Um Orðið.fo

Orðið bómerkiOrðið.fo hevur sum endamál at veita kristiligt lærutilfar til føroyingar. Heimasíðan verður fyri tað mesta dagført við bíbliutímum tiknir á video, men heimasíðan verður eisini dagførd við greinum, sum eru ætlaðar til uppmuntran og andaliga uppbygging.
Bíbliuundirvísingin, sum verður løgd út á Orðið.fo, kann brúkast á ymsan hátt. Hon er væl egnað at brúka hjá bíbliu- og húsbólkum, men ætlanin við bíbliutímunum er eisini, at hvør einstakur fær møguleikan at kenna Orð Guds betur. Allir bíbliutímarnir eru ætlaðir til íblástur og at stuðla persónliga bíbliulesnaðinum.

Í Ápostlasøguni 2,42 lesa vit, at fyrsta samkoman – saman við bønini, andaliga samfelagnum og breyðbrótingini – helt fast við læru ápostlanna. Vón og bøn okkara er, at Orðið.fo er við til at varðveita hesa læru.

Um tú hevur spurningar, viðmerkingar ella uppskot, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum við at skriva til teldupostin ordidfo@gmail.com