Filippibrævið við Niels Johannesen komandi mánakvøld

Komandi mánakvøld verða aftur tveir bíbliutímar á skránni. Hesuferð verður tað Niels Johannesen, sum kemur at undirvísa um bræv Paulusar til samkomuna í Filippi.
Byrjað verður kl. 19, og endað verður umleið kl. 21 – lítil steðgur verður millum bíbliutímarnir, har møguleiki er til stutt prát og kaffi.
Sum sagt, so byrja vit kl. 19, og vit verða í Ebenezer (ovasta sali). Øll eru vælkomin.