1

Posts By: Tróndur Jacobsen

Bíbliutímar 11 februar

Leygardagin 11. februar kl. 11.00 eru aftur bíbliutímar í Ebenezer. Jens Bech kemur at hava um 1. Korintbræv og Jákup N. Olsen kemur at undirvísa um Himmalin.  

Bíbliutímar leygardagin 21 januar – Zacharias um Tíðarhúshaldini

Leygardagin, 21. januar kl. 11.00 til 13.30 verða bíbliutímar í Ebenezer. Zacharias Zachariassen tala um Tíðarhúshaldini. Øll eru vælkomin.

Fimm góðar orsøkir til at lesa bíbliuna

Hevur tú trupult við at finna tíð at lesa í bíbliuni? Ella hevur tú ringan hug at seta teg niður við orði Guds? Her eru fimm góðar orsøkir til at lesa í bíbliuni, sum vónandi kunnu uppmuntra teg. Sjálvandi eru óendaligar nógvar orsøkir til at lesa bíbliuna, men vit skulu her hyggja eftir fimm teimum …Read more »

Tríggir bíbliutímar leygardagin 19. november

Leygardagin, 19. november frá kl. 11.00 til kl. 14.30, vera tríggir bíbliutímar í Ebenezer. Evnið í tveimum bíbliutímum: 2. Korintiarbræv – inngangur, yvirlit og evnir í brævinum. Øssur Andreasen talar. Evnið í triðja bíbliutímanum: Nøvn Guds. Richard Schwartson talar. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Fimm nýggir bíbliutímar á heimasíðuni

Fimm nýggir bíbliutímar eru á heimasíðuni, og teir eru hesir: Tær tríggjar uppreisnirnar við Zachariasi Zachariassen Løn í Himli við Zachariasi Zachariassen Frelsan við Øssuri Andreassen Bíblian er orð Guds við Pæturi M. Hansen Synd við Jákupi Olsen Tað liggja nú yvir 21 tímar av bíbliuundirvísing á heimasíðuni.

Bíbliutímar um rættvísgering, heilaggering og dýrdargering á heimasíðuni

Heimasíðan er blivin dagførd við nýggjum bíbliutímum hjá Zachariasi Zachariassen úr Gøtu og undirvíst verður um rættvísgering, heilaggering og dýrdargering.

Bíbliuundirvísing um Ápostlasøguna og um Bíbliuna

Komandi leygardag 24 september klokkan 11 verða bíbliutímar aftur í Ebenezer. Hesaferð kemur Jens Bech at undirvísa um Ápostlasøguna og Pætur Hansen tosar um, at Bíblian er orð Guds. Øll eru vælkomin!

Bíbliutímar um Rómbrævið

Í morgin, leygardagin 10. september, eru bíbliutímar í Ebenezer í Havn. Evnið er Rómbrævið og tað er Einar Vang, ið kemur at undirvísa. Bíbliutímarnir eru frá kl. 11.00 til uml. kl. 13.30.

Bíbliuundirvísing verður 27 august

Leygardagin 27 august verða bíbliutímar í Ebenezer. Skráin er hendan: Klokkan 11.00 til 11.45 undirvísir Júst Vang um “Matteus inngangur og yvirlit – fyrri partur” Klokkan 12.00 til 12.45 undirvísir Júst Vang um “Matteus – seinni partur” Klokkan 13.00 til 13.45 undirvísir Jákup Olsen um “Synd” Øll eru vælkomin!