1

Posts By: Tróndur Jacobsen

Klæmint Eliasen og Karl Jóhan Nielsen leygardagin 2. desember

Ársins seinastu bíbliutímar verða leygardagin 2. desember frá klokkan 10 til 15 í Ebenezer. Klæmint Eliasen og Karl Jóhan Nielsen undirvísa um hesi evnir: Karl Jóhan Nielsen undirvísir um: – Jesus í Gamla testamenti – Jesus – Menniskja og Gud Klæmint Eliasen undirvísir um: – Hvat lærir fjallaprædika Jesusar okkum? – Tá ið tit biðja! …Read more »

Bíbliutímar við Símuni Absalonsen og Oddfríði Petersen leygardagin 21. oktober

Leygardagin 21. oktober verða aftur bíbliutímar í Ebenezer. Allir bíbliutímarnir eru um lív, læru og virksemi Jesusar. Skráin er hendan: kl. 10.00 hevur Oddfríður Petersen ein inngang um evnið Jesus Kristus kl. 11.00 undirvísir Oddfríður Petersen um Jesus sum profet, prest og kong kl. 13.00 undirvísir Símun Absalonsen um líknilsi Jesusar (fyrri partur) kl. 14.00 …Read more »

Bíbliutímar leygardagin 30. september

Leygardagin 30 september verða bíbliutímar aftur á skránni. Høgni Johannesen kemur at undirvísa um hin søguliga Jesus, og Pætur Hansen fer at undirvísa um profetiir í Gamla testamenti um Jesus og Hansara nútíðar og framtíðar virksemi. Byrjað verður klokkan 10, og vit vera í Ebenezer. Skráin fyri dagin er hendan: kl. 10.00 undirvísir Høgni Johannesen: …Read more »

Filippibrævið við Niels Johannesen komandi mánakvøld

Komandi mánakvøld verða aftur tveir bíbliutímar á skránni. Hesuferð verður tað Niels Johannesen, sum kemur at undirvísa um bræv Paulusar til samkomuna í Filippi. Byrjað verður kl. 19, og endað verður umleið kl. 21 – lítil steðgur verður millum bíbliutímarnir, har møguleiki er til stutt prát og kaffi. Sum sagt, so byrja vit kl. 19, …Read more »

Byrjað verður aftur komandi mánakvøld

Eftir summarsteðg byrja vit aftur við bíbliutímum. Komandi mánakvøld – 04.09.17 – kemur Júst í Túni Vang at undirvísa um bræv Paulusar til samkomurnar í Galatia. Brævið er seks kapittular, so góður møguleiki at lesa brævið – ella part av brævinum – áðrenn. Byrjað verður klokkan 19, og endað verður umleið klokkan 21. Bíbliutímarnir verða …Read more »

Óli Steinberg um burturrykkingina 20. mai

Leygardagin, 20. mai kl. 11, verða bíbliutímar í Ebenezer. Óli Steinberg talar um evnið ‘Burturrykkingin.’ Endað verður uml kl. 14. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Bíbliutímar 1 mai

Vanligt hava vit bíbliutímar leygardag, men vit hava valt at hava ein eyka bíbliutíma mánadagin 1 mai. Tað er Einar Vang, ið kemur at hava um Jónas. Bíbliutímin verður í Ebenezer, á ovastu hædd kl. 19.00.

Bíbliutímar leygardagin 29. apríl

Leygardagin 29. apríl kl. 11.00 – 14.00 eru aftur bíbliutímar. Jens Bech kemur at undirvísa um evnið “Einglar og demonar”. Høgni Johannesen kemur at undirvísa um evnið: “Hvussu kann eg vita, at Bíblian er sonn og eftirfarandi”. Bíbliutímarnir leygadagin verða á ovastu hædd í Ebenezer, eisini nevnt Gallaríið.

Bíbliutímar 8. apríl

Leygardagin 08. apríl kl.11.00 verða bíbliutímar í Ebenezer. Sonni Poulsen, trúðboðari og lærari á bíbliuskúlanum hjá New Tribes Mission í Onglandi, kemur at undirvísa. Evnið leygardagin er Ísrael útvalt, vrakað og viðurkent.

Bíbliutímar 25 februar

Leygardagin 25. februar verða bíbliutímar í Ebenezer í Havn. Tað eru Karl Jóhan Nielsen og John Færø, ið koma at undirvísa. John kemur at hava tveir tímar um virki Heilaga Andans og Karl Jóhan kemur at hava um Tríeindina. Byrjað verður klokkan 11.