Bíbliutímar leygardagin 30. september

Leygardagin 30 september verða bíbliutímar aftur á skránni. Høgni Johannesen kemur at undirvísa um hin søguliga Jesus, og Pætur Hansen fer at undirvísa um profetiir í Gamla testamenti um Jesus og Hansara nútíðar og framtíðar virksemi. Byrjað verður klokkan 10, og vit vera í Ebenezer.

Skráin fyri dagin er hendan:

kl. 10.00 undirvísir Høgni Johannesen: Søguligi Jesus
kl. 11.00 undirvísir Høgni Johannesen: Søguliga uppreisnin
kl. 12.00 er døgurði
kl. 13.00 undirvísir Pætur Hansen: Jesus í GT 
kl. 14.00 undirvísir Pætur Hansen: Jesus nú og í framtíðini
kl. 15.00 er liðugt

Øll eru vælkomin, og ikki er neyðugt við tilmelding.