Hevur tú trupult við at finna tíð at lesa í bíbliuni? Ella hevur tú ringan hug at seta teg niður við orði Guds? Her eru fimm góðar orsøkir til at lesa í bíbliuni, sum vónandi kunnu uppmuntra teg. Sjálvandi eru óendaligar nógvar orsøkir til at lesa bíbliuna, men vit skulu her hyggja eftir fimm teimum bestu orsøkunum, ið vit koma í tankar um. Vónandi kann hetta geva tær íblástur til dagliga bíbliulesnaðin. Góðan lesihug!
Fyrsta orsøk: Bíblian er orð Guds!
Fyrsta orsøkin er einfalt tað, at bíblian er orð Guds. Tað, at bíblian er orð Guds er nóg mikið til, at tú eigur at geva bíbliuni gætur. At bíblian er orð Guds vil siga, at tá ið tú lesur bíbliuna, so lesur tú bókina, ið Gud hevur latið skrivað, og á henda hátt samskiftir Gud við teg. Hetta má sigast at vera ein sannur framíhjárættur. Um tú hugsar um tað, so er tað sanniliga ótrúligt. Tú kanst seta teg niður við orði Guds – enntá á føroyskum. Gud skapti alt við orði sínum, Hann segði verið ljós – og ljós varð. Hesin sami Gud hevur latið eina bók skrivað og givið okkum hana. Tað er stórt! Í bíbliuni sigur Gud, hvør Hann er, og vísir okkum, hvørji vit eru. Í bíbliuni kunnu vit læra nógvar sannleikar og lærdómar, bæði um skapanarverkið og tað andaliga. Millum annað lesa vit um, hvussu vit – sum syndig menniskju – kunnu fáa frið við Gud gjøgnum verkið á Golgata, sum er okkara næsta orsøk.
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, 2. Tim. 3,16
Onnur orsøk: Bíblian vísir okkum vegin til frelsu!
Onnur orsøkin, at lesa bíbliuna, er høvðusboðskapurin í bíbliuni. Bíblian inniheldur nógv gott, men sigast má, at høvðusboðskapurin í bíbliuni er frelsuætlan Guds. Tú lesur um, hvussu Gud skapti alt fullkomið, men at menniskjað syndaði ímóti Gudi við at taka av trænum, ið Gud hevði forboðið. Úrslitið varð skilnaður ímillum okkum og Gud, og øll menniskju síðani tá eru syndarar. Gud valdi tó at gera ein útveg. Frelsuætlan Guds er at ofra Sín egna son, Jesus Kristus, fyri syndir okkara. Hetta er høvðusboðskapurin, og hann stendur greitt í bíbliuni frá byrjanini og gjøgnum alla bíbliuna. Her vísir Gud okkum Sína stóru frelsuætlan. Tað er við trúgv á Son Guds, Jesus Kristus, sum doyði fyri okkum á krossinum, at Gud vann okkum hesa frelsu. Blóð Hansara reinsar okkum frá allari synd, og rættvísger okkum. Høvdu vit ikki bíbliuna, so høvdu vit ikki vita, hvør frelsuætlan Guds er. At lesa í bíbliuni sannførir okkum eisini um frelsuna, gevur okkum frelsuvissu og tryggleika!
og tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus. 2. Tim. 3,15
Triðja orsøk: Bíblian lærir okkum um vilja Guds!
Triðja orsøk, til at lesa í bíbliuni, er, at Gud hevur latið bíbliuna skrivað soleiðis, at tú kanst koma at kenna vilja Guds. Í bíbliuni lesur tú, hvat Gud ætlar Sær við skapanarverkinum og við menniskjanum. Tú verður eisini varugur við, hvat Gud ynskir í tínum lívi. Tá tú lesur orð Guds og granskar tað, verða eygu tíni latin upp fyri tí, sum Gud ynskir at siga við teg. Kanska Gud ynskir, at tú skalt gera okkurt ávíst fyri seg, kanska kallar Hann teg til eina ávísa tænastu, ella gevur tær eitt kall. Í bíbliuni stendur, at Gud gevur sínum børnum gávur at brúka í tænastuni, og at Hann signar tey, ið taka kallið til sín. orð Guds kann eisini vísa tær á øki í lívinum, sum tú møguliga ikki hevur givið yvir til vilja Hansara. Bíblian kann koma við áminningum um at broyta okkurt í lívi tínum, og at liva heilagt og rættvíst. Um tú ikki lesur bíbliuna regluliga, so kemur tú ikki at vita, hvat vilji Guds er við lívi tínum.
Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk. 2. Tim. 3,16-17
Fjórða orsøk: Bíblian gevur troyst og uppmuntran!
Fjórða orsøkin at lesa bíbliuna er, at bíblian eisini er ein daglig persónlig vegleiðing og uppmuntran til tín. Í bíbliuni eru nógv lyfti um varðveitslu, troystan og uppmuntran. Hetta fært tú bara við at lesa bíbliuna og at lurta eftir tí, Gud hevur at siga við teg. Tá ið tú hevur torførar tíðir, og lívið gerst tungt, eru troystarorð í bíbliuni. Tað kann til tíðir tykjast avbjóðandi at seta tíð av at lesa og granska orð Guds, men tá ið tær tørvar hesi troystarorð, er tað gott at hava givið sær stundir at leita tað upp í bíbliuni. Hetta er ein háttur Gud kann hava dagligt samskifti við teg, og siga tað, sum tær tørvar at hoyra. Her eru trý uppmuntrandi lyfti, sum Gud gevur børnum sínum:
Havi Eg ikki sagt við teg, at tú skalt vera hugreystur og sterkur, ikki missa mótið og ikki ræðast! Tí HARRIN Gud tín er við tær í øllum, sum tú fert undir at gera.” Josva 1,9
Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu! Matt. 11,28
Um eg so skal ganga í dali deyðaskuggans, óttist eg einki ilt; tí Tú ert við mær, keppur Tín og stavur Tín, teir ugga meg. Sálmur 23,4
Fimta orsøk: Bíblian heldur okkum frá synd!
Fimta orsøk til at lesa bíbliuna hvønn dag er, at bíblian heldur teg frá synd. Bíblian reinsar og heldur teg reinan. At verða ámintur aftur og aftur um, hvør Gud er, Hansara rættvísi, heilagleika, kærleika og náði, og hvussu stór frelsuætlan Hansara er, ger, at tú missir hugin til at synda. Øll stríðast við synd, tað er eingin, ið sleppur undan, men við at lesa í bíbliuni og hava eitt dagligt, livandi samfelag við Gud gjøgnum bíbliulesnað og bøn, fáa vit styrki til at halda okkum frá synd. Tað kann verða ein pínufull tilgongd at játta syndina og halda seg til Gud, men bíblian lovar okkum:
Játta vit syndir okkara, er Hann trúfastur og rættvísur, so Hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. 1. Jóh. 1,9
Tað kennist so væl, tá ið tað er yvirstaðið. Kendi prædikumaðurin D.L. Moody segði einaferð ”Antin heldur bíblian teg frá synd, ella heldur synd teg frá bíbliuni”. Eitt orðafelli sigur eisini: ”Ein bíblia, ið dettur sundur, hoyrir til ein, ið ikki ger”
Eg goymi orð Títt í hjartanum, fyri at eg skal ikki synda móti Tær. Sálm. 119,11
So er bara eftir at ynskja tær góðan lesihug
JJP orðið.fo okt.2016