sín, segði Hann:

Tað er fullgjørt! (Jóh. 19,30)

Eftir hetta rópti Jesus:

Faðir! Í hendur Tínar gevi Eg anda Mín. (Luk. 23,46)

Og so doyði Hann. Jesus varð jarðaður men reis uppaftur triðja dagin og vann sigur á deyðanum, sum profeterað var um frammanundan. Hetta var endaliga prógvið um, at Hann er Sonur Guds.
Tá ið Jesus segði “Tað er fullgjørt,” staðfesti Hann, at frelsuverk Guds var fullgjørt. Ætlan Guds var frá byrjan av at ofra son Sín, Jesus Kristus, í okkara stað. Á tann hátt dømdi Gud syndina og vísti seg rættvísan og heilagan! Gud vísti soleiðis stóra kærleika og stóru náði Sína við at Jesus tók okkara dóm á Seg. Deyði Jesusar á Golgata, fyri teg og meg, var sostatt dómur Guds – fyri okkara syndir!

Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, (Ef. 2,8)

Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi. (Róm. 5,1)

Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur. (Róm. 10,9)

Vit vilja eggja tær til at lesa bíbliuna sjálv/ur, tí sum Jóhannes skrivar:

Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar. (1. Jóh.5,13)

So endamálið við bíbliuni er at vitna um Jesus Kristus Harra og Frelsara okkara – sum vann okkum frelsuna:

Tit rannsaka skriftirnar, tí tit hugsa, at tit hava ævigt lív í teimum; og tað eru tær, ið vitna um Meg. (Jóh. 5,39)

Hava tit spurningar ella viðmerkingar, eru tit vælkomin at skriva til okkara á ordidfo@gmail.fo.
Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara!
JJP Orðið.fo